Barsilsskipan

Skjal 4

Komið til tingið 08.01.2001

 

STARVSMANNAFELAGIÐ

Vinnumálastýrið
Tinganes
boks 377
110 Tórshavn
att.: Bjarni Djurholm, landsstýrismaður/Arne Poulsen, stjóri

Tórshavn t. 28.12.2000

FAKS: 356065

Viðvíkjandi uppskotinum um løgtingslóg um barsilsskipan.

Vit frættu í útvarpinum nú um jólini, at uppskotið um barsilsskipan varð lagt fyri løgtingið 21. des. og eftir at vit hava fingið fatur á uppskotinum og ummælum frá ymsum pørtum sæst, at uppskotið stórt sæð er sama uppskotið, sum varð sent ml.a. okkum til ummælis.

Sum ikki einaferð, verða jólini nýtt frá politiskari síðu, at skapa órógv og iva mótvegis løntakarum og er hetta í sjálvum sær sera álvarssamt og átaluvert.

Tann 17.11. 2000 sendu almennu fakfeløgini viðmerkingar til uppskotið og bóðu vit ml.a. um at steðga varð við framløguni, til vissa varð fingin fyri, at antin at tað almenna kemur at gjalda allar útreiðslur í sambandi við barnsburð teirra ella at tey 0.8% frá semjuni í 1995 vera varðveitt sum ein beinleiðis lønarhækking á verandi løn hjá limum okkara. Tað er tí bæði hugstoytt og undrunarsamt, at framløgan ikki kundi bíða, til hetta varð endaliga fingið uppá pláss og meta vit tí, at tit beinleiðis hava framt ágang á verandi sáttmálaáseting og semju og at tit tískil hava alla ábyrgd av tí álvarsemi, sum eitt slíkt brot kann hava við sær, soleiðis sum eisini varð boðað frá í skrivinum 17.11.

Orsakað av jólafriðinum og jólahalguni sum heild, hava feløgini ikki havt møguleika at viðgerða og svara uppá framlagda jólauppskotið frá Vinnumálastýrinum, men hetta kemur at verða gjørt, og koma hesar viðmerkingar eisini at verða sendar til løgting og politisku flokkarnar.

Tí vilja vit í fyrsta umfari frá innlit í:

øll svar, sum tit hava fingið (vit eru vitandi um, at í framløguni á løgtingið eru ikki øll við),

á hvørjum grundarlagi Vinnumálastýrið metir, at ikki ber til at siga, at almenni barsilsgrunnurin er ein partur av lønarhækkingini í 1995 (okkum kunnugt liggja sáttmálviðurskiftini og sáttmálaavgerðir í Fíggjarmálastýrinum (Lønardeildini)).

Vit vænta skjótt svar.

Vinarliga v. almennu fakfeløgini

Gunnleivur Dalsgarð