Handilstiltøk mótvegis UNITA í Angola

 

10  Uppskot til  løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti undir 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 24. september, legði Høgni Hoydal, varaløgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola

Henda lóg hevur til endamáls at útinna samtyktir Trygdarráð Sameindu Tjóða nr. 864 (1993), nr. 1127 (1997), nr. 1173 (1998) og nr. 1176 (1998).

§ 1. Tað er bannað at útinna slíkt virksemi, sum er nevnt í pkt. 1) - 6), og somuleiðis eru atgerðir bannaðar, ið hava til endamáls at fremja tílíkt virksemi:

  1. Beinleiðis ella óbeinleiðis innflutningur av diamantum úr Angola til Føroya, uttan mun til um teir hava uppruna í Angola, tó undantiknir diamantar við upprunaloyvisbrævi, ið er útflýggjað av savningar- og sáttarstjórnini hjá Angola.
  2. Søla og veitingar av olju ella oljuúrdráttum til Angola, uttan mun til um upprunin er føroyskur, umvegis aðrar innflutningsleiðir enn tær, ið eru tilskilaðar av stjórnini í Angola, og sum eru fráboðaðar aðalskrivara Sameindu Tjóða samsvarandi samtykt Trygdarráðsins nr. 864 (1993) frá 15. september 1993, t.e. flogvallirnir í ávikavist Luanda og Katumbela og havnirnar í ávikavist Luanda, Lobito og Namibe, umframt marknastøðin í Malongo.
  3. Søla ella veitingar av útgerð til at nýta í námsvinnu ella tænastum hesum viðvíkjandi til persónar ella eindir í Angola, ið ikki eru í ríkisins umsiting (smb. samtykt 1173 (1998) pkt. 12, stk. c).
  4. Søla ella veitingar av motorakførum og skipum, ella eykalutir til tílík før, til persónar ella eindir í Angola, ið ikki eru í ríkisins umsiting (smb. samtykt 1173 (1998) pkt. 2, stk. d).
  5. Veitingar av flogførum og lutum til flogfør og líknandi, ella at hava hesi tøk, til Angola umvegis aðrar innflutningsleiðir enn nevndu leiðir í pkt. 2.
  6. Veitingar av flutningstænastum á landi ella sjógvi til persónar ella eindir í Angola, ið ikki eru í ríkisins umsiting.

§ 2.. Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita til UNITA í Angola:

  1. Vápn og hernaðarútbúnað umframt ein og hvønn líknandi útbúnað.
  2. Lóður av einum og hvørjum slagi.
  3. Hernaðarakfør og hernaðarútgerð.
  4. Eykalutir til nevndu lutir í 1-3.

Stk. 2. Útflutningur til Angola av vørum og tænastum, nevndar í stk. 1, kann einans verða framdur lógliga umvegis innflutningsleiðirnar ásettar í §1, pkt. 2.

§ 3. Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta §§ 1 og 2, verða eftir § 110c, stk. 2 í revsilógini revsaðir við bót, hefti ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.

§ 4. Hald verður lagt á vinning av virksemi, ið er revsivert smb. § 3 í hesi lóg. § 75, stk. 1, 2. pkt., § 76, stk. 1 og stk. 3-5, og § 77, stk. 1 og 3 í revsilógini galda samsvarandi fyri tað, ið hald verður lagt á sambært hesi grein.  

§ 5. Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda seg uttanlands, og um løgfrøðiligar persónar, sum eru skrásettir í Føroyum.

§ 6. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðsmannin í Føroyum heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk ímóti uppreistrarrørsluni UNITA í Angola, samsvarandi samtyktum nr. 864 (1993), nr. 1127 (1997), nr. 1173 (1998) og nr. 1176 (1998) hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða, hjálagdar.

Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísarsam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til §§ 1 og 2: Vegna tess at uppreistur hevur herjað í Angola í fleiri ár, samstundis sum uppreistrarherurin UNITA ikki enn hevur hildið sínar skyldur, sum eru fevndar av Lusaka samtyktini, og samstundis sum støðan í Angola er ein hóttan ímóti altjóða friði, hevur Trygdarráð Sameindu Tjóða samtykt fleiri fyriskipanir, ið limalondini eiga at útinna. Í 1993 varð samtykt at banna veiting av olju og vápnum til UNITA. Í 1997 og 1998 vórðu aðrar samtyktir gjørdar, sum hava til endamáls at avmarka og helst steðga virkseminum hjá UNITA.

Til §§ 3, 4 og 5: Hetta eru almennar ásetingar, ið verða nýttar í øllum tílíkum løgtingslógum samsvarandi samtyktum Trygdarráði Sameindu Tjóða.

Skjalayvirlit:

    1. United Nations s/res/864 (1993), Security Council Distr.: General 15. september 1993 Resolution 864 (1993
    2. United Nations s/res/1127 (1997) 28. August 1997 Resolution 1127 (1997)
    3. United nations s/res/1173 (1998) 12. June 1998 Resolution 1173 (1998)
    4. United nations s/res/1176 (1998) 24 June 1998 Resolution 1176 (1998)

1. viðgerð 16. oktober. Tingmálini nr. 10, 11 og 12/2002 vórðu viðgjørd undir einum og øll beind í uttanlandsnevndina, sum tann 8. november 2002 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. september 2002, og eftir 1. viðgerð tann 16. oktober 2002 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. november 2002.

Nevndin hevur fingið upplýst, at viðkomandi samtyktir Trygdarráð Sameindu Tjóða enn eru galdandi.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. november 2002. §§ 1 - 6 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 19. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 87 frá 28.11.2002