Barsilsskipan

Skjal 1

Komið til tingið 08.01.2001

Tórshavn, 04.01.2001

Flokkarnir á Føroya Løgtingi  

 

Viðv. lógaruppskoti nr. 49/2000 – Uppskot til løtingslóg um barsilsskipan.

Hjálagt senda vit til tykkara kunnleika avrit av skrivi okkara til Føroya Løgting.

Vit vóna, at allir flokkar vilja taka undir við, at eingin lóggáva verður sett í gildi, uttan so et rættindi hjá limum okkara eru tryggjaði.

Sum kunnugt hava limir okkara frá 1. janaur 1996 goldið 0,8 % til barnsburðar-grunnin, og hetta hevur Lønardeildin eisini skrivliga viðurkent.

Fyri rættartrygdina hevur tað avgerandi týdning, at tilvildarligur landsstýrismaður ikki við lógaruppskoti skal kunna áleggja borgarum at gjalda til eina skipan, sum hesir longu hava goldið.

Vit vænta at flokkarnir og hvør einstakur løgtingslimur vísur, at tit standa sum trygd fyri, at slíkur ágangur ikki verður framdur móti limum okkara.

Vegna niðanfyri nevndu feløg

Gunnleivur Dalsgarð

Starvsmannafelagið
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Pedagogfelag
Føroyskir Fysioterapeutar
Bioanalytikarafelagið
Økonomafelag Føroya
Sjúkrasystrafelag Føroya
Føroya Sjúkrahjálparafelag
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærarafelag
Føroya Postfelag
Føroya Lærarafelag
Farmakonomfelagið