Forsorgarlóg

 

19  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 8. november, legði Páll á Reynatúgvu,  landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg 

Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

§ 1

Í lov for Færøerne om offentlig forsorg sbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 17. mai 2000, verður gjørd henda broyting:

Eftir § 32 A verður sett:

"Stuðul til heimabúgvandi
§ 32 b.
Endamálið við stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin er at stuðla vaksnum heimabúgvandi frá 18 til og við 66 ár við serligum tørvi, sum eru rørslutarnað ella hava avmarkaðan sálarligan førleika, so at tey hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív.
Stk. 2. Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin er partur av Heimarøktini og Serforsorgini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um:

  1. hvør kann brúka skipanina, og hvussu skipanin skal virka

  2. skilnað millum Heimarøkt og Stuðulsfólkaskipan fyri vaksin

  3. setanarviðurskifti og arbeiðsumstøður hjá stuðulsfólki

  4. tillutan av stuðli og endurskoðan av tillutaðum stuðli"

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2003.

Almennar viðmerkingar:
Endamálið við hesari broyting er at flyta stuðulsfólkaøkið fyri vaksin frá Almannastovuni til Heimarøktina/Serforsorgina at umsita, umframt at broyta játtanina frá lógarbundnari játtan til rakstrarjáttan.

Orsøkin til hesar broytingar í umsiting og fígging var upprunaliga eitt ynski um at betra um stuðulsfólkaskipanina. Í einum áliti um stuðulsfólkaøkið frá 2001 stendur at lesa, at broytingar eiga at gerast út frá eini ásannan av, at núverandi støða viðvíkjandi stuðulsfyriskipanunum ikki er nøktandi. Í sama áliti verður mælt til at umskipa alt stuðulsfólkaøkið, sum tað er. Mælt verður til, at stuðulsfólkaskipanin verður býtt í 4 bólkar: 1) børn undir skúlaaldri, 2) børn í skúlaaldri, 3) vaksin, 4) barnafamiljur.

Ein onnur orsøk til at broyta skipanina var ynski um at fáa tamarhald á útreiðslunum til stuðulsfólkaøkið. Í 1997 vóru útreiðslurnar til stuðulsfólk fyri vaksin tilsamans 2,7 mió kr., og í 2002 verða tær mettar til 10,8 mió kr.

Avgjørt varð at fara í holt við at skipa stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin, og eitt álit varð latið landsstýrismanninum í september 2001 um henda spurning. Í hesum áliti varð mælt til at fáa til vega neyðugu lógarheimildina og at leggja stuðulsfólkaskipanina undir Heimarøktina og Serforsorgina at umsita.

Lógarheimild
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin hevur higartil veitt stuðlar til fyritíðarpensjónistar í egnum heimi. Hetta hevur fram til desember 2001 verið gjørt eftir § 12 í lógini um almannapensjónir.

§ 12, stk.1 í pensjónslógini er soljóðandi:
"Persónlig viðbót kann verða veitt einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor."

Men Kærunevndin í almannamálum hevur víst á, at heimild ikki var í verandi lóggávu at veita stuðlar til fyritíðarpensjónistar í egnum heimi.

Í kæruavgerð tann 14.12.00 sigur Kærunevndin í almannamálum, at: …" fíggjarligur stuðul til døgnrøkt ikki kann játtast sum persónligt ískoyti eftir.….. § 12 í lóg um almannapensjónir, tí nevndu reglur eru ætlaðar sum ískoyti til pensjón hjá eitt nú avlamispensjónistum við serliga truplum korum. Aðrar serreglur eru ásettar júst við hesum endamáli at veita stuðul til røkt og at geva røkt í egnum heimi."

Í viðmerkingum til eina aðra kæruavgerð frá 25.06.01 verður sagt, at: "…… tað er ikki heimild eftir okkara pensjónslóg at játta stuðulsfólk sum persónliga viðbót eftir § 12, og ongin heimild er heldur í § 17 í forsorgarlógini at játta stuðulsfólk til vaksin (yvir 18 ár) heimabúgvandi."

Eftir hesar avgerðir kundi Almannastovan ikki framhaldandi játta stuðlar til fyritíðarpensjónistar í heiminum eftir § 12 í pensjónslógini, men hinvegin bar heldur ikki til at steðga stuðli til allar teir fyritíðarpensjónistar, sum tá fingu stuðul og høvdu stuðul fyri neyðini.

Landsstýrismaðurin avgjørdi at biðja Løgtingið um at fáa til vega heimild at halda fram við táverandi skipan til 1. desember 2002 soleiðis, at táverandi skipanir vórðu lógarheimilaðar, og at heimild fekst fyri at játta nýggjar stuðlar ella at víðka um verandi skipanir.

Heimildin at halda fram við verandi skipan kom í gildi í desember 2001 sum § 12a í løgtingslóg um almannapensjónir. Greinin var soljóðandi:
"§ 12a. Almannastovan kann játta at veita persónligan stuðul í heiminum til fyritíðarpensjónistar við serligum tørvi."

Ásett varð eisini í somu lóg, at heimildin var tíðaravmarkað at galda til 1. desember 2002, tí ætlanin var at broyta verandi skipan.

Lógarbroyting og broyting í játtanarslag
Trivnaðarmálaráðið søkir um, at nýggj lógarheimild fyri stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin verður sett í gildi 1. januar 2003 sum § 32b í forsorgarlógini. Samstundis verður søkt um at leingja heimildina í § 12a í løgtingslóg um almannapensjónir til 1. august 2003. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at heimild er fyri verandi stuðulsfólkaskipan so leingi, sum uppsagnartíðin hjá stuðulsfólkunum varir. Uppsagnartíðin í verandi stuðulsfólkaskipan er í mesta lagi 6 mánaðir.

Neyðugt er at hava tvær heimildir í hesum tíðarskeiði. Í verandi skipan eru stuðlarnar settir eftir almannapensjónslógini, sum verður umsitin av Almannastovuni. Sambært nýggju skipanini skulu stuðlarnir setast aftur eftir forsorgarlógini, sum ætlandi skal verða umsitin av Heimarøktini og Serforsorgini. Á henda hátt er trygd fingin fyri, at ongin brúkari stendur uttan stuðul í hesum tíðarskeiði.

Orsøkin til, at Trivnaðarmálaráðið hevur valt at gera nýggja heimild til stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin í lóg um forsorg heldur enn í lóg um almannapensjónir, er, at pensjónslógin helst ikki skal fevna um rakstur av eini fyriskipan. Pensjón er ein ávís upphædd til ein persón, um hann lýkur ávís krøv, sum eru ásett í lógini. Í forsorgarlógini er heimild at seta á stovn stovnar og fyriskipanir á almannaøkinum, og heimildin til heimarøkt er eisini ásett í hesi lóg.

Umframt avgerðina at flyta skipanina frá Almannastovuni til Heimarøktina og Serforsorgina at umsita, varð avgjørt at leggja játtanina um frá lógarbundnari játtan til rakstrarjáttan.

Tað er í hesum umfari ikki ætlanin at gera aðrar broytingar enn tær, ið eru nevndar omanfyri, og sum viðvíkja fyrisiting og fígging.

Verandi og framtíðar skipan
Tað er Almannastovan, ið higartil hevur verið játtandi myndugleikin og umsitið stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin. Hetta hevur sum áður nevnt verið gjørt við heimild í § 12 í pensjónslógini, og síðani við heimild í § 12a í pensjónslógini. Mannagongdin í verandi skipan er, at søkt verður um játtan til gjald av løn til eitt stuðulsfólk til ein persón í eitt ávíst tal av tímum í eitt ávíst tíðarskeið til eina ávísa uppgávu. Almannastovan skal meta um, hvørt fyriskipanin er neyðug, um hon er møgulig, og um hon er hóskandi sum loysn á tí ávísa trupulleikanum.

Verður umsóknin játtað, verður í hvørjum einstøkum føri lýst í bløðunum eftir fólki til ávísu uppgávurnar í tað ávísa talið av tímum um vikuna í eitt avmarkað tíðarskeið.

Talan er um persónligan stuðul, og hetta hevur í royndum merkt, at ein stuðul hevur verið til hvønn einstakan brúkara. Umroknað til fulltíðarstørv eru tann 1. november 2002 47 størv nýtt til stuðlar, 23 eru mánaðarlønt og 24 eru tímalønt.

Í tí nýggju skipanini er ætlanin, at Almannastovan framvegis skal viðgera umsóknir og koma við tilmæli um stuðul. Leiðarin á Stuðulsfólkaskipanini hevur fíggjarliga, fyrisitingarliga og pedagogiska ábyrgd av skipanini, og skal eftir ætlan taka endaliga avgerð um stuðul.

Arbeitt verður við at leggja alla stuðulsfólkaskipanina, sum hon er, til Heimarøktina og Serforsorgina.

Møguligar avleiðingar av broytingunum
Fyri starvsfólkið verða umstøðurnar í nýggju skipanini ivaleyst betri við tað, at skipanin hevur fingið ein leiðara, ið kann menna tað fakliga stigið við at skipa fyri fakligari vegleiðing, hóskandi karmum um skipanina osfr. Á henda hátt fær starvsfólkið eitt fakligt umhvørvi at virka í, ein møguleiki, sum ikki hevur verið í tí gomlu skipanini. Hesar nýggju umstøðurnar hava møguliga eina hepna ávirkan á tann fakliga førleikan hjá teimum, ið velja at søkja starv í stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin.

Vert er at nevna, at tað, at játtanin nú verður rakstrarjáttan, ger, at tað verður gjørligt at hava betri tamarhald á útreiðslunum. Eitt nú verður tað gjørligt hjá tí nýsetta leiðaranum at samskipa virksemið betur enn áður, m.a. við at bera so í bandi, at stuðulsfólkini verða stuðlar hjá fleiri enn einum persóni, har hetta er ráðiligt. Um skipað verður fyri felags tiltøkum, sum t.d. svimjing, kann ein stuðul vera til fleiri brúkarar. Hinvegin er ikki ætlanin at tilluta færri stuðulsfólk til teir brúkarar, ið eru bundnir av stuðli orsakað av rørslubreki.

At fáa avloysarar, tá onkrum av stuðlunum berst frá, hevur higartil verið ein sera tíðarkrevjandi uppgáva hjá málsviðgerðunum á Almannastovuni. Eisini í hesum sambandi kann leiðarin samskipa virksemið betur enn higartil.

Avleiðingar av tí nýggju skipanini

 

Fyri
landið/lands-
mynduleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

     

Ja

 

Fíggjarligar avleiðingar:
Tann nýggja stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri landið, við tí fyrivarni, at samráðingar um setanartreytir hava við sær óvæntaðar avleiðingar. Broytingarnar ávirka, sum áður nevnt, játtanarslagið og fyrisiting, og ikki talið av brúkarum, ið hava atgongd til skipanina.

Skipanin fer væntandi at kosta umleið 10,8 mió kr. í 2002.

Ætlanin er, at Almannastovan skal siga teir stuðlar upp, sum eru í skipanini í dag. Væntandi fer meginparturin av hesum stuðlum aftur í starv hjá Stuðulsfólkaskipanini undir Heimarøktini og Serforsorgini. Um farið verður í gongd beinanvegin, tvs. tann 1. desember 2002, so áttu eingi stuðulsfólk at verið eftir í skipanini hjá Almannastovuni 30. juni 2003.

Mettar samlaðar útreiðslur fyri Almannastovuna í 2003 eru í mesta lagi 2,1 mió kr. Neyðugt verður at flyta umleið 8,7 mió kr. til Heimarøktina og Serforsorgina, Stuðulsfólkaskipanina og at lækka játtanina undir høvuðskonto fyritíðarpensjón við somu upphædd, um uppskotið verður samtykt.

Umsitingarligar avleiðingar:
Løgtingslógin um Stuðulsfólkaskipan hevur umsitingarligar avleiðingar, tí Almannastovan í dag bæði umsitur skipanina og er játtanarmyndugleiki, meðan Heimarøktin og Serforsorgin sambært lógini verður umsitingar- og játtanarmyndugleiki í framtíðini. Partar av umsitingini fara tó framhaldandi at liggja á Almannastovuni.

Ætlanin er at siga øllum stuðlunum upp úr verandi skipan. Mett verður, at neyðugt verður at siga hesum stuðlum upp, tí hvørki setanarmyndugleikin ella arbeiðsuppgávan verður tann sama. Áður hava hesir stuðlar verið settir hjá einum ávísum persóni, men eftir nýggju skipanini verða teir settir í starv í Stuðulsfólkaskipanini ístaðin. Stuðulsfólkaskipanin hevur tosað við Pedagogfelagið, og mett varð, at onki er í vegin fyri at siga stuðlarnar úr starvi og at bjóða teimum at søkja aftur í nýggju skipanini, bert røttu mannagongdir, avtalur og reglur í sambandi við uppsagnartíðir verða hildnar.

Ummæli:
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá:
Almannastovuni
Heimarøktini og Serforsorgini
MBF, Meginfelag teirra brekaðu
Ráðnum fyri Brekað

Ummælir eru komin frá Almannastovuni og MBF. Hesi eru hjáløgd.

Serligar viðmerkingar:

Inngangur:
Í greinini verður víst til heimildina at áseta reglur um almenna forsorg, sonevndu rammulógina fyri almannaveitingar í Føroyum.

Til § 1, stk 1:
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin fevnir um persónar í aldursbólkinum 18 til og við 66 ár. Tá fólk verða 67, hoyra tey til Heimarøktina. Orsøkin til hetta er, at í núverandi líki er stuðulsfólkaskipanin avmarkað til henda aldursbólk, og tað verður ikki mett ráðiligt at gera broytingar í galdandi siðvenju.

Orðið heimabúgvandi fevnir um persónar, ið búgva heima, antin hjá sær sjálvum, hjá foreldrum ella øðrum avvarðandi.

Stuðulsfólkaskipanin fevnir ikki um persónar, ið búgva á stovni.

Fólk, sum búgva í sambýlum, hava heldur ikki rætt at brúka skipanina. Orsøkin til hetta er, at starvsfólk eru um íbúgvarnar á sambýlum.

Orðingin eitt sjálvstøðugt og virkið lív merkir í hesum sambandi, at brúkarin livir eitt lív við einum ávísum virksemi, ið krevur stuðul eitt ávíst tímatal um vikuna. Hetta virksemið kann vera bæði í heiminum og uttan fyri heimið.

Stk. 3:
1):
Heimabúgvandi persónar í aldursbólkinum 18 til og við 66 ár við serligum tørvi, tí tey eru rørslutarnað ella hava avmarkaðan sálarligan førleika, kunnu brúka stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin. Tað er ein treyt, at hesir persónar eru virknir eitt ávíst tímatal um vikuna á ein hátt, sum krevur stuðul. Hetta virksemið kann vera bæði í heiminum og uttan fyri heimið. Í kunngerðini er ætlanin at útgreina nærri t.d. orðini rørslutarnað, sálarligan førleika og serligan tørv.

2):
Tað er týdningarmikið at hava greiðan skilnað millum virksemið hjá heimarøktini og virksemið hjá stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin.

Munurin millum hesar báðar skipanir er, at uppgávurnar hjá heimarøktini eru sjúkrarøkt, praktisk hjálp og persónlig røkt. Hinvegin eru uppgávurnar hjá stuðulsfólkaskipanini sosialpedagogiskar, tvs. at stimbra persónin at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Uppgávurnar hjá stuðulsfólkaskipanini kunnu tó eisini vera praktiskar, so sum fylgjarauppgávur. Í serligum førum kann stuðulsfólkaskipanin tilluta brúkarum fastar persónligar hjálparar, og hendan hjálp fevnir um praktiska hjálp, persónliga røkt og fylgjarauppgávur.

Hóast tann greiða skilnaðin millum heimarøkt og stuðulsfólkaskipan er tað neyðugt at vera liðilig og hava gott samstarv millum skipanirnar fyri at gagnnýta arbeiðsmegina so væl sum gjørligt. T.d. eigur ein stuðul eisini at kunna samstarva við heimarøktina um persónliga røkt, um neyðugt er við fleiri fólkum til eina ávísa uppgávu.

3):
Starvsfólk í stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin verða sett sambært galdandi sáttmála millum viðkomandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Tað er leiðarin í stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin, sum hevur ábyrgd av starvsfólkaviðurskiftum, førleikamenning og av at tryggja góðar arbeiðsumstøður.

4):
Tillutan av stuðli og endurskoðan av tillutaðum av stuðli.

Tað er leiðarin á stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin, sum hevur ábyrgd av at tilluta stuðul eftir tilmæli frá Almannastovuni.

Endurskoðan av tillutaðum stuðli verður gjørd fyri at tryggja, at sum mest fæst burtur úr stuðlinum, bæði fyri brúkaran og stuðulsfólkaskipanina. Ætlanin er í kunngerðini at áseta, at hvørt einstakt mál verður endurskoðað við jøvnum millumbilum.

Til § 2:
Gildiskomuregla

Fylgiskjøl:
Skjal 1 Ummæli frá MBF.
Skjal 2. Ummæli frá Almannastovuni.

1. viðgerð 13. november 2002. Tingmálini nr. 19 og 20/2002 vórðu viðgjørd undir einum og bæði beind í trivnaðarnevndina, sum tann 27. november 2002 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 13. november 2002 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 27. november 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almannamálum. Vísandi til viðmerkingarnar frá MBF upplýsti landsstýrismaðurin, at uppskotna greinin eisini skal skiljast soleiðis, at hon fevnir um fólk, sum hava sansubrek ella neurologiskt brek í teim førum, tá ið hetta brek ger, at tey eru rørslutarnað, eitt nú tá ið ein blindur hevur trupulleika at flyta seg stað úr staði vegna sítt brek. Av redaktionellum ávum heldur nevndin, at fyrsti partur av § 32 a eigur at verða orðaður eitt sindur øðrvísi.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið og setir fram hetta

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1, § 32 b verður í staðin fyri orðini "Endamálið við stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin er" sett "Stuðulsfólkaskipan verður stovnsett".

2. viðgerð 3. desember 2002. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. desember 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 98 frá 18.12.2002