Barsilsskipan

Nr. 5

Komið til tingið 08.01.2001

08.01.2001

 

Føroya Løgting Tórshavn,
Løgtingsskrivstovan
E. Jalsgøta 6
100 Tórshavn

Viðv. lógaruppskoti nr. 49/2000 – Uppskot til løtingslóg um barsilsskipan.

Undirritaðu feløg frættu um jóltíðir, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum hevði lagt fyri tingið lógaruppskot um barsilsskipan.

Hetta kom óvart á okkum, tí við skrivi dagfest 17.11.2000 hava vit gjørt viðmerk-ingar okkara til tað uppskot, sum Vinnumálastýrið hevði sent okkum til hoyringar og á síðu 2 í viðmerkingum okkara siga vit, at feløgini, áðrenn Vinnumálastýrið leggur nakað lógaruppskot fyri tingið, krevja at fáa greiðu á spurninginum um tað pro-sentgjald, sum vit, í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í 1995, hava góðtikið at gjaldast skuldi í barnsburðargrunnin.

0,8 %-gjaldið, sum fakfeløgini í 1995 góðtóku at flyta barnsburðargrunninum.

Vit vístu í skrivi okkara til Vinnumálastýrið á, at nevndu 0,8 % var ein partur av lønarhækkingini hjá limum okkara, og tí væntaðu vit, at Vinnumálastýrið fór at eftirlíka áheitan okkara, soleiðis at nevndi spurningur varð avgreiddur áðrenn lógaruppskot varð lagt fyri Løgtingið.

Vit skulu gera vart við, at tað ikki bert eru undirritaðu feløg, sum halda fast við at tey 0,8 % vóru ein partur av lønarhækking okkara í 1995, tí m.a. Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ger somu sjónarmið galdandi í teirra hoyringskrivi, dagfest 23.11.2000.

Viðvíkjandi spurninginum annars um tey 0,8 %, so er tað púrasta óskiljandi, at nakar kann finna upp á, at siga at hetta ikki var partur av lønarhækking okkara.

Fyri øll tey sum hava luttikið í sáttmálasamráðingum er tað púrasta greitt, at um partarnir ikki høvðu fingið í lag semju um at flyta 0,8 % í barnsburðargrunnin, so høvðu endaligu lønarkrøv okkara verið 0,8 % hægri, og neyvan er ivi um, at vit so eisini høvðu fingið eina veruliga lønarhækking, sum var tilsvarandi hægri.

Tað er einki eindømi, at lønarhækking, í sambandi við undirskriving av nýggjum sáttmála, verður latin á ymsan hátt, sum t.d. eftirløn, frídagar, barnsburðarfarloyvi umframt vanlig lønarhækking, og neyvan fer nakar, sum hevur bert minsta skil á sáttmálasamráðingum, at gera galdandi, at limirnir í fakfeløgunum bert hava løgfrøðiligan rætt til partar av teimum sømdum, sum nýggur sáttmáli hevur givið hesum limum.

Hugtakið "lønarhækking" skal tí ikki bert skiljast sum tann hækking í mánaðarlønini, sum tann einstaki løntakarin fær, tí vanligt er at fakfeløgini góðtaka, at slaka í vanligu lønarkrøvunum soleiðis at limirnir í staðin fáa ymiskar aðrar batar í starvsrættindum sínum, t.d. í sambandi við barnsburðarfarloyvi sum sáttmálasamráðingarnar í 1995 eru dømi um.

Viðmerkingar frá Lønardeildini.

Vit skulu eisini vísa á, at tær viðmerkingar, sum Lønardeildin hevur sent Vinnumálastýrinum 28.11.2000 (var ikki viðlagt, tá lógaruppskotið varð lagt fyri løgtingið), greitt vísa, at tey 0,8 % veruliga eru at meta sum lønarhækking (skrivið er viðlagt her).

Lønardeildin sigur á síðu 1 í skrivi sínum um verandi barnsburðargrunn.:

" At henda felagskonto verður avtikin, og samstundis skulu starvsfólk og stovnar rinda eitt gjald til nýggja grunnin, uttan at felagskontoin verður deild út aftur, viðførir at stovnar og starvsfólk hjá tí almenna koma at rinda 0,8 %, sum tey longu gera, umframt 0,5 % til nýggja grunnin, t.v.s 1,3 %."

Lønardeildin váttar sostatt, at tað eru "starvsfólk hjá tí almenna", sum gjalda til verandi barnsburðargrunn, og hetta er fullgott prógv um, at bæði almenni arbeiðsgevarin og fakfeløgini í 1995 vóru samd um, at talan var um part av lønarhækkingini, sum partarnir samdust um at gjalda barnsburðargrunninum.

Løgfrøðiliga kann tí eingin ivi vera um, at limir okkara eiga rætt til nevndu 0,8 %, og vit vænta tí, at Løgtingið og løgtingslimirnir viðurkenna henda rættin, og ikki vísa somu vanvirðing fyri alment løntu starvsfólkinum, sum Vinnumálastýrið tykist at gera.

Vinnumálastýrið tekur sær rættindi, sum liggja uttan fyri heimildarøki teirra

Vit senda hjálagt avrit av skrivum, sum Starvsmannafelagið sendi Vinnumálastýrinum 28.12.2000 og svarskriv frá Vinnumálastýrinum til Starvsmannafelagið ávikavist 28.12.2000 og 29.12.2000.

Í fyrra skrivinum sigur landsstýrismaðurin og aðalstjóri hansara m.a.:

"Sum landsstýrismaðurin hevur skilt gongdina í sáttmálasamráðingunum, so hevur barnsburðargrunnurin verið partur av sáttmálasamráðingunum, men at virði ikki hevur verið sett á barnsburðargrunnin sum partur av lønar hækking."

Í seinna skrivinum verður m.a. sagt:

" Hetta varð gjørt soleiðis, at 0,8 % av lønarpartinum hjá øllum almennum stovnum skuldi setast á eina felags konto at gjalda starvsfólkum(okkara undirstriking), sum kemur í staðin fyri tær starvskvinnur, sum eru í barnsburðarfarloyvi.".

Víst verður eisini í skrivinum til innanhýsis notat, dagfest 28.12.2000,sum fulltrúi á lønardeildini hevur gjørt.

Vert er at bíta merki í, at bæði landsstýrsimaðurin og aðalstjórin, tá teir skrivaðu nevndu brøv, hava havt kunnleika til brævið frá lønardeildini, har leiðarin á deildini greitt viðurkennur, at alment settu starvsfólkini longu gjalda 0,8 % og at tey við ætlaðu skipanini hjá Vinnumálastýrinum koma at gjalda 1,3 %.

Tað er átaluvert, at Vinnumálastýrið soleiðis tekur sær rættindi at tulka sáttmála, sum Fíggjarmálastýrið hevur gjørt við fakfeløgini hjá teimum alment løntu, tí hetta er at leggja seg út í viðurskifti, sum liggja uttan fyri máls- og heimildarøkið hjá Vinnumálastýrinum.

Enn meira álvarslig er henda framferð, tá sjálvur landsstýrsimaðurin og aðalstjórin í skrivunum leggja til grund eina tulking, sum tykist at vera beint í móti tí felags tulking, sum Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum og fakfeløgini hava, nevniliga, at limir okkara longu frammanundan rinda 0,8 % og við nýggju skipanini hjá Vinnumálastýrinum koma at gjalda til eina skipan, sum tey longu hava goldið.

Snildisliga hevur landsstýrismaðurin og/ella aðalstjóri hansara 28.12.2000 heitt á fulltrúan á lønardeildini um at gera eitt notat um hesi 0,8 %. Vit senda hjálagt avrit av hesum notati.

Hóast hetta notat uttan iva er ætlað at stuðla tulkingina hjá landsstýrsimanninum í vinnumálum, og er umbiðið til sama endamál, so verður aftur her víst til, at talan er um "0,8 % av lønarpartinum hjá øllum almennum stovnum..", og í seinasta petti verður viðmerkt, at "Lønarkarmurin hjá einstøku stovnunum varð lækkaður 0,8 %"´.

Hóast fulltrúin í seinnu helvt í notati sínum tykist at hava skilt hvat ætlanin er at brúka hetta notat til, og hon roynir at skava út yvir veruligu viðurskiftini, so sæst skilliga, at talan er um eitt lítið sakligt notat, sum enntá tykist at vera í andsøgn við tað skriv, sum leiðarin á lønardeildini hevur sent Vinnumálastýrinum.

Vit skulu hava í huga, at tá landsstýrismaðurin og aðalstjórin skriva Starvsmannafelagnum brævið dagfest 28.12.2000, tá hava teir einki notat frá fulltrúanum at halda seg til, men bert skrivið frá Lønardeildini dagfest 28.11.2000, og kortini nevna teir einki um, at stjórin á lønardeildini skrivar, at tey alment løntu koma at gjalda 0,8 % "sum tey longu gera".

Vit vilja harðliga átala slíka framferð, tí tað eigur sjálvsagt ikki at koma fyri, at landsstýrsimaður ella aðalstýrið leggur seg út í málsøkið, sum tey einki hava við at gera og ikki minni átalavert er hetta, tá ikki loyalt verður víst til tað tilfar, sum Vinnumálastýrið hevur kunnleika um, men tilvildarlig niðurstøða verður gjørd, sum tykist vera í stríð við tað sum sáttmálapartarnir hava verið samdir um.

ALS og barnsburðargrunnurin

Sum onnur eisini hava víst á, so skulu vit endurtaka, at tað er sera óheppið at leggja leiðsluna fyri einum barnsburðargrunni til ALS at umsita, sbnr. Skriv okkara frá 17.11.2000.

Um so er at ALS skal umsita barnsburðargrunnin, so fara feløgini undir øllum umstøðum at krevja, at útreiðslurnar av hesari umsiting ikki verða álagdar ALS, tí hetta meta vit vera brot á ALS-lógina og eisini á tær fyritreytir, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum høvðu í sambandi við stovnsetaninna av ALS-skipani.

Ummæli, sum Vinnumálastýrið hevur sent Løgtinginum

Vit skulu gera vart við, at vit hava kunnleika um, at Vinnumálastýrið ikki hevur sent Løgtinginum alt tað tilfar, sum latið er Vinnumálastýrinum í sambandi við lógaruppskot teirra.

Vit halda at tað er átaluvert, at Vinnumálaatýrið saman við lógaruppskoti sínum sendir Løgtinginum yvirlit yvir innkomin ummæli, sum ikki kann skiljast øðrvísi enn, at talan er um fullfíggjað yvirlit, hóast alt tilfar ikki er sent við.

Samandráttur

Vit skulu gera vart við, at vit ikki kunnu góðtaka manngongdina, sum Vinnumálastýrið hevur brúkt í sambandi við hetta lógaruppskot.

Sum vit hava nevnt frammanfyri, so hava vit staðiliga gjørt vart við, at vit kravdu at fáa greiðu á rættarstøðuni hjá limum okkara, sum hava "goldið" 0,8 % til barnsburðargrunn frá 1. januar 1996, men Vinnumálastýrið hevur víst fullkomuliga líkasælu mótvegis fakfeløgunum.

Eisini hevur Vinnumálastýrið lagt seg út í tulkingarspurningar, sum tey einki hava við at gera.

Vit vóna, at flokkarnir á tingi virða sáttmálavunnu rættindindi hjá limum okkara og vit vænta tí, at Løgtingið skipar soleiðis fyri, at spurningurin viðvíkjandi teimum 0,8 %, sum limir okkara hava goldið verður avgreiddur áðrenn lógaruppskotið um barsilsskipan fær nakra realitetsviðgerð í tinginum.

Vit ætla ikki at sleppa hesum rættindum okkara, men vit vænta sum nevnt, at politisku flokkarnir ikki góðtaka, at lóggáva verður gjørd, sum beinleiðis fer at áleggja limum okkara at gjalda til eina skipan, sum teir longu hava goldið, tí so kann hetta ikki skiljast á annan hátt enn at sjálvt Føroya Løgting tekur alla rættartrygd frá alment løntu starvsfólkunum.

Allir flokkar á tingi hava fingið avrit av hesum skrivi okkara, eins og vit hava sent Vinnumálastýrinum avrit av skrivinum.

Vegna niðanfyri nevndu felag

 

Vinaliga

Gunnleivur Dalsgarð

Starvsmannafelagið
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Pedagogfelag
Føroyskir Fysioterapeutar
Bioanalytikarafelagið
Økonomafelag Føroya
Sjúkrasystrafelag Føroya
Føroya Sjúkrahjálparafelag
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærarafelag
Føroya Postfelag
Føroya Lærarafelag
Farmakonomfelagið

Skjøl:
1. Skriv til Flokkarnar á tingi, dagfest 08.01.2001
2. Skriv frá Starvsmannafelagnum til Vinnumálastýrið, dagfest 17.11.2000
3. Skriv frá Starvsmannafelagnum til Vinnumálastýrið, dagfest 28.12.2000
4. Skriv frá Fíggjarmálastýrinum, lønardeildini til Vinnumálastýrið, dagfest 28.11.2000
5. Fíggjarmálastýrið - innanhýsis upprit, dagfest 28.12.2000
6. Skriv frá Vinnumálastýrinum til Starvsmannafelagið, dagfest 28.12.2000
7. Skriv frá Vinnumálastýrinum til Starvsmannafelagið, dagfest 29.12.2000