100-3 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi Suðuroynni og Sandoynni sum vakstrar- og royndarøkir 

Orðaskifti

Ár 2005, fríggjadagin 5. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Hevði løgmaður viljað greitt tinginum frá:

 

1)      Hvat líður við at seta í verk tey 10 punktini í landsstýrisins "Suðuroyarætlan 2005", sum varð kunngjørd 29. januar í ár.

Hevði løgmaður viljað sagt tinginum frá landsstýrins støðu til at gera eina líknandi ætlan fyri Sandoynna og til at seta í verk nøkur gagnlig og helst eisini neyðug átøk aftrat fyri Suðuroynna (og Sandoynna) sum eitt nú hesi niðanfyri nevndu:
 

2)      Suðuroy (og Sandoy) verður lýst sum serstakt búskaparligt vakstrar- og royndarøki.
 

3)      Landskassin yvirtekur alla kommunuskuld, so skjótt sum kommunurnar hava skipað seg í eina kommunala eind.
 

4)      Tá SEV og IRF verða einskild, rindar nýggja kommunueindin landskassanum sín part av sølupeninginum?
 

5)      Kommunuskatturin verður 20% í samanløgdu og skuldafríu kommununi?
 

6)      Landsskattastigin verður broyttur til:
Inntøkur úr:         0 kr                  –           30.000 kr :          0% landsskatt
Inntøkur úr:         30.000 kr         –         125.000 kr:         10% landsskatt
Inntøkur úr:         125.000 kr         og         uppeftir:           20% landsskatt

(Treytin fyri at kunna verða skattaður eftir hesari royndarskattaskipan er, at skattgjaldari og arbeiðsgevari hava fastan bústað í Suðuroynni (Sandoynni).
 

7)      Partafelagsskatturin verður settur niður í 10%, og skattur av kapitalavkasti verður settur niður í 30%?
 

8)      Frádráttur í landsskattinum, upp til 20.000 kr. árliga í 5 ár, verður veittur persónum, sum gera íløgur í vinnuvirki?
 

9)      Barnafrádrátturin í landsskattinum verður hækkaður úr verandi 5.500 kr upp í 10.000 kr. árliga (og frádrátturin í kommunuskattinum óbroyttur)?
 

10)  Lestrarlánskuld verður avskrivað við 10% árliga (tó í mesta lagi 25.000 hvørt ár) yvir 10 ár. (Treytað av føstum bústaði og arbeiði í Suðuroynni (Sandoynni)?
 

11)  Umsitingin av nýggja Smyrli (Teistanum) verður løgd til Suðuroyar (Sandoyar)?
 

12)  Øll vøra til útflutnings til og úr Suðuroynni (Sandoynni) verður flutt uttan farmagjald sjóvegis millum oyggja?
 

13)  Ein "Suðuroyar- (Sandoyar-) grunnur" verður settur á stovn við kapitali frá komandi einskiljingini av almennum fyritøkum?

 

Viðmerkingar:
Búskaparliga lagnan hjá einum oyggjasamfelag er sum kunnugt treytað av eitt nú støðuni søguliga, politiskt, sosialt og mentanarligt. Latum okkum í hesum føri leggja dent á ta landafrøðiligu (geografisku) og logistisku støðuna hjá Suðuroynni (Sandoynni).

 

Um Suðuroyggin (ella eins væl allar Føroyar) lá við Suður Georgia, so búðu nakrir seyðabøndur og fiskimenn har part av árinum.

 

Um Suðuroyggin lá í Ermasundi, í Karibiska ella Írska Havinum og hevði ein tølandi persóns- og vinnuskatt eftir altjóða mátistokki, so høvdu minst 50.000 fólk búð í oynni. Eingin hevði viljað flutt haðani, men 1000-tals fólk støðugt søkt um at sloppið at búð har.

 

Guernsey er á stødd við Sandoynna, hevur fleiri íbúgvar enn allar Føroyar og 100-tals milliardir standandi á bók í oynni.

 

Hong Kong hevði 600.000 blóðfátækar íbúgvar í 1949. Tey høvdu ongar rávørur (heldur ikki drekkivatn), men við 20% skattatrýsti er fólkatalið nærum 10-faldað, og meðal inntøkan pr. íbúgva økt upp ímóti okkara.

 

Singapore (á stødd við Streymoynna) var malariafongt mýrilendi, men er í dag ein blómandi vakstrarbúskapur við 3 mió. íbúgvum.

 

Men Suðuroyggin (Sandoy) er nú partur av Føroyum. So latum okkum hugsa og virka út frá hesum veruleika.
         
Suðuroyggin farnu øldina
Sandoyggin var Føroya mest framkomna og ríkasta oyggj til 1890-árini, tá jarðarbrúk var búskaparliga álitið og aðal inntøkukeldan. Men Sandoyggin hevði ongar kyrruvágir til deksfør at liggja við teym um veturin.

 

Tað hevði harafturímóti hin tá eisini ríka Suðuroyggin. M.a. tí hendi vinnuliga frambrotið har, tá sluppirnar, salt- og klippfiskurin løgdu lunnar undir eina risa inntøkuøking. Líka til eftir fyrra heimsbardaga sigldi annað hvørt føroyskt skip út frá Suðuroynni, og haðan fingu vit tískil helvt av Føroya útflutningsvirði. Hon var vinnuligi orkukjarnin í landinum.

 

Hetta búskaparmynstrið broyttist m.a. av lemjandi heimskreppuni í 1930-árunum. Tá misti Suðuroyggin vinnuligu føringina, ið hon hevði havt hálvu øldina frammanundan. Eftir kríggið (Heimastýris­lógina) fluttu fólk  úr útjaðaranum til stórplássini og serliga til høvuðstaðin, her almenni tænastugeirin øktist mest. Tann vaksandi inntøkan frá skatti og avgjøldum fleyt úr øllum landinum í landskassan.

 

Suðuroyggin hevur (eins og hini økini í landinum) rindað meiri í beinleiðis skatti og avgjøldum til landskassan (Suðuroyggin í dagsvirði uml. 50 mió. kr. árliga farnu 25-30 árini), enn landskassin hevur latið Suðuroynni (og hinum økjunum í landinum) aftur.

 

Hetta støðuga kapitaldren, umframt tann parturin av kommunuskatti í Suðuroynni (Sandoynni), sum er farin til at rinda lánsgjøld av kommunuskuld, hevur verið við til at elva til fráflyting. Stóra frástøðan um Suðuroyarfjørð, óhøgligt ferðasamband og vána kappingarføri hava eisini skundað undir fráflytingina.

 

Ríkisveitingin var eisini við til at økja almenna geiran og gera tað lættari hjá vaksandi tali av føroyingum at fáa alment og avleitt starv í miðøkinum. Hetta er vanligt í flestu høvuðstøðum. Í Havn hevur eisini verið stórt virksemi í primervinnuni, sum saman við vaksandi almennum virksemi gjørdist grundarlag undir teirri mest umfatandi handils-, handverks- og tænastuvinnuni í landinum.

 

So tann stóra fólkaflyting, sum var úr øllum Føroyum til Suðuroynna frá 1890 til 1920, steðgaði og vendi til fráflyting. Tá búðu tvær ferðir so nógv fólk í Suðuroynni sum í Havn. Men nú búgva tríggjar ferðir so nógv fólk í Havnar kommunu sum í Suðuroynni. Um fólkatalið í Suðuroynni hevði vaksið ájavnt við vøksturin í Føroyum eftir 1930, høvdu 15.000 fólk búð í Suðuroynni í dag. Dupult so nógv fólk við suðuroyarblóði í æðrunum búgva uttan fyri Suðuroynna í dag, sum búgva í Suðuroynni.

 

Tað er hættisligt, at serliga tað unga, váðafúsa og útbúna fólkið leitar burtur úr økjum við búskapi í afturgongd til øki í vøkstri at búgva og virka. Búskaparligur vøkstur frá einum virknum vinnulívi hevur nógv størri týdning enn nakað annað fyri trivnað og menning av einum samfelag.
 
Nú krevst eitt ódnartak
Vit kundu sitið hendur í favn og latið stíg og afturgongd pínt Suðuroynna niður á eitt støði, haðan ikki vendist aftur. (Hetta er kanska hent við okkara útoyggjum, har kommunusamanlegging, serlig fígging (útoyggjagrunnur el. tíl.), serlóggáva og útoyggjaskipan millum land og kommunur mugu til at bjarga teimum).

 

Tað er gott og neyðugt, at Føroyar hava eitt sterkt miðstaðarøki. Annars høvdu mong flutt til útlond at arbeiða ella vendu ikki aftur eftir útbúgving uttanlands. Men Føroyar verða nú neyvan ríkari av, at útjaðarin hímast burtur, so virði og tilfeingi har fara fyri skjeytið.

 

Hetta landsstýrið hevur tíbetur sæð vandan og er samt um eina sonevnda "Suðuroyarætlan 2005". Vit eiga av øllum alvi at seta hesa ætlan í verk sum skjótast.

 

Eyðvitað verða nýggjur Smyril, atløgan á Krambatanga, tunnilin millum Øravík og Hov, miðnámsskúli, ellisheim osfrv. stórir batar. Suðuroyar Sparikassi og Vinnuráðið í Suðuroyar sunnaru helvt eru eisini komin við nøkrum tilmælum, sum eiga at fáa skjóta og góða viðgerð.

 

Nú krevst eitt ódnartak til at gera Suðuroynna (Sandoynna) til eitt vakstrar- og royndarøki, um hesar báðar størru oyggjarnar um 10-15 ár ikki skulu gerast spegilsmyndir av dagsins útoyggjum.

 

Um tær geva góð úrslit í Suðuroynni (Sandoynni), kundu vit umhugsað at sett tær í gildi fyri allar Føroyar til at tryggja okkum sterka kappingarstøðu í teirri harðnandi altjóða kappingini.
 
Viðmerkingar til einstøku spurningarnar:
 
Add. 1) "Suðuroyarætlanin 2005"
Landsstýrisins "Suðuroyarætlan 2005" fevnir um fleiri almenn átøk til at dagføra almenna tænastustøðið í Suðuroynni ájavnt við restina av landinum. Tað er gagnligt og neyðugt, um Suðuroyggin skal bjóða sínum íbúgvum áleið somu veitingar á flutnings-, samskiftis-, útbúgvingar- og eldraøkinum, sum restin av landinum hevur. Landskassin fer við hesi ætlan ímillum ár 2000 og 2008 at hava endurgoldið Suðuroynni uml. 1/2 mia. kr. Tað er ikki órímiligt, tá ein hevur í huga, at Suðuroyggin hevur rindað landskassanum árliga uml. 50 mió. kr. meiri, enn oyggin hevur fingið afturgoldið í landskassans útjavning. (Tann ójavnin er eisini galdandi fyri onnur øki í Føroyum í sama lutfalli eftir fólkatali).
 
Add. 2) Suðuroy (Sandoy) serskilt menningar- og royndarøki
Eitt er at dagføra almenna geiran í Suðuroynni við "Suðuroyarætlanini 2005". Men til at leggja trumfin á og tryggja eina vend kundi Løgtingið við serligari lóggávu roynt at mótvirka teim logistisku og landafrøðiligu vansum og forðingum, sum hava darvað Suðuroynni (og Sandoynni) í at mennast ájavnt við restini av landinum. Nú eru Suðuroyggin og Sandoyggin skjótt einastu størru øki í Føroyum, sum bert hava sjóvegis samband at líta á. Tí mátti borið til at eyðmerkt hesar báðar størru oyggjarnar sum serskild "vakstrar- og royndarøki".  

(Eydnast at fáa gongd og framburð aftur í hesum oyggjum, kundu síðan somu átøk verðið brúkt til restina av landinum).
 
Add 3): Kommunal(ar) eind(ir) ein treyt fyri skuldarsanering
Fleiri av kommununum í Suðuroynni (og Sandoynni) hava í 15-20 ár verið tyngdar av lemjandi skuld, sum hevur veitt stóran part av tí methøga kommunuskattinum burtur úr oynni og darvað framburði. Lítið høpi er í at revsa komandi ættarlið av suðuroyingum (sandoyingum) fyri tað skuldarband, sum farin býráð hava tikið á seg í teirra roynd at útbyggja oynna.

 

Landskassin hevur so evstu ábyrgd av teim uml. 150 mió. kr, sum Suðuroyggin enn skyldar (Sandoyggin skyldar uml. 40 mió. kr.). Ein treyt fyri, at landskassin akslar hesa skuld, eigur at vera, at kommunurnar í Suðuroynni (Sandoynni) straks taka seg saman í natúrliga(r) eind(ir).
 
Add 4): Sølupeningur fyri SEV og IRF gjalda kommunuskuld
Ein onnur treyt fyri eftirgeving av skuld eigur at vera, at tann inntøka, sum Suðuroyggin (Sandoyggin) fær, tá SEV og IRF verða einskild, fellur í landskassan.
 
Add. 5): Kommunuskatturin niður
Skattaprosentið hjá flestu kommunum í Suðuroynni (Sandoynni) hevur verið methøgt í mong ár – lutvíst til at rinda skuld niður. Tó er restskuldin enn lemjandi stór. Um nýggja kommunala eindin verður skuldarfrí, verður rúm fyri lætta í kommunuskattinum. (Prosentið kann broytast aftur eftir avtalu við landið um annan býtislykil, tá kommunurnar yvirtaka eldraøkið).
 
Add. 6): Minni skatttøku og lægri skattastiga
Skattafría botnmarkið í (kommunu- og) landsskattinum verður straks framskrivað til 30.000 kr, ið er avtalað í samgonguskjalinum til at galda í 2008. Tað gevur fólki við lægstu inntøkum lætta í kommunu- og landsskatti.

 

Lægsta prosentið í landsskattinum verður hækkað úr 7% upp í 10%, so landskassin fær aftur nakað av kommunuskuldini, sum hann tekur upp á seg, og sum hann missir við nýggjum og lægri skattastiga. Einsháttað skattaprosent frá 30-125.000 kr. linkar progressivt skattatrýstið á lægru og meðal inntøkurnar.

 

Stóra og týdningarmesta broytingin verður, at meðal inntøkur fáa munandi skattalætta, so tað altíð loysir seg at arbeiða og tjena meiri enn nú. Hereftir taka kommuna og land í mesta lagi 30 kr. í skatti av hvørjum 100-krónuseðli millum 30 og 125.000 kr. og síðan (marginalt) bert 40 kr. av síðst forvunna 100-krónuseðlinum (móti nú 60 kr).

 

Tað er helst rætt, at henda serliga skattaskipan bert er galdandi fyri fólk og fyritøkur, sum bæði arbeiða og hava bústað í Suðuroynni (Sandoynni). Annars kann hon verða misnýtt av fólki, sum bert formelt búgva í Suðuroynni (Sandoynni), men reelt arbeiða og/ella búgva aðrastaðni.

 

Landskassin "missir" einar 30 mió. kr. í skatti í Suðuroynni (einar 8 í Sandoynni) av hesi broyting í skattastiganum.

 

Vit mugu venja okkum við ta sannroynd, at javnur og góður búskaparvøkstur sum frá líður gevur øllum, eisini kommunum og landi, meiri inntøku, enn um vit tvíhalda um løtuvinning við høgum skattaprosentum. Trivnaður og vaksandi fólkatal breiðka skattagrundarlagið og gevur meir í kommunu- og landskassa.

 

Harður skattur avskeplar hugburð og handling hjá øllum borgarum, tá vit taka búskaparligar avgerðir.

 

Um 5-10 ár er helst alt Europa tvingað at hava "flat tax", t.e. lágt einsháttað skattaprosent, sum 9 eysturevropeisk (harav 6 nýggj ES-lima-) lond longu nú brúka. Teirra búskapir vaksa 2-3 ferðir skjótari enn eitt nú tann franski, týski og teir norðurlendsku.
 
Add. 7): Partafeløg og kapitalvinningur lægri skattað
Serliga lagalig partafelagskatting (10% ístaðin fyri 20%) hevði hjálpt fyritøkum í Suðuroynni (Sandoynni) til at uppviga vansar av óhøgligum flutningi og til at kappast á meiri jøvnum føti við onnur virki í landinum.

 

Í Suðuroynni (Sandoynni) er fiskivinnan nógv størstu arbeiðs- og virðisskapandi vinnurnar. Í sunnaru helvt í Suðuroynni er talið á skipum minkað úr 14 niður í 4 síðan 1990. Talið á vinnuligum arbeiðsplássum er síðan 2002 minkað úr sløkum 400 niður í eini 200, og lønútgjaldingarnar minkaðar úr eini 300 mió. kr. niður um 150 mió. kr. um árið.  

 

Fleiri almenn arbeiðspláss kundu verðið, men tey mugu flytast aðrastaðni frá og verða tí helst dýrari landsbúskaparliga. Tað er so umráðandi, at alt, sum kann gerast fyri framleiðslu- og tænastuvinnuna, verður gjørt til at eggja til vinnuligan vøkstur, størri virksemi og fleiri vinnulig arbeiðspláss.

 

Nú er inntøkan hjá landi og kommunum av partafelagsskatti í Suðuroynni (Sandoynni) helst so lág, at missurin verður lítil og eingin, sjálvt um vinnuskatturin verður hálveraður niður í 10%.

 

Lækka vit skattin av vinningsbýti o.ø. úr verandi 35% niður í 30%, skuldi tað saman við 10% partafelagsskatti svarað til 40% marginalan persónsskatt og tískil ikki elvt til skattliga spekulasjón.

 

Eydnast hetta átakið í Suðuroynni (Sandoynni) til at seta í gongd nýggjan búskaparvøkstur, so er at seta tað í verk í restini av landinum.

      
Add. 8): Íløgur upp til 20.000 kr. árliga dragast frá skatti
Høvdu suðuroyingar (sandoyingar) verðið eggjaðir til at seta part av inntøkuni hjá sær í vinnuvirki (ístaðin fyri at rinda somu upphædd í skatti), høvdu kanska fleiri nýggj virki og vinnur spurst burturúr. Tað hevði givið fleiri arbeiðspláss og tískil størri inntøkur í oynni, sum í evsta enda høvdu komið kommunu- og landskassa væl við.

 

Vandu fólk seg við at taka váðafúsar avgerðir við teirra tøka peningi, hevði tað sum frá leið givið búskapinum tryggari kjølfesti, framburð og vøkstur.
 
Add. 9): Barnafrádráttur í landskattinum hækkaður upp í 10.000 kr.
Fráflyting, fallandi íbúgvatal, lægri burðaravlop og skeivt kyns- og aldursbýti hava verið ein trupulleiki í Suðuroynni (Sandoynni), síðan 1950-árini.

 

Í Suðuroynni búgva nærum 800 fólk færri í dag enn fyri 15 árum síðan. Meðal aldurin har táttar í 40 ár móti 34 í miðøkinum. Konufólk tróta (lutvíst av vinnuloysi) í barnburðaraldri. Í Sandoynni er fólkið fækkað eini 300 síðan 1990, t.e. 17%!.

 

Ikki bert útjaðarin, men allar Føroyar kunnu skjótt verða hóttar av vandanum í fallandi burðartali pr. húski. So noyðast við at draga útlendska arbeiðsmegi til fyri at varðveita fólkapyramiduna, rætta aldursbýtið og at  útvega "forsyrgjarar" til komandi ættarlið av okkara eldru. Hesin vandi hevur langt síðan rakt okkara grannalond og er serliga hættisligur hjá fámentum oyggjafólki sum føroyingum við stórari fólkaflyting.

 

Hvørt barnið verður mett at "kosta" einum húski uml. 20-30.000 kr. árliga. Tað má ikki vera ein hóttan móti livistøðinum hjá eini familju at eiga nógv børn. Her verður skotið upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum úr verandi 5.500 kr upp í 10.000 kr. árliga, og at kommunurnar varðveita sín barnafrádrátt.


Add. 10): Lestrarlánskuld avskrivað eftir 10 árum
Tað er spell, um hitt almenna skal vera mestsum einasti arbeiðsgevari hjá fólkum við hægri útbúgving. Her má vend koma í, tí tað er bert vinnan, sum skapar virðini í samfelagnum við produktivum arbeiðsplássum. Hon má sleppa at styrkja seg til at hava ráð til at seta væl útbúgvið fólk í samfelagsliga og búskaparliga nyttug størv.

 

Ein máti at gera tað tekkiligt hjá fólki við hægri útbúgving at búseta seg og skapa sær nýggj arbeiðspláss í Suðuroynni (Sandoynni) hevði verið, at tey kundu avskriva sína lestrarskuld har.
 
Add. 11): Umsitingin av Smyrli flutt til Suðuroyar
Nú fast samband verður undir Leirvíksfirði, eru yvir 85% av føroyingum partur av landføstum samferðslukervi. Bert Suðuroyggin og Sandoyggin hava bert sjóvegis samband at líta á.

 

Strandferðslan, sum vit hava kent hana, er um at fara í søguna. Farmaleiðir verða einskildar. Bygdaleiðir kundu verðið riknar fyri seg (einskildar so ella so). Ferðasambandið við útoyggjar eigur at verða einskilt, boðið út til feløg við skjóttgangandi bátum og stuðlað til ávíst tænastustøði.

 

Tað er umráðandi, at suðuroyingar eftir sáttmála við landið sleppa at reka nýggja Smyril við fíggjarstuðli, so skipið nøktar tørvin á staðnum optimalt eftir besta kostnaðar/nyttu atliti. (Sama er galdandi fyri Sandoynna og Teistan).

         
Add. 12) Ókeypis flutningur av útflutningsvørum:
Við tryggari, títtari og høgligari sambandi og við røttum príspolitikki ber til at økja fólka-, privat- og vørubilaflutningin munandi. Tann økta inntøkan kundi so lutvíst uppvigað kostnaðin av ókeypis innanoyggja flutningi av farmi, serliga fiski, til útflutnings. So hevði Suðuroyggin (Sandoyggin) kunna kappast við meginøkið um okkara høvuðsrávøru.
 
Add. 13): Serligur Suðuroyargrunnur (Sandoyargrunnur)
Ein Suðuroyar- (og Sandoyar-) grunnur (eftir nakað sama leisti sum Føroya- ella Framtaksgrunnurin) við (eitt nú) 50 mió. kr. í stovnsfæi kundi havt stóran týdning til at fíggja burðardygg vinnuvirki í Suðuroynni (Sandoynni).

 

Honum kundi verðið fingið stovnsfæ frá einskiljingini hjá landinum. Kommuna og peningastovnar kundu eisini verið við at lagt stovnsfæ í hann. Sum er, aftra peningastovnarnir seg helst fyri at fara undir virki við ov stórum váða í útøkjunum, har fiskivinnan er høvuðsálitið, og búskapurin sveiggjar so skjótt og langt frá ári til árs.

 

Á tingfundi 12. august 2005 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 5. oktober 2005 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

Sum tingmaður havi eg millum ár og dag sett nakrar fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn, og gjøgnum fleiri ár, sum partur av landsstýrinum, havi eg eisini svarað eini røð av fyrispurningum bæði sum landsstýrismaður og sum løgmaður.

 

Reglur um hesar spurningar eru ásettar í grein 53 í okkara tingskipan, har m.a. sagt verður: ”Vil tingmaður fáa ávíst alment mál til umrøðu og í hesum sambandi leggur skrivliga nágreiniliga orðaðan spurning til løgmann ella landsstýrismann sbrt. reglunum í stýrisskiparlógini grein 21…..” Her verður greitt boðað frá, at spurningurin skal vera nágreiniliga orðaður, so svararin hevur nakað at halda seg til, og soleiðis at orðaskiftið ikki gerst eitt yvirskipað hugsjónarligt orðaskifti, men hevur útgangsstøðið í nøkrum nágreiniligum innan málsøkið.

 

Spurningarnir frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, eru ikki júst av slíkum slag, sum eyðkenna vanligar fyrispurngingar á tingi, tá sæð verður burtur frá tí fyrsta spurninginum. Fyri tað fyrsta eru spurningarnir rættiliga hugsjónarliga merktir - serliga tann parturin, sum snýr seg um skattatiltøk. Fyri tað næsta, so eru spurningarnir rættaðir til eina framtíðarætlan, sum ikki er løtt at meta um. Í triðja lagi er talan um eina ætlan um at fremja avmarkaði lógartiltøk til avmarkað øki í landinum og ikki um generella lóggávu.

 

Við hesum fyrivarnum og avmarkingum svari eg tí partinum, sum eg meti meg í løtuni kunna svara greitt. 

 

* * * * * 

 

Fyrsti spurningur snýr seg um ”Suðuroyarætlanina 2005”, sum landsstýrið kunngjørdi 29. januar í ár. Her verður spurt um, hvussu tað gongst við at seta nevndu ætlan í verk?

 

Samgonguflokkarnir heittu 12. januar í ár á landsstýrið um at leggja eina ítøkiliga ætlan, at skapa grundarlag fyri javnbjóðis kappingarføri og harvið vinnumøguleikum  í Suðuroynni.

 

Heildarætlanin fyri Suðuroynna innihelt 10 ymiskar tættir, ið tilsamans skuldu skapa eina tilgongd, ið framdi virksemi og trivna. Skuldi ætlanin eydnast til fulnar, var neyðugt, at bæði kommunalir myndugleikar og vinna medvirkaðu og framdu átøk.

 

Komið er nakað er ávegis við hesum átøkum, hóast ikki er komið á mál við øllum.

 

Eitt uppskot var, at gera Suðuroynna til ein feskfiskamiðdepil, har beinleiðis flutningssamband var við útheimin. Eitt skipafelag royndi eina tíð við beinleiðis sambandi millum Suðuroynna og Danmark, men gavst skjótt, tí tað ikki hekk saman fíggjarliga. Flutningsfeløgini siga, at nøgdin av fiski er ov lítil til, at tað loysir seg við beinleiðis sambandi. Eitt farmaskip siglir tó beinleiðis úr oynni til Scrabster eina ferð um vikuna, tá mongdin av fiski er omanfyri 10 tons.

 

Somuleiðis varð ynskt, at Suðuroyggin varð javnstillað við restina av landinum, hvat farmaflutningskostnaði viðvíkur. Tíverri hevur gingið alt ov long tíð at avgreiða spurningin um at javnseta kostnaðinum við restina av landinum. Hesin partur er við í eykajáttanarlógini, september 2005.

 

Flakavinnan annars hevur eisini havt truplar dagar. Virksemið í Hvalba steðgaði, men er tíbetur byrjað aftur við øðrum stigtakarum. Fiskavirking er farið undir framleiðslu á virkinum í Vági, har arbeiði er í løtuni, svarandi til eini 35 - 40 ársverk.

 

Framtaksgrunnurin hevur boðað frá, at Føroya Fiskavirking verður boðið til sølu í oktober í ár.

 

Verkætlanin viðvíkjandi miðnámsskúla í Hovi gongur eftir ætlan. Skúlin verður liðugur við árslok 2007. Roknað verður við, at Miðnámsskúlin fer at skapa fleiri arbeiðspláss, tí at m.a. eisini Heilsuskúlin fer at víðka sítt virksemi.

 

Røktarheimið, sum landsstýrið mælti til at byggja á stykkinum, sum er grivið út í Vági, við serligum fíggjarmynstri, er enn ikki byrjað, men vónandi koma kommunurnar í oynni, um ikki ov langa tíð, til eina felags støðu.

 

Fiskapakkin, sum ætlanin eisini fevndi um, er avgreiddur.

 

Arbeiðið at gera bergholið millum Øravík og Hov fer í gongd nú. Bergholið verður liðugt við árslok 2007.

 

Tá ræður um kommunusamanlegging, er landsstýrið sannført um, at tað fer at seta ferð á menningina og stimbra oynna sum heild, verða kommunurnar lagdar saman. Men er tað sjálvandi upp til kommunurnar at taka avgerð um.

 

Landsstýrið vil virka fyri øktum almennum virksemi í oynni. Nøkur almenn størv eru komin, og fleiri eru á veg. Eitt nú í sambandi við bygnaðarbroytingar hjá Toll- og Skatt eru tvey størv flutt til suðriar. Her verður helst talan um eini fimm størv tilsamans, nú vinnuskráin og møgulig umsiting av øðrum tænastum hjá Toll- og Skatt verða løgd í Suðuroy.

 

Innan almanna- og heilsuøkið verður arbeitt við ávísum ætlanum innan økini edrarøkt og psykiatri. Tað er tó ov tíðliga at seta tøl á enn.

 

Spyrjarin reisur spurningin um at leggja umsitingina av Smyrli ella alla Strandfaraskip Landsins í Suðuroynni, eins og eisini er sett fram sum uppskot av Hergeiri Nielsen, løgtingsmanni. Spurningurin er áhugaverdur og eigur at verða umhugsaður.

 

Tá tað snýr seg um onnur førleikakrevjandi størv, sum so avgjørt er ein fyritreyt fyri menning, eigur landsstýrið alla tíðina at hava útjaðaran í huganum, tá slík størv skulu setast á stovn. Hin vegin mugu vit eisini hava almenna kostnaðin við í metingini.

 

Samskiftiskervið er eisini partur av Suðuroyarætlanini. Partar av Suðuroynni hava ikki atgongd til breiðband, men tað fer fram ein støðug útbygging av breiðbandinum. Føroya Tele fer at leggja breiðband til Fámjin og Sumba í ár. Atgeingið verður tá eini 95 – 96%.

Televarpið ætlar at røkka Tvøroyri og Vág, men enn er eingin neyv tíðarætlan løgd.

 

Viðvíkjandi fríhavnsvirksemi í Vági og á Drelnesi, so hevur landið verið við til at gera íløgur, so báðar bygdirnar og oyggin øll nú hava møguleika at fara undir virksemi bæði viðvíkjandi fríhavnsvirksemi og øðrum virksemi.

 

Ráðgeving er eisini partur av ætlanini. Kommunurnar í Suðuroy tóku upp samráðingar við serfrøði, og Innlendismálaráðið hevur fyribils valt at fylgja gondini í málinum, og síggja hvørji úrlit komið verður til.

 

***

 

Hetta var stutt um Suðuroyarætlanina”, men ivaleyst kunnu landsstýrismenninir á ymsu málsøkjunum útgreina svarini betur.

 

Spurningarnir hjá Óla Breckmann nevndir 2 til og við 13 eru av slíkum slag, at tað er sera torført at geva nakað svar uppá, hvussu hesi tiltøk høvdu gagnað Suðuroynni og eisini Sandoynni, tí tey eru rættiliga umfatandi og rættiliga prinsippiell. Tey fevna um fyribils striking av allari kommunuskuld, einskiljing av SEV og IRF, lækking av kommunuskatti, broyttan landsskattastiga fyri bert henda partin av landinum, øðrvísi partafelagsskatt, frádrátt fyri íløguvirksemi, hækkaðan barnafrádrátt, skjóta avskriving av lestrarskuld og ókeypis farmafluting til útflutning.

 

Ivaleyst kunnu partar av hesum tankum brúkast, men tað má so viðgerast munandi meira í einum politiskum høpi, um vilji er til tess. Eisini mugu einstøku landsstýrismennninir saman við umsitingini sleppa at viðgera ítøkiligu partarnar av uppskotunum frá spyrjaranum.

 

Tó havi eg hug at viðmerkja, at tað er sera umráðandi, at vit ikki taka initiativið og hugin burtur frá suðuroyingum og sandoyingum. Á báðum hesum oyggjum býr eitt fólk, sum so mangan hevur víst, hvat dugur er í teimum. Tí skulu hesi viðurskifti eisini viðgerast í fullari virðing fyri hesum. Sum løtuloysnir kunnu fleiri av hesum tiltøkum virka freistandi, men vit mugu ikki taka stoltleikan frá verandi og komandi suðuroyingum og sandoyingum.

 

Hesi øki eru í bygnaðarligum trupulleikum - tað kunnu vit øll verða samd um. Men at gera økini til kreppurakt øki er ikki rætt! Tí mæli eg bæði spyrjara og okkum øllum til at handfara hesar trupulleikar sum bygnaðarligar avbjóðingar og ikki sum eina kreppustøðu. 

 

Málið avgreitt.