Barsilsskipan

Skjal 2

Komið til tingið 08.01.2001

STARVSMANNAFELAGIÐ

Vinnumálastýrið
Vinnumáladeildin
Postboks 377
110 Tórshavn

Tórshavn t. 17.11.2000

Viðv. uppskoti til løgtingslóg um barnsburðarfarloyvi og barnsburðarpening.

Undirritaðu feløg hava móttikið skriv tykkara dagfest 01.11.00, har viðlagt var uppskot til løgtingslóg um barnsburðarfarloyvi og barnsburðarpening.

Feløgini hava viðgjørt nevnda uppskot, og tær viðmerkingar sum lagdar eru við uppskotinum.

Feløgini taka undir við, at lóggáva verður gjørd, sum tryggjar øllum foreldrum barnsburðarfarloyvi og barnsburðarpening.

Feløgini kunnu tó ikki taka undir við ymiskum pørtum av tí uppskoti, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt.

Sjónarmið okkara eru:

Viðvíkjandi spurninginum hvør skal gjalda til skipanina.

Sum nevnt er á síðu 10 í tilfarinum, sum tit hava sent feløgunum, so varð 09.04.95 gjørd semja millum Fíggjarmálastýrið og undirritaðu 20 fakfeløg um, at barnsburðargrunnur skuldi setast á stovn.

Feløgini góðtóku tá, í sambandi við lønarkrøv okkara, at 0,8 % av øllum útgoldnum almennum lønum skuldi fara í barnburðargrunnin og hetta var sum kunnugt partur av tí lønarhækking, sum feløgini fingu í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í 1995.

Eingin ivi er tí um, at limir okkara hava goldið sín part til barnsburðarskipanina, og tí fara vit undir ongum umstøðum at góðtaka, at limir okkara enn einaferð skulu gjalda til eina skipan, sum tey longu hava goldið.

Talan er fyri okkum um eitt heilt avgerandi prinsippmál, og vit skulu tí gera púrasta greitt, at um lógin verður samtykt í tí líki sum hon nú liggur á borðinum, so fara vit at krevja, at lønin hjá limum okkara verður hækkað við nevndu 0,8%.

Um álagt verður limum okkara enn einaferð at gjalda til barnsburðarskipanina, so er í veruleikanum talan um sáttmálabrot, tí um ikki 0,8 % fara til barnsburðarskipanina hjá limum okkara, so eiga hesi limir undir øllum umstøðum rætt til nevndu 0,8 % oman á løn sína, tí hetta eru rættindi, sum vunnin eru við samráðingunum í 1995.

Vit krevja tí at fáa greiðu á nevnda spurningi, áðrenn Vinnumálastýrið leggur nakað lógaruppskot fyri tingið.

Sum almenna viðmerking annars til hetta lógaruppskot, umframt onnur lógaruppskot sum verandi samgonga hevur gjørt, eru feløgini samd um, at rákið í førda politikkinum tykist at vera, at alsamt fleiri av teimum uppgávum og skyldum, sum tað almenna hevur havt, skulu leggjast út á borgarnar sjálvar, við tí avleiðing, at samhaldsfestið í samfelag okkara alsamt verður máað burtur við teimum óhepnu avleiðingum hetta kann fáa, ikki minst fyri tey, ið frammanundan eru verst fyri í samfelag okkara.

Feløgini átala hesa gongd og vóna at politisku flokkarnir síggja vandin í hesum politikki.

Viðvíkjandi ætlanunum um at tengja barnsburðarskipanina saman við ætlaðum avmarkingum av inntøkugrundarlagnum í ALS skipan okkara.

Feløgini mótmæla harðliga, at fígging av barnsburðarskipanini verður tengd saman við ALS skipanini.

Sum Vinnumálastýrinum kunnugt so fáa tey arbeiðsleysu útgoldið stuðul, sum er so mikið lítil, at trupult er at lívbjarga sær við hesum stuðli.

Arbeiðsloysisskipanin tolir ikki at missa burtur av inntøkugrundarlagnum og mæla vit staðiliga Vinnumálastýrinum og stýrinum fyri ALS frá at máa meira burturav inntøkugrundarlagnum hjá ALS-skipan okkara.

Barnsburðarpeningur eigur at verða útgoldin øllum sum fáa børn ella ættleiða børn.

Feløgini eru samd um, at borgarar landsins eiga at javnsetast, og tí mæla vit til, at lógarorðingin verður broytt, soleiðis at allir borgarar sum fáa ella ættleiða børn hava møguleika fyri at fáa barnsburðarstuðul.

Vit meta tað vera óheppið at munur verður gjørdur á foreldrum, og vit duga ikki at síggja nakra sakliga grund til hendan mismun.

 

Viðvíkjandi lágmarki á barnsburðarpeningi.

Eisini eru feløgini samd um, at aðalendamálið við slíkari lóg eigur at vera, at skapa familjum, sum fáa børn ella ættleiða børn, rímiligar fíggjarligar umstøður, tí hetta er ein av fyritreytunum fyri, at nýføddu børn okkara og tey børn sum vera ættleidd fáa eina góða byrjan í lívinum.

Tí meta vit, at lágmark eigur at verða sett í sjálva lógina, soleiðis at skaptar verða best møguligar rammur, fyri tær familjur sum hava ábyrgdina av teimum nýføddu børnunum.

* * *

Feløgini vóna, at Vinnumálastýrið tekur undir við teimum viðmerkingum, sum gjørdar eru frammanfyri, og at verandi uppskot ikki verður lagt fyri tingið í tí líki sum tað er, uttan at undirritaðu feløg hava fingið vissu fyri, antin at tað almenna kemur at gjalda allar útreiðslur í sambandi við barnsburð teirra ella at tey frammanfyri nevndu 0,8 % vera varðveitt sum ein beinleiðis lønarhækking á verandi løn hjá limum okkara.

Avrit av hesum skrivi er sent øllum limum í ALS-stýrinum.

Vinaliga

Vegna niðanfyristandandi fakfeløg:

Gunnleivur Dalsgarð

Starvsmannafelagið
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Pedagogfelag
Føroyskir Fysioterapeutar
Bioanalytikarafelagið
Økonomafelag Føroya
Sjúkrasystrafelag Føroya
Føroya Sjúkrahjálparafelag
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-Lærarafelag
Føroya Postfelag
Føroya Lærarafelag
Farmakonomfelagið