Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

82.  fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin 13. apríl, kl. 14.10, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Kaj Leo Johannesen, Marjus Dam, Sverre Midjord, Henrik Old, Hergeir Nielsen, Óli Breckmann, Heðin Zachariasen, Kjartan Joensen, Jógvan við Keldu og Jenis av Rana, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Jacob Vestergaard, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum  frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi varðveitan av órørdu náttúruni í Føroyum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avtalu millum Føroyar og Ísland um sínámillum fiskiveiðu og avtalu millum Danmark og Ísland um føroyskt loftrúm
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Dalstunlinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-36/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligum holum í kapitalvinningsskattalógini
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

5.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi forsyrgjarum undir endurbúgving 
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

6.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til ferðaútreiðslur
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

   

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 18. apríl 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        Ófráboðaðir fyrispurningar

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af færdselsloven og pasloven”

4.        3. viðgerð av tingmáli nr.  90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne om rettens pleje”

5.        3. viðgerð av tingmáli nr. 105/2006: Uppskot til løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

6.        3. viðgerð av tingmáli nr.  78/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

7.        3. viðgerð av tingmáli nr.  82/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (foreldragjald)

8.        3. viðgerð av tingmáli nr. 109/2006: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn

9.        2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

10.    2. viðgerð av tingmáli nr.  72/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 103/2006: Uppskot til løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð

12.    Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vakstraravtaluni fyri Suðuroynna

13.    Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 14.15 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari