Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
38. fundur
Ár 2006, týsdagin 12. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om
folkekirkens økonomi”
Uppskot frá Karsten Hansen um at
beina málið aftur í nevnd fall
10-0-21. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt
22-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
2.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
Uppskot til samtyktar fall
11-1-18. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
3.
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, svaraði
fyrispurningi
nr.
100-9/2006 frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni
Málið avgreitt.
4.
Framløga
Formaðurin
boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og
kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
Formaðurin fráboðaði hesar
fyrispurningar:
Nr. 100-21/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og
heilsumálum, frá Óla Breckmann,
løgtingsmanni, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapenjónistum, arbeiðsinntøku og
marginalskatti,
nr. 100-22/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá
Heidi Petersen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna og skúladepli í Hovi, og
nr. 100-23/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum
Høgna Hoydal,
Kára P. Højgaard og Bill
Justinussen, viðvíkjandi avleiðingum av broytingum í
kapitalvinningsskattalógini
Tikið av daggskrá:
Svar upp á
fyrispurning
nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal,
løgtingsmanni. viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá
landsstýrinum, og svar upp á fyrispurning
nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal,
løgtingsmanni. viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri
skattalættanum hjá landsstýrinum
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 13. desember, 2006, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:
1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapenjónistum, arbeiðsinntøku og marginalskatti
2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna og skúladepli í Hovi
3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Høgna Hoydal, Kára P. Højgaard og Bill Justinussen, viðvíkjandi avleiðingum av broytingum í kapitalvinningsskattalógini
4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)
5. Svar upp á fyrispurningi nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
6. Svar upp á fyrispurningi nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
7.
Svar upp á
fyrispurning
nr. 100-13/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá
Høgna Hoydal, løgtingsmanni,
viðvíkjandi nýtsluni hjá kommunum síðani 2004
Kl. 13.30
8. Munnligir fyrispurningar
9. Framløga
Fundur lokin kl. 18.35
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari