Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

22. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 9. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.    1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
Málið beint í rættarnevndina.

 

3.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 17/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
 

Tikið av dagsskrá: 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-2/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsi num.


Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-7/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eini heildarloysn fyri Hvalbiar sókn
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 10. november 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eini heildarloysn fyri Hvalbiar sókn

2.    2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

3.    2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2006: Uppskot til samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum

4.    1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Málið verður beint í vinnunevndina.

5.    1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.

6.    1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.
Málið verður beint í vinnunevndina.

7.    1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog
Málið verður beint í vinnunevndina.

8.    Framløga. 

 

Fundur lokin kl. 18.24 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari