Børn

 

 

72  Uppskot til  ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Tikið aftur

Ár 2003, 25. februar, legði Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan: 

"Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær (Afskaffelse af revselsesretten) 

I henhold til § 37 i lov nr. 387 af 14. juni 1995 om forældremyndighed og samvær sættes § 2, stk. 2 i lov nr. 416 af 10. juli 1997 om ændring af lov om forældremyndighed og samvær (Afskaffelse af revselsesretten) ikraft for Færøerne i følgende affattelse:

"§ 2. Stk. 2. Barnet har ret til omsorg og tryghed. Det skal behandles med respekt for sin person og må ikke udsættes for legemlig afstraffelse eller anden krænkende behandling."

Anordningen træder i kraft dagen efter dens kundgørelse i kunngerðablaðið. 

---------

§ 37, i lov nr. 387 af 14. juni 1995 om forældremyndighed og samvær er sålydende:
"§ 37. Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men kan dog med undtagelse af § 34 ved kongelig anordning sættes i kraft for disse landsdele med de afvigelser, som de særlige færøske og grønlandske forhold tilsiger. "

Lov nr. 416 af 10. juni 1997 om ændring af lov om forældremyndighed og samvær (Afskaffelse af revselsesretten) er sålydende: "

§ 1

I lov nr. 387 af 14. juni 1995 om forældremyndighed og samvær foretages følgende ændring:

1. § 2, stk. 2, affattes således:
»Stk. 2. Barnet har ret til omsorg og tryghed. Det skal behandles med respekt for sin person og må ikke udsættes for legemlig afstraffelse eller anden krænkende behandling.«

§ 2

Loven træder i kraft dagen efter bekendtgørelsen i Lovtidende."

Viðmerkingar:
Galdandi lóggáva í Føroyum heimilar í ávísan mun varisliga likamliga revsing móti egnum børnum. Í Karnov Lovsamling 1995 bls. 3438 verður í viðmerking til revsilógarinnar § 244 um revsing fyri vanligan harðskap sagt, at "det fortsat må antages at ville være former for legemlig afstraffelse af børn som led i opdragelsen, der ikke er strafbare efter § 244."

Danir hava sett forboð móti likamligari revsing við lov nr. 416 af 10. juli 1997 om ændring af lov om forældremyndighed og samvær (Afskaffelse af revselsesretten), og mælir uppskotssetarin til, at hetta forboð verður sett í gildi her á landi.

Uppskotsstetarin heldur tað vera rætt at fylgja hinum norðanlondunum í hesum málinum og hava eins reglur galdandi, tá tað snýr seg um revsing av børnum, eins og Norðurlandaráðið mælti til í 1982. Í Svøríki settu tey úr gildi rættin til likamliga revsing av egnum børnum í 1979, í Finnlandi í 1983 og í Noregi í 1987.

At rætturin til likamliga revsing av børnum er tikin av í okkara grannalondum er m.a.úrslit av broyttum hugburði til uppaling og av støðugari upplýsing um, hvørjar umstøður skulu til, fyri at børn kunnu mennast og klára seg í lívinum. Verða børn ald upp í harðskapi, er sannlíkt, at harðskapur gerst teirra fremsta amboð, tá tey sjálvi koma í truplar støður. Øvugt hava roynir m.a. í Svøríki víst, at slík lógarbroyting hevði við sær broyttan hugburð og minkandi undirtøku fyri likamligari revsing.

Javnaðarflokkurin heldur eisini tað vera rætt, at samfelagið við slíkari lógarbroyting ger greitt, at likamlig revsing av børnum verður ikki góðtikin. Umframt at boða frá eini almennari støðu til málið við tí fyri eyga at minka um harðskap í uppalingini, hevði hetta styrkt um støðuna hjá starvsbólkum, sum hava við børn og foreldur at gera. Her verður hugsað um heilsusystrar, lærarar, pedagogar, sosialráðgevarar, læknar, løgreglu og onnur, sum við einum klárum rættargrundarlagi kundu sagt bæði børnum og vaksnum, at ikki er loyvt at sláa børn.

Tí hvussu skal t.d. ein lærari greiða einum barni frá, at tað ikki má sláa og vera harðligt, um so er, at hetta er vanliga talumálið í heiminum?

Orðingina í § 2, stk. 2 hava Børnerådet og Red Barnet skotið upp í 1995, og er hetta sama orðing, sum kom við í donsku lógina 10. juli 1997.

Í danska uppskotinum verður eisini víst til ST- sáttmálan frá 1989 um rættindi hjá børnum, sum eisini er samtyktur av løgtinginum (lm 1991.24). Hesin áleggur luttakaralondunum at taka neyðug stig til tess at verja børn, so tey ikki verða fyri likamligum ella sálarligum harðskapi í hondunum á foreldrum ella øðrum.

Javnaðarflokkurin heldur tað vera uppá hægstu tíð, at eisini vit taka við teirri menning, sum hóast alt er farin fram, og vísa, at eitt rættarsamfelag serstakliga verjir tey veikastu. Í hesum føri at javnstilla børn við onnur, tá tað ræður um likamliga revsing.

Neyvari almennar viðmerkingar og viðmerkingar til greinina, tá ið uppskotið varð lagt fram, orðaskiftini undir viðgerðini í Fólkatinginum og nevndarálit eru at finna í fólkatingstíðindum 1996-1997 á niðanfyri nevndu blaðsíðum, sum verða løgd við málinum sum skjøl.

Skjal 1: Lovforslag, som fremsat - Till. A s. 4460
Skjal 2: 1.behandling 29/4-97 - FF s. 6454
Skjal 3: Betænkning 13/5-97 - Till.B s. 946
Skjal 4: 2.behandling 21/5-97 – FF s. 7481
Skjal 5: 3.behandling 28/5-97 – FF s. 7956

1. viðgerð 5. mars 2003. Málið beint í rættarnevndina.

Á tingfundi 4. apríl 2003 boðaði løgtingsformaðurin frá, at uppskotssetarin við skrivi, dagfest 4. apríl 2003, hevur tikið málið aftur.