31 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð
I. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. november, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum

(Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)

 

§ 1.

 

Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum verður § 1. stk. 2, nr. 20 strikað.”

 

§ 2. 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka málsøkið tilbúgving. Politiskt er henda yvirtøka avtalað í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu frá 31. januar 2004.

 

Við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar, sbr. § 3 í Lóg nr. 79 frá 12. mai 2005 um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka, lóggávuvaldið og útinnandi valdið á  málsøkinum tilbúgving.

 

 

Vanligt er, at eftir yvirtøku og áðrenn nýggj løgtingslóggáva er gjørd, galda lógirnar á økinum framvegis sambært yvirtøkulógini § 5 jbr. heimastýrislógarinnar § 13, um tær ikki verða broyttar ella settar úr gildi, samstundis sum yvirtøkan fer fram.  Heimildir og skyldur sum liggja hjá donskum myndugleikum í nevndu lógum verða tá av sær sjálvum fluttar avvarðandi føroyskum myndugleika sambært ræðislógini § 2.  

 

Í hesum føri hevur yvirtøkuætlanin ta fortreyt, at civilforsvarsloven frá 1949, t.e. kgl. fyriskipan nr. 337 frá 2. oktober 1952, verður sett úr gildi. Hetta verður gjørt við uppskotinum til løgtingslóg  um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a., sí tingmál nr. 32, ið verður lagt fyri Løgtingið samstundis sum hetta uppskot. 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Ein embætismannabólkur við donskum og føroyskum umboðum hevur evnað til eina frágreiðing um “færøsk overtagelse af sagsområdet det civile beredskab m.v.”, sum varð handað ávikavist landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og verjumálaráðharranum í summar. Frágreiðingin lýsir m.a. núverandi heimildarbýtið fyri tilbúgvingina í Danmark og Føroyum, altjóða sáttmálar og avtalur, framtíðar tilrættalegging av tilbúgvingini í Føroyum umframt eina varisliga meting av fíggjarligu avleiðingunum av yvirtøkuni.

 

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar

Fíggjarligu avleiðingarnar av yvirtøkuni verða mettar í mun til staðfesting av økisábyrgdini, stovnseting av einum tilbúgvingarmyndugleika og betran av kjarnorkutilbúgvingini.

 

Fíggjarligu og umsitingarligu avleiðingarnar fyri Tilbúgvingarstovnin undir Fiskimálaráðnum verða mettar at vera lítlar, av tí at stovnurin er úrslit av einari samansjóðing av eindum, sum longu eru á fíggjarlógini. Hartil kemur, at talan verður um eina stigvísa uppbygging av tilbúgvingini, sum hóskar til fíggjar- og arbeiðsorkuna hjá stovninum. Fyri fíggjarárið 2007 hevur Tilbúgvingarstovnurin mett, at beinleiðis meirútreiðslurnar í sambandi við yvirtøkuna vera 1 mió. kr., sum m.a. skulu brúkast til ger av váðametingum og tilbúgvingarætlanum, at veita ráðgeving til ráð, stovnar og kommunur umframt til útbúgving og venjing av útinnandi pørtunum í tilbúgvingini. Eisini má roknast við keypi av serstakari vitan, sum Tilbúgvingarstovnur Føroya ikki hevur.

 

Viðvíkjandi stovnseting og rakstur av kjarnorkutilbúgvingini er tað í frágreiðingini mett, at árligu rakstrar­útreiðslurnar fara at liggja um 0,3 mió. kr. Hetta verður ein meirútreiðsla frá 2008. Útreiðslurnar til sjálva stovnsetanina av mátitilbúgvingini eru mettar til 2,3 mió. kr. Í frágreiðingini um yvirtøku hevur arbeiðsbólkurin mælt til, at henda upphæddin verður rindað av donsku stjórnini, og eru ábendingar komnar um, at hon er sinnað til tað.

 

Ilt er at meta um avleiðingarnar fyri aðrar myndugleikar og kommunur. Orsøkin er, at tann sonevnda økisábyrgdin (sektoransvarsprinsippið) ætlandi verður sett í gildi við at broyta brunalógina. Avleiðingin av tí er, at myndugleikar og kommunur fáa ábyrgd av tilbúgvingini innan egin málsøki. Hjá summum myndugleikum og kommunum fer hetta ikki at hava so stórar umsitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar við sær, av tí at fleiri myndugleikar longu byggja sítt virksemi á aðalregluna um økisábyrgd. Hinvegin kann tað neyvan skúgvast til viks, at skal tað eydnast at skipa eina veruliga tilbúgving, mugu bæði landsstýrið og kommunurnar lýsa og raðfesta tilbúgvingarskylduna innan egin málsøki, tilbúgvingarætlanir mugu gerast og samskipast, venjingar og útbúgving skipast o.s.fr. Avbjóðingin verður at viðurkenna tilbúgvingaruppgávuna sum ein sambundnan og natúrligan part av teimum uppgávum, sum landsstýrið og kommunurnar annars hava.  

 

Aðrar avleiðingar 

Mett verður ikki, at lógin í uppskoti hevur aðrar avleiðingar við sær, so sum avleiðingar fyri vinnuna, umhvørvi, serstøk øki í landinum, avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur, ella sosialar avleiðingar.

 

 

 

 

Fyri

landið/

landsmyndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1

Við hesi grein verður yvirtøkan framd.

 

Til § 2

Ongin viðmerking  

 

Skjalayvirlit:

 

Skjal 1: Redegørelse fra arbejdsgruppe om færøsk overtagelse af sagsområdet det civile beredskab m.v. fra juni 2006.

Skjal 2:  Fylgibræv 30 juni 2006 frá arbeiðsbólkinum tá ið álitið var sent landsstýrismanninum og ministaranum

 

1. viðgerð 10. november 2006. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 15. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2006, og eftir 1. viðgerð tann 10. november 2006 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 15. november 2006.

 

Ein meiriluti í nevndini (Johan Dahl, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen, Kristian Magnussen og Jenis av Rana) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen) tekur ikki undir við málinum og vísir til støðu sína í tingmáli nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka, nr. 92/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder" og nr. 52/2005: Uppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir.

 

2. viðgerð 30. november 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 20-2-4. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 105 frá 12.12.2006