Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
36. fundur
Ár 2006, hósdagin 7. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Johan Dahl, løgtingsmaður, og Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
2.
Atkvøðugreiðsla um
fyrispurning
nr. 100-20/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýismann í vinnumálum, frá
Heidi Petersen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi tí at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús áðrenn 2012
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at
fyrispurningurin skal svarast.
3.
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, svaraði
fyrispurningi
nr. 100-6/2006 frá Óla Breckmann,
løgtingsmanni. viðvíkjandi avlopsorku hjá SEV í Vági
Málið avgreitt.
4.
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður, svaraði
fyrispurningi
nr. 100-12/2006 frá Olav Enomoto, løgtingsmanni. viðvíkjandi ”free-pass”
skipan
Málið avgreitt.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 8. desember, 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS)
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um Menningarstovu
3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðautreiðslur
4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum
6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2006: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn
8.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
48/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um kommunulæknaskipan
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
9.
1. viðgerð
av tingmáli
nr. 49/2006:
Uppskot til
løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
(forsorgarlógin)
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
10.
1. viðgerð
av tingmáli
nr.
46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Málið verður beint í vinnunevndina.
11. Framløga
Fundur lokin kl. 18.45
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari