Barsilsskipan

Skjal 4

Komið til tingið 08.01.2001

Argir, tann 28-11-00
J.nr.:
8200-76-0001/2000
Viðgjørt:
ThM/kj
Tygara skriv

Figgjarmálastýrið
Lønardeildin 

Vinnumálastýrið

 

Viðv.uppskot til løgtingslóg um barnsburðarfaloyvi og -pening

ad Barnsburðargrunnurin hjá landinum:
Rættarurin til løn undir barnsburði er nógv eldri enn barnsburðargrunnurin hjá landinum. Upprunaliga rindaðu stovnarnir hvør í sær løn til ein avloysara, og peningurin mátti finnast í teirra vanligu játtan til rakstur.

Hetta høvdu serliga teir smærri stovnarnir trupulleikar við, tí ofta var ikki møguligt at finna pengar í rakstrinnum at seta avloysarar. Tá ið grunnurin varð stovnaður, varð ikki latin nøkur meirjáttan, men gjørd varð ein meting av hvat barnsburðaravloysarar kosta. Henda upphædd varð drigin frá øllum játtanum á fíggjarlógini, og sett á eina felagskonto. Stovnar, sum ikki høvdu játtan á fíggjarlógni (t.d. ÚF), rinda í grunnin á hvørjum ári. Grunnurin virkar sum eitt slag av útjavning, og er barnsburðargrunnurin í sær sjálvum "útreiðsluneutralur". Vert er at leggja merki til, at grunnurin endurrindar bara lønina hjá avloysaranum. Verður ikki avloysari settur, verður einki endurrindað.

At henda felagskonto verður avtikin, og samstundis skulu starvsfólk og stovnar rinda eitt gjald til nýggja grunnin, uttan at felagskontoin verður deild út aftur, viðførir at stovnar og starvsfólk hjá tí almenna koma at rinda 0,8%, sum tey longu gera, umframt 0,5% til nýggja grunnin, tvs. 1,3%.

ad inngjalds- og útgjaldsgrundarlag.
Rætturin til útgjald er treytaður av, at ein er løntakari, meðan inngjald er av øllum a-inntøkum.

Fyrst skal viðmerkjast at "løntakari" er ikki eitt eintýtt hugtak. Tað velst um hvørjum viðurskiftum hugt verður at.

T.d. kann eitt fólk verða mett sum løntakari í skattarættinum, og harvið hava skyldu at rinda A-skat, meðan sama fólk ikki verður roknað sum løntakari í frítíðarlógini.

Viðmerkingarnar eiga at útgreina hugtakið nærri.

Mett verður at inngjald og útgjald eiga at fylgjast. A-inntøka er undir øllum um støðum eitt ov vítt hugtak, um talan er um eitt slag av útjavning ella tryggingarskipan. Hugtakið a-inntøkur í skattalógini skal tryggja at mest møguligur skattur verður innkravdur sum kelduskattur. Tí eru nógvar inntøkur, sum ikki stava frá einum "løntakaraforholdi", a-inntøkur. T.d. eru pensiónir A-inntøka. Er endamálið hinvegin at stovna ein nýggjan serskatt, so er a-inntøkur eitt vælegnað hugtak.

Møguliga vil tað verða eitt sindur av umsiting av at nýta annað hugtak enn a-inntøkur. Men víst kann verða á at tað er einki óvanligt, tí frítíðarløn í grunn verður bara goldið fyri lønir, sum stava frá setanarviðurskiftum.

Tá tað er arbeiðsgevarin sum fær endurrindaðar útreiðslur, so er lætt at fyribyrgja, at ikki alt kemur við. Tí um arbeiðsgevarin ikki hevur rindað til grunnin, fær hann ikki endurgald, men skyldan at rinda viðkomandi stendur við. Tí vilja arbeiðsgevararnir verða varnir við ikki at rinda av øllum upphæddum sum stava frá setanarviðurskiftum.

ad Hvør, ið skal rinda
Sambært flestu sáttmálum á almenna arbeiðsarmarknaðinum, hevur arbeiðsgevarin longu skyldu at rinda fyri barnburðarfarloyvi hjá mammuni. Tað eigur tí at verða møguleiki fyri at partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu avtala sína millum hvussu teir býta gjaldið uppá 0,5 % sína millum. Tað eigur at kunna lata seg ger at avtala, at arbeiðsgevarin rindar t.d. 0,35% og løntakarin 0,15%.

ad Útrokningargrundarlag
Arbeiðsgevarar hjá tí almenna hava vanliga skyldu at rinda ta løn undir barnsburði, sum tey annars høvdu rætt til, um tey vóru í arbeiði. Hetta merkir, at tey umframt føstu lønina, eisini fáa ávís føst ískoytir. Eisini vinna tey sær starvsaldur, og fáa lut í generellum lønarhækkingum.

Soleiðis sum §§ 12 og 13 eru orðaðar, fáa almennir arbeiðsgevarar ikki fult endurgjald, tí har koma at mangla lønarhækkingar í tíðarskeiðinum, og ávíst føst ískoyti, um viðkomandi hevur fingið tey í minni enn 12 mánaðir.

Harumframt vinna starvsfólk rætt til frí við løn og frítíðarískoyti ella frítíðarløn. Hetta sær heldur ikki út til at vera tikið hædd fyri. Tó hava fólk ikki rætt til yvirtíð í tíðarskeiðinum, men tað sær út til, at tey fáa tað frá hesum grunni.

Sama ger seg galdandi um tey skifta setanarbrøk. Munurin á útrokningargrundarlagnum í § 12, stk. 1 og 2 kann hava óhepnar avleiðingar. Ein kona er sett at eiga 1. januar 2001. Hevur hon árið fyri arbeitt hálva tíð fyrstu seks mánaðirnar og fulla tíð seinru 6 mánaðirnar, verður lønin í barnsburðartíðini 9/12 av fullari løn [(hálva løn í 6 mánaðir+fulla løn í 6 mánaðir)/12]. Hevur hon als ikki arbeitt fyrstu 6 mánaðirnar árið fyri, men fulla tíð seinra hálva árið, fær hon, sambært stk. 2, fulla mánaðarløn meðan hon er í barnsburði. Tá er tað jú bara seinra hálva árið, sum verður brúkt sum útrokningargrundarlag.

At enda skal verða gjørt vart við at arbeiðsgevarnas eftirlønargjald og almenn gjøld (ALS, Tryggargrunnurin, Samhaldsfasti) helst eisini er gloymt, eins og tað eru bólkar í tí almenna sum tjenda yvir 35.000,-

Útgjaldið úr grunninum kemur tí ikki fult út at dekka skyldurnar hjá tí almenna. Tað er tí ikki rætt, tá tað verður sagt í viðmerkingunum at henda útreiðsla kann strikast.

Viðmerkingar til einstakar greinar
ad "óráð" í § 1, stk. 1
Hugtakið óráð í § 1, stk. 1 verður ikki mett serliga dekkandi, og kann elva til misskiljingar. Mælt verður í staðin til at nýta "har hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum".

ad býtið millum bæði foreldrini § 1, stk. 1-3
Hvat um tey ikki eru samd um býtið, hvør tekur so støðu?

ad § 5.
Merkir hetta at einki eftirlønargjald verður rindað, meðan ein er í barnsburðarfarloyvi?

Viðmerkingin viðvíkur eftirlønaraldri. Hugtakið eftirlønaraldur verður vanliga bara nýtt í sambandi við tænastumenn. Her er tí helst onkur misskilling íkomin.

ad § 6
Her er onkur villa, tí sambært viðmerkingunum er ikki ætlanin, at ein slett ikki kann uppsiga ein persón sum er í farloyvi, men at uppsøgnin kann ikki vera vegna at løntakarin nýtir rættin til farloyvi.

ad § 10
Her má verða ein avmarking nær hetta er galdandi. T.d. kann ein adoptera ein vaksan persón.

Mælt verður til, at tað stendur "Foreldur, sum ættleiða børn, kunnu fáa (...).

Annars er vanligt, tá ið fólk ættleiða børn úr útlandinum, at tey sjálvi skulu eftir børnunum. Tí verur mælt til, at tær 26 vikurnar partvís kunnu liggja áðrenn móttøkudagin.

Tað mugu vera greiðari reglur fyri býti millum mammuna og pápan, evt. at tey kunnu hava frí samstundis.

Annað
Skipanin sær út fyri tað almenna at verða rættuliga fløkt, og at sampakka illa við galdandi sáttmálaviðurskifti. Spurningurin er, um ein ikki skuldi latið tað almenna koyrt víðari við verandi skipan, og so gjørt eina serliga skipan fyri tímalønt og onnur á privata arbeiðsmarknaðinum.

Um Vinnumálastýrið ynskir tað, er Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum altíð fús at koma á fund um hetta mál.

Vinaliga

Thomas Magnusen