Barsilsskipan

Skjal 7

Komið til tingið 08.01.2001

 

Vinnumálastýrið Aðalskrivstovan

Tórshavn, tann 29-12-00
J.nr.:
Viðgjørt : SH

Starvsmannafelagið
J.H. Schrøtersgøta 9
110 Tórshavn
Fax nr. 311092

 

Viðvíkjandi uppskotinum til løgtingslóg um barsilsskipan

Sum framhald av skrivinum til Starvsmannafelagið í gjár og vísandi til telefonsamrøðu í gjár seinnapartin, skulu hesar viðmerkingar verða skoyttar uppí.

Í uppskoti til fíggjarlóg 2001 verður í viðmerkingunum til § 3.18.3.01. sagt: "Í semjuni, sum varð gjørd við tjúgu fakfeløg 9. apríl 1995, er avtalað, at frá 1. januar 1996 verður felags barnsburðargrunnur settur á stovn. Hetta varð gjørt soleiðis, at 0,8% av lønarpartinum hjá øllum almennum stovnum skuldi setast á eina felags konto at gjalda starvsfólki, sum kemur í staðin fyri tær starvskvinnur, sum eru í barnsburðarfarloyvi. Grunnurin skuldi setast á stovn fyri at forða fyri, at summir stovnar verða raktir serliga hart, tá ið starvskvinna fer í barnsburðarfarloyvi."

Landsstýrismanninum kunnugt hevur virði ikki verið sett á barnsburðargrunnin sum partur av lønarhækking, men at grunnurin bar í sær, at útreiðslurnar í sambandi við at seta avloysara fyri konu í barnsburði vórðu útjavnaðar. Viðmerkingar landsstýrismansins eru orðaður samsvarandi hesum.

Hendan metingin er í góðum samsvari við innanhýsis notat, sum Durita Tausen, fulltrúi á lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, hevur gjørt, sí hjálagda skjal.

Vónandi hevur Starvsmannafelagið við hesum fingið svar uppá spurningar sínar. Tykkum verður ynskt eitt gott nýttár og takk fyri tað brátt farna.

Vinarliga 

Bjarni Djurholm
landsstýrismaður

/Arne Poulsen

Tinganes • Postboks 377 • FO-110 Tórshavn
Telefon 35 60 60 Telefax 35 60 65 • E-mail: vms@vms.fo • Heimasíða: www.vms.fo