100-29 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi  orsøkini til høga seingjardagatalið á sjúkrahúsunum

Orðaskifti 

Ár 2006, hósdagin 1. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

 

  1. Er tað rætt, at samanlagda talið av seingjardøgum á sjúkrahúsunum í Føroyum  er nógv hægri enn í okkara grannalondum?
    1. Hvørji eru tey nýggjastu tølini hesum viðvíkjandi fyri Føroyar og fyri hini Norðurlondini.
    2. Um talið fyri Føroyar framvegis er nógv hægri enn aðrastaðni, er høvuðsorsøkin til hetta høga seingjartal, at sjúklingar, sum áttu at verið útskrivaðir til annað stað í samfelagnum, verða verandi á sjúkrahúsinum, tí onki heim ella bústaður er at taka ímóti teimum?

 

  1. Kann landsstýrismaðurin geva eina fatan av ella innlit í hvørji støð/heim og hvussu nógvir stovnar og heim úti í samfelagnum skulu til fyri at geva hesum borgarum, sum verða sjúklingaviðgjørdir, virðilig kor, og samstundis geva sjúkrahúsunum orkuna til tað, hon er ætlað?

 

  1. Hvat verður gjørt fyri at menna rehabiliteringina?
    1. Kann landsstýrismaðurin geva eina lýsing av, hvussu nógvum innleggingum kundi verið sloppið undan, um vit høvdu eina vælvirkandi rehabiliteringsskipan?

 

  1. Hvussu nógv eldri liggja á sjúkrahúsunum, men sum áttu at ligið á ellis- ella røktarheimi ella sambýli?
    1. Nær kunnu vit rokna við, at ellisheimstørvurin er so mikið útbygdur, at sjúkrahúsini sleppa undan partvíst at virka sum eitt fyribils røktarheim?

 

  1. Hvussu nógv sálarsjúk eru innløgd á psykiatisku deild? Og hvussu nógv av hesum áttu at verið útskrivað til heim ella stovn fyri sálarsjúk?
    1. hvat verður gjørt fyri at nøkta henda tørv? Og nær verður hann nøktaður?

 

Viðmerkingar

Endamálið við hesum fyrispurningi er at skunda undir ta gongd, sum ger samfelagið ført fyri at taka ímóti teimum, sum verða útskrivað, ella sum áttu at verið útskrivað av sjúkrahúsunum í Føroyum. Teimum, sum hava fyri neyðini, at onkur tekur ímóti teimum. Her verður ikki hugsað um teirra avvarðandi. Men at heim ella stovnur, sum er ætlað fólki við skerdum korpsligum ella sálarligum førleika er tøkur, soleiðis at hesi fólk ikki verða sjúkliggjørd inni á sjúkrahúsi óneyðuga leingi.

 

Sum tað sæst í spurningunum hevur undirritaða ein varðhuga av, at talið av seingjardøgum á sjúkrahúsunum í Føroyum er nógv hægri enn aðrastaðni. Orsøkin til høga talið er neyvan tí, at vit gera eina samsvarandi betri tænastu, men heldur tí, at liðugt viðgjørd fólk verða verandi á sjúkrahúsinum, tí tey hava ongastaðni at fara, og eru ikki nóg væl fyri til at tey kunnu klára seg sjálvi. Mangul upp á ellis og røktarheim/sambýli ger sítt, og mangul upp á heim til sálarsjúk sítt. Í triðja lagi er hugsandi, at manglandi rehabiliteringsskipan  úti í samfelagnum viðførir, at fólk, sum verða útskrivað, koma alt ov skjótt innaftur, tí eingin skipað rehabilitering er at hjálpa teimum til at gerast teir sjálvstøðugu borgarar, sum tey annars kundu blivið.

 

Í grein í Dimmalætting frá 27 mai 2002 vísir ein av okkara yvirlæknum, Jákup Petersen á, hvussu høgt talið á samanlagdum seingjardøgum á sjúkrahúsi pr 1000 íbúgvar er í Føroyum í mun til í hinum Norðurlondum.

Í greinini stendur:

Samanlagdir seingjardagar á sjúkrahúsi pr 1000 íbúgvar (OECD 1999)

 

Menn             Kvinnur          íalt

Danmark        966                1223              2189

Føroyar          1532              1936              3468

Grønland        968                1851              2819

Finland           932                1027              1959

Àland             1015              1245              2260

Ìsland             936                1298              2234

Noreg            821                1024              1845

Svøríki           920                1116              2036

 

 

Hesi tøl, sum vóru OECD tøl frá 1999, eru nú 7-8 ára gomul, og eru allarhelst broytt nakað, síðani bygging av ellisheimum av álvara tók dik á seg í 2003. 

                     

Annað, sum hevur verið nevnt sum orsøk til høga talið av seingjardøgum, er, at alt ov nógv fólk við sálarligum trupulleikum liggja á psykiatrisku deild, tí landið ikki hevur megnað at útbygt talið av heimum fyri sálarsjúk. Eisini her kann talið verða batnað nakað síðani gongd kom á at útvega hesi heim í 2003.

 

Triðja orsøkin kann eisini hugsast at verða manglandi rehabiliteringsdeildir, sum kunnu taka ímóti útskrivaðum sjúklingum og tryggja teimum, at tey koma so mikið væl fyri seg, at tey kunnu koma út aftur í samfelagið og í fleiri ella flestu førum verða sjálvbargin aftur.

 

Vandin við ikki at hava eina útbygda rehabiliteringsskipan er, at  fleiri fólk, sum verða útskrivað av sjúkrahúsið, enda aftur inni á sjúkrahúsinum eftir nakrar mánaðir, á sama støði, sum tey vóru, áðrenn tey vórðu innskrivað av fyrstan tíð. Hetta vil, tá til stykkis kemur, geva hesum fólkum eina óneyðuga trupla lívsgóðsku, sum kann hava ómetaliga stóran skaða fyri tey sjálvi og samband  teirra við avvarðandi. Ein vælútbygd rehabiliteringsskipan kann  hinvegin geva hesum fólkum lívsgleðina, sjálvbjargni og arbeiðsførleikan aftur. Á landssjúkrahúsinum hava vit eina góða uppbyggingareind, sokallaða fysioterapi, hendan vísir seg at geva ómetaliga góð úrslit, men tey hava eittans  til uppgávu at taka sær av sjúklingunum, meðan hesi eru innløgd á sjúkrahúsinum.

 

Ongastaðni kann ein slík annars vælvirkandi fysioterapi geva nøktandi úrslit, uttan so at samfelagið hevur eina rehabiliteringsskipan, sum tekur ímóti fólkunum, og sum er við til at uppvenja hesi, til tey eru so mikið væl fyri, at tey klára seg væl sjálvi.

 

Um tað er rætt, at talið av seingjardøgum er óneyðuga høgt í Føroyum, kann avleiðingin verða, at orka frá serútbúnum læknum og sjúkrasystrum verður brúkt til sjúklingar, sum onnur fakfólk eiga at taka sær av. Avleiðingin verður so eisini, at hesi fakøki hava avmarkaða orku til tað arbeiði, sum teimum var ætlað.

 

Á tingfundi 6. februar 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 13. apríl 2007 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

 

1.      Er tað rætt, at samanlagda talið av seingjardøgum á sjúkrahúsunum í Føroyum er nógv hægri enn í okkara grannalondum?

 

Stutta svarið er ja! Føroysku seingjardagarnir eru nógv fleiri enn í okkara grannalondum, og hví so er, verður komið nærri inn á í svarinum til spurning 1b.

 

a.      Hvørji eru tey nýggjastu tølini hesum viðvíkjandi fyri Føroyar og fyri hini Norðurlondini?

 

Nýggjastu tølini, ið kunnu samanberast, eru frá 2004 og finnast á heimasíðuni hjá NOMESKO (Nordisk Medicin Statistisk Komite). Viðmerkjast skal, at tølini, sum verða nýtt í svarinum til hendan spurning, ikki eru tikin úr sjálvari útgávuni, men úr hagtalsgrunninum. Hetta fyri at kunna greina svarið betur. Í talvuni niðanfyri síggja vit yvirlit yvir seingjadagatalið pr. 1.000 íbúgvar býtt á kyn og samanlagt fyri norðurlond.

 

Talva 1: Seingjardagar pr. 1.000 íbúgvar í norðurlondum 2004 (ikki íroknað frískir nýføðingar og avvarandi)

 

Menn

Kvinnur

Bæði kynini

Danmark

874

1015

945

Føroyar

1252

1498

1371

Finland

1036

994

1014

Áland

912

1154

1034

Ísland

699

933

816

Noreg

823

974

899

Svøríki

697

822

760

 

Sum tað sæst í talvuni omanfyri, so eru tølini í 2004 yvirhøvur lægri enn tey, spyrjarin vísir á í sínum yvirliti. Ein av orsøkunum til hetta er uttan iva tann umleggingin, sum alla tíðina fer fram til meira ambulanta viðgerð og harvið færri seingjardagar. Staðfestast kann tó, at føroysku seingjardagarnir pr. 1.000 íbúgvar framvegis eru nógv hægri enn í grannalondunum. Hartil skal sigast, at innleggingar til serviðgerð uttanlands ikki eru íroknaðar talinum. Her vóru í 2004 umleið 170 seingjardagar fyri hvørjar 1.000 íbúgvar.

 

b.      Um talið fyri Føroyar framvegis er nógv hægri enn aðrastaðni, er høvuðsorsøkin til hetta høga seingjartal, at sjúklingar, sum áttu at verið útskrivaðir til annað stað í samfelagnum, verða verandi á sjúkrahúsinum, tí onki heim ella bústaður er at taka ímóti teimum?

 

Tað er ikki møguligt at svara einfalt uppá hendan spurningin, tí tað eru fleiri orsøkir til høga seingjardagatalið.

 

Áðrenn farið verður undir at gera niðurstøður, er neyðugt at fáa hagtølini so samanberilig sum møguligt. Eitt av høvuðsendamálinum hjá NOMESCO (Nordisk Medicin Statistisk Komite), sum er ein nevnd undir Norðurlandaráðnum, er at savna hagtøl og gera hesi samanberilig. Hóast nakað er komið áleiðis, er eisini nakað eftir fyri at koma á mál grundað á ymisk viðurskifti í teimum ymisk londunum. Her kunnu nevnast demografisk og geografisk viðurskifti, sum kunnu vera rættiliga ymiska ímillum størru londini og smærru londini. Sum dømi kann nevnast fjarstøða frá serkunnleika og ójavnt aldursbýti í ymisku londunum.

 

Hvussu væl tølini frá 1999, sum spyrjarin vísir til, eru reinsaði fyri ymisk viðurskifti í ymisku londunum, kann eg ikki uppá standandi fót svara uppá, her skal eitt størri greiningararbeiði til, og havi eg valt ístaðin at greina nýggjastu tølini.

 

Eitt uppáhald er, at tey sálarsjúku telja nógv í okkara seingjardagahagtølum í mun til grannalondini, við tað at okkara viðgerð og bústaður ikki í sama mun eru flutt úr sjúkrahúsverkinum. Fyri at kanna hetta er í Talvu 2 niðanfyri sama yvirlit uppsett sum Talvu 1, burtursæð frá, at  seingjardagarnir fyri allar diagnosurnar í bólkinum “Sinnis- og atburðarsjúkur” eru tiknar burturúr hjá øllum londunum.

 

Talva 2. Seingjadagar pr. 1.000 íbúgvar í norðurlondum 2004, undantikið “Sinnis- og atburðarsjúkur” (ikki íroknað frískir nýføðingar og avvarandi)

 

Menn

Kvinnur

Bæði kynini

Danmark

861

1003

932

Føroyar

911

1157

1030

Finland

820

801

810

Áland

895

1134

1016

Ísland

674

898

786

Noreg

816

964

891

Svøríki

689

812

751

 

Vit síggja út frá uppgerðini í Talvu 2, at seingjardagarnir hjá teimum sálarsjúku forklára ein stóran part av muninum ímillum Føroyar og hini norðurlondini.

 

Eitt annað uppáhald er, at vit í Føroyum ikki enn eru komin so langt, tá tað snýr seg um at umleggja innleggingar til ambulanta viðgerðir. Harafturat kann roknast við, at fjarstøðan til serkunnleikan kann viðføra fleiri innleggingar enn í grannalondunum. Í hesum sambandi skal nevnast, at á  fíggjarlógini fyri 2007 eru ein onkologur (serlækni í krabbameini) og ein neurologur raðfestir. Eg fari eisini at taka stig til, at tað verður gjørd ein raðfestingarætlan fyri serlæknaøkið, ið skal fevna um tey næstu 4-5 árini. Fjarstøðan til serkunnleikan kann viðføra fleiri innleggingar enn í grannalondunum, tí tað t.d. kann hugsast, at ein sjúklingur bæði verður innlagdur í Klaksvík, á Landsjúkrahúsinum og síðani á Ríkissjúkrahúsinum undir útgreinan og viðgerð av somu sjúku. Um hetta er so, eigur tað at síggjast aftur í tølunum fyri innleggingar í Føroyum. Talva 3 vísir talið av innlegginum fyri hvørjar 1.000 íbúgvar í norðurlondum.

 

Talva 3. Innleggingar pr. 1.000 íbúgvar í norðurlondum 2004, undantikið “Sinnis- og atburðarsjúkur” (ikki íroknað frískir nýføðingar og avvarandi)

 

Menn

Kvinnur

Bæði kynini

Danmark

183

215

199

Føroyar

188

233

210

Finland

191

215

203

Áland

187

239

213

Ísland

127

194

160

Noreg

157

185

171

Svøríki

133

162

147

 

Í Talvu 3 sæst, at vit, burtursæð frá Álandi, hava flest innleggingar, og kann hetta forklára umleið eini 50-60 seingjardagar av muninum ímillum Føroyar og Danmark, um roknað verður við eini miðal innleggingartíð uppá 5-6 dagar. Vit eiga eisini her at hava í huga, at vit hava lutfalsliga fleiri ung fólk enn t.d. Danmark, og harvið uttan mun til annað eiga at hava færri innleggingar, tí tað eru í eldru aldursbólkunum, at lutfalsliga flest innleggingar eru.

 

Eitt annað, sum vit hava lagt til merkis, er høga barnsburðartalið í Føroyum, sum sæst aftur í hagtølunum. Innleggingar í sambandi við barnsburð gera, at føroyskar kvinnur hava 87 fleiri seingjardagar pr. 1.000 kvinnur enn danskar kvinnur, tilsamans gevur hetta ein mun uppá 40 dagar. Orsøkin til hendan munin er bæði tað, at føroyskar kvinnur føða fleiri børn, og at tær í miðal liggja longri á sjúkrahúsi í sambandi við eina føðing.

 

Út yvir frágreiðingarnar omanfyri so síggja vit í okkara hagtølum, at tað serliga í aldursbólkinum 65-90 ár eru fleiri seingjardagar á sjúkrahúsunum enn í okkara grannalondum, og skyldast hetta m.a. tað, sum spyrjarin nevnir um manglandi tilboð í primeru heilsutænastuni.

 

Samanumtikið eru orsøkirnar til, at føroysku seingjardagatølini hava verið lutfalsliga høg, hesar:

 

1.    Viðgerð av og bústaður hjá sálarsjúkum eru ikki í sama mun flutt úr sjúkrahúsverkinum.

2.    Struktururin í sjúkrahúsverkinum (fjarstøða til serkunnleikan), og at umlegging frá innleggingum til ambulant ikki er komin so langt sum í grannalondunum.

3.    Ávís serføroysk fyribrigdi sum t.d. høgt burðartal.

4.    Manglandi tilboð í primeru heilsutænastuni.

 

Hartil skal tó leggjast afturat, at føroyska sjúkrahúsverkið hevur lutfalsliga nógvar sengur at leggja sínar sjúklingar í sæð í mun til hini norðurlondini. Niðanfyri er ein talva, sum samanber tøkar sengur fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

 

Talva 4. Tøkar sengur pr. 100.000 íbúgvar í nøkrum norðurlondum 2004. (Ísland, Finland og Áland eru ikki við, tí teirra hagtøl á hesum øki ikki eru sambærilig.)

 

Tøkar sengur

Tøkar sengur ekskl. psykiatri

Danmark

358

293

Føroyar

550

392

Noreg

353

295

Svøríki

301

251

 

 

2.      Kann landsstýrismaðurin geva eina fatan av ella innlit í, hvørji støð/heim og hvussu nógvir stovnar og heim úti í samfelagnum skulu til fyri at geva hesum borgarum, sum verða sjúklingaviðgjørdir, virðilig kor, og samstundis geva sjúkrahúsunum orkuna til tað, hon er ætlað?

 

Tað eru fyrst og fremst eldri óhjálpnir sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir, ið tað er trupult at útskriva, tí tað er, og hevur í longri tíð verið, mangul á røktarheimsplássum og eldrasambýlum. Hvussu nógvir eldri sjúklingar talan er um, og hvat arbeiði er í gongd fyri at fáa tey neyðugu plássini til vega, verður komið nærri inn á í svarinum til spurning 4.
 

 

3.      Hvat verður gjørt fyri at menna rehabiliteringina?

Tá eg tók við sum landsstýrismaður komu ein røð av sjúklingafeløgum á fund við meg fyri at umrøða viðurskiftini hjá teimum ymsu sjúklingabólkunum. Við støði í tí, sum sjúklingafeløgini greiddu frá, gjørdist greitt, at tað var illa statt á rehabiliteringsøkinum. Økið lá so at siga í órøkt. Henda støðan er ikki nøktandi fyri nakran, hvørki fyri tann einstaka ella fyri samfelagið. Tí er farið undir arbeiðið at betra um hesi viðurskifti.

 

Arbeiðið at betra um rehabiliteringsviðurskiftini í Føroyum er býtt í tveir høvuðspartar:

 

a)      Betri umstøður á Landssjúkrahúsinum fyri rehabilitering, og ein

b)      Rehabiliteringsætlan fyri Føroyar

 

Til a: Betri umstøður á Landssjúkrahúsinum fyri rehabilitering

Ein rehabiliteringsdeild hevur verið á Landssjúkrahúsinum síðani fyrst í 90’unum. Fysioterapiin og ergoterapiin húsast undir sera trongum og fullkomiliga ótíðarhóskandi umstøðum, ið ikki hava møguleika fyri at uppfylla krøvini, sum verða sett til eina nýmótans rehabiliteringseind.

 

Í apríl 2006 samtykti Løgtingið at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Í hesum sambandi fekk rehabiliteringin eina munandi hægri raðfesting, enn hon hevur havt. Hetta hevur m.a. við sær, at í framtíðini verður ergo- og fysioterapiøkið skipað sum ein rehabiliteringseind, har arbeitt verður í toymum við ymiskum yrkisligum førleikum. Endamálið er eitt betri rehabiliteringstilboð og tættari samstarv millum fakbólkar. Sjúklingarnir verða styttri innlagdir á sjúkrahúsi, og fleiri ambulantar funksjónir verða. Somuleiðis kemur rehabiliteringseindin eisini at hava tørv á betri møguleikum til ambulanta viðgerð.

 

Til b: Rehabiliteringsætlan fyri Føroyar

Ein høvuðstrupulleiki er, at sambandið millum teir almennu stovnarnar ikki virkar ella ikki virkar nóg væl, og at tilboðini til tey, sum hava tørv á rehabilitering, eru ikki nóg væl skipað ella samskipað. Ein óheppin avleiðing av hesum er, at brúkarar ikki fáa tey tilboð, sum teir annars hava heimild at fáa.

 

Arbeiðið at gera uppskot til at skipa økið er skipað soleiðis, at arbeiðsbólkar hava í fyrstu atløgu fingist við rehabiliteringsviðurskifti hjá trimum stórum sjúklingabólkum, t.e. ávikavist heilaskaddum, giktasjúklingum og spastikarum. Uppgávan hevur verið at lýsa støðuna hjá hvørjum sjúklingabólki sær, at gera eina meting av tørvinum og koma við tilmæli um, hvussu rehabiliteringsviðurskiftini eiga at verða skipað.

 

Í aðru atløgu, og sum eitt framhald av arbeiðnum hjá fyrr nevndu bólkum, setti eg á heysti 2006 ein verkætlanarbólk, sum skal handa mær eitt álit í apríl í ár. Ein samskipari er settur sum burturav tekur sær av rehabiliteringsætlanini. Harumframt eru 200 tkr. játtaðar á fíggjarlógini fyri 2007 til hetta endamál.

 

Verkætlanarbólkurin skal gera eitt uppskot um, hvussu vit kunnu betra, skipa, samskipa og dagføra rehabiliteringsøkið í Føroyum. Í uppskotinum skulu tey serliga leggja dent á tann partin av rehabiliteringini, sum snýr seg um likamliga afturvenjing – seinni verða aðrir partar av rehabiliteringini viðgjørdir.

 

4.      Kann landsstýrismaðurin geva eina lýsing av, hvussu nógvum innleggingum kundi verið sloppið undan, um vit høvdu eina vælvirkandi rehabiliteringsskipan?

 

Tað er ógjørligt hjá mær at geva eina lýsing av, hvussu nógvum innleggingum kundi verið sloppið undan, um vit høvdu eina vælvirkandi rehabiliteringsskipan. Hetta kemst av, at eingi hagtøl og ei heldur kanningar eru gjørdar um hesi viðurskifti í Føroyum. Eg meti tó, at ein vælvirkandi rehabiliteringsskipan fyrst og fremst kemur at geva fólki eina hægri lívsgóðsku. Væntast skal, at   innleggingartíðin verður stytt, umframt at tað verður fyribyrgt, at fólk enda aftur í viðgerðarskipanini á sjúkrahúsunum.   

 

5.      Hvussu nógv eldri liggja á sjúkrahúsunum, men sum áttu at ligið á ellis- ella røktarheimi ella sambýli?

 

Í løtuni liggja 10 eldri sjúklingar, sum áttu at ligið á ellis- og røktaheimi ella sambýli, á sjúkrahúsunum. Tað skal viðmerkjast í hesum sambandi, at talið er skiftandi. Í løtuni er t.d. ongin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, men í fjør vóru fleiri, har onkur teirra bíðaði í næstan 1 ár.

 

Talva 5. Tal av eldri sjúklingum á sjúkrahúsunum, ið eru liðugt viðgjørdir.

Sjúkrahús

Eldri sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir

Landssjúkrahúsið:

 

Medisinski depilin

3

Skurðdepilin

1

Psykiatriski depilin

5

Klaksvíkar sjúkrahús

0

Suðuroyar sjúkrahús

1

Tilsamans

10

 

Í okkara grannalondum verða árliga bíðidagar gjørdir upp, tvs. hvussu nógvar dagar sjúklingarnir hava verið innlagdir, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir, tí einki er at skriva teir út til. Í til dømis Danmark verður hetta gjørt upp, tí kommunurnar skulu gjalda sjúkrahúsinum fyri sínar borgarar, um tær onki pláss hava at bjóða teimum. Í 2006 vóru hesir bíðdagar gjørdir upp á ávikavist Skurðdeplinum og Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Talan var tilsamans um 414 bíðidagar. 160 bíðdagar á Skurdeplinum og 254 á Medisinska deplinum.     

 

6.      Nær kunnu vit rokna við, at ellisheimstørvurin er so mikið útbygdur, at sjúkrahúsini sleppa undan partvíst at virka sum eitt fyribils røktarheim?

 

Fyri at nøkta meginpartin av tí stóra tørvinum á eldrabúplássum er farið undir ta stóru verkætlanina, sum tey næstu 2-3 árini kann fara at útvega 136 nýggj búpláss á røktarheimum og eldrasambýlum. Til hetta endamálið hevur landsstýrið givið fíggjarligar tilsagnir á góðar 50 mió. kr. tilsamans. Hetta kemur at bøta munandi um teir trupulleikar, ið vit í dag uppliva við manglandi røktarheimsplássum, og hetta kemur so eisini í stóran mun at merkjast á sjúkrahúsunum.
 

 

7.      Hvussu nógv sálarsjúk eru innløgd á psykiatisku deild? Og hvussu nógv av hesum áttu at verið útskrivað til heim ella stovn fyri sálarsjúk?

 

Í løtuni eru 52 sjúlingar innlagdir á deildunum á psykiatriska deplinum. Av hesum eru 25 sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, men ikki klára seg í egnum bústaði og sostatt bíða eftir sambýlis- ella stovnsplássi. Av hesum eru 5 gerontopsykiatriskir sjúklingar (eldri fólk), og hildið verður, at 4 av hesum kundu farið á vanlig røktarheim, um pláss var.

 

8.      Hvat verður gjørt fyri at nøkta henda tørv? Og nær verður hann nøktaður?

 

Í september 2005 varð sett ein bygginevnd umboðandi Almanna- og heilsumálaráðið, Almannastovuna, Psykiatriska depilin, Sinnisbata og Nærverkið, ið eisini varðar av sosialpsykiatriini í Føroyum. Endamálið hjá bygginevndini er m.a. at betra um bústaðarviðurskiftini hjá teimum fastbúgvandi sjúklingunum á Psykiatriska deplinum.

 

Bygginevndin er komin til ta niðurstøðu, at fyri at minka um tørvin hjá teimum sálarsjúku á Psykiatriska deplinum er neyðugt við einum bústaðartilboði. Bústaðartilboðið verður bygt í 2 byggistigum Undir Heygnum í Tórshavn.

 

Farið verður í holt við fyrra byggistig í september 2007, og tað verður væntandi liðugt í september 2009. Í tí verða 10 sjálvstøðugar búeindir. Tá fyrra byggistig er liðugt, verður væntandi farið í holt við seinna byggistig, ið verður 6 sjálvstøðugar búeindir. Tá bæði byggistigini eru liðug, verða tilsamans 16 sjálvstøðugar búeindir. Gongur sum ætlað, verður hetta væntandi veruleiki um 5 ár.

 

Sami arbeiðsbólkur hevur fingið til uppgávu at arbeiða við einum uppskoti til ein økisdepil til sálarsjúk suðuri í Vági. Økisdepilin skal hava 8 búeindir og 2 bráfeingis/umlættingarpláss - tilsamans 10 búeindir. Samanumtikið verður mett, at bústaðartørvurin hjá teimum sálarsjúku, ið framvegis eru innløgd á Psykiatriska deplinum, tá helst í stóran mun verður nøktaður 5 tey næstu árini.

 

Málið avgreitt.