Barsilsskipan

Skjal 6

Komið til tingið 08.01.2001

 

Vinnumálastýrið Aðalskrivstovan

Tórshavn, tann 28. desember 2000
J.nr.: 990009 / 41
Viðgjørt : SH

Starvsmannafelagið
J.H. Schrøtersgøta 9
Postsmoga 165
110 TÓRSHAVN

 

Víst verður til skriv tykkara dagfest 28.12.2000 viðvíkjandi uppskotinum um løgtingslóg um barsilsskipan.

Starvsmannafelagið er vælkomið at fáa innlit í ummælini, Vinnumálastýrið hevur fingið til lógaruppskotið. Í hesum sambandi skal verða sagt frá, at øll skjølini verða latin løgtinginum í sambandi við viðgerðina.

Sum landsstýrismaðurin hevur skilt gongdina í sáttmálasamráðingunum, so hevur barnsburðargrunnurin verið partur av sáttmálasamráðingunum, men at virði ikki hevur verið sett á barnsburðargrunnin sum partur av lønarhækking.

Vinarliga 

Bjarni Djurholm
landsstýrismaður

/Arne Poulsen

Tinganes • Postboks 377 • FO-110 Tórshavn
Telefon 35 60 60 Telefax 35 60 65 • E-mail: vms@vms.fo • Heimasíða: www.vms.fo