100-2 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum  

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at sjúklingaviðgerð á Landssjúkrahúsinum nú er merkt av líkasælu og tilvild?

 

  1. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at nógvir sjúklingar ikki hava álit á, at Landssjúkrahúsið er ført fyri at veita neyðugu viðgerðina, og tí velja at fáa viðgerð aðrastaðni - enntá fyri egna rokning?

 

  1. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at tað kemur fyri, at fólk, sum eru deyðiliga sjúk, verða vend í hurðini á Landssjúkrahúsinum, hóast tey eru ávíst hagar av kommunulækna?

 

  1. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at tað eisini eru dømi um, at sjúklingar við álvarsligum sjúkum verða sendir heimaftur uttan viðgerð, m.a. vegna vantandi samskifti millum læknar og aðrar starvsbólkar á landssjúkrahúsinum?

 

  1. Um landsstýrismaðurin ikki er vitandi um hesi viðurskifti, ætlar hann so at kanna nevndu útsøgnir?

 

  1. Um landsstýrismaðurin er vitandi um hesi viðurskifti, hvørjar ætlanir hevur hann so um at fáa skil á, so føroyingar aftur kunnu hava álit á týdningarmiklasta vælferðartilboði føroyinga?

 

  1. Nær verður ein nøgdsemiskanning gjørd millum føroyskar sjúklingar viðvíkjandi tænastuni á Landssjúkrahúsinum?

 

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at veita fígging til slíka nøgdsemiskanning, og kann tað hugsast, at sjúklingaráðið kemur at standa fyri slíkari kanning?

 

Viðmerkingar

Tíverri er tað alt ov ofta, at tíðindi berast manna millum um vanlukkuligar avleiðingar av, at Lands­sjúkrahúsið ikki megnar at veita ta tænastu, sum krevjast kann av stovninum. Tað ber ikki til í skrivligum fyrispurningi at viðgera einstøk dømi, men tað er sera undrunarsamt, um landsstýrismaðurin ikki er fult greiður yvir, at sjúklingaviðgerðin í mongum førum er alt annað enn góð.

 

 

 

 

 

 

Hvussu kann slíkt og annað mangt henda í einum sokallaðum framkomnum samfelag? Og hvussu skulu hesi illa sjúku fólkini koma til orðanna og greiða frá syndarligu støðuni, tá tey nóg illa megna at liva? Tey allarflestu missa mót og dirvi og sita tigandi og bíða í óvissuni eftir lagnuni.

 

Fyri at koma hesum trupulleikum til lívs er neyðugt, at landsstýrismaðurin greiðir Løgtinginum frá síni vitan um hesi viðurskifti og um, hvørjar ítøkiligar ætlanir hann hevur á økinum.

 

Nevndu dømir eru bert tilvildarliga vald úr eini rúgvu av søgum, sum undirritaði hevur fingið frá fólki yvir eitt longri tíðarskeið. Tað er ikki fyri at sáa misálit á Landssjúkrahúsið og tess starvsfólk, sum í flestu førum gera eitt dygdargott arbeiði, men heldur fyri at tala teirra søk, sum undir ongum umstøðum tora ella vilja stíga alment fram, og fyri í síðsta enda at fáa eitt orðaskifti um, hvussu vit menna tænastuna á Landssjúkrahúsinum.

 

Nøgdsemiskanning

Sjúklingaráðið hevur í longri tíð havt ætlanir um at skipa fyri nøgdsemiskanningum innan sjúkrahúsverkið. Enn er onki ítøkiligt hent í hesum máli. Tá slíkar kanningar eru vanligar aðrastaðir, er hetta ikki eitt mál, sum skal taka ár at avgreiða, men heldur ein spurningur um vilja frá myndugleikunum. Ein nøgdsemiskanning millum brúkararnar av Landssjúkrahúsinum hevði givið okkum, sum játta peningin á løgtingsfíggjarlógini, eitt betri grundarlag fyri støðutakan. Tí eigur landsstýrismaðurin at greiða Løgtinginum frá, hvar hetta málið liggur, og um nakað ítøkiligt fer at spyrjast burturúr. So leingi slík kanning ikki er gjørd, kunnu vit bara gita um nøgdsemi brúkaranna, og tað er ikki haldgott.

Á tingfundi 20. september 2006 varð atkvøðugreiðsla um, hvørt fyrispurningurin skal svarast.
Samtykt 17-1-1, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 24. november 2006 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Ad. 1, 2, 3 og 4

Í hesum spurningum setir spyrjarin fram fleiri uppáhald, ið samstundis eru álvarsamar skuldsetingar móti Landssjúkrahúsinum, sum hann algildar út frá søgum, hann hevur hoyrt frá fólki. Spyrjarin uppáheldur, at viðgerðin á sjúkrahúsinum nú er merkt av líkasælu og tilvild, og har nógvir sjúklingar, enntá við deyðiligum sjúkum, verða sendir heimaftur uttan neyðuga viðgerð, og spyr, um landsstýrismaðurin er vitandi um tað, ið hann førir fram.

 

Av tí, at søgurnar/dømini eru navnleys, er sera torført at fáa tey eftirkannað. Eg meti tó ikki, at tað er rætt, at viðgerðin á Landssjúkrahúsinum í síni heild er merkt av líkasælu og tilvild. Eg skal tó viðurkenna, at tørvur er á at kanna viðurskiftini nærri og tryggja, at góðskan er í lagi á sjúkrahúsinum. Hetta verður nágreinað seinni í svarinum.

 

Um viðgerðin er merkt av líkasælu og tilvild, átti hetta at víst seg aftur í talinum av kærum til Landslæknan/Patientklagnævnet, har fólk kunnu kæra, um tey ikki eru nøgd við tað heilsufakliga virksemið, ið tey hava upplivað á sjúkrahúsinum. Um hugt verður eftir, hvussu nógvar kærur hava verið um heilsufakliga virksemið í føroyska sjúkrahúsverkinum seinastu árini, hava tað sambært Landslæknanum í miðal verið umleið 10 kærur um árið. Talið av kærum er sambært Landslæknanum ikki vaksið í Føroyum tey seinastu árini. Samanbera vit okkum við Danmark, har talið á kærum er vaksið nógv seinastu árini, skuldi talið av kærum í Føroyum verið umleið 30 í tali, ella tríggjar ferðir so nógvar sum í dag.

 

Hví talið er so lágt í Føroyum, kunnu vit bert gita um, og tað kunnu vera fleiri orsøkir til tess. Ein orsøk kann vera, at fólk eru ov illa upplýst um kærumøguleikarnar. Ein onnur orsøk kann vera, at føroyingar í síni heild eru betur nøgdir við tað heilsufakliga virksemið, enn danir eru. 

 

Eg meti ikki, at tað er tað heilsufakliga virksemið á Landssjúkrahúsinum, sum er atvoldin til tær ákoyringar, ið hava verið vendar móti Landssjúkrahúsinum í seinastuni, men onnur viðurskifti, sum ávirka tað generella tænastustøðið tann skeiva vegin.

 

Her eru tað serliga tvey øki, sum kunnu elva til trupulleikar.

 

1.      Seingjarplássini og innleggingartíðir á sjúkrahúsinum eru skerd í sambandi við umlegging til ambulant virksemi. Endamálið við ambulantari viðgerð er at fáa eina effektivari nýtsla av tilfeinginum og at lyfta viðgerðirnar upp á eitt hægri støði. Kanningar aðrastaðni vísa eisini, at ein tílíkur viðgerðarháttur viðførir eitt størri nøgdsemi millum sjúklingarnar, tí sjúklingarnir sleppa skjótari heim aftur, og kunnu fara skjótari aftur á arbeiðsmarknaðin. Henda umlegging hevur tó eisini havt trupulleikar við sær her heima hjá okkum, tí vit enn ikki hava eina nóg væl útbygda rehabiliteringsskipan, og tí tilboðini í primersektorinum í summum førum ikki hava fylgt nóg væl við, serliga fyri tey fólk, ið eru veik og óhjálpin. Her verður fyrst og fremst hugsað um manglandi røktarheimspláss, umframt at heimarøktin ikki hevur verið fyrireikað uppá eina størri arbeiðsbyrðu, sum umleggingin til ambulant verksemi á sjúkrahúsinum hevur havt við sær. Hetta hevur millum annað havt við sær, at seingjardeildin á G4 er yvirfylt, av tí at so torført er at útskriva sjúklingarnar, og í summum førum hava fólk eisini kent seg illa viðfarnan ella slept upp á fjall av Landssjúkrahúsinum, tá ið tey verða útskrivað.

 

Eg eri varugur við trupulleikarnar, og arbeitt verður støðugt við at fáa teir loystar. Viðvíkjandi rehabiliteringsætlanini er avgjørt at seta ein samskipara, ið burturav fer at fyriskipa arbeiðið í einum verkætlanarbólki við fakfólki við tí uppgávu at gera tilmæli um eina rehabiliteringskipan fyri Føroyar. Tilmælið skal handast landsstýrismanninum í seinasta lagi 1. apríl 2007. Harnæst verður uppgávan at fáa sett eina tílíka skipan í verk.

 

Fyri at nøkta meginpartin av tí stóra tørvinum á eldrabúplássum er farið undir ta stóru verkætlanina, sum tey næstu 2-3 árini kann fara at geva 136 nýggj búpláss á røktarheimum og eldrasambýlum. Til hetta endamálið hevur landsstýrið givið fíggjarligar tilsagnir á góðar 50 mió. kr. tilsamans. So hvørt sum nýggju búplássini verða fingin til vega, fer tað samstundis at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá heimarøktini. Eisini skal nevnast, at samstarvsavtala er gjørd millum Landssjúkrahúsið og Heimarøktina í miðstaðarøkinum fyri at betra um samskipanina og samskiftið millum partarnar í sambandi við útskrivan av sjúklingum, ið hava broyttan ella øktan tørv á heimarøkt eftir útskrivan. Ætlanin er, at øll økini skulu verða fevnd av tílíkari samstarvsavtalu.

 

Eisini er ætlanin at betra um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum við einum sjúklingahotelli. Tey, sum bert hava tørv á gisting uttan stórvegis yvirvaking, kunnu við bæði fíggjarligum og menniskjaligum fyrimuni vera á einum sjúklingahotelli. Hetta er uppá longri sikt raðfest í endurskoðaðu byggiætlanini, men ein fyribils loysn, ið verður viðgjørd í løtuni, er at nýta tann partin av barakkini, sum í dag verður nýttur til apopleksisjúklingar, til hetta endamál. Hesir sjúklingar flyta eftir ætlan yvir á B7 (høvuðsbygningin) á várið 2007. 

 

Vandin fyri, at sjúklingar ikki verða nóg væl viðgjørdir ella kannaðir, er størri, tá ymisku serlæknagreinarnar eru ov illa mannaðar. Á Landssjúkrahúsinum mangla einstakar sergreinar heilt, ímeðan aðrar bert eru mannaðar við einum serlækna. Hetta kann hava við sær óneyðuga langa bíðitíð millum kanningar, og ávirkar eisini støðið á summum økjum tann skeiva vegin. Hesin trupulleiki, meti eg, skal loysast við eini miðvísari ætlan, soleiðis at talið av serlæknastørvum á Landssjúkrahúsinum støðugt verður økt yvir eitt stutt áramál. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 er ein onkologur (serlækni í krabbameini) og ein neurologur raðfestir. Eg fari at taka stig til, at tað verður gjørd ein raðfestingarætlan fyri serlæknaøkið, ið skal fevna um tey næstu 4-5 árini.

 

2.      Skaðastovan/bráðfeingismóttøkan í nýggja bygninginum (G1) hevur verið, og er framvegis skipað sum ein sokallað “afturlatin skaðastova”, har sjúklingar í høvuðsheitum skulu hava ávísing frá kommunulækna. Orsøkin til hetta er, at kommunulæknarnir eru serbúnir til at gera ta fyrstu kanningina av sjúklingunum, og kenna í flestu førum eisini sjúklingarnar betur enn teir yngru læknarnir, ið vanliga manna skaðastovuna. Vanlig mannagongd hevur tó í mong ár verið, at sjúklingar venda sær beinleiðis til skaðastovuna, og verða so aloftast viðgjørdir har. Í teimum førum, har skaðastovustarvsfólk í staðin biður sjúklingin venda sær til kommunulæknavaktina, kann tað í summum førum kennast sum sera vánalig tænasta, serliga um kommunulæknin eftirfylgjandi ávísir sjúklingin til kanning/viðgerð á Landssjúkrahúsinum. Hesi viðurskifti er sjúkrahúsleiðslan greið yvir, og hevur lagt depilsleiðslunum eina við at hava serligt ansni við virkseminum á skaðastovuni/bráðfeingismóttøkuni.

 

Vónirnar eru stórar til, at hesin trupulleiki stórt sæð verður loystur, við at kommunulæknavaktarskipanin flytur inn í skaðastovuøkið fyrst í komandi ári.

 

 

Ad. 5, 6, 7 og 8

Tá ið spyrjarin almannakunngjørdi fyrispurningin á Portalinum 28. august í ár, tók sjúkrahúsleiðslan beinanvegin stig til at eftirkanna, hvat møguliga kundi liggja til grund fyri álvarsligu skuldsetingunum.

 

Læknastjórin ringdi beinanvegin persónliga til Bill Justinussen, løgtingsmann, fyri at fáa upplýst, hvørji konkret mál sipað varð til í greinini fyri um gjørligt at eftirkanna hesi. Hetta, fyri at kunna rætta møguligar skeivar mannagongdir ella onnur viðurskifti, sum ákærurnar snúgva seg um. Tað var ikki møguligt at fáa nærri upplýst, hvørji ítøkilig dømi sipað varð til.

 

Sjúkrahúsleiðslan kallaði beinanvegin allar depilsleiðslurnar til fundar við sjúkrahúsleiðsluna, har umrøtt varð, hvørjar orsøkir kundu vera til atfinningarnar móti Landssjúkrahúsinum, og hvat kundi gerast fyri at rætta upp á viðurskifti, ið kundu hava elvt til atfinningarnar. Niðurstøðan á fundinum varð, at depilsleiðslurnar skuldu hava eitt vakið eyga við, at fakligu mannagongdirnar verða fylgdar og eru nøktandi. Eisini skuldu viðurskifti, sum kundu liggja til grund fyri álvarsligu skuldsetingunum, skjalfestast og sendast sjúkrahúsleiðsluni.

 

Eisini sendi Almanna- og heilsumálaráðið í samráð við sjúkrahúsleiðsluna formliga eina umbøn til Landslæknan um at eftirkanna heilsufakliga virksemið á Landssjúkrahúsinum. Eftir hetta er Landslæknin farin aktivt inn í málið og kannar tað í løtuni.

 

Sum landsstýrismaður kann eg als ikki liva við, at tað er sáddur ivi um tænastu- og viðgerðarstøðið á okkara meginsjúkrahúsi. Tí ætli eg mær at fáa sett í verk góðskukanningar á Landssjúkrahúsinum, ið skulu staðfesta góðskustøðið og fáa staðfest møguligar veikleikar soleiðis, at leiðslan nágreiniliga veit, hvar hon skal seta inn. Somuleiðis skulu kanningarnar vera við til at tryggja eitt størri gjøgnumskygni og eina høga góðsku, ið samstundis skal vera við til at beina burtur tann iva, sum í dag er sáddur um tænastu- og viðgerðarstøðið á Landssjúkrahúsinum.

 

Í hesum sambandi skal nevnast, at góðska á einum sjúkrahúsi kann kannast út frá trimum ymiskum sjónarhornum, har úrslitini av kanningunum ikki neyðturviliga hava beinleiðis samband við hvørt annað:

 

·        Faklig góðska (kanning, viðgerð, røkt og rehabilitering)

·        Organisatorisk góðska (sjúklingagongd, tvørgangandi skipanir v.m.)

·        Sjúklingaupplivað góðska

 

1. Nøgdsemiskanning

Í kjakinum, ið hevur verið í seinastuni, hevur serliga verið sett fokus á, hvussu sjúklingarnir uppliva góðskuna, ið meira nágreiniliga kann kannast við nøgdsemiskanningum. Í tílíkum kanningum verður nøgdsemið hjá sjúklingunum kannað í mun til, hvussu tey eru nøgd við sjálva kjarnuveitingina (viðgerð og røkt), viðgerðargongdina, samskiftið, upplýsing v.m. Endamálið við tílíkum kanningum er at sammeta sjúkrahúsini við atliti til nøgdsemi, og ikki minst vísa á, hvar veikleikar eru, ið sjúkrahúsleiðslurnar síðani fáa møguleika til at rætta uppá.

 

Sjúklingaráðið hevur fyri stuttum mælt til, at tað verða gjørdar nøgdsemiskanningar á føroysku sjúkrahúsunum. Í tí sambandinum er tað avtalaður fundur millum landsstýrismannin og umboð fyri Sjúklingaráðið 16. oktober 2006. Eg eri jaligur fyri at seta tílíkar kanningar í verk. Almanna- og heilsumálaráðið kannar í løtuni við ”Enheden for brugerundersøgelser”, um føroysku sjúkrahúsini kunnu gerast partur av nøgdsemiskanningunum, ið stovnurin, vegna danskar myndugleikar, ger annað hvørt ár av øllum sjúkrahúsunum í Danmark. Hetta hevði givið tann fyrimun, at tey føroysku sjúkrahúsini kunnu samanberast við tey donsku í afturvendandi kanningum, umframt at alt forarbeiðið til tílíkar kanningar longu er gjørt. Ein tílík kanning verður gjørd í Danmark í ár og aftur í 2008. Arbeitt verður fyri, at føroysku sjúkrahúsini gerast partur av kanningini í seinasta lagi í 2008.

 

Ætlanin er ikki, at Sjúklingaráðið skal standa fyri sjálvari kanningini, men Almanna- og heilsumálaráðið í samstarvi við danskar myndugleikar. Enn eru ikki gjørdar kostnaðarmetingar av tílíkum kanningum, men væntandi verða tær ikki so kostnaðarmiklar, tí forarbeiðið er longu gjørt. Talan verður um at umseta spurnaðarbløð og gjalda ein kostna fyri, at tær føroysku upplýsingarnar verða tiknar við í samlaðu kanningini.

 
2. Kanning frá Health Consumer Powerhouse

Kanningin hjá Health Consumer Powerhouse (HCP), ið eisini hevur verið nógv umtalað í kjakinum her heima, og sum gav danska heilsuverkinum vánaligan karakter, er eitt heilt annað slag av kanning. HCP kannar heilsuverkini í ymiskum londum út frá einum brúkarasjónarmiði, men talan er ikki um eina spurnaðarkanning eins og í nøgdsemiskanningum, har brúkarin gevur til kennar sína meting. Stovnurin kannar heilsuverkini út frá sjúklingarætti og kunning, bíðitíðum, úrslit av viðgerðum, tilboðum frá heilsuskipanum og nýtslu av heilivági. Soleiðis verða objektivar metingar gjørdar av góðskuni á veitingunum, ið heilsuverkið kann bjóða sínum borgarum.  

 

Soleiðis er tað serliga tann fakliga og tann organisatoriska góðskan, ið eru í fokus. Almanna- og heilsumálaráðið hevur samskifti við HCP við atliti til kostnað og praktiskar møguleikar at fáa gjørt eina tílíka kanning av tí føroyska heilsuverkinum soleiðis, at vit fáa sammett føroyska heilsuverkið við heilsuverkini í ES-londunum. 

 

3. Akkreditering og strategi- og leiðslumenningarætlan

Sjúkrahúsleiðslan hevur í sínum arbeiði sett sær sum aðalmál at góðskumenna sjúkrahúsið og setti í hesum sambandi eina miðvísa verkætlan í gongd í 2005. Talan er um eina strategi- og leiðslumenningarætlan yvir 2-5 ár, har øll starvsfólk við leiðslufunksjónum, eini 80 í tali, luttaka.

 

Sum ein liður í hesum arbeiði verður í løtuni kannað, í hvønn mun ein akkrediteringsskipan kann verða sett í verk á Landssjúkrahúsinum. Leiðslan hevur í hesum arbeiði samband við Hovedstadens Sygehusfællesskab, ið hevur royndir við akkreditering. Talan er um ein kanningarhátt av sjúkrahúsinum, ið eisini hevur verið nevndur í kjakinum í seinastuni. Talan er um eina góðskustýringsskipan, sum skal tryggja, at ymisk góðskuskrøv verða fylgd og eftirlíkað. Sjálv góðskumetingin verður framd av uttanhýsis serfrøðingum, ið meta um organisatoriska góðskustøðið út frá altjóða standardum og indikatorum. Í sambandi við eina akkreditering skal sjúkrahúsið hava eina góðskuætlan, sum ásetir, hvussu sjúkrahúsið skal arbeiða innan fyri tey ymisku økini, t.d. sjúklingatrygd, reinføri, heilivág o.s.fr. Metingin tekur útgangsstøði í sjúklingagongdini frá primersektorinum gjøgnum sjúkrahúsið og aftur til primersektorin. Soleiðis er tað serliga tann organisatoriska góðskan, ið er í fokus.

 

4. DSI-kanning av serviðgerð uttanlands

Eitt annað kritikkpunkt, ið hevur verið frammi í kjakinum, er, at sjúklingagondin, tá ið føroyskir sjúklingar verða sendir til viðgerð uttanlands, ikki er nóg samanhangandi. Dømir hava verið frammi um, at sjúklingarnir ikki sleppa í viðgerð sum avtalað, tá ið teir koma á sjúkrahúsið uttanlands, talan kann eisini vera um manglandi kunning o.s.fr. Almanna- og heilsumálaráðið ætlar at kanna viðurskiftini nærri, og hevur sett seg í samband við DSI (Institut for sundhedsvæsen), fyri at fáa stovnin at standa fyri eini tílíkari kanning.

 

5. Talgilda heilsuskipanin

Eisini hevur verið frammi í kjakinum, at Landssjúkrahúsið hevur eina ósmidliga og ótíðarhóskandi journalskipan, sum hevur við sær, at kunnleikin um tann einstaka sjúklingin er ymiskur frá kommunlækna til sjúkrahús og millum deildir á sjúkrahúsinum. Sum kunnugt  verður  arbeitt við at menna og seta í verk eina talgilda heilsuskipan (THS) í føroyska sjúkrahúsverkinum og kommunulæknaskipanini. Talan er um eina integreraða kunningarskipan, ið tekur atlit til tvørfaklig viðuskifti og røkkur tvørtur um deildir og stovnar. Skipanin økir um møguleikarnar at heildarviðgera sjúklingarnar meira rasjonelt enn í dag. Endamálið er, at óansæð um ein sjúklingur er staddur hjá kommunulækna ella á einum av sjúkrahúsunum, so skal verða møguligt hjá einum viðgerandi heilsustarvsfólki at heinta tær neyðugu upplýsingarnar um sjúklingin skjótt og uttan hóvasták. Talan kann til dømis vera um onkran heilivág, ið sjúklingurin ikki tolir, ella okkurt líknandi. Eisini tryggjar THS-skipanin, at sjúklingaupplýsingarnar altíð eru heilt dagførdar. Soleiðis vil skipanin økja um kunningina um sjúklingin og ikki minst sjúklingatrygdina við, at møguleikarnir fyri skeivum diagnosum og nýtslu av skeivum heilivági minka við eini øktari og betri kunning um sjúklingarnar. Í skipanini eru eisini nógvir upplýsandi og leiðbeinandi hentleikar, sum kunnu stuðla heilsustarvsfólkum í at taka rættar fakligar avgerðir. At hvør einstakur sjúklingur kemur at hava eina og somu journal í øllum heilsuverkinum merkir, at vit koma longur áleiðis enn nakað annað land um okkara leiðir, tá talan er um talgildar heilsuskipanir, og hetta fer í stóran mun at betra um bæði ta fakligu og organisatorisku góðskuna í okkara heilsuverki, og hetta skuldi so aftur havt ávirkan á ta sjúklingaupplivdu góðskuna.

 

Málið avgreitt