11  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 19. september, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 11. oktober 2004, verður gjørd henda broyting:

1) Í § 1, stk. 2 verður “hinum norðanlondunum” broytt til ”øðrum londum”.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar

Endamálið við hesi lóg er at javnseta allar útlendskar ríkisborgarar í Føroyum, tá ræður um at taka lut í kommunala fólkaræðinum.

 

Í mong ár hava norðurlendskir ríkisborgarar havt valrætt til kommunuval í Føroyum, tá teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum. Í 2004 samtykti Løgtingið  uppskot frá landsstýrismanninum í innlendismálum um, at norðurlendskir ríkisborgarar eisini hava valbæri til kommunuval eftir somu reglum.

 

Men ríkisborgarar úr øðrum londum enn Norðurlondum hava hvørki rætt at velja ella at lata seg velja til kommunuval, hóast teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum – ja, teir kunnu hava havt fastan bústað í Føroyum í tíggjutals ár, men hava ongan møguleika at taka lut í kommunala fólkaræðinum.

 

Hesin mismunur hevur neyvan nakra sakliga grundgeving og er eftir hugsjón uppskotssetarans í andsøgn til grundleggjandi mannarættindi og mál floksins um javnvirðing av fólki uttan mun til uppruna, tjóðskap ella onnur eyðkenni.

 

At veita útlendskum ríkisborgarum somu treytir at taka lut í kommunala fólkaræðinum kann bert hava gagnliga ávirkan á samfelagið og eggja til trivnað, javna luttøku og rættindi hjá øllum samfelagsborgarum, ið hava valt at geva sítt íkast til føroyska samfelagið.

 

Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1

Her verður ásett, at valrættur og valbæri til kommunval í Føroyum ikki bert eru galdandi fyri ríkisborgarar úr Norðurlondum, men fyri allar útlendskar ríkisborgarar, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum.

 

Til §2

Skotið verður upp, at lógin fær gildi beinanvegin, hon er lýst í Kunngerðablaðnum.

 

1. viðgerð 28. september 2006. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 17. oktober 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 19. september 2006, og eftir 1. viðgerð tann 28. september 2006 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 2. og 16. oktober  2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya og landsstýrismannin í innlendismálum. Frá landsstýrismanninum í innlendismálum hevur nevndin fingið skjal, sum upplýsir, hvussu nógv fólk við fremmandum ríkisborgararætti hava havt bústað í Føroyum tey seinastu 3 árini. Frá skrivaranum í nevndini fekk nevndin skjal, sum lýsir valrættin hjá útlendingum til kommunuval í Norðanlondum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
 

2. viðgerð 3. november 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 25-0-0

 

3. viðgerð 9. november 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.

 

Ll. nr. 97 frá 15.11.2006