100-21 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapensjónistum, arbeiðsinntøku og marginalskatti  

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 12. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

Hevði landsstýrismaðurin viljað sagt tinginum:

 

  1. Hvussu nógvir fyritíðarpensjónistar og hvussu nógvir fólkapensjónistar eru í Føroyum?

  2. Hvussu høgar eru fyritíðarpensjónir, fólkapensjónir og viðbøtur?

  3. Hvussu ávirkar tað pensjónir og viðbøtur, tá pensjónistar hava arbeiðsinntøku umframt pensjón (og viðbót)?

  4. Hvussu nógvir pensjónistar fingu (í fjør) mótroknað, t.e. missu, av pensjónini/viðbótini fyri arbeiðsinntøku oman á pensjónina?

  5. Heldur landsstýrismaðurin, at henda mótrokning eggjar pensjónistum til ella frá at arbeiða sum mest?

  6. Heldur landsstýrismaðurin, at vit við at lækka mótrokningsprosentið av arbeiðsinntøku høvdu økt um arbeiðshugin hjá pensjónistum og harvið økt um talið á føroyingum á arbeiðsmarknaði­num og á tann hátt samanumtikið havt eina størri virðisskapan í búskapinum og meirinntøku eisini til hitt almenna?

 

Viðmerkingar: 

Miðal livialdurin hjá fólki er longdur eini 10 ár, síðan vit fingu fólkapensjónina fyri skjótt 50 árum síðan. Sostatt eru heilsustøða, arbeiðsevni og helst eisini arbeiðshugur hjá pensjónistum almikið broytt til tað betra í nevnda tíðarskeiði.

 

Møguleikarnir hjá fólki við skerdum arbeiðsføri áðrenn vanligan fráfaringaraldur eru eisini batnaðir, tó at vit hoyra nógv um, at fyritíðarpensjónin er ov lág.

 

Hugur og tørvur á hægri inntøku (eisini eftirløn) er altíð stórur hjá fólki flestum. Vit halda okkum sjáldan fáa nóg mikið. Vanligasti mátin at vinna sær hægri inntøku er við arbeiði. Tað er eisini ein møguleiki hjá fyritíðar- og fólkapensjónistum, um tey hava virkisførleikan.

 

Fyri nøkrum árum síðan fekst lógarbroyting, so at fólkapensjónistar kundu vinna sær upp í 44.000 kr árliga, áðrenn henda arbeiðsinntøka varð mótroknað við minni pensjónsviðbót. Nú er henda “loyvda” inntøka ivaleyst hægri. Jú hægri, jú betri fyri bæði pensjónistin sjálvan og fyri samfelagið.

 

Hesi seinastu árini hevur verið stórt trýst á arbeiðsmarknaðin, tí eftirspurningurin eftir fólki er størri enn talið á fólki, sum bjóða seg fram. Vit eru enntá farin undir skipaðan innflutning av útlendskari arbeiðsmegi við fakkunnleika, ið tørvur er á her. Tað er betri enn at hava fløskuhálsar, sum avlaga framleiðslu og kappingarføri.

 

Men ivasamt er, um vit duga nóg væl at fáa burtur úr tí fólkatilfeingi, sum liggur ónýtt í okkara eldru. Fleiri høvdu kanska havt hug til at verðið longur á arbeiðsmarknaðinum, enn nú er fíggjarliga skilagott fyri tey.

 

Bert fáir politikarar skilja tann meirvirðisskapandi týdningin av lagaligum skattatrýsti, serliga av tí sonevnda marginalskattinum. (Tað er prísurin, vit gjalda í skatti fyri ein eyka arbeiðsinnsats).

 

Serliga darvandi er høgur marginalskattur fyri útvegirnar hjá teimum inntøkuveiku, eitt nú pensjónistum, at sleppa úr láginntøkuni, tí tey missa meiri fyri minni av arbeiðsinntøku oman á pensjónina.

 

Um ein pensjónistur verður revsaður við ov høgari mótrokning av pensjón ella viðbót fyri eyka arbeiðsinntøku, hann vinnur oman á pensjónina, so er talan um ein forðandi marginalskatt.

 

Loysir tað seg ikki hjá pensjónisti at arbeiða, missa allir partar - hann sjálvur, búskapurin og lands- og kommunukassi - inntøkur.

 

Tí hesin fyrispurningur til landstýrismannin:

 

Hevði tað ikki verið vert at umhugsa at lækka marginalskattin, t.e. peningaligu revsingina, sum ein fyritíðar- ella fólkapensjónistur má líða undir, um hann við arbeiðsførleika og arbeiðshugi kundi hildið fram á arbeiðsmarknaðinum, men ger tað ikki, tí tað ikki loysir seg?

Á tingfundi mikudagin 13. desember 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 15. februar 2007 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

Til 1.

Hvussu nógvir fyritíðarpensjónistar og hvussu nógvir fólkapensjónistar eru í Føroyum?

 

Við seinastu pensjónskoyringina í desember 2006 var talið av

 

fólkapensjónistum:      5.356

fyritíðarpensjónistum: 1.800

    herav

  - hægstu fyritíðarpensjón:   552

  - miðal fyritíðarpensjón:     818

  - lægstu fyritíðarpensjón :   430

 

 

Til 2.

Hvussu høgar eru fyritíðarpensjónir, fólkapensjónir og viðbøtur?

 

UPPHÆDDIR 2007

 

Mánaðarligar upphæddir – STØK   

 

Fólkapensjón

 

Fyritíðarpensjón

 

 

Hægsta

Miðal

Lægsta

Grundupphædd

4.169

5.275

5.275

5.275

Viðbót

2.862

5.243

1.702

1.607

Avlamisviðbót

-

2.462

2.462

-

Viðbót til ávísar

   463

   463

   463

   463

 

 

 

 

 

“Samhaldsfasti”

1.860

-

-

-

 

Tilsamans

9.354

13.443

9.902

7.345

 

 

Mánaðarligar upphæddir – GIFT 

 

Fólkapensjón

 

Fyritíðarpensjón

 

Hægsta

Miðal

Lægsta

Grundupphædd

3.313

4.192

4.192

4.192

Viðbót

2.215

4.735

1.479

1.291

Avlamisviðbót

-

2.462

2.462

 

Viðbót til ávísar

   232

   232

   232

   232

 

 

 

 

 

“Samhaldsfasti”

1.860

-

-

-

 

Tilsamans

7.620

11.621

8.365

5.715

 

 

Aðrar viðbøtur

 

Kr. um mán.

Barnaviðbót

948

Hjálparviðbót

2.632

Røktarviðbót

5.253

 

  

Til 3

Hvussu ávirkar tað pensjónir og viðbøtur, tá pensjónistar hava arbeiðsinntøku umframt pensjón (og viðbót)?

 

Fólkapensjónir eru samansettar av grundupphædd og viðbót. Grundupphæddin ávirkast ikki av aðrari inntøku. Viðbótin minkar við 60% av ársinntøku, sum er omanfyri 54.200 kr. í 2007 (frádráttur í inntøku).

 

Hjá einum støkum fólkapensjónisti, sum t.d. hevur eina arbeiðsinntøku á 100.000 kr. verður minkingin (100.000 – 54.200)*0,6 = 27.480 kr. Útgjaldið verður grundupphædd á 50.028 kr. + viðbót á (34.344-27.480) = 6.864 kr. um árið. Ella (4.169 + 572) = 4.741 kr. um mánaðin + samhaldsfasta.

 

Fyritíðarpensjónir eru samansettar av grundupphædd, viðbót og avlamisviðbót. Avlamis-viðbótin ávirkast ikki av inntøku. Grundupphædd og viðbót minka við 60% av ársinntøku, sum er oman fyri 81.300 kr. (frádráttur í inntøku). Viðbótin er ymisk eftir pensjónsstigi – 62.916 kr. um árið til hægstu fyritíðarpensjón, 20.424 kr. til miðal og 19.284 kr. um árið til lægstu fyritíðarpensjón. Frádráttur fyri arbeiðsinntøkur verður fyrst gjørdur í viðbótini og síðan - í beinleiðis framhaldi av henni - í grundupphæddini.

 

Hjá einum støkum lægsta fyritíðarpensjónisti, sum t.d. hevur 150.000 kr. í arbeiðsinntøku, minkar pensjónin við (150.000-81.300)*0,6== 41.220 kr. Full grundupphædd er 63.300 kr. og full viðbót 19.284 kr um árið. Í hesum førinum fellur øll viðbótin burtur og (41.220-19.284) = 21.936 kr. verða drignar frá grundupphæddini. Útgjaldið verður grundupphædd á (63.300-21.936) = 41.364 kr. um árið. Ella 3.447 kr. um mánaðin.

 

Hægstu og miðal fyritíðarpensjónistar fáa - mótsett lægstu fyritíðarpensjónistum – altíð eina  avlamisviðbót útgoldnað, sum ikki er tengd at inntøkuviðurskiftunum. Hon er upprunaliga ætlað sum kompensatión fyri meirútreiðslur, ið kunnu standast av at vera avlamin. 

 

Til 4

Hvussu nógvir pensjónistar fingu (í fjør) mótroknað, t.e. missu, av pensjónini/ viðbótini fyri arbeiðsinntøku oman á pensjónina?

 

Talið av pensjónistum, ið sambært hagtølum frá somu pensjónskoyring í desember 2006 – sí undir spurningi 1) -  hava arbeiðsinntøku, ið ávirkar pensjónina:

 

Fólkapensjón:                               1454 svarandi til 27,1%

Hægstu fyritíðarpensjón:                    30 svarandi til 5,4%

Miðal fyritíðarpensjón:                    162 svarandi til 19,8%

Lægstu fyritíðarpensjón:                  109 svarandi til 24,3%

 

Í 2006 var frádrátturin í ársinntøkuni, t.v.s. markið fyri nær pensjónin byrjar at minka, 52.100 kr. og 78.200 kr. fyri ávikavist fólka- og fyritíðarpensjónistar. Í 2007 verður frádrátturin ávikavist 54.200 kr. og 81.300 kr. 

 

Til 5

Heldur landsstýrismaðurin, at henda mótrokning eggjar pensjónistum til ella frá at arbeiða sum mest?

 

Tá inntøkan hjá einum pensjónisti fer upp um inntøkumarkið, minkar viðbótin samstundis sum lutfalsliga skattarokningin hækkar. Ein fólkapensjónistur við aðrari inntøku á 100.000 kr. fær minni enn 40 oyru burtur úr hvørjari krónu (eftir skatt), sum viðkomandi forvinnur afturat pensjónini. Alt annað líka høvdu fleiri pensjónistar ivaleyst verið á arbeiðsmarknaðinum, um mótrokningin í pensjónsviðbótini var lægri, enn hon er í dag.  

 

Til 6

Heldur landsstýrismaðurin, at vit við at lækka mótrokningsprosentið av arbeiðsinntøku høvdu økt um arbeiðshugin hjá pensjónistum og harvið økt um talið á føroyingum á arbeiðsmarknaðinum og á tann hátt samanumtikið havt eina størri virðisskapan í búskapinum og meirinntøku eisini til hitt almenna?

 

Hóast ongar kanningar enn eru gjørdar av sambandinum millum mótrokning, arbeiðshug og arbeiðsmøguleikar hjá pensjónistum í Føroyum, so metir landsstýrismaðurin, at tað er eyðsæð, at har er ein samanhangur, um ikki tann einasti, og at tað tí er vert at fara undir fyrireikingar til at minka mótrokningina í pensjónini. Í tí sambandi skal eisini kannast, hvussu nógv broytingin fer at kosta landskassanum. Hetta ber til at meta um við at kanna, hvussu stórar pensjónsútreiðslurnar høvdu verið í eitt nú 2006, um mótrokningin hevði verið so og so nógv minni (simuleringar).

 

At fólk við skerdum førleika og fólkapensjónistar eru virkin á arbeiðsmarknaðinum hevur nógvar fyrimunir við sær – bæði fyri hin einstaka og samfelagið. Umframt at arbeiðið hækkar inntøkuna hjá pensjónistum, so hevur luttøka á arbeiðsmarknaðinum eisini stóran sosialan týdning og í onkrum førum eisini heilsuligan týdning. Sum dentur verður lagdur á í fyrispurninginum, hevur samfelagsbúskapurin eisini nógvar fyrimunir av øktum tali av føroyingum á arbeiðsmarknaðinum.

Málið avgreitt.