22  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Tikið aftur

Ár 2006, 26. oktober, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Aldursmarkið í §§ 5, stk. 2, 10, stk. 3, 15, stk. 5 og 17, stk. 1 og 3 verður hækkað úr "18" til “ 21” ár.

2) Aftaná § 17 verður sett inn nýggj § 17 a, sum verður soljóðandi:

"§ 17 a. Søla og útflýggjan av rúsdrekka, sambært §§ 7, stk. 1 og 8, stk. 1 er bert loyvd millum kl. 14.00 og 19.00.

Stk. 2. Á støðum við útskeinkingarloyvi er tað forboðið at skeinkja rúsdrekka fyrrapart millum kl. 06.00 og 12.00."

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Almennar viðmerkingar

4. mars 2005 løgdu undirritaðu Jenis av Rana og Bill Justinussen uppskot fyri Løgtingið um at hækka lágaldurin fyri at útvega sær rúsdrekka úr 18 árum til 21 ár. Ein samd vinnunevnd hevði tá hesar viðmerkingar til uppskotið:

 

Frá løgregluni fekk nevndin avrit av skrivi frá fútanum til Vinnumálaráðið, dagfest 10. februar 2003, m.a. viðvíkjandi lýsingarforboðnum í § 19 í rúsdrekkalógini. Í skrivinum verður spurningurin um tørvin á ávísum broytingum í rúsdrekkalógini reistur. Hetta er í sambandi við, at eitt dansistað í havnini varð fríkent fyri brot á lýsingarforboðið, hóast teir høvdu lýst við hálvum prísi á ávísum vørum. Sum dømi verður nevnt, at man kundi umhugsa at givið foboðnum móti rúsdrekkalýsingum eina breiðari orðing og so givið landsstýrismanninum heimild at áseta nærri reglur í kunngerð. Eitt forboð fyri at geva tilboð um avsláttur í sambandi við sølu av rúsdrekka verður eisini nevnt sum ein møguleiki.

 

Nevndin er samd við løgregluni í, at broytingar í rúsdrekkalógini høvdu havt størri fyribyrgjandi ávirkan, um tær høvdu við lýsingarforboðið í § 19 at gera, heldur enn at hækka aldursmarkið, sum skotið er upp.

 

Tað er rætt, at tað er ein trupulleiki við ungum fólkum, ið drekka ov nógv, men nevndin heldur, tað vera sera ivasamt, um hesin trupulleikin verður loystur við at hækka aldursmarkið til 21 ár. Her er tað ein størri trupulleiki, at skeinkistøðini fáa loyvi at lýsa við happyhour, har man kann keypa tað dupulta fyri sama prís. Hetta er sera óheppið, tí tað eru tey ungu, sum hava minst pening, sum verða lokkað út í býin at drekka tíðliga á kvøldi.

 

Harumframt frættist, at børn heilt niður í 12 ára aldur ganga full um kvøldarnar. Her mugu tað vera trupulleikar í heiminum, ið er orsøkin, og verður hetta ikki loyst við at seta aldursmarkið úr 18 í 21 ár.

 

Tað er sostatt ein spurningur, um man ikki bara økir um administrativu byrðuna við at hækka aldursmarkið, uttan at loysa veruligu trupulleikarnar. Løgreglan vísir á, at tað hevur verið trupult at halda endamálsorðingina í rúsdrekkalógini, men at hetta í ein ávísan mun verður lættari, nú  løgreglan skal vera við í fyribyrgingini aftur. Spurningurin er sostatt, um man ikki heldur átti at brúkt meira orku upp á fyribyrging, bæði hvat viðvíkur rúsdrekka og øðrum rúsevnum. Løgreglan upplýsir, at teir leggja nógva orku í rannsakan í sambandi við rúsevni. Saman við tolleftirlitinum ber á hendan hátt til at halda mongdina av slíkum rúsevnum niðri, men burtur fæst tað ikki.

 

Samanumtikið heldur vinnunevndin sostatt, at tá til stykkis kemur, má vera betri í størri mun at vekja ábyrgd hjá fólki, heldur enn at seta tey undir eftirlit.

 

Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Síðani hevur Løgtingið 16.05.2006 samtykt eitt víðfevnandi uppskot frá landsstýrismanninum Bjarna Djurholm, sum inniber, at § 12 er víðkað við nýggjari lógargrein, § 12 a, sum er soljóðandi:  

 

§ 12 a. Til støk tiltøk sum størri samkomur, ráðstevnur, konsertir og stevnur, kann loyvisnevndin uttan mun til ásetingina í § 11, stk. 1, 1. pkt. loyva, at rúsdrekka verður skonkt, um loyvishavari eftir § 10 skipar fyri skeinkingini. Til størri uttanduratiltøk kann loyvi tó einans verða givið til at skeinkja øl. Skeinkingin er ikki treytað av atknýttum matstovuvirksemi undir tiltakinum.
   Stk. 2. Loyvisnevndin kann í serligum føri loyva, at persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini, um eingin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini
   Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 og 2 kann eftir umstøðunum avmarkast og treytast. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur sambært 1. pkt. í kunngerð.

 

Uppskotssetararnir meta, at viðmerkingarnar hjá Vinnunevndini til áðurnevnda uppskot hjá undirritaðu nú ikki halda longur. Viðmerkingarnar hjá Vinnunevndini snúðu seg ikki um at økja um møguleikarnar at fáa hendur á rúsdrekka, men heldur um

 

 

Tá nú Løgtingið hevur samtykt at ganga beint móti ætlanunum, sum vinnunevndin talaði fyri í sínum áliti, og úrslitið er, at fólk nú lættari fáa fatur á rúsdrekka enn áður, meta uppskotssetararnir, at einasta gongda leið er at hækka lágaldurin úr 18 í 21 ár. Sjálvandi kundi lágaldurin verið 19 ella 20 ár, men fyri at beina fyri rúsdrekkatrupulleikunum hjá børnum heilt niður í 12 ára aldur, er neyðugt at taka stór stig á rætta leið. Foreldur standa máttleys og rópa um hjálp frá politiska myndugleikanum, tí tey megna ikki at vera á varðhaldi 24 tímar um samdøgrið um børn teirra. Tá Løgtingið hevur samtykt, at fríari rúsdrekkasøla skal vera har, sum børn og ung ferðast, má Løgtingið eisini taka ábyrgdina á seg at lóggeva fyribyrgjandi. Ung ferðast á festivalum, til summarstevnur og umborð á Smyrli umframt har, sum skonkt verður, og tí eiga reglurnar fyri, hvør fær fatur á rúsdrekka, at viga upp tann vandan, sum hesin veruleikin er fyri ungdómin.

 

Uppskotssetararnir halda eisini, at eingin grund er til, at Rúsan skal hava opið fyrrapart onkrar dagar í vikuni, og tí verður skotið upp at avmarka upplatingartíðirnar, so ikki er loyvt at hava opið fyrrapart. Eisini halda uppskotssetararnir, at sølustøðini hjá Rúsuni áttu ikki at ligið har, sum nógv fólk ferðast, men heldur burturfrá miðstaðarøkjum og høvuðsgøtum.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Ad. 1) Lágaldurin fyri innflutning, keyp og útskeinkjan av rúsdrekka og fyri at fáa atgongd til støð, ið hava loyvi til útskeinking verður við hesi broyting hækkaður frá 18 til 21 ár.

 

Ad. 2) Ásetingin í stk. 1 setir forboð fyri sølu av rúsdrekka frá Rúsuni ella útflýggjan frá føroysku bryggjaríunum av egnari framleiðslu teirra av rúsandi øli, millum kl. 19.00 og 14.00. Heilsøla, søla til proviantering, útskeinking sambært reglunum í kap. 4 og søla til ferðafólk umborð á skipum í altjóða sigling, eru ikki fevnd av ásetingini.

 

Í stk. 2 verður sett forboð fyri at skeinkja rúsdrekka fyrrapart millum kl. 06.00 og 12.00, á støðum við útskeinkingarloyvi.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

1. viðgerð 10. november 2006. Málið beint í vinnunevndina.

Á tingfundi 10. november 2006 boðaðu uppskotssetararnir frá, at teir taka málið aftur.