Skattur - ásetingarlóg

 

66  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin - skattalætti)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 19. februar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan 

§ 1 

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
  1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6, og § 2, stk. 1, litra d, e, og f í somu lóg, til landskassan ásettur soleiðis:
 
  1. 1) Galdandi frá 1. januar 2003 til 31. desember 2003:
    Er inntøkan minni enn kr. 21.000,-, verður latið 0%.
Er inntøkan kr.
men minni enn kr.
verður latið kr.
av
og av restini %
21.000
65.000
0
21.000
8,0 %
65.000
120.000
3.520
65.000
19 %
120.000
160.000
13.970
120.000
23,5 %
160.000
23.370
160.000
37,0 %

2) Galdandi frá 1. januar 2004:
Er inntøkan minni enn kr. 22.000,-, verður latið 0%.

Er inntøkan kr.
men minni enn kr.
verður latið kr.
av
og av restini %
22.000
65.000
0
22.000
7,0 %
65.000
120.000
3.010
65.000
19 %
120.000
170.000
13.460
120.000
23,0 %
170.000
24.960
170.000
36,0 %"
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Við hesum lógaruppskoti mælir landsstýrið til, at veittur verður ein skattalætti. Sambært samgonguskjalinum skal miðast ímóti, at skattatrýstið skal minka hjá einstaklingum og familjunum.

Skattalættin, ið verður veittur frá 1. januar 2003 og aftur frá 1. januar 2004, kemur fyrst og fremst lág- og miðalinntøkunum til góðar. Endamálið við lógaruppskotinum er eisini at minka um lønartrýstið komandi árini, so at hetta ikki elvir til útholing av reallønini, prísvøkstur, inflasjón og harvið versnandi kappingarføri.

Skattalættin verður veittur við, at skattastigin í hesi lóg - løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin) - verður lækkaður tvær ferðir, eina ferð í 2003 og aftur í 2004. Botnfrádrátturin í landsskattinum (eisini ásetingarlógin) verður hækkaður í 2004 úr 21.000 upp í 22.000 kr. Inntøkumarkið í skattastiganum, sum áður var 150.000 kr., verður í 2003 hækkað til 160.000 kr. og í 2004 til 170.000 kr.

Samstundis verður botnfrádrátturin í kommunuskattinum í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) hækkaður eins og botnfrádrátturin í landsskattinum.

Kap. 2: Avleiðingar av lógaruppskotinum
Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær fyrisitingarligar avleiðingar.

Fíggjarligu avleiðingarnar av at gera broytingarnar í skattastiganum og av at hækka botnfrádráttin í landsskattinum verða fyri 2003 mettar at verða ein lækking í landsskattinum upp á 52 mió kr. Í 2004 verður fíggjarliga avleiðingin av at broyta skattastigan (í mun til 2003) og av at hækka botnfrádráttin í landsskattinum mett at verða ein lækking í landsskattinum upp á 71 mió kr.

Lógaruppskotið verður ikki mett at hava við sær nakrar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir, men uppskotið vil lætta um hjá serliga miðalinntøkunum í 2003, og hjá bæði lág- og miðalinntøkunum í 2004. Hjálagt er fylgiskjal, ið vísir, í hvønn mun ymisku inntøkubólkarnir fáa lætta í skattinum.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella altjóða avtalur og reglur.
  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar
Broytingarnar, ið verða gjørdar í hesum lógaruppskotinum í § 1, eru tríggjar:

  1. Skattaprosentini fyri øll stigini í skattastiganum verða lækkað yvir tvey ár.
  2. Ovasta inntøkumarkið verður hækkað við 20.000 kr. úr 150.000 upp í 170.000 kr.
  3. Botnfrádrátturin verður í 2004 hækkaður úr 21.000 upp í 22.000 kr.
Ad 1.

Ár 2003:
Skattur av tí fyrsta inntøkuintervallinum í skattastiganum - t.e. inntøka úr 21.000 upp í 65.000 kr. - verður eftir hesum uppskotinum 0 kr. av 21.000 kr. og 8,0% av restini av inntøkuni upp til 65.000 kr.

Skattur av øðrum inntøkuintervalli - t.e. inntøka úr 65.000 upp í 120.000 kr. - verður 3.520 kr. av 65.000 kr. og 19% av restini av inntøkuni upp til 120.000 kr.

Skattur av triðja inntøkuintervalli – t.e. inntøka úr 120.000 upp í 160.000 kr. – verður 13.970 kr. av 120.000 kr. og 23,5% av restini av inntøkuni upp til 160.000 kr.

Skatturin av fjórða inntøkuintervallinum – t.e. inntøka oman fyri 160.000 kr. – verður 23.370 kr. av 160.000 kr. og 37% av restini av inntøkuni oman fyri 160.000 kr.

Ár 2004:
Skattur av tí fyrsta inntøkuintervallinum í skattastiganum - t.e. inntøka úr 22.000 upp í 65.000 kr. - verður eftir hesum uppskotinum 0 kr. av 22.000 kr. og 7,0% av restini av inntøkuni upp til 65.000 kr.

Skattur av øðrum inntøkuintervalli - t.e. inntøka úr 65.000 upp í 120.000 kr. - verður 3.010 kr. av 65.000 kr. og 19% av restini av inntøkuni upp til 120.000 kr.

Skattur av triðja inntøkuintervalli – t.e. inntøka úr 120.000 upp í 170.000 kr. – verður 13.460 kr. av 120.000 kr. og 23% av restini av inntøkuni upp til 170.000 kr.

Skatturin av fjórða inntøkuintervallinum – t.e. inntøka oman fyri 170.000 kr. – verður 24.960 kr. av 170.000 kr. og 36% av restini av inntøkuni oman fyri 170.000 kr.

Fylgiskjøl
Í fylgiskjølunum (trý í tali) sæst, hvussu teir ymisku inntøkubólkarnir fáa lætta í skattinum, eftir at broytingar verða gjørdar í skattastiganum í 2003 og 2004, og eftir at botnfrádráttirnir í lands- og kommunuskatti verða hækkaðir í 2004.
Í skjali 1 sæst, hvussu skattlættin virkar í 2003.
Í skjali 2 sæst, hvussu skattalættin virkar í 2004.
Í skjali 3 sæst, hvussu skattalættin virkar í 2003 og 2004 samanlagt.

1. viðgerð 26. februar 2003. Tingmálini nr. 66 og 67/2003 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 22. apríl legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 19. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 26. februar er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19. og 24. mars, 2., 9. og 14. apríl 2003. Málið er viðgjørt saman við løgtingsmáli 67/2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Grannskoðaravirkið Rasmussen og Weihe.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Torbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) førir fram:

Í samgonguskjalinum verður sagt:"Samgongan er samd um, at neyðugt er at linka skattin til at lætta um hjá familjum og einstaklingum, til at lækka kostnaðarstøðið og til at bøta reallønina og styrkja kappingarførið. Tí verður botnfrádrátturin hækkaður og allir prosentsatsir á skattaskalanum stigvíst lækkaðir, serliga hjá lág- og miðalinntøkum. Marginalskattamarkið verður stigvíst hækkað til at liggja omanfyri sáttmálalønina hjá verkafólki."

Uppskotið veitir uml. 125 mió kr. í skattalætta tilsamans í ár og komandi ár enn við verandi skattastiga. Tað merkir 4-5.000 kr. í skattalætta um árið hjá eini verka-, handverkara- og starvsmannaløn.

Ein króna spard í skatti svarar sum kunnugt til umleið 2 kr. í hægri realløn. Hesin árligi 4-5.000 krónu skattalættin vigar tað sama sum ein brutto lønarhækkan upp á nærum tað dupulta, nevniliga 8-9.000 kr. um árið meiri í løn hjá hvørjum løntakara.

Hesin skattalættin er liður í einum langtíðar skattapolitikki, ið hevur til endamáls at lækka skattin á arbeiði. Væntast skal tí í samsvari við samgonguskjalið eina framhaldandi minking í skattatrýstinum í 2005 og 2006.

Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) tekur undir við uppskotinum, men hevur hesar viðmerkingar:

Hóast tingið hevur samtykt fleiri uppskot um skattalættar tey seinastu árini, so vísa útrokningar, at skattatrýstið er hægri í dag enn tað var í 1997. Hetta kemst av, at hámarksinntøkurnar á tí progressiva skattastiganum hava verið hækkaðar so lítið, at ein lønmóttakari við vanligum lønarvøkstri beinanvegin hevur rent seg aftur í nýggju inntøkuloftini.

Endamálið við tí progressiva skattastiganum er, at tær breiðastu herðarnar skulu bera tær tyngstu byrðarnar, men tað virkar júst øvugt.

Tað eru miðalinntøkurnar, sum alla tíðina renna seg í móti inntøkuloftunum.

Í farna valskeiði lækkaðu landsstýrið og samgongan partafelagsskattin, ið var 27%, niður í 20%. Hetta var ein munandi skattalætti til peningastovnar, tryggingarfeløg, advokatskrivstovur, grannskoðaravirki og onnur, sum reka egið virki við einum partafelag ella smápartafelag. Men tá talan er um at veita skattalætta til einstaklingar, hava hesir munað minni enn lønar- og kostnaðarhækkingini í samfelagnum, tá eru brúkaragjøldini, sum sitandi landsstýri hevur sett í verk, ikki við.

 

Nettoskattur

Nettoinntøka

Árstal

Tímaløn

Ársinnt.

Skattur

Nettoinnt.

í % av innt.

Prístalsviðgj.

Reallønbroyt

1997

75,86

136.548

42.999

93.549

31,49

93.549

0

1998

76,62

137.916

43.618

94.298

31,63

98.000

-3702

1999

80,17

144.306

46.966

97.340

32,55

103.055

-5715

2000

83,72

150.696

50.510

100.186

33,52

108.109

-7923

2001

87,96

158.328

52.594

105.734

33,22

111.052

-5318

2002

92,2

165.960

55.921

110.039

33,7

111.655

-1616

2003

96,35

173.430

57.758

115.672

33,3

2004

100,69

181.242

59.741

121.501

32,96

Grundarlagið í omanfyri nevndu útrokningum er út frá einum kommunuskattaprosenti upp á 19% , eini vanligari arbeiðaraløn við 1800 tímum um árið, eins og brúkaraprístalið er brúkt til prístalsviðgjørdu lønirnar.

Ein stórur partur av tímaløntum, serliga innan fiskavirking, fáa vanliga ikki 40 tíma viku. Hesi eru tey veruliga lágløntu, sum eingin skattalætti verður latin.

Omanfyri nevnda talva vísir m.a., at hækkingin í nettoskattinum frá 1997 til 2003 er uml. 2,2 prosent stig.

Vit mugu staðfesta, at skatturin er hægri nú, enn hann var í 1997, og tað er als ikki nøktandi, tá havt verður í huga, at búskapurin hesi seinastu árini hevur verið í støðugum vøkstri.

Minnilutin tekur sum nevnt undir við uppskoti landsstýrisins, men metir tó út frá omanfyrinevnda, at brúk er fyri at endurskoða okkara skattaskipan.

2. viðgerð 24. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 29. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0. Málið avgreitt.