Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

96. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin 1. juni kl. 9.45, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Karsten Hansen og Heðin Zachariasen, løgmaður og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.

 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.

 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar
Broytingaruppskot frá John Johannessen, Jørgen Niclasen, Óla Breckmann og Johan Dahl til § 12 samtykt 16-0-14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.

 

Fundur niðurlagdur kl. 10.20
Fundur uppafturtikin kl. 11.00
 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 53/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-1-11.
Málið avgreitt.

 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-1.
Málið avgreitt.

 

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Broytingaruppskot frá Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen, Annitu á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen til § 1 fall 8-0-18. Broytingaruppskot frá Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen og Tórbjørn Jacobsen til § 1 fall 10-0-7. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
 

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
Broytingaruppskot frá Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen og Annitu á Fríðriksmørk til § 1 fall 10-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.

 

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-7.
Málið avgreitt.

 

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-1-7.
Málið avgreitt.

 

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld á framleiðslu og innflutningi
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-1-3.
Málið avgreitt.

 

11.  3. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-5
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-7.
Málið avgreitt.

 

12.  3. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.

 

13.  3. viðgerð av tingmáli nr. 113/2006: Uppskot til løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)
Broytingaruppskot frá Heidi Petersen, Hergeir Nielsen, Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk til § 11 fall 8-1-18. Broytingaruppskot frá  Heidi Petersen, Hergeir Nielsen, Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk til § 25 fall 9-0-18. Broytingaruppskot frá Henrik Old, Jørgen Niclasen, Johan Dahl og Kjartan Joensen til §§ 5 og 12 samtykt 27-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0.
Málið avgreitt.

 

Formaðurin boðaði frá, at  tað ikki eru fleiri mál at viðgera, og um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku. Løgtingið hevur, síðani á ólavsøku 2006, havt 96 fundir, ið hava vart  513 tímar. 142 mál eru framløgd, íroknað 4 frágreiðingar sambært § 51 í tingskipanini. 3 mál eru tikin aftur av uppskotssetarunum, 1 mál er ikki komið aftur úr nevnd. Øll hini málini eru avgreidd frá tinginum. 38 skrivligir fyrispurningar eru settir og avgreiddir. 181 munnligir fyrispurningar eru settir og svaraðir, og ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skrá á 6 fundum. Fíggjarnevndin hevur havt 39 fundir, uttanlandsnevndin 21, landsstýrismálanevndin 17, vinnunevndin 37, trivnaðarnevndin 17, mentanarnevndin 22 og rættarnevndin hevur havt 29 fundir. Formaðurin takkaði tingmonnum, landsstýrismonnum og starvsfólkunum fyri tingárið, sum er við at fara aftur um bak, og ynskti øllum eitt gott summar. 

 

Fundur lokin kl. 13.00 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari