21  Uppskot til  samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 25. oktober, legði Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um val til Føroya Løgting undir hesum fortreytum:

 

Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi.

 

Tingmannatalið verður ásett til altíð at vera 33.

 

Viðmerkingar:

Fyrimunir og vansar eru við øllum valskipanum, men ásannast má, at verandi valskipan er alt ov tilvildarlig. Ofta er størsti flokkur í atkvøðum ikki størstur í tingmannatali, veljarar í størru valdømunum eru undirumboðaðir, veljarar í smærru valdømunum fáa ikki altíð høvi at velja ímillum allar politisku flokkarnar, ið stilla upp, og veljarar kring landið sleppa ikki at atkvøða fyri valevnum úr øðrum valdømum.

 

Sjálvstýrisflokkurin legði í 2005 fram løgtingsmál nr. 8/2005 um broytingar í løgtingslóg um val til Føroya Løgting. Uppskotið bar í sær:

 

·        at talið av valdømum varð fækkað við at leggja saman smærru valdømini;

·        at talið av valdømisvaldum varð tillagað fólkatalinum, tó so at smærru valdømini framvegis fingu ávísa yvirumboðan í talinum av valdømisvaldum;

·        at tingmannatalið kundi hækka til 33, ið er mest loyvda tal eftir stýrisskipanini; umframt

·        at farið var til Sainte-Leguës býtistøl (1,3,5 osfr heldur enn 1,2,3 osfr).

 

Hetta uppskotið hevði bøtt munandi um skipanina. Býtið millum flokkannar hevði verið matematiskt rættari, býtið millum valdømini hevði verið rímiligari, valkostirnir hjá veljarum um alt landið fjølbroyttari, og tingmannabýtið somikið rætt, at ofta hevði ikki verðið brúk fyri øllum fimm eykavaldu tingfólkunum.

 

Løgtingið tók ikki undir við uppskotinum vísandi til, at landsstýrismaðurin arbeiddi við málinum, og hevði sett bólk at gera uppskot til nýggja skipan.

 

Tað uppskotið er nú komið fram, og løgtingslimir eru kunnaðir, men enn røkist einki fyri, at landsstýrismaðurin fer at bera tað í tingið. Nógv bendir á, at uppskotið hjá serfrøðingunum helst er soleiðis háttað, at tað fer ikki at vinna frama, serliga tí tað ber í sær, at valið í roynd og veru blívur gjørt upp, sum um Føroyar vóru eitt valdømi. Serfrøðin mælir til, at valúrslitið í valdømunum skal víkja fyri landsúrslitinum soleiðis, at flokkur, ið stendur til at fáa mann valdan lokalt, kortini missir hann.

 

Serfrøðiuppskotið hevur sostatt hesar vansar:

·        tað kávar útyvir, at veruliga skipanin er Føroyar sum eitt valdømi;

·        tað loyvir ikki fólki at atkvøða fyri valevnum úr øðrum valdømum;

·        tað hevur við sær ókiljandi úrslit í einstøku valdømunum.

 

Tessvegna verður uppskotið um at skipa Føroyar sum eitt valdømi lagt fram. Uppskotið skal fáa greiðu á, um meiriluti er í Løgtinginum fyri at hava Føroyar sum eitt valdømi.

 

Fyrmunir við at skipa Føroyar sum eitt valdømi eru at:

·        allir veljarar verða settir javnt:

·        allir veljarar fáa somu umboðan;

·        allir veljarar fáa somu valkostir;

·        øll valevni kunnu søkja sær stuðul um alt landið;

·        allir flokkar verða javnt settir;

·        valstríðið verður meiri merkt av landspolitikki.

 

Hildið verður, at neyðugt er at velja ávíst tingmannatal, um Føroyar gerast eitt valdømi. Stýris­skipanin loyvir upp til 33, ið sum ólíkatal hevur tann fyrimun, at tað vanliga ikki fer at standa á jøvnum, um tingið er fullmøtt.

 

Eitt annað, sum talar fyri, at Føroyar verða eitt valdømi, er fráboðan landsstýrismansins um samanlegging av kommunum, ið eftir ætlan fer at minka talið av kommunueindum til 7. Tá verða tað stórar og fólkaríkar eindir, sum veruliga koma at geva landspolitikkarum mótspæl.

 

Vísir tað seg, at almenna orðaskiftið og umrøðan á Løgtingi sýna undirtøku fyri Føroyum sum eitt valdømi, eigur landsstýrið at leggja fram uppskot um nýggja vallóg, áðrenn verandi valskeið er runnið.

 

1. viðgerð 9. november 2006. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 6. desember 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 25. oktober 2006, og eftir 1. viðgerð tann 9. november 2006 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 30. november og 4. desember 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Petur Zachariassen, lektara í stødd- og hagtalsfrøði, og landsstýrismannin í innlendismálum. Frá Petur Zachariassen fekk nevndin skjal, sum lýsti valevni við fleiri enn 100 persónligum atkvøðum á løgtingsvalinum 2004, og landsúrtslit frá grønlendska landstingsvalinum í 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti (Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Marjus Dam, Sverre Midjord og Finnur Helmsdal) í nevndini vísir á, at landsstýrismaðurin arbeiðir við at endurskoða valskipanina og miðar ímóti at koma í Løgtingið við einum uppskotið í hesi tingsetu, tí mælir meirilutin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti (Bill Justinussen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Føroyar eru landafrøðisliga eitt lítið øki. Frástøðan millum ymsu valdømini er sera lítil, og flestu føroyingar kenna til viðurskifti kring alt landið. Somuleiðis eru flestu valevnini kend frá sunnast til norðast, og eru tí vælegnað at verða vald av øllum føroyingum. Fyri veljarar í smáu valdømunum eru valmøguleikarnir sera avmarkaðir, og verður lokala umboðanin ofta tað mest umráðandi atlitið. Veljarar hava ikki somu møguleikar at velja í mun til t.d. politisku hugsjónina, tí tað frammanundan í sjálvari valskipanini er mestsum avgjørt, hvør flokkur fær tingumboðan. Tí er skjótt hjá einum veljara í lítlum valdømi at hugsa, at atkvøðan fer fyri einki. Hendan skipanin er tí avmarkandi bæði fyri veljaran sjálvan og fyri uppstillaðu valevnini.

 

Minsta krav hjá einum veljara má vera, at hann kann hava møguleika at velja millum allar uppstillaðar flokkar og hava eina vón um, at flokkurin fær umboðan. Um Føroyar verða eitt valdømi, verður møguligt hjá øllum veljarum frítt at velja við øllum atlitum – bæði landafrøðisliga, hugsjónarliga og persónligt. Soleiðis fáa allir føroyingar eins møguleika at taka lut í fólkaræðinum, og allar atkvøður hava sama virði og sama gildi.

 

Um politikarar verða meiri ella minni landspolitikarar, verður sjálvandi upp til tann einstaka, sum verður valdur. Stóri vinningurin við hesum uppskoti er, at einstaki veljarin hevur fult frælsi at velja, og kann sjálvur velja síni atlit.

 

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 12. desember 2006. Uppskot til samtyktar fall 11-1-18. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.