Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
24. fundur
Ár 2006, týsdagin 14. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 8/2006: Uppskot
til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi
Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd
samtykt
26-2-3
Málið avgreitt.
2.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 14/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd
til § 1 samtykt
30-1-0. Uppskotið soleiðis broytt
30-1-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
17/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
§§ 1 og 2 fullu
9-0-22. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um
Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um Menningarstovu
Málið beint í vinnunevndina.
5.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 33/2006: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til
útróðrarmenn
Málið beint í vinnunevndina.
6.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jenis av
Rana og Bill Justinussen, løgtingsmenn vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál
nr. 41/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
innflutning og sølu av rúsdrekka, rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
"lov om forældremyndighed og samvær”.
Formaðurin boðaði frá hesum fyrispurningum:
Nr. 100-8/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Studentaskúla og miðnámsskúlanum við Marknagil og
nr.
100-9/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg,
løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni
1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Studentaskúla og miðnámsskúlanum við Marknagil
2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni
3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2006
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalóg)
6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (skattalætti)
8. Framløga
Fundur lokin kl. 17.50
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari