Handilstiltøk mótvegis Sierra Leona

 

12  Uppskot til  løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti undir 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 24. september, legði Høgni Hoydal, varaløgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona

Henda lóg hevur til endamáls at útinna samtykt Trygdarráð Sameindu Tjóða nr. 1306 (2000).

§ 1. Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Sierra Leona til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, hvar teir hava sín uppruna.
Stk. 2. Óslípaðir diamantar, ið eru undir eftirliti av stjórnini í Sierra Leona undir skipanini við upprunaloyvisbrævi í samsvari við punkt 5 í Trygdarráðssamtykt Sameindu Tjóða nr. 1306 (2000), eru ikki fevndir av forboðnum í stk. 1.

§ 2. Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta § 1, verða eftir § 110c, stk. 2 í revsilógini revsaðir við bót, hefti ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.

§ 3. Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda seg uttanlands, og um løgfrøðiligar persónar, sum eru skrásettir í Føroyum.

§ 4. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðsmannin í Føroyum heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk ímóti Sierra Leona, samsvarandi samtykt nr. 1306 frá 5. juli 2000 hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða, hjáløgd.

Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vnnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til § 1: Ólógligur handil av diamantum er ein av størstu inntøkukeldunum hjá uppreistrarherinum (Revolutionary United Front, RUF) í Sierra Leona, og heldur ólógligi handilin av diamantum sostatt lív í uppreistrarstríðnum í landinum. Stórur partur av ólógliga handlinum hjá RUF gongur ígjøgnum grannalandið Liberia. Trygdarráð Sameindu Tjóða ásannar týdningin, ið altjóða lógligur handil við diamantum hevur fyri menningina av fleiri londum, og hevur í hesum sambandi heitt á stjórnina í Sierra Leona um at útvega eitt upprunaloyvisbræv, soleiðis at lógligur handil við diamantum ikki verður raktur av altjóða handilstiltøkum.  

Til §§ 2 og 3: Hetta eru almennar ásetingar, ið verða nýttar í øllum tílíkum løgtingslógum samsvarandi samtyktum hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða.

Skjalayvirlit:

  1. United nations s/res/1306 (2000) Security Council, Distr.: general 5. July 2000 Resolution 1306 (2000)

1. viðgerð 16. oktober. Tingmálini nr. 10, 11 og 12/2002 vórðu viðgjørd undir einum og øll beind í uttanlandsnevndina, sum tann 8. november 2002 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. september 2002, og eftir 1. viðgerð tann 16. oktober 2002 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. november 2002.

Nevndin hevur fingið upplýst, at viðkomandi samtykt Trygdarráð Sameindu Tjóða enn er galdandi.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. november 2002. §§ 1 - 4 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 19. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 89 frá 28.11.2002