100-31 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstżrismann ķ innlendismįlum, višvķkjandi vakstraravtaluni fyri Sušuroynna  

Oršaskifti

Įr 2006, frķggjadagin 9. mars, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Hergeir Nielsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

1.      Kann landsstżrismašurin kunnaš Lųgtingiš um arbeišiš viš vakstraravtaluni fyri Sušuroynna? 
 

2.      Fer  landsstżriš at geva tilsųgn um 40 mió. kr. ķ tķšarskeišnum 2008-2012, tvs. 8 mió. kr. um įriš, til ętlanina?
 

3.      Hvussu fer landsstżrismašurin at rašfesta hesa ętlan fķggjarliga frameftir?

 

Višmerkingar:
Kommunurnar hava fyrr giviš tilsųgn um at brśka/jįtta 20 mió. kr., sum tį var teirra partur. Tann parturin er farin nišur ķ 10 og landsins upp ķ 40 fyri at halda fast um 50 mió. kr. tilsamans.

 

Henda semja varš gjųrd į fundi umborš į Smyrli mišskeišis ķ oktober ķ fjųr millum borgarstjórarnar ķ Sušuroynni og landsstżrismannin.

 

Į tingfundi 13. mars 2007 varš uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Į tingfundi 18. aprķl 2007 svaraši Jacob Vestergaard, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

 

Svar

 

Til spurning 1

 

Ķ stuttum hevur gongdin ķ mįlinum veriš henda:

 

Jógvan Mųrkųre og Magni Laksafoss hava arbeitt viš einum uppskoti til vakstraravtalu fyri Sušuroy. Ķ mars 2005 heittu teir bįšir į landsstżriš og kommunurnar ķ Sušuroy um at taka undir viš eini ętlan, har mišaš var ķmóti, at Sušuroyggin aftur skal gerast eitt įhugavert bśšsetingaralternativ til hųvušsstašarųkiš. Ętlanin hevur sķna fyrimynd śr Ķslandi nevnd Eyafjaršaravtalan. Kommunurnar tóku undir viš, at verkętlanin fór ķ gongd og jįttašu 250 tśs. kr. treytaš av, at landiš jįttaši lķka stóra upphędd. Ķ eykajįttan aprķl 2006 vóru jįttašar 250 tśs. kr. til arbeišiš.

 

Tann 16. oktober 2006 var fundur umborš į Smyrli um vakstraravtaluna, og hvussu farast skuldi fram. Viš į fundinum vóru stigtakararnir, umboš fyri allar kommunurnar og landsstżrismašurin. Śrslitiš av fundinum var, at allir borgarstjórarnir skrivašu undir eitt viljanarskriv, har teir vįttašu sķn vilja at fķggja 10 mió. kr. ķ grunn til Sušuroyaravtaluna treytaš av, at landiš var sinnaš at gjalda ašrar 40 mió. kr.

 

Landsstżrismašurin hevur kunnaš landsstżriš um ętlanina, men ętlanin er ikki višgjųrd. Ętlanin veršur tikin upp til višgeršar, tį kommunurnar ķ Sušuroy hvųr ķ sķnum lagi hava višgjųrt mįliš.

 

Tann 4. aprķl 2007 bošaši umbošiš fyri kommunurnar ķ Sušuroy frį, at tann eina kommunan framvegis ikki hevši višgjųrt mįliš, men vęntandi fór at višgera mįliš beint eftir pįskir.

 

Til spurning 2 og 3

 

Įšrenn taš er greitt, um kommunurnar ķ Sušuroy taka undir viš ętlanini fult og heilt, er mįliš ikki bśgviš at višgera hjį landsstżrismanninum og landsstżrinum.

 

Veršur endaliga nišurstųšan hjį kommununum jalig, fari eg sum landsstżrismašur at rašfesta hesa ętlan frammarlaga.

 

Mįliš avgreitt.