Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

81.  fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin 13. apríl, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Marjus Dam, løgtingsmaður, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Bárður Nielsen  vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr.  90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne om rettens pleje”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 21-8-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 105/2006: Uppskot til løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.
§§ 1 til og við 25 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr.  78/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn
§§ 1 og 2 samtykt 28-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.        2. viðgerð av tingmáli nr.  82/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (foreldragjald)
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 30-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2006: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn
§§ 1 og 2 samtyktar 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.        Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-27/2006 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Televarpinum
Málið avgreitt.
 

7.        Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-29/2006 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi orsøkini til høga seingjardagatalið á sjúkrahúsunum
Málið avgreitt.
 

8.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 72/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 95/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 103/2006: Uppskot til løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð og nr. 102/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum  frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi varðveitan av órørdu náttúruni í Føroyum

nr. 100-34/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avtalu millum Føroyar og Ísland um sínámillum fiskiveiðu og avtalu millum Danmark og Ísland um føroyskt loftrúm

nr. 100-35/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Dalstunlinum

nr. 100-36/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligum holum í kapitalvinningsskattalógini

nr. 100-37/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi forsyrgjarum undir endurbúgving, og

nr. 100-38/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til ferðaútreiðslur

   

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 13. apríl 2007, kl. 14.10, við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum  frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi varðveitan av órørdu náttúruni í Føroyum

2.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avtalu millum Føroyar og Ísland um sínámillum fiskiveiðu og avtalu millum Danmark og Ísland um føroyskt loftrúm

3.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Dalstunlinum

4.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-36/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligum holum í kapitalvinningsskattalógini

5.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi forsyrgjarum undir endurbúgving 

6.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til ferðaútreiðslur

7.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 14.08 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari