Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

35. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 6. desember, kl. 13.35, varð tingfundur settur.

 

Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2006: Uppskot til løgtingslóg um     broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.

 

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-1.
Málið avgreitt.

 

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.

 

4.        3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-7.
Málið avgreitt.

 

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2006:  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS)
§§ 1 og 2
samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
§§ 1 og 2
samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 30-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum
Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Finni Helmsdal, til §§ 1, 2, 3 og 4 fall 7-1-21. §§ 1 til og við 5 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.        2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
§§ 1 til og við 4 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um menningarstovu
Uppskot frá Karsten Hansen um at beina málið aftur í nevnd fall 11-1-16. §§ 1 og 2 samtyktar 18-1-9.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2006: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn
Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndinini, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen til § 5 fall 9-1-17. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 5 og 7 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

12.    1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2006: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2006
Málið beint í fíggjarnevndina
 

13.    1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

14.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-20/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús áðrenn 2012

Formaðurin setti næsta fund at verða  hósdagin 6. desember, 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        Munnligir fyrispurningar.

2.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýismann í vinnumálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús áðrenn 2012

3.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni. viðvíkjandi avlopsorku hjá SEV í Vági

4.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-12/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni. viðvíkjandi ”free-pass” skipan

5.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.31 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari