Fast samband Leirvíksfjørð

 

24  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 12. november, legði Bjarni Djurholm,  landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð verður § 2, stk. 1 orðað soleiðis:
"§ 2. Játtanin til verkætlanina stór kr. 205 mió verður ásett á fíggjarlóg soleiðis:

  1. kr. 32,5 mió í 2002,
  2. kr. 32,5 mió árliga í eitt fýra ára skeið, fyrstu ferð í 2005, og
  3. kr. 42,5 mió í 2009."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Í galdandi lóg um fast samband um Leirvíksfjørð er ásett, at komandi játtanirnar til verkætlanina fast samband um Leirvíksfjørð, ið tilsamans eru kr. 195 mió, verða ásettar á fíggjarlóg yvir eitt 6 ára skeið við kr. 32,5 mió árliga, og at fyrsta árið, peningur verður játtaður, er 2003.

Tað er tó vorðið greitt, at karmarnir á fíggjarlógunum fyri 2003 og 2004 eru trongir. Tí verður skotið upp, at lógin verður broytt soleiðis, at kr. 32,5 mió verða játtaðar í ár, meðan kr. 32,5 mió verða játtaðar árliga í tíðarskeiðnum 2005 - 2008 og at enda kr. 42,5 mió í 2009. Hetta fer tó væntandi ikki at seinka verkætlanini, og arbeitt verður framvegis við neyðugu fyrireikingunum.

Ætlanin er, at peningurin, sum skal játtast í 2002, verður játtaður á eykajáttanarlóg, tekur Løgtingið undir við uppskotinum. Seinasta gjaldið til nýggja suðuroyarskipið fellur til gjaldingar í 2004, og tí verður væntandi størri fíggjarligt rásarúm til slíkar íløgur innan § 6 vinnumál í 2005 og árunum frameftir.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Samlaða upphæddin, sum landið skal játta til innskot í P/f Norðoyatunnilin, verður við uppskotinum kr. 10 mió hægri, nevniliga kr. 235 mió í alt. Orsøkin er, at gjaldið, ið sambært verandi verklagslóg skuldi gjaldast í 2004, við hesum lógaruppskotinum verður útsett til 2009, og hevur hetta rentuútreiðslur við sær fyri partafelagið. Hinvegin fær landið rentuinntøkur av tí, at eitt gjald verður goldið 5 ár seinni enn upprunaliga ætlað.

Kr. 30 mió eru játtaðar við eykajáttanarlóg í 2001, og tí verða kr. 205 mió eftir at játta, verður lógaruppskotið samtykt.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

D. Fyri ávís pláss/øki í landinum
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri ávís pláss/øki í landinum.

E. Fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

3. Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

4. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5. Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

Nei

Nei

 

6. Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá P/f Norðoyatunlinum. Partafelagið viðmerkti, at broytti fíggingarhátturin førir við sær eina meirútreiðslu fyri felagið, ið er uml. 10 mió kr. 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1
Skotið verður upp at broyta § 2 í galdandi lóg, so játtan til at hækka partapeningin í P/f Norðoyatunlinum verður ásett á eykajáttanarlóg í 2002 og á fíggjarlógunum 2005 - 2009, heldur enn at játta peningin í 2003 - 2008.

Til § 2
Ongar serligar viðmerkingar.

1. viðgerð 19. november 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 13. desember 2002 legði fram soljóðandi 

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 19. november 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. november og 3., 5. og 12. desember 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri bygdarráðið í Leirvík,
og umboð fyri P/F Norðoyatunnilin.

Frá umboðunum fyri bygdarráðið í Leirvík fekk nevndin avrit av notati, um avleiddu vegagerðina í Leirvík, ið ferðsluráðleggingarfyritøkan Rambøll NYVIG hevur gjørt í samstarvi við Leirvíkar Kommunu. Hetta notatið er dagfest 11.07.2002 (Skjal A). Eisini fekk nevndin avrit av bygdarráðssamtykt (Skjal B) og tíðindaskrivi (Skjal C) hesum viðvíkjandi, dagfest ávikavist 6. og 14. mars 2002.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin tekur undir við tí lógini, sum Løgtingið longu hevur samtykt. Tó kann meirilutin taka undir við, at gjaldið fyri 2003 verður framskundað til 2002. Meirlutin tekur sostatt ikki undir við, at gjaldið fyri 2004 verður útskotið til 2005 við tí fylgju, at tann samlaða verkætlanin dýrkar við 10 mió, sum so aftur fer at hava við sær, at kostnaðurin at koyra um Leirvíksfjørð gerst munandi hægri.

Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men samsvarandi viðmerkingum sínum omanfyri setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 verður "2005" broytt til "2004" og "2009" verður broytt til "2008".

Minnilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein partur av minnilutanum (Heini O. Heinesen og Tórbjørn Jacobsen) viðmerkir harumframt, at hann heldur, at landsstýrið spælir høgt spæl við at koma við uppskoti um at broyta lógina um Norðoyatunnil. Sum er, liggur verkætlanin í fastari legu fíggjarliga, meðan broytingaruppskotið skapar ein vissan ótryggleika um sjálva fíggingina av verkætlanini. Tá játtan til verkætlanina ikki er á fíggjarlógini fyri 2003, sum lógin ásetir, er tó ikki annað at gera enn at mæla til at taka undir við broytingini.

2. viðgerð 17. desember 2002. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg til § 1 fall 15-0-17.  §§ 1 og 2 samtyktar 25-7-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 19. desember 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 108 frá 20.12.2002