100-4 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi sølu av fiskiloyvum

Orðaskifti (riggar ikki)

Ár 2005, fríggjadagin 5. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

 

1.      Hvussu nógvar sølur av fiskiloyvum eru framdar?

2.      Hvussu  stóra peningaupphædd eru hesi loyvi seld fyri?

3.      Hvussu nógvan skatt hevur landskassin fingið við  søluni av fiskiloyvum ?

4.      Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið um at støðga møguleikanum fyri spekulasjón við sølu av fiskiloyvum

5.      Hvussu nógvar niðurskrivingar av partapeningi til útgjaldingar eru framdar seinastu 10 árini, og

6.      hvussu nógv er goldið í skatti av hesi upphædd?

 

Viðmerkingar

Nú ovurhonds hækkaðir oljuprísir og aðrir trupuleikar hava minkað um lønsemið í vinnuni á sjónum, er tað at undrast á, um tað hevur kunnað borið til at drigið milliónavinning úr vinnuni skattafrítt.

 

Tá skipanin við fiskiloyvum kom, var tað hildið rímiligt, at teir, ið longu høvdu loyvi at fiska og í mongum førum høvdu bygt upp vitan um mið og veiðihátt, fingu loyvi útskrivað uttan nakað viðurlag. At fólk, ið til dømis einaferð í tíðini hava fingið tillutað eitt Grønlands-, Íslands- ella bankaloyvi uttan at hava troytt tað sjálvi í áravís, kunnu selja hetta loyvi á hvørjum ári í alla framtíð – má metast sum óhoyrt misbrúk av landsins tilfeingi.

 

Tá spyrjarin fyri umleið tveimum árum síðani í teldubrævið til táverandi landstýrismann í fíggjarmálum, Karsten Hansen, og landstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, vísti á tær nógvu fráboðanirnar í bløðunum um lækking av partapeningi til útgjald, var svarið úr Fíggjarmálaráðnum, at málið skuldi kannast. Er verandi støða ikki soleiðis, at skipanin og møguleikarnir fyri at fáa pening óskattaðan út úr partafeløgum eldri enn 10 ár, eggjar fólki til at nýta hendan møguleikan. Mær er sagt, at skipanin var gjørd, fyri at møguleiki skuldi vera fyri “generasjónsskifti” í familjufyritøkum. Tí skuldi yngra ættarliðið fyri lítlan pening taka yvir, uttan at skattur samstundis skuldi gjaldast. Verður hugt aftureftir, kunnu vit skjótt ásanna, at um hetta var ætlanin, so er hon miseydnað ella misnýtt.

 

Fiskiflotin hevur trupulleikar við at halda kósina, og nýliga varð uppskot frá samgonguflokkunum samtykt, sum veitir rækjubátunum ein peningaligan stuðul upp til 20 milliónir krónur yvir tvey ár. Hetta merkir, at tey skip, ið halda fram at fiska, fáa upp til hálva triðju millión í rakstrarstuðli m.a. til at keypa kvotur í Eysturgrønlandi frá reiðaríum, ið ikki nýta kvotuna, tí skipini eru løgd ella seld.

 

At ytru umstøður sum olju- og fiskaprísir hava gjørt seg galdandi, fáa vit ikki gjørt so nógv við, men tað man tó vera ein sannroynd, at vinnan harafturat hevur keypt fiskiloyvir og fiskidagar fyri stórar peningaupphæddir, sum skulu forrentast yvir raksturin, og hetta tyngir almikið. Loysunarorðið ídag er: Greiðar mannagongdir og gjøgnumskygni. Við vón um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann greiða og varpa ljós á omanfyri nevnda, er fyrispurningurin settur

 

Á tingfundi 12. august 2005 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

Á tingfundi fríggjadagin 30. september 2005 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

 

Ad. 1. og Ad. 2. Hesir báðir spurningar hava verið lagdir fyri Toll- og Skattstovuna, sum ikki helt seg kunna svara spurningunum, uttan at ein størri kanning varð sett í verk, skip fyri skip, sum tekur langa tíð og krevur fleiri starvsfólk við góðum kunnleika til roknskaparviðurskiftir.

 

 Hóast Toll- og Skattstovan hevur kannað fleiri handlar við fiskiloyvum, so hevur hon ikki nakra skráseting av sølum av fiskiloyvum. Frá teimum kanningum, ið gjørdar eru, kann hon tí ikki við vissu uppgerða, hvussu nógvar sølur eru farnar fram.

 

Toll- og Skattstovan lat tí spurning 1 og 2 til Fiskimálaráðið fyri at vita, um tey kundu geva okkum eitt yvirlit yvir framdar sølur av fiskiloyvum, og hvørjar upphæddir slík loyvi vóru seld fyri.

 

Svarið var, at Fiskimálaráðið ikki hevur yvirlit, sum kann brúkast sum grundarlag fyri svari upp á spurning 1 og 2 um, hvussu nógvar sølur av fiskiloyvum eru framdar, og hvussu stóra peningaupphædd hesi loyvi eru seld fyri. – Annars verður víst til lógina um vinnuligan fiskiskap, sum í tveimum førum heimilar til flyting av fiskiloyvum.

 

Í sambandi við okkara fyrispurning sendi Fiskimálaráðið T&S eitt yvirlit, sum vísir flytingar av veiðuloyvum og fiskirættindum eftir heimildunum í § 8 í lógini.

Svarið frá Fiskimálaráðnum og yvirlitið, sum vísir flytingar av veiðuloyvum og fiskirættindum eftir heimildini í § 8 í lógini, er lagt við.

 

Uppgivið verður eitt tal upp á 102 loyvi sum eru flutt við heimild í § 8 í lógini um vinnuligan fiskiskap, men ongar søluupphæddir.

 

Tað letur seg tí ikki gera at fáa upplýst, hvussu nógvar sølur av fiskiloyvum eru framdar, og hvussu stóra peningaupphædd hesi loyvi eru seld fyri, uttan at gjørt verður eitt umfatandi kanningararbeiði runt alt landið, sum vil taka langa tíð og krevja munandi arbeiðsorku, um slík kanning skal vera eftirfarandi, tí hvør einasti skipa- og bátsroknskapur skal hava eina neyva kanning fyri at finna fram til møguligan handil við fiskidøgum ella kvotum.

 

Ad 3. Sum frammanfyri nevnt letur tað seg ikki gera hjá Fiskimálaráðnum at gera upp, hvussu nógvar sølur av fiskiloyvum eru framdar, og hvussu stóra peningaupphædd hesar eru seldar fyri, og tá T&S, sum nevnt frammanfyri, onga beinleiðis skráseting hevur av sølu av fiskiloyvum, men tó hevur eftirlit við roknskapinum hjá fiskiskipum, so er hetta ikki nakað totaleftirlit, sum kann nýtast til at finna út av, hvussu nógvan skatt landskassin hevur fingið við søluni av slíkum loyvum.

 

Fiskiloyvi kunnu avhendast millum fiskifør við heimild í § 14 og § 15 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Her snýr tað seg um ávikavist fiskidagar og kvotur.

 

Sambært § 35b, stk.1 í skattalógini verður sølupeningur fyri øll rættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, tó ikki veiðiloyvi, inntøkuførd hjá seljara søluárið.

Keypspeningurin fyri somu rættindi verður útreiðsluførdur keypsárið.

Snýr tað seg um handil við rættindum, sum er longri enn eitt  ávíst tíðarskeið, kunnu seljari ávikavist keypari býta sølu-/ keypsupphæddina á avvarðandi tíðarskeið.

 

At finna fram til, hvussu nógvan skatt landskassin hevur fingið við søluni av fiskiloyvum, er rættuliga trupult.

 

Fyrst og fremst skulu vit kenna allar handlar við slíkum rættindum. Harnæst skulu vit inn í hvønn roknskap hjá bæði seljara og keypara, men bæði onnur søla og keyp eru í slíkum roknskapum, so at isolera slíkar handlar frá øðrum aktivitetum og so rokna skattin út, verður trupult, og kemur at taka bæði stóra orku og langa tíð. Spurningurin er eisini, um vit fáa nakra rættvísa mynd av skattainntøkunum.

 

Ivasamt er eisini, um nettoskatturin, ið landskassin fær, er av størri týdningi, tí tey rættindi, sum seljari selur og skal skattast av, kann keypari draga frá í sínari skattskyldugu inntøku.

 

Toll- og Skattstovan hevur enn onki dømi funnið um, at hetta ikki er vanliga mannagongdin, tá slíkir handlar fara fram.

 

Fyri at svara neyvt upp á henda spurning, so má sum sagt ein neyvari kanning verða gjørd, sum bæði tekur tíð og stóra arbeiðsorku.

 

Ad. 4.  Tá Løgtingið hevur givið loyvi at selja fiskiloyvi, hevur Løgtingið samstundis givið loyvið til at spekulera við fiskiloyvum, og einki skeivt skuldi verið í hesum bara handla verður innan teir karmar, ið ásettir eru í lóggávuni. Hvat skatting viðvíkur, eru reglurnar í  § 35b í skattalógini, sum er umrødd í svarinum upp á spurning 3.

 

Ad. 5. Fyrst er at siga, at tað krevur nógva orku at kanna, hvussu nógvar niðurskrivingar av partapeningi til útgjaldingar eru framdar seinastu 10 árini.

T&S hevur fingið upplýst frá Skráseting Føroya hvørji feløg, ið hava lækkað partapeningin til útgjaldingar til partaeigararnar, til at seta í grunn ella til niðurskriving av egnum partabrøvum frá juni 2000 og higartil í 2005. Harumframt hevur Skráseting Føroya leysliga gjøgnumgingið árini 1996 – 1999 og funnið fram til nakrar lækkingar hesi árini (fyribils 12). Talið á hesum lækkingum er tí ikki heilt neyvt, men er tó nøkulunda eftirfarandi.

 

Í 2000 boðaðu 6 feløg frá lækkingum. Í 2001 13 feløg, Í 2002 6, Í 2003 13, Í 2004 18 og higartil í 2005 11, Íalt 57 feløg.

 

Kapitalvinningsskattalógin var lýst 21. desember 2001, og hevði virknað fyri vinning og tap, sum var staðfest, fyri rentuinntøkur, sum eru tilskrivaðar, og fyri vinningsbýti, ið er útlutað 16. november 2001 ella seinni.

 

Hóast T&S hevur gjørt nakrar kanningar av hesum lækkingum, og er í gongd við aðrar kanningar, so hevur T&S ikki enn møguleika til beinleiðis at gera upp, hvussu nógv er goldið í skatti av hesum lækkingum. Eitt starvsfólk í stýrinum hevur sum uppgávu at vegleiða starvsfólkini í økinum, hvussu fram skal farast við slíkum kanningum. Ætlanin er at kanna so nógv feløg, sum til ber. Kanningarnar higartil vísa eina linju í, hvør mannagongd verður nýtt, tá slíkar lækkingar fara fram.

 

Tað vísir seg, at fyri flestu lækkingar v.m., ið verða framdar, verður rættuliga neyvt sæð til, at tær verða framdar eftir § 28 í skiftisreglunum í Kapitalvinningsskattalógin, tá hetta er so, verður ikki talan um nakra skatting, hvat eisini var meiningin við lógini.

 

Tá T&S ger neyvari kanningar, er neyðugt  at fara nærri inn á skattaviðurskiftini hjá tí einstaka partaeigaranum fyri at finna upphæddina, sum viðkomandi hevur goldið í skatti ella ikki goldið av útgjaldingini. Eitt felag hevur ikki í roknskapinum skyldu at upplýsa, hvørjir partaeigarnir eru, um viðkomandi eigur minni enn 5% av partapeninginum. Við øðrum orðum, so skal T&S í hvørjum einstøkum føri seta seg í samband við felagið, sum lækkar partapeningin fyri at fáa upplýst, hvørjir partaeigarar hava fingið pening úr felagnum ella selt partabrøv til felagið.

 

Slík kanning tekur drúgva tíð, men T&S kann her vísa á, hvør mannagongd verður nýtt, tá hesi viðurskifti verða kannað.

T&S er av tí fatan, at í øllum førum, har útlutan kann koma undir heitið vinningsbýti, soleiðis sum hetta er definerað í § 1, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini, har meginreglan er, at sum vinningsbýti verður mett alt tað, sum frá feløgum verður útlutað til partaeigarar, lutahavarar o.a.., verður hetta skattað eftir ásetingunum um vinningsbýti. Tað er ikki avgerandi, hvussu útgoldið verður, ella hvaðani avlopið stavar, og tað er eisini líkamikið um útlutanin er í samband við eina sølu av partabrøvum til felagið ella ikki, so verður útlutanin mett sum vinningsbýti og verður skattað eftir ásetingunum um vinningsbýti. Hetta verður gjørt, sjálvt um talan formelt er um eina sølu av partabrøvum.

 

Serliga er hetta greitt í slíkum førum, har sølan saman við eftirfylgjandi annuleringum av partabrøvum ikki ávirkar ognarbýti millum verandi partabrævaeigarar, ella við øðrum orðum, somu partaeigarar eiga, eftir søluna og lækkingina, framvegis øll partabrøvini í felagnum, og lutfalsliga ognarbýti millum partabrævaeigararnar er ikki broytt. Útlutan, tá felagið verður avtikið sambært lóg um skattafría samanlegging, verður tó ikki mett sum vinningsbýti.

 

Ad. 6 Fleiri av umrøddu partabrævaniðurskrivingum, sum eru nýttar til útgjaldingar til partaeigararnar, til at seta í grunn, ella niðurskriving av egnum partabrøvum, er onki at finnast at, tí tær í fyrsta umfari síggja út til at vera farnar fram eftir § 28 í Kapitalvinningsskattalógini (skiftisreglunum). Í nøkrum førum hevur T&S kravt eina vinningsbýtisuppgerð, og nøkur mál eru ikki liðugt kannað enn, tí so gott sum altíð skulu upplýsingar fáast frá feløgunum um, hvør hevur fingið útluting, og tað tekur tíð, men T&S hevur tó ikki verið  ígjøgnum allar umrøddu niðurskrivingar. Tað verður tí eitt sindur trupult at vísa neyvt á nakað samlað tal fyri vinningsbýtisskatt í samband við slíkar lækkingar.

 

Samlaði inngoldni vinningsbýtisskatturin síðani Kapitalvinningsskattalógin kom í gildi í 2001 og  til í dag (2002 til 30.08.2005) er 112.537.155 kr. Sambært tær kanningar T&S higartil hevur gjørt, stava millum 6 og 8 mió. Kr. av hesum frá partabrævaniðurskrivingum, men her skal leggjast afturat, at tær størstu niðurskrivingarnar eru farnar fram í 2003, 2004 og higartil í 2005. Nøkur av hesum feløgum hava goldið vinningsbýtisskatt, men roknskapirnir fyri 2004 eru júst komnir inn, og hevur T&S sum nevnt sett eitt av starvsfólkunum at skipa fyri kanningunum av teimum feløgum, sum hava gjørt niðurskrivingar í 2002 til í dag.

 

Málið avgreitt.