23 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantic Airways
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2006, 3. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog
§ 1
Í løgtingslóg nr. 37 frá 9. mai 2006 um at einskilja P/F Atlantsflog verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður “ í 2006” strikað.
2) Í § 4 verður “og fer úr gildi 31. desember 2007” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1. Endamálið við lógini
Við heimild í løgtingslóg nr. 37 frá 9. mai 2006 hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum fingið heimild at einskilja 33% av partapeninginum í P/F Atlantsflog í 2006.
Síðan landsstýrismaðurin fekk heimild at selja partapeningin í P/F Atlantsflog, hevur í samsvari við lógina verið lýst eftir ráðgeva. Ráðgevarauppgávurnar hava verið bodnar út alment bæði í Føroyum og uttanlands. Arbeiðsbólkurin, sum er settur at ráðgeva landsstýrismanninum um einskiljingina, gjørdi í vár eitt tilmæli til landsstýrismannin um val av ráðgeva. Í samsvari við tilmælið er Kaupthing sett at ráðgeva landsstýrismanninum í sølutilgongdini.
Arbeiðið at fyrireika ætlaðu einskiljingina hevur gingið eftir ætlan, og ætlanin hevur verið, at partapeningurin skuldi seljast í november 2006, og at felagið síðan skuldi skrásetast á virðisbrævamarknaðinum.
Orsakað av vanlukkuni í Stord í Norra, har fýra fólk lótu lív, og eitt flogfar hjá P/F Atlantsflog av slagnum BAe 146 fórst í vanlukkuni, hevur ráðgevingin hjá landsstýrismanninum gjørt tilmæli um at útseta ætlaðu einskiljingina, til greiða er fingin á avleiðingunum av vanlukkuni.
2. Ummæli
Lógaruppskotið hevur verið til ummælis í einskiljingarbólkinum og einskiljingarnevndini. Uppskotið hevur verið til viðgerðar hjá samgonguflokkunum. Andstøðan er kunnað um uppskotið.
Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum
Fíggjarligar avleiðingar
A. Fyri landið
Uppskotið hevur við sær, at peningur hjá landinum, sum stendur bundin í felagnum, og sum annars hevði verið loystur í 2006, framhaldandi stendur bundin í felagnum.
B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.
C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.
Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.
Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.
Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.
Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir.
Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar
|
Fyri landið/ landsmyndug-leikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
|
Nei |
Nei |
|
Kap. 3 Serligar viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar
Til § 1, pkt. 1
Í løgtingslóg nr. 37 frá 9. mai 2006 stendur, at landsstýrismaðurin fær í 2006 heimild at selja upp til 33% av partapeninginum í P/F Atlantsflog. Broytingaruppskotið viðførir, at “í 2006” í § 1 verður strikað, soleiðis at landsstýrismaðurin kann bíða við at selja áðurnevnda partapening til greiða fæst á, hvørjar avleiðingar vanlukkan í Stord í Norra fær fyri felagið.
Til § 1, pkt. 2
Í § 4 í løgtingslóg nr. 37 frá 9 mai 2006 stendur nær lógin kemur í gildi, somuleiðis stendur, at lógin fer úr gildi tann 31. desember 2007. Broytingaruppskotið viðførir, at “og lógin fer úr gildi 31. desember 2007” verður strikað, soleiðis at landsstýrismaðurin kann bíða við at selja og skráseta felagið til greiða fæst á, hvørjar avleiðingar vanlukkan í Stord í Norra fær fyri felagið.
Til § 2
Ongar viðmerkingar.
1. viðgerð 10. november 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 22. november 2006 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2006, og eftir 1. viðgerð tann 10. november 2006 er tað beint vinnunevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 16., 21. og 22. november 2006.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 28. november 2006. Uppskot frá Johan Dahl um at beina málið aftur í nevnd fall 4-2-23. §§ 1 og 2 samtyktar 26-3-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 30. november 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-2-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 102 frá 04.12.2006