Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

71. fundur

 

Ár 2007, týsdagin 20. mars, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Sverre Midjord, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 66/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar  “forslag til lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-4-0.
Málið avgreitt.

 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Málið beint í rættarnevndina.

 

Fundur niðurlagdur kl. 12.10
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2006: Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um marknaseting á havleiðunum millum Føroyar og Ísland
Málið beint í uttanlandsnevndina.
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Málið beint í rættarnevndina.
 

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir
Málið beint í rættarnevndina.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 21. mars 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-1

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-2

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-3

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-4
Málini nr. 1-8/2006, nr. 1-9/2006, nr. 1-10/2006 og nr. 1-11/2006 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2006: Uppskot til samtyktar um samskatting av hjúnum
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
Málið verður beint í mentanarnevndina.

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

8.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.35 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður
 

/Marius Rein
skrivari