12  Uppskot til  samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 19. september, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal og Jenis av Rana, vegna seg sjálvar fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Ásannandi vaksandi trupulleikan við rúsevnum í Føroyum tekur Løgtingið undir við, at landsstýrið fer undir at gera eina ætlan um null loysn fyri rúsevnir í Føroyum, herundir fáa til vega neyva vitan um, hvussu stór rúsevnismisnýtslan er.

 

Viðmerkingar:

Í Føroyum hevur nógv verið tosað og skrivað um rúsevnir seinastu tíðina. Tíðindir hava gingið um, at nýtslan av rúsandi evnum millum føroyingar er vaksandi, og at nýtslan av sterkum rúsandi evnum somuleiðis er vaksandi. Tíðindi hava gingið um ógvusliga og rættiliga ófjalda nýtslu í sambandi við nøkur av stóru mentanarligu tiltøkunum í summar. Hesi tíðindi eru tó ikki váttað, og uppskotsstillar­arnir hava ikki førleika til ella ætlanir um at finna prógvini. Tó er tað ikki so lítið av tí, sum tíðindi ganga um, ið gevur ábendingar um, at nýtsla av rúsandi evnum er við at gerast ein álvarsligur og hóttandi trupulleiki her á landi. Uppskotsstillararnir ynskja tí, at vit frá politiskari og umsitingarlig­ari síðu royna at gera tað vit kunnu, til tess at forða- og fyribyrgja hesum trupulleika. Uppskots­stillararnir eru av teirri fatan, at rúsevnir í sær sjálvum eru ein hóttan og helst eisini trupulleiki. Ein hóttan og ein trupulleiki, sum vit altíð kunnu missa tamarhaldið á, um vit ikki arbeiða neyvt og rætt og støðugt eru á varðhaldi. Uppskotsstillararnir loyva sær eisini at minna tingið á, at tíðin fremur støðuga broyting, at tíðin kann broyta bæði hugburð og tørv. Líta vit at støðuni í londunum kring okkum, síggja vit, at hesi hava alstórar trupulleikar av rúsevnum. Vit loyva okkum at minna á, at føroyingar so at siga í øllum taka upp útlendskan tátt. Viðhvørt beinanvegin, viðhvørt eitt áramál aftaná. Tí eigur tingið altíð at taka rúsevnamálið, og teir vandar og trupulleikar, ið kunnu standast av, í allar størsta álvara.

 

Uppskotsstillararnir vilja tí, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir at menna og styrkja stríðið móti rúsevnum, og at landsstýrið leggur nógva orku í at samskipa arbeiðið soleiðis, at allir landsstýrismenn, sum varða av teimum økjum, ið eru fevnd av stríðnum móti rúsevnunum, skulu samstarva og arbeiða aktivt við ætlanunum. Her verður eina mest hugsað um fyribyrgjandi arbeiði, arbeiði við at stuðla familjunum, sum eru raktar av trupulleikanum, arbeiði við avrúsan og avvenjing, arbeiði, sum løgreglan skal gera og arbeiði, sum tollvaldið skal gera.

 

Soleiðis, sum uppskotsstillararnir síggja málið og tað, sum gerast kann, er hetta eitt mál fyri lands­stýrið og ikki einstakar landsstýrismenn. Uppskotsstillararnir eru vitandi um, at tað finst eitt ótal av persónum í føroyska samfelagnum, sum fegnir vilja arbeiða aktivt við í slíkari verkætlan, og fara vit tí at biðja tingið um at heita á landsstýrið um at gera nýtslu av tí, sum nevndu persónar vilja við­virka við.

 

Hvussu fara til verka

Hugskotið um null-loysn er komið frá arbeiðinum hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd viðvíkjandi null-loysn í ferðsluni. Uppskotsstillararnir síggja og meta hesa verkætlan viðvíkjandi null-loysn í mun til rúsevnir, sum nógv meira enn eitt av hundrað hugskotum, feld niður á pappír í skundi. Uppskots­still­ararnir síggja hesa verkætlan, sum eitt átrokandi og lívsneyðugt átak, ið eisini hevur skund. Sum eitt átak, ið skal hava gjølla fyrireiking, fulla uppbakking og ikki minst fremjast í neyvum samstarvi millum fleiri sektorar.

 

Ein fortreyt fyri at gera nakað á økinum er, at landsstýrið fær til vega neyðug hagtøl fyri, hvussu stór rúsevnismisnýtslan er í Føroyum. Hetta fyri at fáa eina viðkomandi hilling av, hvussu stórur trupulleikin er. Á professionellum málið verður sagt, at okkum tørvar eina objektiva kvantifisering av rúsevnatrupulleikanum. Av tí at vit als ikki hava nakað, sum minnir um slíkt her á landi, eigur landsstýrið at leita sær ráð og vegleiðing um, hvussu slík kvantifisering kann setast í verk. Eisini má tað verður ein natúrligur partur av eini slíkari verkætlan, at arbeiðið við upplýsing og fyribyrging verður ment, og at arbeiðið við at stuðla raktum familjum verður sett á skrá.

 

Ein partur av verkætlanini kundi eisini verið at uppraðfest arbeiðið hjá tollvaldinum, tá tað snýr seg um at forða fyri og minka um innflutningin av rúsandi evnum til Føroyar, eins og landsstýrið kundi tikið upp samstarv við danskar myndugleikar um, hvussu arbeiðið hjá rúsevnaløgregluni í Føroyum kann styrkjast og samskipast við annað arbeiði á økinum.

 

Landsstýrið eigur at seta ein arbeiðsbólk at samskipa verkætlanina. Arbeiðsbólkurin skal virka sum sentralur partur í samskipandi lutinum av arbeiðinum, samstundis sum hann skal hava innlit og kunna ráðgeva, har tað ber til og er neyðugt.

 

1. viðgerð 29. september 2006. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 26. oktober 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Finnur Helmsdal og Jenis av Rana, løgtingsmenn, hava lagt málið fram tann 19. september 2006, og eftir 1. viðgerð tann 29. september 2006 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 2., og 23. oktober 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við fútan, Bláa Kross, Heilbrigdið og landsstýrismannin í innlendismálum. Frá Heilbrigdinum fekk nevndin bóklingin Ungdómur og lívsdygd, sum Rúsdrekka- og Narkotikaráðið í 1999 gav út á føroyskum.

 

Hóast einki hagtalsgrundarlag er tøkt, hevur viðgerðin í nevndini givið ábendingar um, at trupulleikin við rúsevnum er stórur í Føroyum. Nevndin ásannar, at øll misnýtsla er  skaðilig í allar mátar,og tí er nevndin samd um, at tað er neyðugt, at vit seta okkum sum mál at beint verður fyri hesum trupulleika, og metir, at hetta uppskotið saman við stevnumiði landsstýrisins í bóklinginum Fólkaheilsuætlan føroyinga frá apríl 2006 eru stig á leiðini til at náa 0-loysnini.

 

Ein samd Rættarnevnd tekur tískil undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 10. november 2006. Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.