Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2002 |
22. fundur |
Mikudagur 13. november 2002 |
kl. 13.30 |
Ár 2002, mikudagin 13. november kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Bárður Nielsen og Rúni Hentze, Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Munnligir
fyrispurningar.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
8/2002: Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og
læknaviðgerð av sjófólki.
Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
9/2002: Uppskot til samtyktar um Altjóða Sáttmálan um Oljudálkingartilbúgving,
Atgerðir og Samstarv, 1990.
Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2002:
Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í
Angola.
§§ 1 6 samtyktar 28-0-0. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2002:
Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
§§ 1 5 samtyktar 28-0-0. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
12/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.
§§ 1 4 samtyktar 28-0-0. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
Málið beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Málið beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 21/2002 og nr. 22/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við
dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
Tingmálini nr.19/2002 og nr. 20/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 19. november 2002, kl. 13.30, við
hesi dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2002:
Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í
Angola.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2002:
Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2002:
Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Málið verður beint í mentanarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um
Leirvíksfjørð.
Málið verður beint í vinnunevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
Málið verður beint í vinnunevndina.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 17.55.
Edmund Joensen
Løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari