Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

95. fundur

 

Ár 2007, hósdagin 31. mai, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Karsten Hansen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

 

Farloyvi: 

Skriv frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, dagfest tann 30. mai 2007, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Rói Egholm, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Høgna Hoydal.

 

Til viðgerðar:
 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0.Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
Uppskot um at vísa broytingaruppskot nr. 3 frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, burtur, sambært § 57, stk. 1 í tingskipanini, samtykt 20-0-10. Broytingaruppskot nr. 3 er sostatt burturvíst. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til §§ 15 og 16 fall 9-0-20. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til §§ 3, 7, 11, 13, 16 og 20 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar
Broytingaruppskot frá Andrias Petersen, Óla Breckmann, Marjus Dam, Olav Enomoto, John Johannessen, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen til § 8 samtykt 25-0-0. Broytingaruppskot frá minnilutunum í mentanarnevndini, Marjus Dam og Olav Enomoto, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen til § 12 samttykt 15-1-14. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 2, 7, 8, 13, 19, 21, 25 og 31 samtykt 28-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Fundur niðurlagdur 12.27

Fundur uppafturtikin 13.30
 

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 8-2-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Andrias Petersen, Óla Breckmann, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto, til § 1 samtykt 26-0-2 samtykt. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 9-1-18. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2006: Uppkot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu og Kára P. Højgaard til §§ 1, 2, 3 og 6 fall 10-1-16. §§ 1 til og við 6 fullu 10-1-16. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kára P. Højgaard til § 1 samtykt 25-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen og Heðin Zachariasen, til § 7 samtykt 20-2-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-2-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.        2. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 9-1-19. Broytingaruppskot frá Henrik Old, Jørgen Niclasen, Johan Dahl og Heðin Zachariasen til § 1 samtykt 28-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-1-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.     Frávik
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jørgen Niclasen, Kjartan Joensen, Jógvan við Keldu, Poul Michelsen, Andrias Petersen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Sverre Midjord, Johan Dahl, John Johannessen, Olav Enomoto, Lisbeth L. Petersen, Anfinn Kallsberg, Óli Breckmann, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Marjus Dam heita á Løgtingið um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, millum 2. viðgerð og 3. viðgerð av hesum løgtingsmálunum:
Nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)
nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar
nr. 53/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
nr.
118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld á framleiðslu og innflutningi
nr. 1-12/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-5
nr. 1-14/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007
nr. 113/2006: Uppskot til løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin),

soleiðis at øll málini verða endaliga avgreidd frá tinginum fríggjadagin 1. juni 2007.
Samtykt 21-1-7.

 

11.     2. viðgerð av tingmáli nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kára P. Højgaard til § 1 samtykt 19-1-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-1-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld á framleiðslu og innflutningi
§§ 1 og 2 samtykt 21-1-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-5
Biðið var um, at atkvøtt varð um hvørja konto sær.
§ 3.3.15.1.04. samtykt 23-0-4.
§ 3
.3.15.2.01. samtykt 24-1-2.
§ 6.
6.37.1.08. samtykt 18-1-8.
§ 6.
6.37.2.04. samtykt 27-0-0.
Broytingaruppskot frá
meirilutanum í fíggjarnevndini, 
Anfinn Kallsberg, Vilhelm   Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen, til § 6. 6.37.3.01. samtykt 19-0-8.
§ 6.6.37.5.05. samtykt 20-0-7.
§ 6.
6.38.2.14. samtykt 27-0-0.
§ 6.
6.38.2.15. samtykt 27-0-0.
§ 7.7.11.1.09. samtykt  27-0-0.
§ 7.7.23.1.04. samtykt 27-0-0.
§ 7.
7.23.1.16. samtykt 26-1-0.
§ 7.
7.23.2.01. samtykt 27-0-0.
§ 7.
7.23.2.03. samtykt 27-0-0.
§ 7.
7.23.6.13. samtykt 27-0-0.
§ 7.7.23.6.16. samtykt 27-0-0.
§ 7.
7.24.6.06. samtykt 27-0-0.
§ 8.
8.20.2.11. samtykt 27-0-0.
§ 8.
8.20.3.04. samtykt 23-0-4.
Broytingaruppskot frá
minnilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, til § 8.8.20.3.08. fall 8-0-19.
§ 8.8.20.3.08. samtykt 17-1-9.
§ 8.
8.21.1.04. samtykt 21-0-6.
Broytingaruppskot frá m
eirilutanum í fíggjarnevndini,
Anfinn Kallsberg, Vilhelm  Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen til § 8.8.21.1.06. samtykt 23-1-3.
Broytingaruppskot
frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Vilhelm Johannesen, til § 8.8.21.1.23. samtykt 23-0-4.
Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndin, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen, til § 8.8.21.6.01. samtykt 19-0-8.
§ 8.8.21.6.02. samtykt 21-0-6.
§ 8.
8.21.6.16. samtykt 21-0-6.
§ 15.15.30.1.10.
samtykt 20-0-7.
§ 15.15.37.4.03.
samtykt 20-0-7.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

14.     2. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007
Biðið var um, at atkvøtt var fyri hvørja grein sær.
§ 3 samtykt 23-0-0. § 7 samtykt 24-0-0. § 20 samtykt 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

15.     2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2006: Uppskot til løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)
Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Johan Dahl, Heðin Zachariasen og Kjartan Joensen, til § 4 samtykt 23-0-2.  Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 1. juni 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 53/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld á framleiðslu og innflutningi

11.  3. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-5

12.  3. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007

13.  3. viðgerð av tingmáli nr. 113/2006: Uppskot til løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)

14.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 22.03  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari