17  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 29. september, løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal, Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan 


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 9, stk. 1, 2. pkt. verður orðingin "í 24 vikur innan fyri fyrstu 24 vikurnar" frá 1. januar 2007 broytt til "í 26 vikur innan fyri fyrstu 26 vikurnar" og frá 1. januar 2008 broytt til "í 26 vikur innan fyri fyrstu 30 vikurnar".

2) Í § 9, stk. 2, 1. pkt. verður "10" hækkað til "12" frá 1. januar 2007 og til "16" frá 1. januar 2008.

3) Í § 13, stk. 1 verður sett inn nýtt 2. pkt., sum verður soljóðandi: "Mánaðarliga hámarksupphæddin verður tann 1. januar á hvørjum ári javnað við prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum fyri 1. januar inniverandi ár í mun til brúkaraprístalið fyri 1. januar undanfarna ár."

4) Í § 19, stk. 1 verða "0,62%" hækkað til "0,66%" frá 1. januar 2007 og til "0,73%" frá 1. januar 2008.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.

Stk. 2. Fyrsta javningin av mánaðarligu hámarksupphæddini, sambært ásetingini í § 1, nr. 3 verður tann 1. januar 2007. Tá verður hámarksupphæddin javnað við prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum fyri 1. januar 2007 í mun til brúkaraprístalið fyri 1. juli 2004.

 

Almennar viðmerkingar

Endamálið við uppskotinum er at leingja barsilstíðina í fyrstu atløgu upp til 26 vikur og í aðru atløgu upp til 30 vikur.

 

Endamálið er eisini at tryggja, at bæði foreldrini við lóg fáa møguleika at vera heima hjá barninum.

 

Í triðja lagi er endamálið at tryggja at hámarksútgjaldið, sum nú er 25.000,- kr., verður prístalsviðgjørt á hvørjum ári.

 

Barsilsskipanin er millum tey fremstu frambrotini í nýggjari tíð. Hon tryggjar, at foreldur kunnu vera heima hjá nýføðingunum við løn ta fyrstu tíðina eftir føðing.

 

Uppskotsstillararnir halda tað vera sera týdningarmikið, at nýføðingar okkara fáa eina góða byrjan í lívinum. Hetta gerst fyrst og fremst við, at tey fáa eitt tætt og kærleiksfult tilknýti til foreldur síni.

 

Tá ið tað er mamman, sum gevur bróst, halda vit, at tað er serliga týdningarmikið, at mamman fær møguleika at vera heima hjá barninum, í øllum førum ta tíðina, tað verður tilmælt,at nýføðingurin fær bróstamjólk. Heilsumyndugleikarnir tilmæla, at nýføðingar fáa bróstamjólk burturav í 26 vikur. Barsilsskipan okkara gevur hinvegin mammum heimild at vera heima við løn í 24 vikur. Her resta tvær vikur í, um tær skulu geva børnunum bróst í 26 vikur. Hesar tvær vikurnar eru tryggjaðar í fyriliggjandi uppskoti.

 

Í øðrum lagi leggur uppskotið upp til, at pápar fáa størri rætt til at vera heima hjá barninum við løn. Sum er, kunnu teir vera heima í tvær vikur saman við mammuni tær fyrstu 14 vikurnar, og kunnu harumframt saman við mammuni velja, hvør skal vera heima frá viku 15. til 24. viku, men tá ið tað er mamman, sum gevur bróst, er hetta ein av høvuðsorsøkunum til, at valið oftast fellur á mammuna.

 

Vit halda, tað vera týdningarmikið, at páparnir við lóg fáa møguleika at velja at vera heima í minimum 4 vikur við løn. Verður uppskotið samtykt í verandi líki, verður samlaða barsilstíðin eftir føðing longd til 30 vikur frá 2008. T.e. fýra vikur longri enn tilmælda tíðin til bróstageving er. Og tað eru hesar fýra vikurnar, sum uppskotsstillararnir halda verða upplagdar hjá pápanum at velja at verða heima við løn.  Vit lata tíðarskeiðið, har pápin/mamman eru heima eftir 14. viku, verða eitt val hjá foreldrunum. Tað kann jú hugsast, at tað hóskar betur hjá onkrum, at pápin tekur allar vikurnar frá 15. viku, meðan tað hjá onkrum øðrum hóskar betur, at pápin tekur aðrar fýra vikur enn tær síðstu.  Er tað so, eigur hetta sjálvsagt eisini at verða møguligt. Men tað, sum uppskotið í minsta lagi tryggjar, er, at bæði foreldrini fáa sína tíð saman við barninum. um tey gera fulla nýtslu av skipanini. Mamman kann í mesta lagi fáa 26 vikur (pluss 4 vikur fyri føðing) og pápin í mesta lagi 18 vikur. Tó fáa tey tilsamans í mesta lagi 30 vikur eftir føðing.

 

Broytingaruppskotið kemur eisini inn á hámarksútgjaldið. Hetta var í 2004 lækkað úr 35 túsund niður í 25 túsund krónur.  Men sum øllum greitt, stendur onki brúkaraprístal í stað. Hetta ger, at um tær 25 túsund krónurnar standa í stað og verða ikki prístalsviðgjørdar,  so minka  tær í virði við einum ávísum tali á hvørjum ári. Hetta halda vit er óheppið og vilja við hesum tryggja, at hámarksgjaldið hækkar ájavnt við brúkaraprístalið.

 

Skotið verður upp, at greinarnar 9 og 13 í lógini um barsil verða broyttar. Galdandi orðing er soljóðandi:

Treytir fyri útgjaldi § 9. Kvinna, sum hevur A-inntøku, og sum fer frá arbeiði orsakað av viðgongu ella barnsburði, hevur rætt til barsilspening frá tí degi, mett verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu, hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð. Eftir barnsburð hevur kvinna rætt til barsilspening í 24 vikur innan fyrstu 24 vikurnar eftir barnsburð. 
Stk 2. Foreldrini kunnu í staðin velja, at faðirin at barninum skal vera heima hjá barninum í upp til 10 vikur eftir 14. viku eftir barnsburð, og harvið fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðinum. Treytin fyri, at faðir at barni kann fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðinum, er at móðirin ikki samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið. 
Stk. 3. Uttan mun til stk. 2 hevur faðir at barni rætt til barsilspening í upp til tvær vikur eftir barnsburð innan tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð.

Upphædd § 13. Barsilspeningur er 100% av útrokningargrundarlagnum smbrt. § 12 tó soleiðis, at barsilspeningur ikki kann verða meira enn kr. 25.000 um mánaðin. 
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann hækka ta í stk. 1 ásettu hámarksupphædd við støði í lønargongdini í samfelagnum.

Endamálið eigur at vera so við og við at økja útgjaldstíðina upp í 12. mánaðir og skal fyriliggjandi uppskot síggjast, sum ein liður í eini longri ætlan at bøta um barsilsskipanina.

 

Góðar metingar frá barsilsskipanini vísa, at um t.d. mamman tekur tær tvær vikurnar, sum hon fær rætt til eftir fyrru broytingini í grein 1, nr. 1 í uppskotinum,  so hevði hetta við 2005 tølum komið at kostað skipanini í mesta lagi 4,67 mió. kr. í 2007. Taka mammurnar frá 1. januar 2008 2 vikur afturat verandi og páparnir 4 vikur afturat, kemur meirútreiðaslan fyri skipanina at verða í mesta lagi 13 mió. kr. árliga frá 2008.

 

Í 2005 fingu 645 mammur og 416 pápar úr skipanini. Mammurnar fingu í miðal 15.520 kr /md og páparnir fingu í miðal 21.515 kr/md.

 

At leingja um tíðarskeiðið, foreldrini kunnu vera heima hjá nýføðinginum við løn, krevur at inngjaldið til barsilsskipanina verður hækkað.

 

Frá barsilsskipanini verður upplýst, at skipanin fer at kosta 74,2 mió. kr. í 2006. Um gjaldið verður longt við tveimum vikum frá 2007, sum skotið verður upp, verður samlaða útgjaldið umleið 79 mió. kr., og verður tí neyðugt at hækka inngjaldið frá báðum pørtum úr 0,62% upp í 0,66% fyri 2007.

 

Verður útgjaldstíðarskeiðið harumframt longt við 4 vikum frá 2008, verður samlaða útgjaldið tá 87,4 mió kr., og merkir hetta, at inngjaldið frá báðum pørtum á arbeiðsmarknaðinum má hækkast úr 0,66% upp í 0,74% frá 1. januar 2008.

 

Serligar viðmerkingar

Ad. § 1, nr. 1)

Við broytingini verður tíðarskeiðið, kvinna hevur rætt til barsilspening eftir barnsburð, longt úr 24 vikum í 26 vikur. Hetta hendir tann 1. januar 2007. Hesar 26 vikurnar skulu nýtast innan fyrstu 26 vikurnar eftir barnsburð. Frá 1. januar 2008 verður ásetingin tó broytt soleiðis, at kvinna kann velja, nær hon vil nýta tær 26 vikurnar innan fyrstu 30 vikurnar eftir barnsburð. Hendan seinna broytingin hongur saman við broytingini í nr. 2, ið gevur pápanum at barninum rætt til 4 vikur barnsburðarfarloyvi innan fyrstu 30 vikurnar og eftir fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð, sum bert hann kann nýta.

 

Ad. § 1, nr. 2)

Samstundis, sum farloyvistíðarskeiðið hjá mammuni verður longt til 26 vikur, verður tíðarskeiðið har foreldrini kunnu velja, at fpápin at barninum skal vera heima hjá barninum, longt úr 10 í 12 vikur. Hetta hendir sostatt tann 1. januar 2007. Harumframt fær pápin frá 1. januar 2008 rætt til 4 vikur, sum bert hann kann nýta. Pápin og mamman kunnu ikki samstundis vera frá arbeiði við løn ella barsilspeningi í tíðarskeiðnum frá 14. viku til 30. viku eftir barnsburð. Faðirin skal á sama hátt sum mamman nýta rættin til at vera heima hjá barninum við barsilspeningi innan fyrstu 30 vikurnar eftir barnsburð. Eftir hetta fellur rætturin til barsilspening burtur.

 

Ad. § 1, nr. 3 og § 2, stk. 2)

Hagstovan kunnger á hvørjum ári tann 1. januar, 1. apríl, 1. juli og 1. oktober eitt brúkaraprístal, sum sostatt er tøkt hjá almenninginum nevndu dagar. Broyting inniber, at tær 25.000 kr., ið eru nevndar í § 13, stk. 1, 1. pkt. skulu javnast við prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum. Fyrsta javningin verður gjørd tann 1. januar 2007. Tá verða tær 25.000 kr. javnaðar við prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum fyri 1. januar 2007 í mun til brúkaraprístalið fyri 1. juli 2004. Hereftir verður hámarksupphæddin tann 1. januar á hvørjum ári javnað við prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum fyri 1. januar inniverandi ár í mun til brúkaraprístalið fyri 1. januar undanfarna ár. At barsilspeningur verður roknaður og útgoldin afturút fyri ein mánað í senn, gevur Barsilsskipanini stundir at rokna javnaðu upphæddina út.

 

Ad. § 1, nr. 4)

Mett er, at Barsilsskipanin fer at kosta 74,2 mió. kr. í 2006. Fíggingin av skipanini er løgd út á partarnar á arbeiðsmarknaðinum við einum barsilsgjaldi. Barsilsgjaldið er ásett til 0,62% av øllum, sum rinda, og øllum, sum móttaka eina A-inntøku.

 

Um útgjaldstíðarskeiðið verður longt við tveimum vikum hjá mammum, merkir hetta, at kostnaðurin økist við uml. 4,6 mió. kr., og at samlaða útgjaldið verður uml. 79 mió. kr. Mett verður, at barsilsgjaldið skal økjast við 0,04% til 0,66% fyri at fíggja økta útgjaldið. (Útrokningin hevur tikið støði í einari mettari samlaðari A-inntøku uppá 6 milliardir krónir. Havast skal í huga, at tað eru bæði arbeiðsgevarar og lønmóttakarar, sum rinda inn til skipanina, t.v.s. at skipanin móttekur 2 ferðir 0,66% av A-inntøkunum)

 

Um útgjaldstíðarskeiðið verður longt við 2 vikum fyri mammur og 4 vikum fyri pápar, merkir hetta, at kostnaðurin økist við uml. 13 mió. kr., og at samlaða útgjaldið verður uml. 87,4 mió. kr. Mett verður, at barsilsgjaldið skal økjast við 0,11% til 0,73% fyri at fíggja útgjaldið. (Fyritreytin er tann sama sum omanfyri).

 

Um so er, at samlaðu A-inntøkurnar verða hægri enn 6 mia. kr., verður økingin í barsilsgjaldinum samsvarrandi lægri.

 

Tað er tilvitað, at eingin konsekvensbroyting er gjørd í %-satsinum í § 19, stk. 4.

 

Ad. § 1, stk. 1)

Lógin kemur í gildi tann 1. januar 2007. Sum lýst í viðmerkingunum til broytingarnar í § 1, eru broytingarnar tó orðaðar soleiðis, at nakrar broytingar verða gjørdar frá 1. januar 2007 og nakrar frá 1. januar 2008.

1. viðgerð 18. oktober 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 9. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 29. september 2006, og eftir 1. viðgerð tann 18. oktober 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. oktober og tann 9. november 2006.

 

Nevndin hevur heitt á Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Javnstøðunevndina og Arbeiðsloysisskipanina um at senda nevndini eitt ummæli av uppskotinum.

 

Nevndin hevur fingið sendandi skriv við viðmerkingum frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, dagfest 2. november 2006, frá Arbeiðsloysisskipanini, dagfest 3. november 2006 og frá Javnstøðunevndini, dagfest 7. november 2006. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava harumframt sent øllum flokkum á tingi, mótmælisskriv, dagfest 2. november 2006, móti uppskotnu hækkingini í barsilsgjaldinum.

 

Eftir áheitan hevur nevndarskrivarin útvegað nevndini eina útrokning av javnaðu hámarksupphæddini, pr. 1. januar 2007, sambært broytingaruppskotinum. Javnaða upphæddin, grundað á prístalið fyri 3. ársfjórðing í ár, er 26.100,- kr.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Ingi Olsen og Gerhard Lognberg) vísir á, at eingin undirtøka er fyri uppskotinum millum tey, ið hava gjørt viðmerkingar til málið. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Undir viðgerðini er tað komið fram, at skipanin ikki tekur hædd fyri, at mamman kann fella frá, og at tørvur tí í onkrum førum kann verða á, at lata pápan fáa barsilspening í tíðarskeiðnum frá føðing og innan fyri tær fyrstu 14 vikurnar. Meirilutin er samdur í, at hetta er ein trupulleiki, ið eigur at verða viðgjørdur av teimum, ið varða av skipanini.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 14. november 2006. §§ 1 og 2 fullu 9-0-22. Málið avgreitt.