2  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
I. Lóga nr.
 

Ár 2005, ólavsøkudag, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot
 

til
 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap 


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 5, stk. 5 verður orðað soleiðis:

”Stk. 5. Ein fiskidagur er hvørjar 24 tímar, fiskifarið hevur verið til fiskiskap í fiskiárinum. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr havn og at enda, tá komið er aftur í havn. Hvør byrjaður túrur telur tó minst 24 tímar. Fyri fiskifør í bólki 5 sambært § 28, stk. 1 telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er meir enn 24 tímar.”

2) Í § 8, stk. 8 verður orðingin ”1-7” broytt til ” 1, 4 og 5”.

3) Í § 9, stk. 1, nr. 5 verður aftaná ”sambandi” sett: ”og í sambandi við avhending av fiskidøgum og kvotum”.

4) Í § 9 a verður sum stk. 3 sett:

“Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta veiðibann eftir botnfiski á føroysku landleiðunum í eitt styttri tíðarskeið á hásumri.”

5) § 27 verður orðað soleiðis:

"§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK, frá 1. september 2005 til 31. august 2006."

6) § 28, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Rætturin til tilfeingið á føroysku landleiðunum verður roknað vegleiðandi hvørjum høvuðsbólki sær eftir prosentbýti av teimum ymisku fiskastovnunum soleiðis:

 

  Toskur Hýsa  Upsi Kongafiskur
Bólkur 1: Trol, lemmatrolarar 4%  1,75%  13% 90,5%
Bólkur 2: Trol, pør     21% 10,25%  69%  8,5%
Bólkur 3: Línuskip  37%  45%   0  0
Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 t. 17%  17,5% 11,5% 0,5%
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 t. 20%  23,5%  6 % 0
Bólkur 6: Onnur 1% 2%  0,5%  0,5%

                                                                                                                                                                                                                                                                       
 

7) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:

"Stk. 1. Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin:


 
Bólkur 2:  Partrolarar  5.647 fiskidagar
Bólkur 3:  Línuskip yvir 110 tons 3.512 fiskidagar
Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons  1.933 fiskidagar
Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu  2.038  fiskidagar
Bólkur 4 T:  Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.582  fiskidagar
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 21.020 fiskidagar"

                                                                                      

  

8) Í § 29 verður sum stk. 10 sett:

Stk. 10. Landsstýrismaðurin kann fyri høvuðsbólkarnar 2, 3 og 4 tilluta ávikavist 169, 105 og 167 fiskidagar íalt millum tey fiskifør, sum avreiða livur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.” 

 

9) Í § 35, stk. 2, 1. pkt. verður aftaná ”ungfiski” sett ”ella hjáveiða”.

 

 

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Grein 22 í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetir, at í seinasta lagi 18. august skal Løgtingið fyri komandi fiskiárið, ið byrjar 1. september, hava ásett fiskidagar fyri tann partin av føroyska fiskiflotanum, sum troytir botnfiskiveiðu á føroyska landgrunninum. Fiski­dagarnir verða ásettir við støði í lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnu­málum leggur fyri Løgtingið.

 

Á hvørjum ári, fyri 15. juni, skal Fiskirannsóknarstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið, umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.

 

Á hvørjum ári, fyri 22. juni, skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið, umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.

 

Tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni

Landgrunnurin

Fiskirannsóknarstovan gevur eina sera dapra mynd av støðuni í toskastovninum á landgrunninum og toskafiskiskapinum. Gýtingarstovnurin er so lítil, at ivi er, um góð tilgongd kann koma undan. Veiðitrýstið hevur áhaldandi síðani 1996 verið ov stórt og er ikki burðardygt. Fiskirannsóknarstovan førir tí fram, at tað er neyðugt at minka munandi um veiðitrýstið á toska­stovnin á landgrunninum.

 

Tilgongdin til hýsustovnin hevur verið góð seinastu árini. Stovnurin verður tí mettur at vera væl fyri og ivaleysa stórur at fáa góða tilgongd. Tó er veiðitrýstið í størra lagi og fiskiskapurin tí helst ikki burðardyggur. Tí eigur veiðitrýstið at verða lækkað munandi.

 

Hóast tilgongdin til upsastovnin sum heild hevur verið góð í fleiri ár, verður stovnurin mettur at vera so lítil, at vandi er fyri, at hann ikki megnar at fáa góða tilgongd undan. Veiðitrýstið hevur síðani 2001 verið omanfyri tað burðardygga. Tí er neyðugt, at veiðitrýstið verður minkað munandi komandi fiskiár.

 

Samanumtikið er niðurstøðan, at veiðitrýstið fyri tosk, hýsu og upsa er ov stórt. Til tess at fáa eitt trygt grundarlag undir troytanini av tilfeinginum má veiðitrýstið minkast niður á eitt hóskandi støði, so stovnurin alla tíðina klárar at endurnýggja seg, og veiðan tískil verður burðardygg.

 

Til tess at náa hesum málinum mælir Fiskirannsóknarstovan til :

 

1)      At fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 Hk (Bólkur 3, 4 og 5) í 2005/2006 verður minkað við 30%, og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10%.

 

2)      At serliga toska- og hýsukvotan hjá lemmatrolarum yvir 500 Hk (Bólkur 1) verður tikin av.

 

3)      At fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) í fiskiárinum 2005/2006 verður minkað við 15%, og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10 %.

 

4)      At serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum, tosk á Føroya Banka og upsa undir Føroyum eiga at halda fram.

 

Fiskirannsóknarstovan ger vart við, at tað at minka veiðitrýstið ikki er tað sama, sum at veiðan fer at minka. Um veiðitrýstið verður minkað, kemur tað at merkja veiðuna ta fyrstu tíðina. Eftir tað kann væntast, at veiðan í tonsum sum heild verður tann sama, men at færri og størri fiskar verða veiddir. Og tað hevur nógvar fyrimunir. Teir eru betur egnaðir í gýtingarstovninum, og teir eru betur egnaðir bæði í framleiðsluni og viðvíkjandi fiskaprísi, so at meira fæst burturúr enn við einum ov stórum veiðitrýsti. Eisini kann væntast, at sveiggini í veiðuni verða minni.

 

Føroya Banki

Serlig stovnsmeting verður ikki gjørd av toskastovninum á Føroya Banka. Grundað á úrslit frá árligu yvirlitstrolingunum verður mett, at stovnurin er í minking. Veiðitrýstið hevur verið hóskandi í fleiri ár, men í 2003 og 2004 vaks tað munandi, tí nýtta fiskidagatalið tvífaldaðist samanborið við árini frammanundan. Stovnurin er viðbrekin fyri ov stórari roynd, og verandi dagatal er helst ov stórt til at vera burðardygt. Tí verður mælt til, at fiskidagatalið verður lækkað niður á árliga støðið árini 1996-2002.

 

Aðrir fiskastovnar

Í tilfarinum frá Fiskirannsóknarstovuni er nærri lýsing av støðuni í nevndu stovnum, umframt øðrum fiskastovnum í føroyskum sjógvi. Víst verður til hetta tilfarið.

 

Tilmæli frá Fiskidaganevndini

Landgrunnurin

Um einstøku stovnarnar sigur Fiskidaganevndin, at toskastovnurin er verri fyri enn seinasta ár, men ikki verri enn oftani áður og er ikki hóttur.

 

Hýsan er feit og er væl fyri. Nógv er til av hýsu í øllum støddum – tó mest av smáari hýsu.

 

Um upsa sigur nevndin, at nógvur upsi er at fáa, men veiðan er mest smáfallandi. Upsin er væl fyri og er feitur.

 

Um ásetingina av fiskidagatali komandi fiskiár hevur Fiskidaganevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin mælir til at lækka fiskidagatalið við 10% hjá tí partinum av flotanum, sum troytir toskastovnin. Hetta fevnir um bólk 3 og tann partin av bólki 4, sum roynir við línu. Fyri bólk 5 mælir meirilutin til at skerja samlaða dagatalið munandi – minst 10%, men fiskidagatalið hjá tí partinum av bólkinum, sum rekur vinnuligan útróður (fult vinnuligir útróðrarbátar), skal tó ikki skerjast.

 

Um bólk 2 mælir meirilutin til at hækka dagatalið minst 10% og tað hjá trolbátunum í bólki 4 við upp til 10%.

 

Minnilutin mælir til, at fiskidagatalið hjá øllum bólkum komandi fiskiár verður tað sama sum fiskiárið 2004/2005.

 

Føroya Banki

Fiskidaganevndin vísir á, at ringt er nú at siga nakað álítandi um, hvørja ávirkan lækkaða fiskidagatalið á Føroya Banka fyri verandi fiskiár hevur á stovnin. Tí verður mælt til, at hildið verður fram við sama fiskidagatali eisini í komandi fiskiári.

 

Annað

Umframt sjálvt fiskidagatalið fyri komandi fiskiár viðger Fiskidaganevndin eisini ymisk viðurskifti í sambandi við fiskiskapin og skipanarlig viðurskifti. Nevndin mælir í hesum sambandi til:

 

·        at lógin um vinnuligan fiskiskap verður endurskoðað til fiskiárið 2005/06, so at hon verður greiðari hjá vinnuni og myndugleikum at virka undir,

·        at allur fiskiskapur kring Føroyar eftir botnfiski verður skipaður innan fiski­dagaskipanina,

·        at toska- og hýsukvotan hjá lemmatrolarunum verður avtikin,

·        at bátarnir í bólki 5, sum ikki reka vinnuligan fiskiskap, verða tiknir út úr fiskidagaskipanini. Ávarað verður ímóti, at frítíðarfiskibátar kunnu fiska frítt,

·        at størri gjøgnumskygni verður í sambandi við umseting og nýtslu av fiskidøgum, so tað er møguligt hjá teimum, sum hava áhuga, at síggja skrásettu nýtsluna av fiskidøgum, eins og yvirlit er yvir, hvør eigur loyvini,

·        at verandi avmarking í umseting av fiskidøgum millum bólkarnar (bólkur 5 undantikin) verður avtikin og loyvd í minsta lagi seinastu 6 mánaðirnar av fiskiárinum (ikki full undirtøka),

·        at bólkur 5 eisini eigur at vera undir sjálvvirkandi eftirlitsskipan eins og onnur vinnulig fiskifør,

·        at bólkur 4 verður skipaður við undirbólkum fyri húka- og trolveiðu hvørt sær,

·        at tað ikki verður lóggivið fyri, at livur og rogn skulu takast við til lands. Í hesum sambandi verður ført fram, at allir í fiskivinnuni ynskja at taka livur og rogn til lands.

 

Viðgerð landsstýrismansins

 

Hetta er áttandu ferð, at landsstýrismaðurin og umsitingin viðgera tilmæli frá ráðgevandi stovnum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk frá 1. juni 1996.

 

Fiskidagar á landgrunninum

Í síni viðgerð hevur landsstýrismaðurin hildið seg til ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um at varð­veita tilfeingið, umframt at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lív­frøð­iliga og búskaparliga.

 

Fortreyt fyri framhaldandi tilgongd til fiskastovnarnar er, at hesir ikki verða troyttir so nógv, at teir verða uttan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar.

 

Niðurstøðan hjá Fiskirannsóknarstovuni er, at veiðitrýstið á bæði toska-, hýsu- og upsastovnin er ov stórt og eigur at verða lækkað. Tí hevur Fiskirannsóknarstovan mælt til stórar lækkingar í fiskidagatalinum komandi fiskiár umframt tilmæli um lækking í fiskiárinum 2006/2007 eisini.

 

Fiskidaganevndin ásannar, at toskastovnurin ikki er so væl fyri sum undanfarin ár, men hýsu- og upsastovnarnir verða mettir at vera væl fyri. Hóast semja er um metingina um støðuna í stovnunum, er nevndin kortini ikki samd um, hvussu fiskidagatalið skal verða komandi ár. Í stuttum mælir meirilutin, umboðandi trolaraflotan, til, at fiskidagatalið hjá húkaflotanum skal skerjast um 10%, og dagatalið hjá trolaraflotanum skal hækkast um 10%. Minnilutin, umboðandi húkaflotan, mælir til at áseta sama dagatal sum fyri fiskiárið 2004/2005.

 

Landsstýrismaðurin heldur, at ráðgevingin hjá fiskifrøðingum eigur at verða tikin í álvara, tí vandi annars er fyri, at fiskastovnarnir fara undir eitt lívfrøðiligt minstamark.

 

Í uppskotinum um fiskidagar vísti landsstýrismaðurin í fjør á, at tað politiskt og búskaparliga ikki er møguligt at fremja tær skerjingar, sum Fiskirannsóknarstovan leggur upp til, tí avleiðingarnar fyri flotan, og virksemið kring landið, gerast ógvusligar.

 

Havandi í huga viðmerkingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni um, at tilvísingarvirðini fyri umsiting av føroysku stovnunum verða endurskoðað, og at fyribils metingar benda á, at stovnarnir tola eitt nakað hægri veiðitrýst, er tað neyvan ráðiligt at lækka fiskidagatalið soleiðis, sum Fiskirannsóknarstovan mælir til.

 

Einki at gera og lata veiðitrýstið vera óbroytt, samstundis sum fiskiskapurin er minkandi, og veiddi fiskurin er minni, er í andsøgn við ta vísindaligu ráðgevingina, og kann vera viðvirkandi til, at stovnarnir fara undir lívfrøðiliga tryggar karmar.

 

Politiska uppgávan gerst tískil at laga veiðitrýstið til broyttu náttúruumstøðurnar og samstundis tryggja, at veiðiflotin kann lívbjarga sær, og at arbeiði verður til flest møguligar hendur kring landið.

 

Við hesum mótstríðandi atlitum í huga hevur landsstýrismaðurin gjørt av at fremja fleiri tiltøk, sum verja fiskastovnarnar uttan at leggja óneyðugar forðingar fyri flotan. Tiltøkini eru í stuttum hesi:

 

1)      at skipanarligar broytingar verða gjørdar í bólki 3 og bólki 4 og teirra millum og í bólki 4B, har trolbátarnir verða skipaðir í ein bólk fyri seg,

2)      at uppgerðin yvir nýttar fiskidagar verður broytt at taka atlit til veruliga túralongd,

3)      at fiskidagatalið verður skert at taka hædd fyri broyttum uppgerðarhátti og skert við 2% umframt,

4)      at landsstýrismaðurin kann seta í verk skipan, sum við fiskidøgum eggjar fiskiførunum at avreiða livur,

5)      at hjáveiðan hjá lemmatrolarunum verður skerd,

6)      at fiskidagarnir á Føroya Banka verða skerdir,

7)      at Føroya Banki framhaldandi verður friðaður í gýtingartíðini,

8)      at heimila Fiskiveiðieftirlitinum at seta bráðfeingis veiðibann, um hjáveiðan er hægri enn ásetta hámarkið,

9)      at landsstýrismaðurin kann áseta fullkomið veiðibann eftir botnfiski styttri tíðarskeið á hásumri.

 

 

Viðvíkjandi 1)

Lógin um vinnuligan fiskiskap hevur ásett, at avhendingar og flytingar av veiðirættindum millum bólkar hevur verið loyvd. Tær størstu avhendingarnar og flytingarnar hava verið framdar antin innanhýsis í bólki 4 ella millum bólk 3 og bólk 4. Upprunaliga vóru einstøk skip størri enn 110 tons í bólki 4, og onkur eru komin afturat í sambandi við samanleggingar av veiðiloyvum.

 

Løgtingið samtykti í mai 2005 at steðga flyting og avhending av veiðirættindum millum fiskifør yvir og undir 110 tons. Sum ein uppfylging av hesi broyting verður skotið upp at umflokka bólkarnar, so øll fiskiførini í bólkunum, sum eru yvir 110 tons og royna við línu, verða flokkað í bólk 3, og tey undir 110 tons verða verandi í bólki 4A og 4B. Samstundis verða fiskidagatølini fyri bólk 3 og bólk 4 í § 29, stk. 1 broytt at taka hædd fyri avhending og flyting.

 

Í § 28, stk. 2 er ásett, hvussu tann vegleiðandi rætturin til tilfeingið er lutaður millum høvuðsbólkarnar. Ásannandi, at fiskidagatalið fyri bólk 3 og bólk 4 verður umskipað at taka hædd fyri avhending og flyting av veiðirættindum, verður samstundis skotið upp at broyta prosentstigini, sum ávikavist bólkur 3 og bólkur 4 hava vegleiðandi rætt til av tilfeinginum.

 

Til tess at taka atlit til broytingarnar í uppgerðini av fiskidøgum verður samstundis skotið upp at skipa trolbátarnar í verandi bólki 4B í ein bólk fyri seg. 


 

Viðvíkjandi 2) og 3)

Sambært § 5, stk. 4 verður einans roknað við heilum fiskidøgum, tá nýtta fiskidagatalið verður gjørt upp. Hetta hevur við sær, at uppgjørda fiskitíðin verður størri, enn um tíðin varð gjørd upp í tímum. Skipanin hevur ført til misnøgd í vinnuni, og ført hevur verið fram, at uppgerðarhátturin virkar forðandi, tá fiskiskapurin verður lagdur til rættis. Landsstýrismaðurin hevur tí gjørt av at broyta uppgerðarháttin.

 

Við støði í fráboðanunum til Fiskiveiðieftirlitið er gjørt upp, hvussu fiskidagarnir høvdu verið taldir, var ásetingin um at gera upp í heilum døgum fyri hvønn túr sær strikað. Nýtta tíðin roknað um til samdøgur hevði verið minni, og munurin hevði verðið ymiskur fyri hvønn av bólkunum, tí veiðimynstrini hjá bólkunum eru ymisk.

 

Sum avleiðing av ymiskum veiðimynstrum eisini millum fiskifør skipað í sama bólki verður verandi undirbólkur 4B umskipaður, so hann bert fevnir um fiskifør yvir 40 tons, sum royna við línu. Samstundis verður ein bólkur skipaður við trolbátum yvir 40 tons (4T).

 

Ásannandi munin í uppgjørdum fiskidøgum verður fiskidagatalið hjá hvørjum skipabólki sær skert við millum 4 og 11%.

 

Umframt niðurskurðin í fiskidagatalinum fer landsstýrismaðurin í kunngerð at broyta skipanina fyri fiskiskapin undir Føroyum soleiðis, at útróðrarbátar, sum royna við sjávvirkandi egning (egningarmaskinu), ikki kunnu royna á innaru leiðunum. Hesi fiskiførini koma tá undir eina líknandi skipan, sum útróðrarbátar yvir 90 tons.

 

Eftir nýggja uppgerðarháttinum verður ein túrur/útróðrardagur tó altíð roknaður til minst 24 tímar ella ein fiskidag. Ongin broyting verður gjørd í uppgerðini av fiskidøgum fyri fiskiførini í bólki 5, har hvør túrur telur ein fiskidag.

 

Til tess at taka hædd fyri tilmælunum um fiskidagar, verður skotið upp, at 2% verða løgd omaná niðurskurðin fyri broytta uppgerðarháttin. Broytti uppgerðarhátturin ávirkar ikki bólk 5, hvørs dagatal sostatt verður skert við 2%.

 

Skerjingin av fiskidøgunum er lýst í talvuni niðanfyri.

 

 

Ásett í § 29

Rættað fyri

 

Bólkur

2004/2005

bólk 3 og 4

uppgerðar-
hátt

generellan
niðurskurð

Fiskidagatal
2005/2006

2

        6,536

        6,536

11,6%

2%

          5,647

3

        2,415

        3,868

7,2%

2%

          3,512

4A

        4,263

        2,060

4.2%

2%

          1,933

4B

        4,205

        2,176

4.3%

2%

          2,038

4T

 

        1,762

8.2%

2%

          1,582

5

       21,449

       21,449

0.0%

2%

         21,020

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Viðvíkjandi 4)

Gagnnýtsla av øllum tilfeinginum er ein táttur, sum er nógv frammi í almenna orðaskiftinum burturi og heima. Í tí heimliga orðaskiftinum hevur hetta í stóran mun snúð seg um, at livurin verður førd til lands og virkað.

 

Rogn hava verið førd til lands í nógv ár og hava verið grundarlag undir virksemi á landi. Næsta stigið er at fáa livur til lands.

 

Landsstýrismanninum tykist tað sera týdningarmikið, at alt tilfeingið, sum kann vera við til eina virðisøking, kemur til høldar. Nú útlit eru fyri, at livur og innvølir annars kunnu gerast eitt týdningarmikið tilfeingi sum grundarlag undir hávirðisframleiðslum, er tað umráðandi, at føroysk skip og virki eru í fremstu røð frá byrjan.

 

Lagt verður tí upp til, at ávíst dagatal fyri bólkarnar 2, 3 og 4 verður sett av, soleiðis at hesir dagar kunnu tillutast skipum, ið taka livur við til lands. Skotið verður upp, at latnir kunnu verða dagar svarandi til 3% av tillutaða fiskidagatalinum.

 

 

Viðvíkjandi 5)

Sambært kunngerð nr. 56 frá 8. september 2004 um hjáveiðireglur fyri fiskifør, ið ikki eru undir fiskidagaskipanini, er ásett, at lemmatrolarar fáa eina hjáveiðikvotu av toski og hýsu á innaru fiskidagaleið. Hjáveiðikvotan er 48 tons av toski og 48 tons av hýsu fyri hvørt hálvárið (1. september til 29. februar og frá 1. mars til 31. august) í fiskiárinum.

 

Kunngerðin verður í næstum broytt soleiðis, at hjáveiðikvotan verður lækkað.

 

Fiskidaganevndin hevur mælt til, at lemmatrolararnir frameftir koma undir fiskidagaskipanina. Landsstýrismaðurin fer at taka henda spurningin upp, men mælir ikki til, at hetta verður gjørt fyri fiskiárið 2005/2006. Heldur verður talan um at viðgera henda spurningin í eini samlaðari endurskoðan av fiskidagaskipanini.

 

 

Viðvíkjandi 6) og 7)

Fiskidagatalið, sum verður ásett á hvørjum ári, er fyri innaru fiskidagaleiðina (landgrunnin) og fevnir ikki um Føroya Banka. Ístaðin sigur lógin um vinnuligan fiskiskap, at fyri Føroya Banka er heimilað landsstýrismanninum at áseta fiskidagaskipan eftir somu skipan sum fyri landgrunnin, tó við atliti at, hvussu Føroya Banki til eina og hvørja tíð er friðaður fyri ymsar veiðihættir, sí § 29, stk. 2.

 

Fiskiskapurin á Føroya Banka hevur seinastu árini verið skipaður soleiðis, at øll fiskifør, sum hava fiskiloyvi til húkaveiðu á landgrunninum, hava fingið fiskiloyvi til Føroya Banka, um tey hava biðið um tað. Í verandi fiskiári hava fiskifør í bólkunum 3 og 4 fingið 27 dagar (umseting av døgum ikki tikin við), meðan fiskifør í bólki 5 hava fingið 14 dagar.

 

Seinasta ár mæltu bæði Fiskirannsóknarstovan og Fiskidaganevndin til tiltøk at avmarka royndina eftir toski á Føroya Banka. Landsstýrismaðurin lækkaði fiskidagatalið á Bankanum við 10% fyri fiskiárið 2004/2005 og lýsti friðingar fyri øllum veiðihættum í gýtingartíðini.

 

Ásannandi afturgongdina í fiskiskapinum í ár fer landsstýrismaðurin at skerja fiskidagatalið komandi fiskiár við øðrum 10%, eftir at lagt er upp fyri nýggjum hátti at gera fiskidagarnar upp eftir.

 

Gýtingarfriðingarnar á Føroya Banka fara framhaldandi at vera í gildi í komandi fiskiári. 

 

 

Viðvíkjandi 8)

Seinastu árini hevur tíðum verið ført fram, at svartkjaftatrolararnir hava ov stóra hjáveiðu av botnfiski, serliga upsa. Royndirnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum prógva ikki henda pástandin, men eitt lágt hjáveiðiprosent kann kortini geva nógv tons av fiski, tí svartkjaftanøgdirnar eru sera stórar. Fiskimálaráðið fer í heyst at áseta neyvari reglur um svartkjaftafiskiskapin undir Føroyum m.a. soleiðis, at svartkjaftaskipum ikki verður loyvt at fiska, har sannlíki fyri hjáveiðu av botnfiski er størst.

 

Skotið verður upp, at Fiskiveiðieftirlitið kann áseta bráðfeingis veiðibann, um hjáveiðan er hægri enn ásetta hámarkið. Fiskiveiðieftirlitið hevur í verandi lóggávu slíka heimild, um íblandingin av ungfiski fer upp um ásetta hámarkið, og hevur tann skipanin virkað væl.

 

 

Viðvíkjandi 9)

Eftir galdandi lóggávu hevur landsstýrismaðurin heimild at friða ávísar leiðir, m.a. fyri at verja fiskastovnarnar og at halda ymisku veiðihættirnar frá hvørjum øðrum.

 

Stundum hevur verið frammi, at fullkomið veiðibann eftir botnfiski eigur at verða lýst á sumri umframt um høgtíðir. Nú tað gerst alsamt meira vanligt, at vinnuvirkini á landi lýsa felags summarfrítíð, heldur samgongan tað vera skilagott, um landsstýrismaðurin hevur heimild at seta veiðibann um sama mundið, tá vinnan á landi heldur frí.

 

 

Bólkur 5

Landsstýrismaðurin hevur avgjørt, at arbeiðið at finna eina smidliga skipan fyri bólk 5 verður samskipað við arbeiðinum at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap. Hetta arbeiðið skal verða liðugt 1. apríl 2006 og skal verða lagt fyri Løgtingið seinni í árinum. Tó verða tillagingar gjøgnumførdar í kunngerð, har greiðar reglur verða ásettar fyri, hvørjir bátar kunnu fáa fiskiloyvi.

 

Kortini verður nú ásett, at reglurnar um samanleggingar av fiskiloyvum ikki galda fyri bólk 5. Hetta verður gjørt fyri at byrgja upp fyri, at veiðiorkan í hesum bólkinum, sum er økt nógv seinnu árini, ikki økist.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Uppskotið verður ikki mett at hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur. Hinvegin kann uppskotið bera í sær ávísar avleiðingar fyri vinnuna og ávísar samfelagsbólkar.

 

Uppskotið hevur við sær, at heimaflotin fær færri fiskidagar til nýtslu komandi fiskiár.

 

Uppskotið er ikki knýtt at millumtjóða sáttmálum. 

 

 

 


 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Ja

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Ja

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til nr. 1: Ásetingin um, at bert verður roknað við heilum døgum, verður strikað. Ein fiskidagur verður hereftir roknaður í tímum, frá tí túrur byrjar til túrur endar. Fer eitt fiskifar t.d. út kl. 09.00 á morgni og verður aftur í havn kl. 11.00 dagin eftir, verður frameftir roknað við 26 tímum, har verandi háttur hevði roknað 2 fiskidagar. Tó verður ein túrur roknaður til minst 24 tímar ella ein fiskidag.

 

Talið av nýttum fiskidøgum í fiskiárinum verður gjørt upp fyri allar túrarnar undir einum við at býta samlað brúkt tímatal við 24, tó so, at hædd verður tikin fyri ásetingini um, at hvør túrur telur minst ein fiskidag.

 

Fiskidagarnir í bólki 5 verða framhaldandi gjørdir upp á tann hátt, at hvør túrur telur ein fiskidag.

 

Til nr. 2: Samanlegging av fiskiloyvum verður ikki loyvd fyri útróðrarbátar í bólki 5. Hetta verður gjørt  fyri at forða fyri, at veiðiorkan heldur fram at økjast  í hesum bólki.

 

Til nr. 3: Lógin heimilar, at ásett verður eitt avgreiðslugjald fyri útskriving av fiskiloyvum. Við hesum verður heimild fingin til, at ásetast kann eitt avgreiðslugjald fyri avhending av fiskidøgum og kvotum.

 

Til nr. 4: Ásetingin gevur landsstýrismanninum heimild at steðga øllum vinnuligum fiskiskapi eftir botnfiski eitt styttri tíðarskeið á hásumri. Veiðibannið kann verða samskipað við summarfrítíðina hjá vinnuni á landi, soleiðis at talan verður um í mesta lagi 3 vikur. Slíkt veiðibann fer eisini at fevna um útlendsk skip, sum veiða botnfisk undir Føroyum.

 

Til nr. 5: Ásett verður tíðarskeiðið, sum fiskidagar verða ásettir fyri, og teir skipabólkar, ið koma undir skipanina við fiskidøgum.

 

Til nr. 6: Vegleiðandi býtið verður broytt í sambandi við eina dagføring av tillutaðum fiskidøgum í teimum einstøku bólkunum. Tey seinastu árini er endalig avhending av fiskidøgum farin fram, serliga millum bólk 3 og 4, sum ger, at tað vegleiðandi býtið ikki er í samsvari við ta veruligu tillutingina av fiskidøgum til hvønn høvuðsbólk sær.

 

Til nr. 7: Ásett verður fiskidagatal fyri hvønn skipabólk og undirbólk. Verandi undirbólkur 4B verður umskipaður til bert at fevna um útróðrarbátar yvir 40 tons, sum royna við línu. Samstundis verður skipaður ein undirbólkur fyri trolbátar størri enn 40 tons.

 

Til nr. 8:  Landsstýrismanninum verður heimilað at tilluta fiskidagar til tey fiskifør, sum avreiða livur. Í kunngerð verða ásettar nærri treytir fyri, hvussu avsettu fiskidagarnir kunnu tillutast fiskiførum, ið avreiða livur. Hugsast kann t.d. ein skipan, har ávís nøgd av livur útloysir ávíst tal av fiskidøgum, men eisini serligar avtalur við fiskifør, sum vísa vilja at taka livur.

 

Til nr. 9:  Fiskiveiðieftirlitið fær við hesum heimild til at áseta veiðibann, um hjáveiðan av einum ávísum fiskaslagi er hægri enn tað ásetta hámarkið.  

 

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni
Skjal 2: Tilmæli frá Fiskidaganevndini

 

1. viðgerð 5. august 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 12. august 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 27. juli 2005, og eftir 1. viðgerð tann 5. august 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8., 9., 10. og 11. august 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Felagið Nótaskip, Føroya Reiðarafelag,  Felagið Trolbátar, Felagið Trolskip, Felagið Línuskip, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Banka, Fiskidaganevndina og Faroe Marine Biotech og við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Frá formanninum í Føroya Reiðarafelag hevur nevndin fingið skriv, dagfest 9. august 2005, við viðmerkingum til uppskotið. Frá Felagnum Trolbátar hevur nevndin fingið yvirlit yvir tillutaðar fiskidagar hjá trolbátum fiskiárið 2004-2005, ið samanlagt ikki samsvarar við tølini í uppskotinum. Frá Meginfelag Útróðrarmanna hevur nevndin fingið skriv, dagfest 9. august 2005, við viðmerkingum til uppskotið. Frá umboðunum fyri Føroya Banka hevur nevndin fingið avrit av power-point framløgu, ið varð nýtt sum grundarlag fyri frágreiðing til nevndina um fíggjarligu støðuna í fiskivinnuni. Frá Fiskimálaráðnum hevur nevndin fingið telduskriv, dagfest 9. august 2005, við yvirlitið yvir tey skip, ið flyta úr bóki 4B og í bólk 3, yvirlit yvir brúktar fiskidagar í tíðarskeiðnum 15. juli til 7. august 2005, yvirlit, har samanberingar verða gjørdar fyri útrokningar, grundaðar á mars til september 2004 og september 2004 til mars 2005, við og uttan 24 tíma regluni og upprit, dagfest 10. august 2005, ið lýsir grundarlagið undir broytingunum í fiskidagatalinum.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) hevur hesar viðmerkingar:

 

Í uppskotinum nevnir landsstýrismaðurin 9 tiltøk, ið hava til endamáls at verja fiskastovnarnar uttan at leggja óneyðugar forðingar fyri flotan.

 

Sum sæst av fylgiskjølunum frá landsstýrismanninum, ið nevndin hevur lagt við álitinum, er rættingin fyri uppgerðarhátt ymisk, alt eftir hvat tíðarskeið verður valt sum grundarlag fyri útrokningunum. Verða tølini grundað á ávikavist summarhálvuna og vetrarhálvuna, er  niðurskurðurin fyri bólk 2 ávikavist 1,5% og 0,2%, fyri bólk 3 ávikavist 1,6% og 0,3%, fyri bólk 4A ávikavist 0,8% og 0,2%, fyri bólk 4B ávikavist 0,9% og 0,2% og bólkur 5 verður ikki avmarkaður av broyttari útrokning, og mælir meirilutin til at lækka fiskidagatalið við 1%. Meirilutin hevur tí gjørt av at mæla Løgtinginum til at áseta eitt tal, ið liggur ímillum útroknaðu tølini, grundað á ávikavist summarhálvuna og vetrarhálvuna. Meirilutin hevur í sínum útrokningum tikið atlit til at tryggja, at tikið verður hædd fyri nýggjum uppgerðarhátti, umframt at veiðiorkan er minkað fyri allir bólkar. Harumframt hevur meirilutin í staðin fyri at hava rættingarnar fyri uppgerðarháttin og niðurskurð í tveimum ásett eitt samlað tal fyri skerjingina í  niðurskurðinum. Útrokningarnar hjá meirilutanum síggjast í talvuni niðanfyri. Bólkur 4A og B fevnir um ein sera ymiskan hóp av bátum. Landsstýrismaðurin hevur tí valt at taka skip við snellu og egningarmaskinu burtur úr útrokningunum í uppritinum, tí hesi eru tey, ið ávirka tølini í útrokningunum mest. Niðurskurðurin í bólki 4A og B liggur millum 3,79% og 4,33%, tá bátar við snellu og egningarmaskinu ikki verða tiknir við. Meirilutin hevur tí í sínum uppskoti valt at skera hendan bólk við 5%. Viðvíkjandi bólki 4T, ið er nýggjur, hevur meirilutin uppskot um at lækka dagatalið við 0,7%. Av tí at ongar umrokningar eru gjørdar fyri bólk 5, hevur meirilutin skotið upp at sett niðurskurðin til 1%.

 

Uppskotið um at skipa ein serligan bólk 4T til trolbátar er sambært landsstýrismanninum grundað á eina flyting av trolbátum úr bólki 4B. Tveir trolbátar eru framvegis í bólki 4A, og heldur nevndin, at eisini hesir eiga at verða fluttir í bólk 4T. Hetta merkir, at rættingin hjá landsstýrismanninum fyri uppgerðarhátt fyri bólk 4A verður broytt úr 4,2% í 4,1% og fyri bólk 4T verður broytt úr 8,2% í 7,8%.

 

Bólkur

Ásett í § 29

2004/2005

Bólkur 3 og 4

Rættað fyri uppgerðarhátt og generellan niðurskurð

Fiskidagatal 2005/2006

2

3

4A

4B

4T

5

6.536

2.415

4.263

4.205

 

21.449

6.536

3.868

1.863

2.176

1.930

21.449

12

7,5

5

5

8,5

1

5752

3578

1770

2067

1766

21.235

 

Meirilutin heldur, at tað er rætt, at ásettar verða reglur soleiðis, at bátar við egningarmaskinu royna út frá landi. Hesir eiga ikki at seta á firðum og sundum og ikki seta heilt inn í klettin, men eiga tó hinvegin ikki at verða koyrdir út um 6 fjórðingar úr grundlinjuni.

 

Viðvíkjandi trupulleikanum at fáa livrina til lands, heldur meirilutin, at tað eigur at verða arbeitt fram ímóti, at fáa alt tilfeingið úr fiskinum til lands og gagnnýtt. Eisini heldur meirilutin, at meira livur kundi verðið fingið til lands, um landsstýrið tók stig til at økja um møguleikarnar at veiða háv, bæði á innaru og ytru leiðum.

 

Í spurninginum um hjáveiðuna hjá lemmatrolarunum heldur meirilutin, at rættast er, at hjáveiðan hjá lemmatrolarunum fylgir møguligum ørðum niðurskurðum.

 

Tað er harumframt áskoðan hjá meirilutanum, at hjáveiða ikki eigur at vera í svartkjaftafiski­skapinum. Frá Felagnum Nótaskip hevur nevndin fingið upplýst, at svartkjaftaskipini, Fiskiransóknarstovan og Fiskimálaráðið, saman við Vónini, gera royndir við eini rist, ið skal fyribyrgja hjáveiðu. Meirilutin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum, um at hesin skal fáa heimild at áseta veiðibann, um ov nógv hjáveiða er í svartkjaftinum. Meirilutin heldur harumframt, at landsstýrismaðurin eigur at arbeiða víðari við málinum um hjáveiðu í svartkjaftafiskiskapinum.

 

Uppskotið um at geva landsstýrismannininum heimild at áseta fullkomið veiðibann eftir botnfiski styttri tíðarskeið á hásumri hevur ikki vunnið stóra undirtøku í sambandi við innkallingarnar og viðgerðina í vinnunevndini. Meirilutin tekur tí ikki undir við hesum uppskotinum beint nú, men mælir til, at spurningurin verður viðgjørdur gjøllari saman við vinnuni, og at málið síðani kann verða lagt fyri Løgtingið í einum nýggjum uppskoti.

 

Meirilutin heitir annars staðiliga á landsstýrismannin um, at uppskotið um ásetingina av fiskidøgunum eina aðru ferð ikki inniheldur ásetingar um aðrar broytingar enn hesar.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) § 1, nr. 4 verður strikað.

 

2) Talvan í § 1, nr. 7 verður orðað soleiðis:

"Bólkur 2: 

Partrolarar 

5.752

Fiskidagar

Bólkur 3:

 Línuskip yvir 110 tons

3.578

Fiskidagar

Bólkur 4 A:

Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 

1.770

Fiskidagar

Bólkur 4 B:

Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 

2.067 

Fiskidagar

Bólkur 4 T: 

Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu

1.766 

fiskidagar

Bólkur 5:

Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu

21.235

fiskidagar"

 

Við hesum broytingum tekur meirilutin undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Ein minniluti í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur soleiðis, sum tað kom fram undir fyrstu viðgerð á tingi og seinri í miðlunum, í stóran mun undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið hevur landsstýrismaðurin sett ætlaðu tiltøkini upp í 9 stykkjum. Minnilutin hevur hesar viðmerkingar til ávísu stykkini:

 

  1. Eftir at umsitingarligar og politiskar atsóknir í áravís eru gjørdar á lógina um vinnuliga fiskiskap, m.a. soleiðis, at samanleggingar hava havt við sær, at stór línuskip eru endað í bólki 4, er tað rætt at rudda upp í bólkunum, og tað gerst ikki á annan hátt, enn at flyta fiskidagarnar saman við skipunum tvørtur um bólkarnar. Síðani ræður um at halda fast um nýggju bólkarnar, fyri at ætlanin um at varðveita ein fjølbroyttan flota ikki skeiklast uppaftur meira í framtíðini. Eisini verður hildið rætt, at skottað verður ímillum trol og húk í bólki 4 soleiðis, at trolbátarnir í hesum bólki nú eru einsamallir í bólki 4T.

 

  1. Meginparturin av vinnuni og dastið av politisku skipanini tekur undir við at broyta uppgerðina viðvíkjandi túralongd soleiðis, at farið verður frá at rokna í døgum til at rokna í tímum. Landsstýrismaðurin hevur í talvu víst á, hvussu tað skal kompenserast fyri økta veiðitrýstinum, sum kemur av omanfyrinevndu broyting. Hetta er eitt tekniskt mál, tí er tað ein vandamikil leið at ganga, nú meirilutin í nevndini er farin at broyta upp á faktorvirðini, soleiðis, at  teir vevja ein tekniskan umrokningarfaktor og veruliga niðurskurðin í veiðitrýstinum saman í ein ellubita, í stóran mun fyri at eingin skal finna høvd ella hala á, hvat nú er teknisk umrokning, og hvat ið er reduksjón í veiðitrýsti. Minnilutin tvíheldur um, at hildið verður fast við uppskotið hjá landsstýrismanninum, har tølini eru sett upp hvørt fyri seg. Viðvíkjandi teknisku umrokningartølunum liggur ábyrgdin hjá landsstýrismanninum, eisini tí eigur at verða hildið fast um hansara uppskot.

 

  1. Landsstýrismaðurin skjýtur upp at lækka fiskidagatalið 2% yvir ein kamb. Hesum tekur minnilutin undir við. Hetta samsvarar ikki við lívfrøðiligu tilráðingina. Heldur ikki við tilráðingina frá fiskidaganevndini, og minnilutin heldur tað vera óheppið, at nevndin er slitnað sundur og kemur við tveimum tilmælum til landsstýrismannin. Av royndum vita vit, at vónleyst er at fáa politiskan meiriluta fyri biologisku tilmælunum. Av búskaparligum orsøkum er tað sjálvandi trupult eisini at minka veiðistrýstið við 30% eftir einum ári, tá ið vit at kalla hava við einastu útflutningsvinnu landsins at gera. Hinvegin eru lívfrøðiligu útlitini nú, sum vórðu almannakunngjørd í útvarpinum um dagarnar, kanska eitt úrslit av rikna fiskivinnupolitikkinum, har ov lítið hevur verið lurtað eftir havfrøðingunum. Og onkur hevði sagt, ov nógv eftir alternativu fiskifrøðini hjá íslendinginum Jón Kristianssyni.

 

  1. Landsstýrismaðurin mælir til, at útlutaðir verða eyka fiskidagar til teirra, sum taka livrina til lands. Tað kennist eitt sindur løgið, at veiðiflotin skal premierast við øktum veiðitrýsti fyri at taka til lands tilfeingið, sum teir hava fingið frammíhjárættindi til ígjøgnum fiski- & veiðiloyvini, teir hava um hendi. Lógin um vinnuligan fiskiskap leggur upp til, at alt sum veitt verður, kemur til sættis og verður gagnnýtt, tí mátti tað verið skilabetri at lóggivið fyri hesum við eini skiftistíð soleiðis, at flotin fær høvi til at fáa sær útgerð, ið eru neyðug fyri, at hetta kann gerast i praksis. Minnilutin skjýtur tí upp, at lóggivið verður soleiðis, at skip og bátar í fiskiárinum 2005/2006, skula taka 25% av livrini og rognunum til lands, og at skipað verður soleiðis fyri frameftir, at talið veksur við øðrum 25%´um hvørt av komandi árum soleiðis, at øll livurin og øll rognini koma til høldar um 4 ár. Víst verður í hesum sambandi á, at tað í § 40, stk. 1, nr. 4 er ásett revsing við bót fyri tann, ið ikki fylgir treytum, knýttum at loyvum, latin eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.  Eisini ræður um, sum skjótast, at skipa so fyri, at alt tað, sum veitt verður, kemur til lands og verður gagnnýtt. Bara haðani kann ein komandi virðisøking koma í okkara høvuðsvinnu. Hetta eru útlitini í grannalandinum fyri vestan, Íslandi, øðrvísi verður tað ikki her. Vantandi motivasjónin og munurin ímillum hugburðin á hesum øki landanna millum kemur kanska av tí sannroynd, at vit hava lættari atgongd til deyða olmussukapitalin, ið javnt og samt seyrar úr danska ríkiskassanum.

 

  1. Minnilutin tekur undir við landsstýrismanninum í at skerja hjáveiðikvotuna hjá lemmatrolarunum og tekur annars undir við sjónarmiðnum um, at eisini hesin parturin av veiðiflotanum kemur undir fiskidagaskipanina.

 

  1. Minnilutin er eisini samdur við landsstýrismanninum í ætlaða tiltaki hansara at skerja fiskidagarnar á Føroya Banka.

 

  1. Somuleiðis við tiltakinum at friða Bankan í gýtingartíðini.

 

  1. Í sambandi við svartkjaftaveiðuna við Føroyar verður eisini tikið undir við, at Fiskiveiðieftirlitinum verður heimilað at seta bráðfeingis veiðibann, um hjáveiðan fer upp um ásetta hámarkið. Hópurin av leysasøgum eru um hesa hjáveiðu, tí er tað avgerandi, at funnið verður fram til sannleikan í málinum, og at neyðugu forðingarnar verða settar, soleiðis, at ein rímiliga stórur partur av botnfiskinum á landgrunninum ikki endar sum ídnaðarfiskur í bræðingarpottum. Hugaligt er, at vinnan sjálv er farin í holt við at evna til eina rist, sum væntandi fer at rigga í nærmastu framtíð, hinvegin er eisini neyðugt við neyvum eftirliti og friðingum tá ið varhugi er um ov stórt hjáveiðiprosent.

 

  1. Tað tykiskt ikki at vera serliga stórur áhugi fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum um, at hann skal hava heimild til at seta fullkomið veiðibann eftir botnfiski í styttri tíðarskeið á hásumri. Minnilutin hevur heldur ikki latið seg sannført um hetta undir nevndarviðgerðini av uppskotinum. Harvið taka vit ikki undir við stykki 9 undir ætlaðum tiltøkum hjá landsstýrmanninum.

 

Minnilutin heldur, at rættast hevði verið, at ásettar verða reglur fyri, at útróðrarbátar við egningarmaskinu royna út frá landi. Hesir eiga ikki at veiða á firðum og sundum og heldur ikki  heilt inn í klettin, hinvegin eiga teir heldur ikki at verða koyrdir út um 6 fjórðingar úr grundlinjuni og mælt verður tí landstýrismanninum til at gera eina skipan, sum tekur atlit til hesi viðurskifti.

 

Annars heldur minnilutin tað vera sera óheppið, at  landsstýrismaðurin kemur við øðrum broytingum, enn ásetingini av talinum av fiskidøgum í komandi fiskiári (2005/2006), nú uppskotið varð lagt fram á ólavsøku. Greiðari hevði verið, at hildið fiskidagarnar og aðrar broytingar atskildar soleiðis, at vinnunevndin, Fiskivinnuráðið og fiskivinnan høvdu havt betri stundir at viðgjørt broytingarnar, ið eru skotnar upp, umframt ásetingina av dagatalinum. Uppskotið verður ikki viðgjørt á nøktandi hátt, tá ið skotbráið er so stutt, sum í hesum førinum. Vónandi tekur landsstýrismaðurin hesi ráðini til eftirtektar í framtíðini.

 

Aftur í ár hevur tað verið trupult at fingið greiði á, hvørji hagtøl eru tey røttu. Ráðið og Fiskidaganevndin tykjast arbeiða við ymiskum tølum í teirra viðgerð, og tað er ein óhaldbar støða. Tað má vera eitt krav frá landsins borgarum, vinnuni, fíggjarstovnunum og ikki minst politisku skipanini, at Fiskimálaráðið skipar ein áhaldandi dagførdan portal, har greiði til eina hvørja tíð kann havast á, hvør ið hevur loyvini og dagarnar um hendi. Hvør ið keypir frá hvørjum. Hvussu nógvir dagar eru nýttir. O.s.fr. Hetta er eisini ein neyðug byrjan til ein almennan fiskidaga- & loyvisbanka, sum er einasta gongda leiðin, skal sleppast undan peningarákinum og spekulasjónini í almennum loyvum, sum landsstýrimaðurin nevndi undir viðgerðini av løgmansrøðuni. Eisini taka vit ráðini uppaftur frá í fjør um, at einasta rætta hevði verið, at brúkt talgildar dagbøkur, og at eisini avreiðingarnar verða talgildar og samankoyrdar í eina skipan beinleiðis hjá Fiskiveiðieftirlitinum saman við loyvis- & dagaskipanini.

 

Nú útlendsk fíggjarmegi er so altráð í Føroyum, eiga øll segl at vera sett soleiðis, at tilfeingið ikki endar á útlendskum hondum. Hóast vit bara hava politiskan status sum koloni, so er eingin orsøk til, at vit sjálvi av berum býttleika skipa okkum sum eina vinnubúskaparliga koloni eisini, har tilfeingið verður avreitt útlendingum. Fatur fæst ongantíð á tí aftur. Sniðgøturnar í handli og vandli av loyvum eru monnum kunnugar. Einasti háttur at tryggja okkum í so máta er, at ein almennur loyvis- & fiskidagabanki verður skipaður. Ongantíð ov skjótt.

 

Samanumtikið er minnilutin samdur við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, tó við teimum frábrigdum, ið omanfyri eru nevnd.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 1, nr. 8 verður orðað soleiðis: "Í § 29 verður sum stk. 10 sett: "Fiskifør, ið hava fingið tillutað fiskidagar við heimild í hesi grein, skulu avreiða alla livur og øll rogn í sambandi við hesa veiðu.
Í fiskiárinum 1. september 2005 til 31. august 2006 er avreiðingarskyldan avmarkað til 25%.
Í fiskiárinum 1. september 2006 til 31. august 2007 er avreiðingarskyldan avmarkað til 50%.
Í fiskiárinum 1. september 2007 til 31. august 2008 er avreiðingarskyldan avmarkað til 75%. Avmarkaða avreiðingarskyldan er galdandi samanlagt fyri alt viðkomandi fiskiárið."

 

Harumframt tekur minnilutin undir við broytingaruppskotinum hjá meirilutanum undir ad. 1.

 

Við hesum broytingum tekur minnilutin undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Skjøl:

Skjal 1: Yvirlit frá Fiskimálaráðnum, har samanberingar verða gjørdar fyri útrokningar, grundaðar á mars til september 2004 og september 2004 til mars 2005, við og uttan 24 tíma regluni.

Skjal 2: Upprit, dagfest 10. august 2005, ið lýsir grundarlagið undir broytingunum í fiskidagatalinum.

 

2. viðgerð 16. august 2005. Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-17. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1, nr. 8 fall 9-0-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg, til § 1 nr. 4 og nr. 7 samtykt 18-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 18. august 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.
 

Ll. nr. 98 frá 19.08.2005