Handilstiltøk mótvegis Liberiu

 

11  Uppskot til  løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti undir 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 24. september, legði Høgni Hoydal, varaløgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu

Henda lóg hevur til endamáls at útinna samtykt Trygdarráð Sameindu Tjóða nr. 1343 (2001).

§ 1. Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita Liberiu:

  1. Vápn og hernaðarútbúnað umframt ein og hvønn líknandi útbúnað.
  2. Lóður av einum og hvørjum slagi.
  3. Hernaðarakfør og hernaðarútgerð.
  4. Hálvhernaðarliga útgerð.
  5. Eykalutir til nevndu lutir í 1-4.

Stk. 2. Tað er bannað at veita Liberiu tøkniliga hjálp ella venjing, ið er tengd at at veita, framleiða, røkja ella at nýta nevndu lutir í stk. 1.
Stk. 3. Stk. 1 og stk. 2 fevna ikki um at selja ella at veita hernaðarútgerð, ið ikki elvir deyða, og sum burturav verður nýtt til hjálparendamál ella vernd, og tengda tøkniliga hjálp ella venjing, sum er góðkend av nevndini, ið er skipað sambært fyriskipan Sameindu Tjóða nr. 1343 (2001), heruppií verndarvestar og hernaðarhjálmar, sum eru fyribils útfluttir til Liberiu til egna nýtslu hjá starvsfólki Sameindu Tjóða, tíðindafólki, neyðhjálparfólki ella hjálparfólki.

§ 2. Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Liberiu inn til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, um teir hava sín uppruna í Liberiu.

§ 3. Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta §§ 1 og 2 verða eftir § 110c, stk. 2 í revsilógini revsaðir við bót, hefti ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.

§ 4. Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda seg uttanlands, og um løgfrøðiligar persónar, sum eru skrásettir í Føroyum.

§ 5. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðsmannin í Føroyum heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk ímóti Liberiu, samsvarandi samtykt nr. 1343 frá 7. mars 2001 hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða, hjáløgd.

Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu. 

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til § 1: Trygdarráð Sameindu Tjóða hevur staðfest, at allur hernaðarligur stuðul hjá londunum í Vesturafriku til grannalondini skal steðgast. Tí verður tað í §1 gjørt ólógligt á ein hvønn hátt at útvega Liberiu hernaðarútgerð.

§ 2: Størsti parturin av ólógliga handlinum við diamantum, ið er við til at fíggja uppreistrarherin (Revolutionary United Front, RUF) í Sierra Leona, gongur ígjøgnum Liberiu. Trygdarráð Sameindu Tjóða metir, at stjórnin í Liberiu virkin stuðlar RUF á øllum økjum, og tí skal innflutningur av diamantum úr Liberiu gerast ólógligur.  

Skjalayvirlit:

  1. United nations s/res/1343 (2001) Security Council Distr.: General 7. March 2001 Resolution 1343 (2001)

1. viðgerð 16. oktober. Tingmálini nr. 10, 11 og 12/2002 vórðu viðgjørd undir einum og øll beind í uttanlandsnevndina, sum tann 8. november 2002 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. september 2002, og eftir 1. viðgerð tann 16. oktober 2002 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. november 2002.

Nevndin hevur fingið upplýst, at viðkomandi samtykt Trygdarráð Sameindu Tjóða enn er galdandi.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. november 2002. §§ 1 - 5 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 19. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 88 frá 28.11.2002