Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

4. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin, 12. august, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Andrias Petersen, Kristian Magnussen, Anfinn Kallsberg og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Jógvan við Keldu, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2005: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
Málið beint í
fíggjarnevndina.
 

2.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi Suðuroynni og Sandoynni sum vakstrar- og royndarøkir
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølu av fiskiloyvum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

Fundur niðurlagdur kl. 11.50
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

4.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 2/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-5/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bjargingarmálinum ”Jøkulfell”

nr. 100-6/2005 til Jóannes Ejdesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi setan av lærara við frítíðarskúlan á Tvøroyri

nr. 100-7/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi EFTA, og

nr. 100-8/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjálvstøðugum limaskapi í norðurlendskum samstarvi 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 16. august 2005, kl. 13.30,  við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bjargingarmálinum ”Jøkulfell”

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-6/2005 til Jóannes Ejdesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi setan av lærara við frítíðarskúlan á Tvøroyri

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi EFTA

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjálvstøðugum limaskapi í norðurlendskum samstarvi

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 2/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

6.      Framløga

 Fundur lokin kl. 13.35

 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari