Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

92. fundur

 

Ár 2007, mánadagin 7. mai, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Sverre Midjord og Jenis av Rana, Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv
§§ 1 til og við 5 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir
Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Marjus Dam, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, John Johannessen og Kaj Leo Johannesen til §§ 1 og 2 samtykt 20-0-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2006: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð
Uppskot frá Kára P. Højgaard um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, Gerhard Lognberg og Heðin Zachariasen,  til §§ 4, 5 og 11 samtykt 19-8-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-7-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
 

Fundur nirðurlagdur 12.27

Fundur uppafturtikin kl. 13.30


Málið beint í mentanarnevndina
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar
Málið beint í mentanarnevndina
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007
Málið beint í fíggjarnevndina
 

7.      Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-36/2006 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligum holum í kapitalvinningsskattalógini
Málið avgreitt.
 

8.      Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-37/2006 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi forsyrgjarum undir endurbúgving
Málið avgreitt.
 

9.      Val av § 25 nevnd at gera uppskot til Stjórnarskipan Føroya við støði í áliti um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni hin 18. desember 2006 av fyrru stjórnarskipanarnevndini

Vald vórðu Lisbeth L. Petersen, Marjus Dam, Kristian Magnussen, John Johannessen, Høgni Hoydal, Finnur Helmsdal, Anfinn Kallsberg, Poul Michelsen, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard.
 

 Tikið av dagsskrá:  

Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Dalstunlinum


Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 8. mai 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.      Møguliga 3. viðgerð av tingmáli nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

2.      Møguliga 3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir

3.      Møguliga 3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2006: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
Málið verður beint í mentanarnevndina

5.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-32/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarpakkanum

6.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi varðveitan av órørdu náttúruni í Føroyum

7.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til ferðaútreiðslur

8.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Dalstunlinum

9.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 19.45 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari