3  Uppskot til  løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð

Ár 2005, ólavsøkudag, løgdu , tingmenninir Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

Endamál

§ 1. Hendan lóg skipar Búskapargrunn Føroya, ið skal tryggja búskaparligu áhugamál Føroya fólks tá ræður um at nýta serinntøkur landsins, og nýtast sum amboð at røkka einum sjálvberandi búskapi, við:

 

a)      at tálma sveiggjum í føroyska búskapinum, ið kunnu standast av ikki-varandi serinntøkum,

b)      stigvíst at gera løgtingsfíggjarlógina óhefta av donsku ríkisveitingini,

c)      at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin,

d)      at menna útbúgving og gransking í Føroyum.

 

Inntøkur grunsins

§ 2. Serinntøkur landsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og roknskapi landsins, á serstaka konto nevnd Búskapargrunnur Føroya.

Stk. 2. Serinntøkur, ið eru peningainntøkur frá ikki-varandi tilfeingi landins, eru:

 

a)      skattur sambært kolvetnisskattalógini,

b)      avgjøld og ágávur sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi,

c)      heildarveitingin úr ríkiskassa Danmarkar frá og við ár 2006,

d)      gjaldførisinntøkur til landskassan í sambandi við sølu og umskipan av fyritøkum og stovnum landsins.

e)      rentur og avkast av grunsfænum.

 

Stk. 3. Gjaldføri landskassans, sum í ár 2006 og fylgjandi ár er oman fyri minstainnlán landskassans, sambært løgtingslóg hesum viðvíkjandi, kann við fíggjarlógini flytast Búskapargrunni Føroya.

 

Útgjaldskipan

§ 3. Úr Búskapargrunni Føroya verða skiftisgjøld flutt til løgtingsfíggjarlógina undir inntøkur. Skiftisgjaldið er ásett til kr. 600 mió.  í 2006 og verður síðani lækkað við kr. 75 mió.  árliga, til tað fellur burtur í ár 2014.

Stk. 2. Allar gjaldførisinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær sambært § 2, stk. 2, pkt. d, skulu fylgjandi fíggjarár nýtast til at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin.

Stk. 3. Av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina, sambært § 3, stk. 1, skal minst 1/4 verða nýttur til menning av útbúgving og gransking í Føroyum.

Stk. 4. Tá ið samantaldu inntøkur grunsins, sambært § 2, stk. 2, pkt. a-c og e og § 2, stk. 3, eru kr. 3,5 mia., leggur Føroya Landsstýri fram uppskot til løgtingslóg um nýtslu av realavkasti av íløgum grunsins, jbr. § 1.

Stk. 5. Inntøkur grunsins, sambært § 2, stk. 2, pkt. d gerast partur av samantaldu inntøkum grunsins í § 3, stk. 4, tá uttanlandsskuld landskassans til danska statin er rindað sambært § 3, stk. 2.

 

Umsitingarlig viðurskifti

§ 4. Grunsfæ verður sett í virðisbrøv á fíggjarmarknaðinum eftir almennum leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti til spjaðing av vága.

Stk. 2. Grunnurin kann hava arbeiðsgjaldføri á innlánskonti í sentralbankum, peningastovnum og øðrum fíggjarstovnum.

Stk. 3. Altjóða keypiorka av peningi grunsins skal tryggjast á bestan hátt.

 

§ 5. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum stendur fyri og rindar umsiting av Búskapargrunni Føroya.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum tryggjar gjøgnumskygni í umsitingini av Búskapargrunni Føroya.

Stk. 3. Greið frámerking av serinntøkum mótvegis øðrum inntøkum skal gerast í høvuðsyvirlitum til løgtingsfíggjarlóg og roknskap landskassans. Somuleiðis skulu greitt vísast úrslit áðrenn og eftir útgjald úr Búskapargrunni Føroya, sambært § 3.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum fyriskipar neyðugar reglur, ið skulu lýsa, hvussu flytingar millum Búskapargrunn Føroya og løgtingsfíggjarlógina fara fram á løgtingsfíggjarlógini.

 

Gildiskoma

§ 6. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir,  hon er kunngjørd.

 

Lógarviðmerkingar 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

1.1              Grundarlagið fyri uppskotinum um Búskapargrunn Føroya

Føroyum tørva eina skipan og ítøkilig amboð, ið kunnu tryggja ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Eina skipan, ið tálmar sveiggjum í føroyska búskapinum. Eina skipan, ið tryggjar langtíðaráhugmál Føroya, eins væl og stutttíðaráhugamálini. Búskapargrunnur Føroya er eitt høvuðsamboð í eini slíkari skipan.

 

Føroyski búskapurin hevur verið fyri søguliga stórum sveiggjum síðan 1980’ini.

Orsøkirnar eru fleiri, men greitt er, at førdi búskaparpolitikkurin og sveiggini í inntøkuni frá fiskivinnuni hava spælt ein stóran leiklut. Búskaparpolitikkurin hevur sum heild ikki virkað tálmandi, tá umræður sveiggj í búskapinum, og hevur tørvur eisini verið á eini skipan ella tiltøkum fyri at røkka hesum máli.

Harafturat kemur, at umsitingin av fiskiríkidøminum hevur helst ikki verið tann besta undanfarnu ártíggini. Umsitingin av hesum tilfeingi Føroya fólks og av inntøkum frá hesum varandi tilfeingi Føroya hevur sera stóran búskaparligan týdning, men er ikki partur av hesum uppskoti. Tað er umsitingin av inntøkum frá ikki-varandi inntøkukeldum hinvegin.

 

Tá umræður landsins inntøkur frá ikki-varandi inntøkukeldum, hevur umsitingin av hesum inntøkum serliga stóran týdning. Gerst ein føroysk oljuvinna veruleiki í framtíðini, er talan um eina vinnu, ið er grundað á eina ikki-varandi inntøkukeldu - og um eina vinnu, ið kann elva til stór sveiggj í búskapinum. Tí gerst ein føroysk oljuvinna veruleiki, kann væntast, at føroyski landskassin fær stórar inntøkur, ið kunnu ávirka føroyska búskapin ógvusliga - og neiliga - um hesar inntøkur ikki verða umsitnar á rættan hátt.

 

Eisini er føroyski landskassin í dag heftur at øðrum inntøkum, ið ikki eru grundaðar á varandi tilfeingi, men hinvegin kunnu broytast eftir lutfalsligari stuttari tíð – eitt nú heildarveitingin úr danska ríkiskassanum.

 

Við atliti til stóru sveiggini í inntøkum landsins, og serliga við atliti til inntøkur frá ikki-varandi tilfeingi, er neyðugt við eini skipan, ið tryggjar langtíðaráhugamálini eins væl og stutttíðaráhugamálini í føroyska búskaparpolitikkinum. Tørvur er á, at serinntøkur – eitt nú frá kolvetnisvirksemi, heildarveiting úr danska ríkiskassanum og sølu og umskipan av stovnum og fyritøkum landsins – verða nýttar á ein hátt, ið tryggjar, at inntøkurnar ikki avlaga føroyska búskapin, og tryggjar, at hesar inntøkur eisini koma komandi ættarliðum til góðar. Hetta kann eitt nú gerast við at rinda aftur uttanlandsskuld landsskassans til danska statin,  at spara upp í Búskapargrunni Føroya, ella at gera íløgur í varandi tilfeingi, sum eitt nú vitan - umvegis íløgur í útbúgving og gransking.

 

Málið við Búskapargrunni Føroya er at náa einum meira tryggum, framkomnum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi, ið tekur hædd fyri bæði núlivandi og komandi ættarliðum.
 

1.2              Nýtsla av tilfeingi landsins við atliti til komandi ættarlið

Tá búskaparpolitiskar avgerðir verða tiknar ávirka hesar sjáldan bert núlivandi ættarlið. Eisini búskaparligu og samfelagsligu karmarnir hjá komandi ættarliðum verða ávirkaðir. Hetta ger seg serstakliga galdandi, tá umræður umsiting av samfelagstilfeingi, ið ikki er varandi.

Ikki-varandi tilfeingi er tilfeingi, ið ikki verður endurnýggjað. Talan er sostatt um tilfeingi, ið bert kann gagnnýtast av samfelagnum eina ferð. Eitt dømi um tílíkt tilfeingi er olju- og gasstilfeingi.

 

Varandi tilfeingi er hinvegin tilfeingi, ið verður endurnýggjað. Dømir um hetta eru fiskastovnar og vitan.

 

Eitthvørt ættarlið hevur møguleika at troyta alt tilfeingið í landinum, men velur eitt ættarlið at nýta stóran part av teimum virðum, ið tað ikki sjálvt hevur framleitt, kann hetta bera í sær, at lutfalsliga lítið verður eftir av hesum tilfeingi til komandi ættarlið. Samstundis kann ein óumhugsað nýtsla hjá einum ættarliði merkja, at fylgjandi ættarlið yvirtaka ein avlagaðan búskap við eitt nú verri kappingar- og framleiðsluførleika.

 

Tá umræður stutt- og langtíðaráhugamál landanna er mangan stríð millum hesi. Tí er ikki óvanligt, at lond nýta ymisk amboð fyri at tryggja, at samfelagsligu langtíðaráhugamálini verða tryggjað eins væl og stutttíðaráhugamálini. Hetta verður gjørt við serstøkum skipanum og stovnum, ið ikki kunnu broytast eftir stuttari tíð. Grundlógir, altjóða sáttmálar og oljugrunnar eru nøkur dømi um tílíkar fyriskipanir.

 

1.3              Umsiting av serinntøkum frá ikki-varandi tilfeingi

Hetta lógaruppskot um Búskapargrunn Føroya viðger serinntøkur frá fylgjandi ikki-varandi tilfeingi:

 

a)      Kolvetni á føroyskum øki

b)      Fyritøkur, ið eru almenn ogn

c)      Heildarveiting úr danska ríkiskassanum

 

Talan er um tilfeingi, ið er givið frá ávikavíst náttúruni, frá framleiðslu í farnari tíð og úr útlandinum.

 

Torført er at meta um støddina á serinntøkum, ið fara at koma frá omanfyri nevnda ikki-varandi tilfeingi Føroya. Møguleiki er tó fyri at áseta eitt mett virði, tá umræður fyritøkur, ið eru almenn ogn. Somuleiðis kann meting gerast viðvíkjandi heildarveitingini úr danska ríkiskassanum. Hinvegin er ómetaliga torført at gera metingar um møgulig virði, tá umræður kolvetni á føroyskum øki.

 

Fyri øll trý økini fara metingar at vera sera óvissar. Eitt nú verða bindandi avtalur um heildarveitingina úr Danmark bert gjørdar fyri stutt áramál í senn. Eisini er politiska undirtøkan fyri heildarveitingini óviss í framtíðini – bæði í Føroyum og í Danmark.

Leggjast kann afturat, at væntast kann, at møguligar kolvetnisinntøkur og heildarveitingin úr Danmark verða tengd hvør at øðrum í framtíðini. Avtala er longu gjørd millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri um at taka upp samráðingar um minking av heildarveitingini, um so er, at kolvetnisframleiðsla tekur seg upp á føroyskum øki.

 

Eisini er greitt, at gera inntøkur seg galdandi frá kolvetnisvirksemi áðrenn ár 2018, skal eitt rentu- og avdráttarfrítt lán á 500 mió. kr. frá danska statinum rindast. Um inntøkugevandi kolvetnisvirksemi hinvegin ikki ger seg galdandi áðrenn ár 2018, fellur hesin partur av skuld landskassans til danska statin burtur.

 

Búskapargrunnur Føroya hevur m.a. til endamáls at vera ein skipan, ið tryggjar, at stórar serinntøkur frá omanfyri nevnda ikki-varandi tilfeingi ikki elva til eina avlaging av føroyska búskapinum. At hesar serinntøkur ikki elva til stóra meirnýtslu hjá landskassanum og í samfelagnum annars. At hesar serinntøkur ikki gera samfelagsligan skaða, men heldur samfelagsligt gagn.

 

”Hálendska sjúkan” er búskaparfrøðiliga heitið fyri ta vinnuligu-, búskaparligu- og samfelagsligu avlaging, ið kann standast av serinntøkum, ið sum heild eru arbeiðsfríar samfelagsinntøkur.

Í altjóða høpi eru nógv dømi um, hvussu serinntøkur frá ikki-varandi tilfeingi hava elvt til ógvusliga búskaparliga avlaging í teimum londum, har serinntøkur eru slúsaðar inn í búskaparliga samfelagskervið so hvørt, hesar eru vorðnar tøkar hjá landskassunum.
 

Serinntøkur virka nevniliga øðrvísi fíggjarpolitiskt, enn inntøkur umvegis vanligan skatt og avgjøld.

 

Vanligur skattur og avgjøld virka tálmandi á búskaparvirksemið, tí keypiorka verður drigin inn frá persónum, húsarhaldum og fyritøkum.

 

Tá talan er um serinntøkur, er talan hinvegin um inntøkur, sum í stóran mun mugu roknast sum arbeiðsfrí samfelagsinntøka. Talan er um inntøkur, ið landið fær uttan samstundis at tálma keypiorkuna ella búskaparvirksemið annars. Verða hesar inntøkur nýttar á almennu útreiðslusíðini uttan umhugsni, elvir hetta til ójavnvág í samfelagsbúskapinum.
Verða ongar forðingar lagdar fyri, at serinntøkur verða slúsaðar inn í samfelagsbúskapin, kann væntast, at tá tað almenna fær atgongd til munandi meira pening – uttan at tað privata fær atgongd til minni pening - fer nýtslan og lønarlagið sum heild at hækka munandi.
Trupult verður hjá tí privata at kappast við tað almenna um arbeiðsmegi, og merkir hægra lønarlagið somuleiðis, at kappingarførið mótvegis útlandinum gerst verri (um lønirnar hækka meira í Føroyum, enn í útlandinum - og um føroysku fyritøkurnar ikki klára at økja produktivitetin samsvarandi.)

Hetta setir útflutnings- og innflutningsvinnur, sum eru í kapping við altjóða framleiðslu, undir hart trýst, og kunnu hesar vinnur væntast at gerast ein lutfalsliga enn minni partur av samfelagsbúskapinum, enn áðrenn serinntøkurnar gjørdust veruleiki. Hetta kann verða samfelagnum til alstóran skaða, serstakliga tá serinntøkurnar frá ikki-varandi tilfeinginum ikki longur eru tøkar.

 

Samanumtikið má staðfestast, at skulu føroyskir myndugleikar taka við læru frá mistøkum, ið onnur lond hava framt, forða fyri eini avlaging av føroyska búskapinum og umsita serinntøkur landsins við atliti til komandi ættarlið, er neyðugt, at stig verða tikin til at tryggja, at framtíðar serinntøkur verða umsitnar á serstakan hátt.

Hetta lógaruppskotið um Búskapargrunn Føroya er eitt amboð til at náa hesum máli. 

 

1.4              Meginreglur fyri Búskapargrunn Føroya

 

a) Endamál

Endamálið við Búskapargrunni Føroya er at tryggja samfelagsliga burðardygga nýtslu av serinntøkum landskassans, við atliti til núlivandi og komandi ættarlið. Hartil er endamálið við Búskapargrunni Føroya at virka sum eitt amboð til at røkka einum sjálvberandi búskapi.
 

Í hesum sambandi verða:

 

b) Inntøkur hjá Búskapargrunni Føroya

Allar serinntøkur landskassans verða fluttar Búskapargrunni Føroya frá 1. januar 2006. Harumframt er í framtíðini møguligt at flyta møguligt yvirskotsgjaldføri hjá landskassanum  til Búskapargrunn Føroya.

 

c) Útreiðslur hjá Búskapargrunni Føroya

Búskapargrunnur Føroya er ogn Føroya Fólks. Útgjald úr grunninum verður skipað eftir fylgjandi meginreglum:

 

1) Skiftisgjald til løgtingsfíggjarlóg

Úr Búskapargrunni Føroya verða skiftisgjøld flutt til løgtingsfíggjarlógina undir inntøkur. Serinntøkur landskassans frá heildarveitingini úr danska ríkiskassanum er 1. januar 2006 ásett at verða 615,5 mió. kr. Skiftisgjaldið úr Búskapargrunni Føroya til løgtingsfíggjarlógina fyrsta árið – tvs. í 2006 – er tí ásett til 600 mió. kr. Hetta skiftisgjald lækkar síðan við 75 mió. kr. árliga, til tað fellur burtur í ár 2014. Samanlagt frá 2006 til og við 2013 kostar skiftisskipanin Búskapargrunni Føroya 2,7 mia. kr.

Búskapargrunnur Føroya kann ikki taka lán, og tí eru skiftisgjøldini treytað av, at grunnurin hevur nóg stórar inntøkur til at fíggja skiftisgjøldini.
 

2) Íløgur í varandi tilfeingi - menning av útbúgving og gransking

Av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina, skal í minsta lagi 1/4 – tvs. í minsta lagi 150 mió. kr. í 2006 - verða nýttur til menning av útbúgving og gransking í Føroyum.

 

3) Íløgur í nú- og framtíðina – rinda uttanlandsskuld til danska statin

Allar serinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær frá sølu og umskipan av stovnum og fyritøkum hjá tí almenna, skulu fylgjandi fíggjarár nýtast til at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin. Tá ið uttanlandaskuldin til danska statin er rindað, gerast inntøkur frá sølu og umskipan av stovnum og fyritøkum hjá tí almenna partur av samlaðu inntøkunum hjá Búskapargrunni Føroya.

 

4) Realavkast

Tá ið samantaldu inntøkurnar hjá Búskapargrunni Føroya eru 3,5 mia. kr. – undantikið inntøkur frá sølu og umskipan av stovnum og fyritøkum hjá tí almenna, til og við at skuldin til danska statin er rindað – leggur Føroya Landsstýri fram uppskot um løgtingslóg um nýtslu av realavkasti, ið kemur frá íløgunum í Búskapargrunni Føroya.
Realavkast verður sostatt ikki útgoldið úr Búskapargrunni Føroya, fyrr enn grunnurin hevur havt inngjøld á samanlagdar 3,5 mia. kr., ið eru uml. 800 mió. kr. meira, enn neyðugt er fyri at fíggja skiftisskipanina til løgtingsfíggjarlógina, sambært omanfyri standandi pkt. 1 frá ár 2006 til og við ár 2013.

 

Hetta mark er fyri tað fyrsta ásett fyri at tryggja fígging av skiftisskipanini til løgtingsfíggjarlógina. Fyri tað næsta er hetta mark ásett fyri at fyribyrgja, at stórt umsitingarligt virksemi verður sett í verk fyri at rinda út lítla upphædd umvegis eina útgjaldskipan.

 

Verður sæð burtur frá skiftisskipanini undir omanfyri standandi pkt. 1 og afturrindan av uttanlandsskuld landskassans til danska statin, er hámarkið fyri útgjaldi úr Búskapargrunni Føroya realavkastið av íløgum grunsins, ið verður nýtt sambært uppskoti til løgtingslóg um nýtslu av realavkasti av íløgum grunsins.

 

d) Umsiting og ábyrgd

Landsstýrismaðurin í búskaparmálum ásetir karmar og meginreglur fyri umsiting av Búskapargrunni Føroya. Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin í búskaparmálum m.a. tryggja gjøgnumskygni í umsitingini av grunninum, sambært pkt. f niðanfyri, og tryggja at ognir grunsins verða røktar sambært pkt. e niðanfyri.

Búskapargrunnur Føroya er ikki sjálvstøðug løgfrøðilig eind, og kann tí ikki saksøkja ella verða saksøktur. Búskapargrunnur Føroya kann heldur ikki taka lán ella veita lán.

 

e) Røkt av ogn

Búskapargrunnur Føroya ger fíggjaríløgur eftir almennum leiðreglum um størst møguligt avkast, við atliti til spjaðing av íløguváganum. Íløgurúmið hjá grunninum er alheims búskapurin.

f) Gjøgnumskygni

Serinntøkur og nýtsla av serinntøkum skulu vera greitt atskildar frá øðrum inntøkum og útreiðslum á løgtingsfíggjarlógini. Høvuðsyvirlitið í løgtingsfíggjarlógini skal vísa úrslit landskassans við og uttan serinntøkum og skiftisgjøldum.

Landsstýrismaðurin í búskaparmálum ásetir nærri reglur viðvíkjandi, hvussu flytingar millum Búskapargrunn Føroya og løgtingsfíggjarlógina verða gjørdar á løgtingsfíggjarlógini.

Upplýsingar um týðandi avgerðir fyri Búskapargrunn Føroya, uppsparing og avkast grunsins v.m. skulu vera lætt atkomuligar hjá almenninginum.  

 

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum

 

2.1 Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

 

Tálman av sveiggjum í føroyska búskapinum

Fíggjarligu avleiðingarnar av, at føroyski búskapurin ikki verður ávirkaður eftir stuttum tíðarskeiði við lutfalsligum stórum inntøkum frá ikki-varandi serinntøkum í framtíðini, eru jaligar.

 

Búskapargrunnur Føroya kann nýtast sum amboð at forða fyri, at stórar serinntøkur frá ikki-varandi tilfeingi elva til avlagandi meirnýtslu hjá landskassanum og í samfelagnum annars. Harvið kann grunnurin nýtast til at tálma sveiggjum í búskapinum soleiðis, at hesar serinntøkur ikki gera samfelagsligan skaða, men heldur samfelagsligt gagn – fyri land og kommunur. Sí kap. 1.3.

 

Stigvíst minkandi skiftisgjald - í staðin fyri óvissa heildarveiting

Fyri landskassan merkir skipanin við Búskapargrunni Føroya eisini, at heildarveitingin frá og við árinum 2006 ikki longur er tøk inntøka á rakstrar-, løgu- og útlánspostum (RLÚ) landskassans. Heildarveitingin verður beind í Búskapargrunn Føroya, og verður eitt skiftisgjald rindað úr Búskapargrunni Føroya til landskassan.

 

Skiftisskipanin í Búskapargrunni Føroya hevur til endamáls at minka tann vága, ið landskassin hevur, tá umræður ikki-varandi inntøkur umvegis heildarveitingina í framtíðini. Bæði tá umræður broytingar í heildarveitingini eftir stuttari tíð, eins væl og vágan av framhaldandi varðveitslu av stórum studningi úr útlondum í føroyska búskapinum.

 

Skiftisskipanin tryggjar eisini landskassanum eina tillagingartíð, har landskassin frá at vera heftur at heildarveiting úr danska ríkiskassanum kann gerast óheftur av hesi heildarveiting eftir 8 árum.

 

Skiftisskipanin kostar Búskapargrunni Føroya 2,7 mia. kr. Við núverandi heildarveiting á 615,5 mió. kr. svarar kostnaður á skiftisskipanini til inngjaldið frá heildarveitingini í smá 5 ár.

Heldur heildarveitingin áfram út yvir tað, ið neyðugt er fyri at fíggja skiftisskipanina, gerst heildarveitingin partur av íløgum grunsins. Fellur heildarveitingin hinvegin burtur áðrenn hetta, verður neyðugt at fíggja skiftisskipanina umvegis aðrar inntøkur til Búskapargrunn Føroya.

 

Tá landskassin ikki longur fær heildarveitingina sum part av inntøkum sínum og stigvíst fer at fáa færri inntøkur frá skiftisgjaldinum, er greitt, at færri inntøkur verða tøkar frá hesi inntøkukeldu. Vaksa aðrar inntøkur hjá landskassanum ikki í tíðarskeiðnum, tá skiftisgjaldið minkar, fer landskassin at hava færri inntøkur. Velur landið at lækka útreiðslurnar samsvarandi og minka um virksemi sítt, kann hetta eisini koma at merkja kommunurnar.

 

Verða minkandi inntøkur frá skiftisgjaldinum hinvegin uppvigaðar av vaksandi inntøkum frá øðrum inntøkukeldum, eitt nú frá granskingarvirksemi og virðisøking - ella minkandi útreiðslum, eitt nú til rentur - fer hetta samanlagt helst ikki at merkja virksemi landsins.

 

Landskassin leysur av uttanlandsskuld til danska statskassan

Sambært hesum uppskoti um Búskapargrunn Føroya skulu inntøkur, ið landskassin fær í sambandi við framtíðar sølu og umskipan av almennum stovnum og fyritøkum, fara í Búskapargrunn Føroya. Fylgjandi fíggjarár skulu hesar somu inntøkur nýtast til at rinda aftur uttanlandsskuld landskassans til danska statin.

 

Stórur partur av uttanlandsskuld landskassans til danska statin á 1,5 mia. kr. (+0,5 mia. kr. rentu- og avdráttarfrítt), skyldast fíggjarligu bjargingunum av bankunum fyrst í 90’unum. Tí kann tað tykjast natúrligt at nýta inntøkur frá eitt nú sølu av bankanum (eginpeningur bankans er 1,56 mia. kr., avsetingar 0,6 mia. kr. sambært ársroknskapinum fyri 2004) - til at rinda aftur hesa uttanlandsskuld. Uttanlandsskuldin hjá landskassanum verður í dag rindað aftur við 5% rentu. Hetta er ein renta, ið liggur væl yvir altjóða rentustøðinum. Tí fer ein afturrindan av uttanlandsskuld í dag at vera ein góð íløga.

 

Sambært frágreiðing frá Løgmansskrivstovuni í 2001 um einskiljing av fyritøkum landsins, var bókaði eginpeningurin í fyritøkum landsins í ár 2000 uml. 3,8 mia. kr. Verður farið undir sølu og umskipan av parti av fyritøkum landsins, skuldu útlit verið fyri, at skuld landskassans til danska statin á 1,5 mia. kr. verður rindað eftir fáum árum. Hetta hevði minkað um rentu- og avdráttir landsins við 159 mió. kr. árliga. Í 2004 vóru 82,5 mió. kr. rindaðar í rentum, og 76,5 mió. kr. rindaðar í avdráttum av láninum frá danska statinum. Varð henda skuldin rindað, og sloppið varð undan hesum rentuútreiðslum, hevði hetta sostatt verið ein mótvekt til minkandi inntøkur landskassans frá skiftisgjaldinum.

 

Hægri vitanarstøði – økt virðisøking – størri inntøkur

Onnur fíggjarlig avleiðing fyri landið og kommunur er, at minst ¼ av skiftisgjaldinum til og við ár 2013 skal verða nýtt - umvegis løgtingsfíggjarlógina - til menning av útbúgving og gransking í Føroyum.

Fyrsta árið – tvs. 2006 – merkir hetta, at av skiftisgjaldinum á 600 mió. kr., ið verður latið úr Búskapargrunni Føroya til landskassan, skulu 150 mió. kr. nýtast til menning av útbúgving og gransking í Føroyum.

 

Hetta gevur útbúgvingar- og granskingarøkinum betri fíggjarligar karmar. Umframt økt virksemi innan útbúgvingar- og granskingarøkið, og øktar inntøkur frá hesum viksemi kann hugsast, at avleiddu árinini av hesum kunnu gerast størri virðisøking í vinnuligu framleiðsluni, betri kappingarføri og økt virksemi. Hetta fer helst at bera í sær fleiri inntøkur til land og kommunur. Talan er um at nýta inntøkur frá ikki-varandi tilfeingi – til at gera íløgur í varandi tilfeingi, ið kann geva samfelagnum varandi inntøkur.

 

Framtíðar útgjaldskipan

Uppskotið til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya tekur ikki støðu til, hvussu realavkastið av íløgunum í Búskapargrunni Føroya skal nýtast í framtíðini. Hetta verður tann politiski myndugleikin at avgera, tá ið samanlagdu inntøkur grunsins eru 3,5 mia. kr.
 

Nógv atlit eru at taka, tá ein útgjaldskipan verður skipað. Eitt nú um útgjaldast skal til landskassan ella einstaklingar, og hvørt útgjaldast skal til útvald endamál, ella til íløgur í varandi tilfeingi v.m. Eisini kundi ein útgjaldskipan, ið virkar konjunkturjavnandi, verið umhugsað. Alneyðugt er, at breið politisk semja er um, hvussu ein meira varandi útgjaldskipan verður skipað, soleiðis at ein framtíðar útgjaldskipan verður løgd í eina trygga og varandi legu. 

 

2.2 Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya hevur ikki stórar umsitingarligar avleiðingar við sær fyrstu árini, men um stórar serinntøkur gerast veruleiki í framtíðini, gerst neyðugt við størri servitan um kapitalumsiting í umsitingini av Búskapargrunni Føroya.

 

Um umsitingin fyri norska oljugrunnin verður nýtt sum fyrimynd fyri føroysku umsitingina av Búskapargrunni Føroya, verður arbeiðsbýti gjørt millum Fíggjarmálaráðið og Landsbanka Føroya. Eftir hesum leisti stendur Fíggjarmálaráðið fyri ”strategisku stýringini” av grunninum, meðan ”operationelli parturin” av kapitalumsitingini verður latin Landsbanka Føroya at umsita. Tó hevur verandi samgonga ætlanir um at leggja Landsbanka Føroya saman við øðrum stovni, og má tí væntast, at tann stovnur, ið kemur at taka sær av fíggjarligu umsitingini, ið Landsbanki Føroya í dag tekur sær av, fer at taka sær av ”operationella partinum” av umsitingini av Búskapargrunninum.

 

”Strategisk umsiting” snýr seg um fastlegging av vágamátum, býti av íløgum upp á lánsbrøv,  partabrøv og onnur virðisbrøv, býti av íløgum uppá lond, virkisøki o.s.fr.

 

”Operationelli parturin” snýr seg um beinleiðis íløguvirksemi, útbjóðing av uppgávum til peningarøkt til kappingarførar fíggingarstovnar, depot- og fráboðanarskipanir, eftirlit, grannskoðan o.s.fr.

Talan er um víðfevndar uppgávur, ið krevja servitan innan økið. Eru útlit fyri stórum serinntøkum í nærmastu framtíð, er tí neyðugt at virka fyri eini málrættaðari uppbygging av førleika og servitan innan kapitalumsiting.

 

Tá ætlanin var at skipa Búskapargrunn Føroya undir undanfarnu tveimum samgongum, vendu landsstýrið og Landsbanki Føroya sær til m.o. norska sentralbankan, ið stendur fyri operationellu umsitingini av norska oljugrunninum vegna norska Finansdepartementet. Sum skilst komu ábendingar haðani um, at møguleiki er fyri ávísum samstarvi, ið kann fáa týdning fyri fakligari menning í føroysku umsitingini.

 

Sum er eru embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum og Landsbanka Føroya, ið hava ávísa servitan um kapitalumsiting, men sum nevnt omanfyri kann gerast neyðugt við meira servitan og orku á hesum øki.

Torført er at meta um kostnað og tal av fólki, ið tørvur kann gerast á í framtíðini. Støddin av serinntøkum til Búskapargrunn Føroya, og hvussu stórur partur av umsitingararbeiðinum verður lagt út til privatar fíggjarfyritøkur, eru nakrir faktorar, ið verða avgerandi fyri, hvussu stórari umsiting fer at verða tørvur á í framtíðini.

 

Landsstýrismaðurin í búskaparmálum varar av umsitingini av Búskapargrunni Føroya. Umsitingarligi kostnaðurin verður rindaður av Fíggjarmálaráðnum.

 

2.3 Avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya hevur ikki beinleiðis fíggjarligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

Uppskotið kann tó væntast at fáa óbeinleiðis jaliga ávirkan. Hetta umvegis tálman av sveiggjum í búskapinum, tálman av avlaging í búskapinum og tálman av møguligum versnandi kappingarføri.

 

Eisini fara íløgurnar í útbúgving og gransking at vera við til menna føroysku arbeiðsmegina, tá umræður vitan, at menna vinnugranskingina og sum heild at økja um vitanarstøðið í samfelagnum. Hetta kann væntast at bera í sær størri virðisøking, størri produktivitet og betri kappingarføri – og harvið størri virksemi og fleiri inntøkur til føroyska vinnulívið.

 

Eisini kann útbjóðing av kapitalumsiting til føroyskar privatar fíggjarfyritøkur bera í sær økt virksemi innan hesa vinnugrein.

 

Møgulig neilig ávirkan á vinnulívið kann gerast, at tað almenna møguliga fer at hava minni eftirspurning eftir vørum og tænastum frá tí privata. Hetta kann henda, um so er, at stigvíst minkandi skiftisgjaldið ikki verður uppvigað við stigvíst vaksandi inntøkum frá øðrum inntøkukeldum, ella samsvarandi útreiðsluminking, ið ikki ávirkar eftirspurning frá tí privata – eitt nú færri rentuútreiðslur til danska statin. 

 

2.4 Avleiðingar fyri umhvørvið

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya hevur ikki nakrar beinleiðis avleiðingar fyri umhvørvið.

 

2.5 Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya hevur ikki nakra beinleiðis avleiðing fyri serstøk øki í landinum.

Tó kann uppskotið óbeinleiðis fáa týdning fyri serstøk øki í landinum, eitt nú um peningurin úr grunninum til íløgur í útbúgving og gransking verður nýttur í serstøkum økjum í landinum, og um økt umsiting í framtíðini verður løgd í serstøkum økjum í landinum.

 

2.6 Sosialar avleiðingar

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya fer ikki í fyrsta umfari at hava nakra beinleiðis sosiala avleiðing.

Búskapargrunnur Føroya er ikki skipaður fyri at virka sum býtispolitiskt amboð hjá poltiska myndugleikanum. Men er politiskt ynski um at nýta eina framtíðar útgjaldskipan av realavkasti úr grunninum til at ávirka fíggjarliga býtið millum samfelagsbólkar, so kann hetta gerast við serstakari lóg. Tílíkt býti er tó ikki partur av hesum uppskoti um Búskapargrunn Føroya.

 

Búskapargrunnur Føroya kann hinvegin metast sum býtisamboð millum verandi ættarlið og komandi ættarlið, tá umræður serinntøkur. Serinntøkur verða við Búskapargrunni Føroya partvíst nýttar til verandi ættarlið, og partvíst nýttar til íløgur í varandi tilfeingi, ið kann koma komandi ættarliðum til góðar.

 

2.7 Millumtjóða sáttmálar

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya ávirkar ikki millumtjóða sáttmálar beinleiðis.

Tó hevur avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina um heildarveitingina týdning fyri inntøkur grunsins, eins og uttanlandsskuldin hjá landskassanum til danska statin verður ávirkað av hesum uppskoti. Verður skjótt farið undir skipaða umskipan og sølu av fyritøkum landsins, og inntøkur frá hesum nýttar til at rinda aftur uttanlandsskuld landskassans til danska statin - sambært hesum uppskoti um Búskapargrunn Føroya - verður uttanlandaskuld landskassans til danska statin rindað eftir fáum árum.

 

2.8 Skyldur álagdar einstaklingum

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya áleggur ikki einstaklingum nakrar skyldur.

 

2.9 Heimildir til annan landsstýrismann ella kommunur

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya flytur ikki heimild frá einum landsstýrismanni til annan, ella millum land og kommunur.  

 

Talva 2.1 Avleiðingar

 

 

Fyri lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri serstøk
øki í
landinum

Fyri ávísar
samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Ja

(Ja)

Nei

Nei

(Ja)

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avtalur í mun til altjóða avtalur/reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

(Ja)

 

Viðmerkingar: (Ja) merkir, at avleiðingar møguliga kunnu gera seg galdandi.

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1. Endamál

Henda grein lýsir endamálið við Búskapargrunni Føroya. Grunnurin skal tryggja áhugamál Føroya fólks í samband við serinntøkur landsins. Serinntøkur landsins verða lýstar í § 2 – sum inntøkur frá ikki-varandi tilfeingi. Grunnurin hevur somuleiðis til endamál at vera eitt amboð, ið kann nýtast til at røkka einum sjálvberandi føroyskum búskapi.

 

Búskapargrunnur Føroya virkar fyri, at inntøkur frá ikki-varandi tilfeingi verða nýttar til íløgur í varandi tilfeingi. Harvið koma inntøkur frá ikki-varandi tilfeingi bæði núlivandi og komandi ættarliðum til góðar.

 

Til § 2. Inntøkur

Inntøkur Búskapargrunsins eru sambært § 2 serinntøkur, umframt møguligt yvirskotsgjaldføri, ið landið fer at hava tilgóðar í framtíðini.

Serinntøkur fevna, sambært § 2, stk. 2, um skatt og avgjøld frá útvinning av kolvetnum í Føroyum, heildarveiting úr ríkiskassa Danmarkar og gjaldførisinntøkur landskassans, í sambandi við sølu og umskipan av fyritøkum og stovnum landsins, umframt rentur og avkast av grunnfænum.

 

Umframt nevndu serinntøkur í § 2, stk. 2 kunnu aðrar serinntøkur eisini hugsast. Eitt nú møguligar ”eingangsinntøkur” frá gengransking í Føroyum í framtíðini. Henda lóg avmarkar seg tó til inntøkur frá teimum serinntøkum, ið eru nevndar í § 2, stk. 2.
Talan er um serinntøkur, ið eru mest sannlíkar komandi árini. Eisini er avmarkingin gjørd fyri at gera umsitingina av Búskapargrunni Føroya so greiða sum møguligt.

Endamálið við Búskapargrunni Føroya er at beina allar serinntøkur av týdningi frá ikki-varandi tilfeingi í grunnin, fyri at javna nýtsluna av hesum peningi yvir eitt longri tíðarskeið. Taka aðrar serinntøkur - enn tær, ið nevndar eru í § 2, stk. 2 - seg upp í framtíðini, eigur hendan lógin tí at verða endurskoðað fyri at taka aðrar serinntøkur við sum inntøkur í Búskapargrunn Føroya.

 

Búskapargrunnur Føroya verður á serstakari konto á fíggjarlógini, helst undir greinini viðvíkjandi gjaldføri.

 

Í § 2, stk. 3 verður ásett, at gjaldføri landskassans, sum í ár 2006 og fylgjandi ár er omanfyri minstainnlán landskassans, sambært løgtingslóg hesum viðvíkjandi, kann flytast Búskapargrunni Føroya við fíggjarlógini. Endamálið við hesi áseting er at geva politiska myndugleikanum møguleika fyri, at beina stórt bygnaðarligt yvirskot hjá landskassanum yvir í Búskapargrunn Føroya – um slíkt skuldi víst seg í framtíðini. Tílíkt yvirskot kundi gjørst veruleiki eftir eitt tíðarskeið við stórum inntøkum til landskassan. Verður politiskt ynskt at javna hesar inntøkur yvir eitt longri tíðarskeið, kann hetta verða gjørt við at flyta peningin í Búskapargrunnin, heldur enn at nýta peningin. Tað gjaldførið, sum á hendan hátt verður flutt Búskapargrunni Føroya, kann ikki takast aftur til vanligan rakstur á løgtingsfíggjarlógini, men verður hinvegin umvegis realavkast av íløgum Búskapargrunsins partur av varandi útgjaldinum úr Búskapargrunni Føroya.

 

Vegna afturrindan av uttanlandsskuld til danska statskassan og undirskot á løgtingsfíggjarlógunum í 2004 og í 2005 er gjaldføri landskassans ikki longur omanfyri minstainnlán landskassans á 15% av BTÚ.

 

Í mai 2005 vóru í miðal 1.291 mia. kr. í Landsbanka Føroya, og minstainnlánið varð tá ásett at vera 1.500 mia. kr. RLÚ á løgtingsfíggjarlógini fyri 2005 vísir eitt undirskot á 228 mió. kr. Tí verður ikki talan um at flyta yvirskotsgjaldføri í fyrsta umfari, men økist gjaldføri landskassans aftur í framtíðini, er møguleiki fyri at flyta hetta í Búskapargrunn Føroya.

 

Til § 3. Útgjaldskipan

§ 3, stk. 4 ásetir meginreglu um, at útgjaldið úr Búskapargrunni Føroya í mesta lagi kann verða tað realavkast, ið Búskapargrunnurin vinnur av íløgum sínum í farnum tíðarskeiði.

Ásett verður, at Føroya Landsstýri leggur fram ítøkiligt uppskot til løgtingslóg um nýtslu av realavkastinum av íløgum Búskapargrunsins, tá samantaldu inntøkur grunsins eru íalt 3,5 mia. kr. Til og við at skuld landskassans til danska statin er rindað, eru serinntøkur frá umskipan og sølu av fyritøkum landsins tó undantiknar, tí hesar skulu nýtast at rinda aftur skuld landskassans til danska statin.

 

Undantak fyri omanfyri nevndu meginreglu er skiftisgjaldið úr Búskapargrunninum til landskassan fram til ár 2013, umframt nýtsla av serinntøkum frá umskipan og sølu av fyritøkum landsins til at rinda aftur uttanlandsskuld landskassans til danska statin.

Komið skal ikki verða nærri inn á eina útgjaldskipan av realavkasti úr Búskapargrunni Føroya, tí neyðugt verður við víðfevndum útgreiningararbeiði og samfelagsligum kjaki í hesum sambandi.

Tá umræður útgjaldi, ið fer at virka beinanvegin - er talan um eitt skiftisgjald úr Búskapargrunni Føroya til landskassan. 

 

Skiftisskipanin hevur til endamáls at tryggja, at nýtslan av heildarveitingini úr danska statskassanum verður framd í samsvari við høvuðsendamál Búskapargrunsins, ið m.a. er ein útjavning av serinntøkum landskassans millum verandi og komandi ættarlið.

 

Eisini virkar skiftisgjaldið sum ein føroysk skiftisskipan, ið kann gera landskassan óheftan av heildarveitingini yvir 8 ár – frá 2006 til og við 2013. Harvið vil ein framtíðar broyting í hesi serinntøku ikki ávirka landskassan stórvegis.

Hinvegin er greitt, at skal landskassin ikki fáa enn størri RLÚ-undirskot av hesi skipan krevst, at politisku myndugleikarnir nýta hesi 8 árini (2006-2013) til at tillaga inntøku- og útreiðslustøðið í mun til minkandi inntøkurnar frá skiftisgjaldinum.

Skiftisgjaldið er fyrsta árið ásett at verða 600 mió. kr. – ið svarar áleið til heildarveitingina úr danska ríkiskassanum á 615,5 mió. kr. – og minkar við 75 mió. kr. árliga til og við 2013. Í 2014 er landskassin sostatt leysur av heildarveitingini, skiftisgjaldinum og skiftisskipanini.

 

§ 3, stk. 2 ásetir, at gjaldførisinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær frá umskipan og sølu av fyritøkum landsins skulu fylgjandi fíggjarárið nýtast til at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin. Hetta fyri at spara rentuútreiðslur og gera landskassan óheftan av donskum ríkislánum.

Uttanlandsskuld landskassans til danska statin er kr. 1,5 mia. kr. (+ 0,5 mia. kr., ið eru rentu- og avdráttarfríar, og bert skulu rindast, um farið verður undir útvinning av kolvetni í Føroyum áðrenn ár 2018) .

Í 2004 vórðu 82,5 mió. kr. rindaðar í rentum, og 76,5 mió. kr. rindaðar í avdráttum av láninum frá danska statinum. Varð henda uttanlandsskuld rindað, og sloppið varð undan hesum rentuútreiðslum, hevði hetta sostatt verið ein mótvekt til minkandi inntøkur landskassans frá skiftisgjaldinum.


Eginpeningurin í almennu fyritøkunum, ið ætlanir eru at einskilja, liggur væl omanfyri skuld landskassans til danska statin. Tí eru ríkir møguleikar fyri at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin, um farið verður undir ætlaðu søluna og umskipanina av ávísum almennum fyritøkum.

 

§ 3, stk. 3 ásetir, at av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina, skal minst 1/4 verða nýttur til menning av útbúgving og gransking í Føroyum. Tá skiftigjaldið fyrsta árið – tvs. ár 2006 - er ásett til 600 mió. kr, verður fyrsta upphæddin til menning av útbúgving og gransking úr Búskapargrunninum til løgtingsfíggjarlógina ásett til kr. 150 mió. kr. Henda upphædd minkar síðan fylgjandi 7 árini, í samsvari við minkandi skiftisgjald. Tað verður so til politiska myndugleikan at avgera, um upphæddin skal varðveitast umvegis raðfesting av útreiðslunum á løgtingsfíggjarlógini.

Talan er sostatt um at nýta stóran part av skiftisgjaldinum til íløgur vitan – íløgur í varandi tilfeingi. Hetta fer óivað at verða við til at hækka vitanarstøðið í føroyska samfelagnum, og harvið m.a. at hækka virðisøkingina og inntøkustøðið í samfelagnum. Hóast trupult er at áseta eina upphædd, kann hetta gerast ein mótvekt til minkandi inntøkur landskassans frá skiftisgjaldinum. 

 

§ 3, stk. 5 ásetir, at inntøkur grunsins, frá sølu og umskipan av fyritøkum landsins gerast partur av samantaldu inntøkum grunsins, tá uttanlandsskuld landskassans til danska statin er rindað. Hetta orsakað av, at inntøkur grunsins frá sølu og umskipan av fyritøkum landsins sambært § 3, stk. 2, í fyrsta umfari skulu nýtast at rinda skuld landskassans til danska statin. Tá henda skuld er rindað, gerast inntøkur frá sølu og umskipan av fyritøkum landsins partur av samantaldu inntøkum og íløgunum hjá Búskapargrunni Føroya.

 

Til § 4. Røkt av ogn

§ 4 ásetir, hvussu ogn Búskapargrunsins skal røkjast. Í § 4, stk. 1 verður ásett, at peningur Búskapargrunsins verður settur í virðisbrøv á fíggjarmarknaðum. Víst kann í hesum sambandi verða til galdandi lóg um Landsbanka Føroya, har bankasamband landskassans m.a. hevur møguleika fyri at keypa virðisbrøv, ið eru útgivin í og uttanfyri Føroyar.

 

Búskapargrunnur Føroya kann ikki standa fyri beinleiðis útláni. Hetta merkir somuleiðis, at Búskapargrunnur Føroya ikki kann gera beinleiðis íløgur í fasta ogn og onnur real-virði.  Ongin forðing er tó fyri, at peningur úr Búskapargunninum verður nýttur til íløgur í partabrøv hjá børs-skrásettum feløgum, ið hava virkisøki, ið hava við fasta ogn og real-virði at gera.

 

§ 4, stk. 1 ásetir eisini, at íløgur Búskapargrunsins verða framdar eftir almennum leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti til spjaðing av vága. Hetta merkir m.a. at Búskapargrunnur Føroya ikki ger íløgur í ávíst felag fyri at fáa beinleiðis ávirkan á rakstur av felagnum. Í leiðreglunum eigur hámark at verða sett fyri, hvussu stórur partur av partabrøvum hjá einstakari fyritøku kann verða keyptur.  Eitt nú kann nevnast, at norska Finansdepartementet hevur sett hámark á 1% fyri íløgupart hjá norska oljugrunninum í útistandandi partabrøv hjá einstakari fyritøku.

Landsstýrismaðurin í búskaparmálum stendur sambært § 5 fyri umsiting av Búskapargrunni Føroya og skal í hesum sambandi áseta nærri leiðreglur um íløgumannagongd hjá Búskapargrunni Føroya, við atliti til størst møguligan vinning og við atliti til spjaðing av vága. Víst kann í hesum sambandi verða til galdandi leiðreglur í samband við umsiting av gjaldføri landsins.

§ 4, stk. 2 ásetir, at Búskapargrunnurin kann hava arbeiðsgjaldføri á innlánskonti í sentralbankum, peningastovnum og øðrum fíggjarstovnum. Henda áseting loyvir Búskapargrunninum at gera bilateralar avtalur við peningastovnar, sentralbankar og aðrar fíggjarstovnar í sambandi við arbeiðsgjaldføri.

§ 4, stk. 3 ásetir, at altjóða keypiorka av peningi grunsins skal tryggjast á bestan hátt. Hetta er eitt framhald og ein nágreining av ásetingini í § 4, stk. 1 um spjaðing av vága. 

 

Til § 5. Umsitingarlig viðurskifti

§ 5 ásetir, at tað er landsstýrismaðurin í búskaparmálum, ið hevur heimild at standa fyri umsiting av Búskapargrunni Føroya í samsvari við teir karmar, ið lógin um Búskapargrunn Føroya ásetir. Fíggjarmálaráðið rindar fyri umsitingina av grunninum.

 

§ 5, stk. 2 og 3 áseta, at umsitingin av Búskapargrunni Føroya skal vera gjøgnumskygd. Hetta er í samsvari við góðan fyrisitingarsið, og í samsvari við ynskið um, at føroyingar skulu hava fult álit á, at ogn Føroya fólks verður umsitin á tryggan og fullgóðan hátt.

 

Týðandi tættir í gjøgnumskygninum er greitt ábyrgdarbýti av ymsu tættunum í umsitingini av Búskapargrunni Føroya, og greið uppseting av løgtingsfíggjarlógini, ið týðiliga vísir skilnað millum vanligu inntøkur landskassans og serinntøkur landskassans.

 

§ 5, stk. 4 ásetir, at landsstýrismaðurin í búskaparmálum skal fyriskipa neyðugar reglur, ið skulu lýsa hvussu flytingar millum Búskapargrunn Føroya og løgtingsfíggjarlógina fara fram á løgtingsfíggjarlógini.

 

Til § 6. Gildiskoma

Onki er at viðmerkja. 

1. viðgerð 12. august 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 4. november 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen, løgtingsmenn,  hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 29. juli 2005, og eftir 1. viðgerð 12. august 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. august, 8. og 21. september, 20. og 31. oktober 2005.  

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fundir við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Landbanka Føroya og Búskaparráðið.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg i ein  meiriluta og ein  minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kári P. Højgaard) metir, at tað er týdningarmikið at fáa skipað ein búskapargrunn, og er nevndin samd um, at fortreytirnar eru:

 

Meirilutin heldur, at best var, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tók stig til at at orða eina slíka lóg, og at ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum luttekur.

 

Við hesum mælir meirilutin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Karsten Hansen og Maiken Krabenhøft) metir, at lógin um búskapargrunn ikki eigur at verða ein vanlig løgtingslóg, men at strangari treytir eiga at verða fyri at gera broytingar eins og við stýrisskipanarlógini.

 

 

Minnilutin mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið og setir fram soljóðandi: 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

§ 6 verður orðað soleiðis:

 

"§ 6. Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. § 57, stk. 1  í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya er á sama hátt galdandi fyri broytingar av hesi løgtingslóg." 

 

Viðmerkingar:

Slíkt uppskot er í roynd og veru ein broyting av stýrisskipanarlógini. Stýrisskipanarlógin ásetir mannagongdina fyri, hvussu løgtingslógir, herundir broytingarlógir, verða viðgjørdar og samtyktar.

 

Skulu broytingar gerast í hesum mannagongdum, mugu tær gerast eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 57, stk. 1. Skal krav setast um, at løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya bert kann broytast eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 57, stk. 1, so má henda løgtingslógin tí eisini í síni heild samtykkjast eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 57, stk. 1.

2. viðgerð 29. november 2005. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Karsten Hansen og Meiken Krabenhøft til § 6 fall 8-0-23. §§ 1 til og við 6 fullu 10-0-21. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.