Roknskapur- Húsalánsgrunnurin

 

71-1  Uppskot til  samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá Húsalánsgrunninum fyri fíggjarárið 2001

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 25. februar, legði Bárður Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Húsalánsgrunninum fyri fíggjarárið 2001 við hesum viðmerkingum.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag

Lógargrundarlagið fyri Húsalánsgrunnin er Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 "um Húsalánsgrunn o.a.". Umframt Húsalánsgrunnin fevnir lógin eisini um Bjálvingarstuðulslánsgrunnin og Íbúðagrunnin. Við heimild í lógini lýsti Landsstýrið 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 "um Húsalánsgrunn o.a."

2. Endamál

Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls at veita lán at byggja og keypa sethús ella íbúðir, og kann sambært § 5 veita hesi lán:

1. Stuttfreistað lán at keypa grundøki.
2. Byggilán at byggja ella umbyggja nýggj sethús ella íbúð, avmarkað til ta upphædd, ið grunnurin veitir sum veðskuldarlán.
3. Veðskuldarlán til nýggj sethús ella íbúð.
4. Veðskuldarlán at keypa sethús ella íbúð.
5. Veðskuldarlán til at endurnýggja, umbyggja og bjálva sethús ella íbúð.

Í kunngerðini eru lýstar neyvari reglur um lán og lánstreytir.

3. Fyrisiting

Sambært § 3 í lógini verður grunnurin fyrisitin av einum stýri við 3 limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin tilnevnir samstundis 3 tiltakslimir fyri sama tíðarskeið. Stýrið setir stjóra at taka sær av dagligu um- og fyrisitingini, og ásetir við Landsstýrisins góðkenning hansara lønar- og setanartreytir. Í nevndini sita:

Gunri E. Johansen, Tórshavn, formaður
Jóhan Mortensen, Tórshavn
Hans Trygvi Teirin, Tórshavn

Tiltakslimir eru:
Vagn Erik Michelsen, Tórshavn
Niclas Mikkelsen, Syðrugøtu
Martin Simonsen, Fuglafirði

4. Fíggjarviðurskifti

Inntøkurnar hjá Húsalánsgrunninum eru rentuinntøkur av veittum lánum. Fíggjarárini 1982/83-1992 vórðu tilsamans 205 mió.kr. játtaðar á fíggjarlógini, og harafturat fekk Húsalánsgrunnurin í 1994 eftirgivið lán úr Oljugrunninum 57,5 mió.kr.

Við heimild í Ll. nr. 28/1995 um lán til Húsalánsgrunnin hevur grunnurin í 1995 lænt 50 mió.kr. úr Landskassanum. Við árslok 2001 er restskuldin 25,9 mió.kr.

5. Roknskaparviðurskifti

Ársroknskapurin skal sambært § 31 í lógini verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara og síðani verða sendur Landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.

-------------

Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina, er niðanfyri gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2001, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1997-2000 tikin við.

6. Yvirlit yvir gongdina í rakstrinum 1997-2001

(mió.kr.)

2001

2000

1999

1998

1997

Rentuinntøkur av útlánum

25,2

20,8

20

30,6

36,4

Rentuútreiðslur og kurstap

-2,1

-3,3

-3,5

-11,1

-19,9

23,1

17,5

16,5

19,5

16,5

Rakstrarútreiðslur

-5,9

-5,7

-5,4

-4,7

-5,4

Av- og niðurskrivingar av fastogn

-0,3

-0,5

-0,4

-0,1

-0,5

Avskrivað og sett av móti tapi

3,7

8,3

40,2

49,9

26,9

Óvanligar útreiðslur/inntøkur

-1,5

0,1

0

0

0,1

Rakstrarúrslit

19,1

19,8

50,9

64,6

37,5

7. Yvirlit yvir gongdina í fíggjarstøðuni 1997-2001

(mió.kr.)

2001

2000

1999

1998

1997

Aktiv
Veðbrøv, útlán

349,5

352,4

352,3

415,0

495,9

- sett av móti tapi

-93,6

-97,0

-105,2

-145,5

-196,7

255,9

255,4

247,2

269,5

299,2

Tøkur peningur

72,0

82,6

74,8

28,9

108,8

Onnur ogn

37,9

22,1

21,0

18,5

43,5

Aktiv tilsamans

365,9

360,1

343,0

316,9

451,5

Passiv
Lán innanlands

25,9

37,1

42,0

54,3

65,8

Lán uttanlands

2,2

0

2,3

8,1

193,0

Onnur skuld

0,3

4,6

0,5

7,2

9,6

Skuld tilsamans

28,4

41,8

44,8

69,6

268,4

Eginogn:
Eginogn við ársbyrjan

318,4

298,2

247,3

183,1

144,5

Rakstrarúrslit

19,1

19,8

50,9

64,6

37,6

Kursmunur

0,0

0,4

-

-0,4

1,0

Eginogn tilsamans

337,4

318,4

298,2

247,3

183,1

Passiv tilsamans

365,9

360,1

343,0

316,9

451,5

8. Roknskapargrannskoðanin

Løgtingsgrannskoðararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir m.a. á frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini, Grannskoðaravirkinum Inpact. Niðanfyri verður víst á nakað av tí, ið er umrøtt í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 2001, sum er dagfest 17. mai 2002.

8.1. Skrivligar mannagongdir
Roknskapargrannskoðanin hevur í áravís víst á vantandi skrivligar reglur á fleiri økjum. Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 frá, at viðurskiftini nú vóru komin í rættlag. Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 2001 verður kunnað um, at leiðsla grunsins hevur gjørt nøktandi skrivligar mannagongdir.

8.2. Keyp av partabrøvum/skrivstovubygningi
Í grannskoðanarfrágreiðingini kunnar roknskapargrannskoðanin um: "Við keypssáttmála frá 31. mars 2001 keypti Húsalánsgrunnurin øll smápartabrøvini í Sp/f Matr. nr. 620o, ið átti skrivstovubygning, grunnurin leigaði frá. Fyri áljóðandi virði á smápartabrøvunum kr. 80.000 rindaði grunnurin kr. 2.800.000 í sambandi við ætlanirnar at ogna sær skrivstovubygningin.

Við skeyti frá 15. august 2001 keypti Húsalánsgrunnurin skrivstovubygningin burtur úr Sp/f Matr. 620o fyri lánsskuldina kr. 2.192.398 yvirtøkudagin. Nú er so at siga bert eitt tómt felag eftir. Í hesum sambandi verður keypsprísurin fyri kapitalpartarnar í Sp/f Matr. 620o niðurskrivaður við kr. 2.800.000 til 0. Síðani er ætlanin at uppgera og avtaka smápartafelagið.

Av tí at keypsprísurin fyri partabrøvini alla tíðina var ætlaður sum partur av keypsprísinum fyri bygningin, fyri at fáa hann bíligari, hevur leiðsla grunsins gjørt av at uppskriva bygningin við kr. 1.270.124 til kr. 4.000.000, ið húsavirðismetingarmenn grunsins hava mett bygningin til.

Í sambandi við at grunnurin keypti bygningin, yvirtók grunnurin, sum partur av keypskostnaðinum, lánsskuldina 15. august 2201 uppá kr. 2.192.398 hjá Nykredit. Restskuldin, við árslok 2001, er kr. 2.153.654."

9. Viðmerkingar

9.1. Endurskoðan av lóg og virksemi Húsalánsgrunsins
Løgtingsgrannskoðararnir settu í 1999 spurnartekin við, um grunnurin tænir sínum upprunaliga endamáli. Húsalánsgrunnurin hevði tá onki sethúsalán veitt síðani 1994, og nógvir sethúsaeigarar høvdu goldið lán síni aftur, m.a. tí rentan hevði verið hægri enn hjá øðrum peningastovnum.

Í ársfrágreiðingini í roknskapinum hjá Húsalánsgrunninum fyri 1996 verður boðað frá, at Húsalánsgrunnurin hevur ætlanir um at skipa so fyri, at møguleikar vera fyri alternativari íbúðabygging, t.v.s. smærri íbúðir til yngri, eldri og rørslutarnað. Uppá fyrispurning frá løgtingsgrannskoðarunum, um virksemið hjá Húsalánsgrunninum er í tráð við upprunaliga endamálið við lógini, boðaði Almanna- og Heilsumálaráðið í februar 1999 frá, at ætlanir vóru um at gera ávísar broytingar í lógini, og at møguligar lógarbroytingar fóru at verða framdar í komandi tingsetu.

Í februar 2001 boðaði landsstýrismaðurin løgtingsgrannskoðarunum frá, at uppskot til nýggja lóg var um at verða liðugt, og fór væntandi at verða lagt fyri tingið fyrst í næstu tingsetu.

Landsstýrismaðurin kunnaði í januar 2003 um, at ein frágreiðing frá einum embætismannabólki, hvussu gongd kann fáast á alternativa bústaðarbygging, fer at verða latin Løgtinginum til aðalorðaskiftis um miðjan februar 2003. Grundað á fyribilsarbeiðið hjá embætismannabólkinum hevur landsstýrismaðurin tikið undir við eini ætlan um, at Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin verða lagdir saman, og nýggi grunnurin verður skipaður sum ein vinnurekandi grunnur.

9.2. Tilknýtið til fíggjarlógina

Í skrivi 19. februar 1998 til Almanna- og Heilsumálaráðið vístu løgtingsgrannskoðararnir á, at ætlaða árliga virksemið hjá bæði Húsaláns- og Íbúðagrunninum lá uttanfyri fíggjarlógina. Vandi var fyri, at stórt útlánsvirksemi úr hesum grunnum kundi avlaga virksemið í landinum, um fyrilit ikki varð tikið fyri teimum fíggjarligu karmunum, sum Løgtingið annars leggur við árligu fíggjarlógunum.

Vísandi til uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá m.ø. Húsalánsgrunninum – Lm. nr. 16/13-1998 –, sum varð samtykt 13. apríl 1999, varð hildið rættastu mannagongd vera, at virksemið hjá Húsalánsgrunninum varð tikið beinleiðis við á fíggjarlógina, so Løgtingið kundi fáa innlit í ætlaða virksemið og fekk høvi til at áseta fíggjarligu karmarnar.

Í juli 1999 og í januar 2000 greiddi landsstýrismaðurin frá, at bíðað hevði verið eftir Fíggjarmálaráðnum fyri at finna útav, hvussu fram skuldi verða farið. Hesin spurningur fór eisini at verða tikin upp í sambandi við, at lógargrundarlagið fór at verða endurskoðað.

Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 løgtingsgrannskoðarunum frá, at hann helt málið vera prinsippielt, og at ein støðutakan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum var neyðug, áðrenn talan kundi vera um at seta Húsalánsgrunnin á fíggjarlógina.

Í november 2001 læt Fíggjarmálaráðið úr hondum eitt álit "um landsstovnar og –grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og grannskoðanarviðurskifti".

Niðurstøðan í álitinum er m.a., at Húsalánsgrunnurin er ein landsstovnur, og er sostatt ogn landskassans. Tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, at grunnurin ikki verður tikin við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Álitið vísir á, at trupulleikarnir kunnu verða loystir við, at alt virksemið verður at taka við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Í heilt serligum førum kann Løgtingið tó við lóg samtykkja at hava virksemið uttanfyri fíggjarlógina.

Í uppskoti til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000 (Lm. nr. 85/2001) vórðu niðurstøðurnar í álitinum frá Fíggjarmálaráðnum umrøddar, og Løgtingið samtykti 12. mars 2002 at heita á løgmann um at síggja til, at stýrisskipanarlógin í framtíðini verður hildin, soleiðis at allir stovnar/grunnar, sum skulu við á fíggjarlógina, verða tiknir við á fíggjarlógina 2003.

Løgmaður kunnaði í skrivi 13. juni 2002 um, at álitið frá Fíggjarmálaráðnum hevði verið lagt fyri og gjøgnumgingið á landsstýrisfundi 11. desember 2001. Niðurstøðan á landsstýrisfundinum var, at hvør landsstýrismaður beinanvegin skuldi fara í holt við at gjøgnumganga landsstovnar og grunnar á sínum øki til tess at gera neyðugar broytingar samsvarandi álitinum. Møguligir ivaspurningar skuldu verða greiddir í samráð við Fíggjarmálaráðið.

Húsalánsgrunnurin var ikki við sum landsstovnur/-grunnur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, og ongin lógarbroyting er samtykt, sum heimilar, at virksemið verður hildið uttanfyri fíggjarlógina.

Løgmaður kunnaði 12. desember 2002 um, at arbeitt verður við at fáa greiði á formligu viðurskiftunum. Síðani fer støða at verða tikin til, um neyðugar lógarbroytingar skulu verða gjørdar, so at heimild fæst fyri, at grunnurin kann liggja uttanfyri fíggjarlógina, ella um hann skal verða settur á fíggjarlógina. Sambært løgmanni halda Løgmálaráðið og Fíggjarmálaráðið, at uppskot um neyðugar lógarbroytingar kann verða gjørt so mikið skjótt, at tað kann verða lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Landsstýrismaðurin hevur 13. januar 2003 heitt á løgmann um at leingja freistina til 1. november 2003.

9.3. Strika heimildir til lántøku
Vísandi til uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá m.ø. Húsalánsgrunninum – Lm. nr. 16/13 1998 – sum varð samtykt 13. apríl 1999, varð mælt til, at heimildirnar til lántøku í § 4 og § 17 í Ll. nr. 118/1997 vórðu strikaðar.

Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 frá, at Húsalánsgrunnurin eigur ikki at hava heimild at taka lán uttan við heimild í løgtingslóg. Tí verður í uppskotinum um nýggja lóg fyri Húsalánsgrunnin miðað eftir at strika verandi heimildir.

Landsstýrismaðurin kunnaði í januar 2003 um, at ætlanin er at greiða hesi viðurskifti, samstundis sum Húsalánsgrunnurin væntandi verður umskipaður til ein vinnurekandi grunn.

9.4. Lógarheimild til íløgur
Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 1999 kunnaði roknskapargrannskoðanin um, at Húsalánsgrunnurin í 1998 og 1999 hevði gjørt íløgur fyri tilsamans 7 mió.kr. í byggilendi og íbúðabygging, sum ætlanin var at selja aftur til Íbúðagrunnin ella sjálvsognarstovnar.

Løgtingsgrannskoðararnir spurdu 19. januar 2001 landsstýrismannin, hvørja lógarheimild Húsalánsgrunnurin hevði at gera tílíkar íløgur. Landsstýrismaðurin svaraði 9. februar 2001, at hann hevði boðað Húsalánsgrunninum frá, at hann ikki helt, at grunnurin hevði heimild at gera íløgur í byggilendi o.a. Í tí sambandinum varð grunnurin biðin um at fáa viðurskiftini í rættlag, t.d. at selja ognirnar til møguligar sjálvsognarstovnar fyri íbúðabygging.

Í desember 2001 tók Landsstýrismálanevndin málið upp til viðgerðar og bað landsstýrismannin um at greiða nevndin frá:

1. hvørt og í hvønn mun Húsalánsgrunnurin ella Íbúðagrunnurin hevur keypt hús ella fastognir,
2. um hesi keyp hava neyðuga heimild í lógini um Húsalánsgrunn,
3. hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka, er ikki neyðug heimild.

Landsstýrismaðurin svaraði 11. februar 2002, at Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin høvdu fleiri ferðir keypt bæði hús og jørð. Landsstýrismaðurin helt ikki, at Húsalánsgrunnurin hevði heimild at gera íløgur í keyp av ognum, byggilendi o.ø. Landsstýrismaðurin vísti á, at hóast stýrið fyri Húsalánsgrunnin var púra ósamt við landsstýrismanninum, hevði stýrið í 2001 tilskeytað Íbúðagrunninum ognirnar. Landsstýrismaðurin helt, at Íbúðagrunnurin hevði heldur ikki neyðugu heimildina til at keypa hús ella fastognir.

Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 2001 frá 17. mai 2002 kunnar roknskapargrannskoðanin um, at tilsamans eru íløgur gjørdar fyri 13,2 mió.kr. í jarðar- og íbúðaognir, ætlaðar til alternativa bygging til gomul, avlamin og ung. Stýri grunsins hevur, eftir áheitan frá landsstýrismanninum, í november 2001 selt føstu ognirnar til Íbúðagrunnin. Ognirnar eru seldar fyri bókaða virðið, og verða lagdar um til lán eftir neyvari ásettum gjaldsreglum, sum ikki enn eru ásettar. Íbúðagrunnurin hevur ikki pening tøkan til at rinda Húsalánsgrunninum lánið aftur.

Í einum løgfrøðiligum uppriti 19. september 2002 frá Løgmálaráðnum, umbiðið av Trivnaðarmálaráðnum, er niðurstøðan, at sambært Ll. nr. 118/1997 hevur Húsalánsgrunnurin ikki heimild at keypa, byggja ella á annan hátt fáa til vega fasta ogn, ið skal/kann vera ogn hjá grunninum, og Íbúðagrunnurin hevur heldur ikki heimild til sjálvur at útvega og reka íbúðahús.

Landsstýrismaðurin kunnaði 17. desember 2002 m.a. um, at hann hevur givið stýrinum fyri Húsalánsgrunnin "eina átalu fyri, at Húsalánsgrunnurin áðrenn 27. januar 1999 hevur keypt fastognir til alternativa íbúðabygging, uttan at hava havt neyðuga lógarheimild". Hann hevur givið stýrinum eina hvassa átalu fyri, at Húsalánsgrunnurin hevur selt Íbúðagrunninum ognirnar, hóast stýrið fyri Húsalánsgrunnin fullvæl visti, at Íbúðagrunnurin ikki megnaði at rinda kostnaðin fyri keypið.

Í skrivi 13. desember 2002 hevur landsstýrismaðurin boðað stýrinum fyri Húsalánsgrunnin frá, at "hann er sinnaður at finna eina loysn á málinum um fíggjarliga tørvin hjá Íbúðagrunninum, til tess at grunnurin kann stovnseta sjálvsognarstovnar, ið skulu eiga umrøddu ognir. Sambært tilráðing frá Fíggjarmálaráðnum ætlar landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um eina eykajáttan til Íbúðagrunnin upp á kr. 11.500.000. Eykajáttanin verður tengd saman við, at Húsalánsgrunnurin rindar ein eins stóran eykaavdrátt av landskassaláni grunsins, soleiðis at eykajáttanin gerst likviditetsneutral."

Í fráboðan 23. januar 2003 er endaliga niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini m.a., at tað má sigast at hava verið í stríð við lógina, at fyrst Húsalánsgrunnurin og síðani Íbúðagrunnurin hava keypt fastar ognir.

Vísandi til endaligu niðurstøðuna frá Landsstýrismálanevndini átala løgtingsgrannskoðararnir, at Húsalánsgrunnurin hevur keypt fastar ognir uttan lógarheimild.

9.5. Keyp av partabrøvum/skrivstovubygningi
Keypið av skrivstovubygninginum kann verða greinað soleiðis (t.kr.):

Keyp av partabrøvum 2.800.000
Yvirtikið lán 2.192.398
Innrættingarkostnaður o.a. 537.478
Tilsamans 5.529.876
Virði smb. metingarmonnum 4.000.000
Tap/óvanlig útreiðsla 1.529.876

Sambært roknskapinum er skrivstovubygningurin "uppskrivaður" kr. 1.270.124. Í veruleikanum er talan um eina niðurskriving kr. 1.529.876 mió.kr., sum í roknskapinum er útreiðsluførd sum óvanlig útreiðsla við heitinum "Upp- og niðurskrivingar".

3. januar 2001 kunnaði Húsalánsgrunnurin landsstýrismannin um ætlanirnar at keypa bygning fyri einar 5-6 mió.kr. og spurdi, um landsstýrismaðurin hevði nakað at viðmerkja. Landsstýrismaðurin svaraði 12. januar 2001, at hann við núverandi lóggávu ikki hevði nakra heimild til at leggja seg út í slíkar avgerðir hjá grunninum. Landsstýrismaðurin vísti tó á, at keypsupphæddin tyktist verða sera høg og minti á, at tað var óheppið at virka fyri, at prísirnir á húsamarknaðinum hækkaðu við almennum peningi.

Keypshátturin
Vísandi til frágreiðingina frá roknskapargrannskoðanini hevur Húsalánsgrunnurin, sum ikki er undir skattskyldu, keypt partabrøvini í einum smápartafelag, ið átti bygningin, sum Húsalánsgrunnurin húsast í, til kurs 3.500. Hesin keypsháttur er ein skattafyrimunur fyri seljaran, og tí fekk grunnurin við hesum keypshátti bygningin bíligari.

Løgtingsgrannskoðararnir hava biðið landsstýrismannin um viðmerkingar til keypsháttin. Landsstýrismaðurin endurgevur frágreiðing 21. januar 2003 frá stýrinum fyri Húsalánsgrunnin, "at í samráð við grannskoðara grunsins, varð hesin keypsháttur nýttur, tí hann varð mettur at vera tann bíligasti fyri grunnin."

Løgtingsgrannskoðararnir átala keypsháttin, eisini vísandi til, at Løgtingið áður hevur átalað eina tílíka mannagongd. Í uppskoti til samtyktar (Lm. nr. 4/4 1992) um at góðkenna roknskapirnar hjá Telefonverki Føroya Løgtings fyri fíggjarárini 1.4.1985-1991 átalaði Løgtingið 30. mars 1993, "at Telefonverkið við Landsstýrisins góðkenning í sambandi við keyp av bygninginum á Hálsi keypti partabrøvini í felagnum, ið átti bygningin, til kurs 1000, vegna tess, at hesin keypsháttur var ein skattafyrimunur fyri seljaran, hóast Telefonverkið tískil fekk bygningin bíligari."

Heimildarspurningar
Løgtingsgrannskoðararnir hava spurt landsstýrismannin, hvørja lógarheimild Húsalánsgrunnurin hevur at keypa partabrøvini og til at yvirtaka lánsskuldina.

Landsstýrismaðurin vísir á, at sambært niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini hevur Húsalánsgrunnurin sambært § 7 í lógini heimild at keypa húsaogn til skrivstovuhølir.

Tvingsilsavtøka
Sambært Skráseting Føroya í november 2002 hevur Skrásetingin ikki fingið ársroknskapin fyri 2001 hjá smápartafelagnum, sum Húsalánsgrunnurin keypti. Tí varð felagið sambært § 87 í "Anordning nr. 249 af 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om anpartsselskaber" sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku.

Løgtingsgrannskoðararnir hava spurt landsstýrismannin, hvørjar viðmerkingar hann hevur til, at ein almennur stovnur, sum eigari av einum smápartafelag, ikki hevur sent inn ársroknskapin fyri 2001, og at felagið tí er sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku.

Í skrivi 22. januar 2003 endurgevur landsstýrismaðurin frágreiðing frá stýrinum fyri Húsalánsgrunnin um, "at hetta er vanlig mannagongd í sambandi við avtøku av feløgum, sum eingi aktiv/virksemi hava. Feløg, sum eingi aktiv hava, kunnu ikki fara í likvidatión ella konkurs."

Løgtingsgrannskoðararnir vilja í hesum sambandi vísa á § 85 í "A. 249/1993", har tað er ásett, at "Såfremt ikke andet er fastsat i lovgivningen, træffes beslutning om opløsning af et anpartsselskab af generalforsamlingen og gennemføres ved likvidation."

Løgtingsgrannskoðararnir halda, at ein almennur grunnur eigur at fylgja lógarásettu høvuðsregluni í sambandi við avtøku av smápartafelag.

Grundøki til skrivstovubygning
Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 1999 kunnaði roknskapargrannskoðanin um, at "grunnurin ognaði sær í 1998 grundøki til at byggja møguligan nýggjan skrivstovubygning á. Afturat í 1999 eru kr. 158.421 bókaðar fyri forkanningar, prosjekteringar og skitsuprosjekt til ætlaðan skrivstovubygning."

Landsstýrismaðurin kunnaði í februar 2001 løgtingsgrannskoðararnar um, "at íløgan var gjørd, tá Húsalánsgrunnurin flutti úr hølunum á Hoyvíksvegi, og grunnurin flutti inn í leigumálið Yviri við Strond. Leigumálið gongur út í 2004, og íløgan varð gjørd, so at grunnurin ikki skuldi standa uttan innivist, um leigumálið ikki verður longt."

Nú Húsalánsgrunnurin hevur keypt bygningin Yviri við Strond, hava løgtingsgrannskoðararnir spurt landsstýrismannin, hvørjar ætlanir eru við grundøkinum. Landsstýrismaðurin endurgevur frágreiðing frá stýrinum fyri Húsalánsgrunnin um, at grunnurin fer at varðveita grundøkið, til stýrinum er greitt, um grunninum við nýggju lógini ella øðrum reglum verður lív lagað. Møguligt økt virksemi í hesum sambandi fer at vísa, um tørvur verður á at byggja nýggjan skrivstovubygning.

1. viðgerð 27. februar 2003. Tingmálini nr. 71-1, 71-2 og 71-3/2002 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 1. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt málið fram tann 25. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 27. februar 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17., 24. og 31. mars 2003 saman við málunum 71-2 og 71-3/2003, og hava málini fingið somu viðgerð.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bill Justinussen, landsstýrismann. Landsstýrismaðurin hevur á fundinum greitt frá, hvørji stig hann hevur tikið fyri at fáa tey viðurskifti í rættlag, sum løgtingsgrannskoðararnir finnast at í áliti sínum. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin í skrivi, dagfest 28. mars 2003, greitt frá ymiskum spurningum um Húsalánsgrunnin, og hvat hann hevur gjørt og fer at gera fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, sí nevndarskjal A í málinum.

Fíggjarnevndin hevur tikið hesar frágreiðingar til eftirtektar, og mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at góðkenna roknskapin.

2. viðgerð 4. apríl 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.