100-13 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi nýtsluni hjá kommununum síðani 2004  

Orðaskifti

Ár 2006, hósdagin 16. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvussu nógv eru samlaðu útreiðslurnar hjá kommununum øktar í krónum og í prosentum, síðani sitandi landsstýri tók við í 2004 – býtt á íløgur og rakstur?

 

  1. Hvat hevur landsstýrið gjørt til tess at tryggja, at kommunala nýtslan ikki skapar ójavnvág í samfelagsbúskapinum sum heild?

 

  1. Hvussu er býtið í ymsu økjunum í landinum viðvíkjandi kommunalu nýtsluni?

 

  1. Hvørjar avtalur eru gjørdar við kommunurnar um fíggjarætlanirnar fyri 2007, og hvørjar samráðingar hava verið millum landsstýrið og kommunurnar um avleiðingarnar fyri kommunurnar av framlagda skattalættanum?

 

  1. Hvørjar íløgur veit landsstýrismaðurin um hjá kommunum, sum kunnu elva til stóra øking í rakstrarútreiðslunum hjá kommununum?

 

  1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin, at kommununurnar skulu fíggja sín rakstur, um skattainntøkurnar hjá kommunum minka orsakað av skattalættanum hjá samgonguni ella orsakað av minkandi virksemi og arbeiði í einstøku kommununum?

 

Viðmerkingar

Onki hoyrist ella sæst til nakran politikk hjá landsstýrinum viðvíkjandi kommunanna parti av landsbúskapinum uttan tað, at landsstýrið trýstir ávísar kommunur í sunnaru helvt av Suðuroynni at lána meira pening.

 

Til tess at fáa greiði á, um nakar politikkur, nøkur meting ella nøkur ætlan finst, verður hesin spurningur settur landsstýrismanninum.

 

Á tingfundi 21. november 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 15. desember 2006 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Hóast kommunumál ikki er málsøki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, hava fíggjar­viðurskiftini hjá kommununum stóran týdning fyri málsøki hjá landsstýrismanninum, sum m.a. er at hava ábyrgdina av, at tað verður rikin ein varin og ábyrdarfullur búskapar­politikk­ur, hvørs endamál er at tálma sveiggjum í búskapinum.

 

Kommunali búskapurin er ein stórur partur av almenna búskapinum. Kommunalu skatta­inn­tøkurnar svara til næstan 90% av skattainntøkunum hjá landinum,[1] men fíggjar­politikkur­in hjá landi og kommunum og millum kommunurnar yvirhøvur verður ikki sam­skipaður. Hetta kann verða óheppi, tí almenni fíggjarpolitikkurin verður vanliga lagaður eftir virkseminum í privata geiranum. Um almenni fíggjarpolitikkurin ikki verður samskipaður er vandi fyri, at land og kommunur reka hvør sín fíggjarpolitikk, soleiðis at almenni fíggjarpolitikkurin verður útholaður og nyttu­leysur.

 

Henda støðan er ikki nøktandi og eg havi fleiri ferð víst á trupulleikan. Tað eru ongar felagsrokn­skaparreglur galdandi fyri kommunurnar, og tí er tað ógjørligt at gera eitt samlað yvir­lit yvir, hvussu samlaðu útreiðslurnar hjá kommununum eru býttar. Tað gongur eisini long tíð, áðrenn endaligu kommunuroknskapirnir eru tøkir.

 

Landið hevur eina vælvirkandi leiðslukunningarskipan eftir altjóða leisti, har nýtslan av skatta- og avgjaldsinntøkunum hjá landinum verður skrásett niður í smálutir, soleiðis at tað altíð er gjørligt at fylgja gongdini í inntøkum og útreiðslum landskassans.

 

Landsmyndugleikarnir hava í fleiri ár roynt at fingið kommunurnar at gera eina felagsskipan, soleiðis at tað altíð er gjørligt at fylgja gongdini í øllum tí almenna búskapinum, men higartil er lítið hent á økinum. Nú kommunali búskapurin verður størri og størri, so hvørt fleiri uppgávur verða lagdar út til kommunurnar, hevur landsstýrið strongt á, soleiðis at ein felagsroknskapar­skipan við felags kontostrongi, roknskaparkunngerð og roknskaparvegleiðing fyri føroysku kommun­ur­nar verður klár komandi ár.

 

Hetta er ein felagsverkætlan millum landsstýrismannin í innlendismálum og landsstýrismannin í fíggjarmálum.  

 

Ad. 1. Talvan niðanfyri vísir gongdina í kommunalu útreiðslunum, býttar á rakstur, íløgur og rentur, frá 2000 til 2006. Tølini skulu takast við fyrivarni, serliga tølini fyri 2005 og 2006.

 

mió. kr.

2000

2001

2002

2003

2004

2005

2006

Rakstrarútreiðslur

538

624

627

751

783

805

889

Vøkstur í rakstri (%)

-

16,0

0,5

19,8

4,3

2,8

10,4

Rentuútreiðslur

74

53

36

24

16

17

14

Vøkstur í rentum (%)

-

-28,4

-32,1

-33,3

-33,3

6,3

-17,6

Íløguútreiðslur

170

142

228

236

343

293

303

Vøkstur í íløgum

-

-16,5

60,6

3,5

45,3

-14,6

3,4

Útreiðslur tilsamans

782

819

891

1.011

1.142

1.115

1.206

Vøkstur tilsamans (%)

-

4,7

8,8

13,5

13,0

-2,4

8,2

  

Ad. 2. Avgerandi fortreytin fyri at landsstýrið kann tryggja at kommunala nýtslan ikki skapar ójavnvág í samfelagsbúskapinum sum heild er, at tað fæst eitt yvirlit yvir nýtsluna hjá kommununum. Hetta arbeiðið er í gongd og verður liðugt komandi ár, tá ið roknskaparkunngerð, roknskaparvegleiðing og ein felgas kontostrongur fyri føroysku kommunurnar ætlandi verður liðugur.

 

Ad. 3. Kommunurnar eru avmarkaðar til at fíggja sínar útreiðslur við skattainntøkum og lántøku, sum ikki má fara upp um eina álíkning í viðkomandi kommunu. Kommunala nýtslan hongur tí vanliga saman við fólkatalinum og skattainntøkunum í ymsu økjunum í landinum. Nýtslan er størst í stóru oyggjunum og minkar longur vit koma út í útjaðaran. Talvan niðanfyri vísir miðalnýtsluna fyri hvønn íbúgva frá 2000 til 2005, býtt á rakstur og íløgur. Tølini skulu takast við fyrivarni.

 

Mió. kr. í miðal/íbúgva 2000-2005

Rakstur

Íløgur

Tilsamans

Sandoyarøki

12.912

2.139

15.051

Suðuroyarøkið

12.584

3.545

16.130

Vágaøki

13.764

3.703

17.467

Norðoyarøki

12.715

6.182

18.897

Eysturoyarøki

14.241

5.846

20.087

Streymoyarøki

15.983

4.847

20.831

Sundalagsøki

16.819

6.790

23.609

Miðal fyri allar kommunur

14.146

4.722

18.867

 

Ad. 4. Landsstýrið hevur ikki gjørt nakrar serstakar avtalur við einstøku kommununar um fíggjarætlanirnar fyri 2007, men kommunurnar hava í sambandi við skattalættarnar fleiri ferðir verið gjørdar varugar við, at botnfrádrátturin í kommnuskattinum kemur at fylgja botn­frá­dráttinum í landsskattinum. Annars hevur mannagongdin verið, at landið lækkar landsskatta­prosentið, tá ið uppgávur hava verið fluttar frá landið til kommunur.

 

Ad. 5. At flyta barna- og eldaraøkið út til kommunurnar at umsita økir sjálvandi nógv um rakstrar­útreiðslurnar hjá kommununum, men reguleringar verða gjørdar í landsskattinum so hvørt uppgávurnar verða fluttar, soleiðis kommunurnar fáa høvi at fíggja nýggju uppgávurnar við at hækka skattaprosentið. Tað eru tí serliga íløgur í sambandi við hesar uppgávur, sum kunnu elva til stóra øking í rakstrarútreiðslunum hjá kommununum.

 

Ad. 6. Kommunali raksturin verður nógv rationellari og bíligari, tá kommunurnar verða lagdar saman í væl størri eindir samanborið við í dag. Hetta er tí fremsta málið hjá landsstýrinum fyri at fáa ein skilagóðan rakstur av kommunalu uppgávunum. Henda samgongan hevur annars allatíðina roynt at spjaða løgurnar á løgtingsfíggjarlógini runt um í landinum, soleiðis at tær eru mest arbeiðsskapandi í teimum pørtunum av landinum har minst virksemið og størts arbeiðs­loysið er. Hetta økir sjálvandi um skattainntøkurnar í viðkomandi kommunum, sam­stundis sum skattalættin generelt er virksemisskapandi og tí eisini økir um kommunuskattin.   

 

[1] Tað skal tó vimerkjast, at landskassin eisini fær avgjaldsinntøkur og heildarveitingina úr Danmørk.

Málið avgreitt.