91  Uppskot til  lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 15. apríl, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka 

 

Henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar.

 

§ 1. Henda lóg fevnir um øll mál og málsøki, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Lógin fevnir ikki um hesi mál og málsøki:

1)      Stjórnarskipan danska ríkisins.

2)      Heimarætt danska ríkisins.

3)      Hægstarætt danska ríkisins.

4)      Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.

5)      Gjaldoyra- og peningapolitikk.

 

§ 2. Føroyskir myndugleikar gera av, nær mál og málsøki, ið henda lóg fevnir um, verða yvirtikin, sbr. tó stk. 2 og 3.

Stk. 2. Føroyskir myndugleikar gera av, eftir tinging við danskar myndugleikar, nær mál og málsøki á lista I í fylgiskjali lógarinnar verða yvirtikin.

Stk. 3. Málsøki, ið standa undir sama tali á nevnda lista I í stk. 2, verða yvirtikin samstundis.

 

§ 3. Føroyskir myndugleikar hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málum og málsøkjum, ið verða yvirtikin eftir § 2.

Stk. 2. Føroyskir myndugleikar yvirtaka útreiðslurnar og føstu ognirnar, ið hava beinleiðis samband við eitt mál ella eitt málsøki, sum yvirtikið verður.

 

§ 4. Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, hava dómsvaldið á øllum málum og málsøkjum í Føroyum.

 

§ 5. Ásetingarnar í § 5, § 6, § 10, stk. 2, 2. pkt., og § 13 í lóg um Føroya heimastýri virka á sama hátt í mun til mál og málsøki, ið henda lóg fevnir um.

Stk. 2. Ásetingin í § 2, 4. pkt. í lóg um Føroya heimastýri virkar á sama hátt í mun til mál og málsøki, sum § 2, stk. 1 í hesi lóg fevnir um.

 

§ 6. Føroyskir myndugleikar kunnu sambært sáttmála við danskar myndugleikar taka yvir Vága Floghavn og ábyrgdina av at reka hana.

 

§ 7. Lógin fær gildi 29. juli 2005.

 

§ 8. Avvarðandi føroyskur myndugleiki viðger mál liðug, ið eru til viðgerðar hjá donskum myndugleika, tá ið málsøkið verður yvirtikið, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Avvarðandi danskur myndugleiki kann í serligum førum og eftir semju við avvarðandi føroyskan myndugleika gera av, at danskir myndugleikar viðgera ávís mál liðug.

 

 

Listi I

1)      Brotsmálaumsorgan.

2)      Fíggjarrættur.

3)      Flogferðsla.

4)      Fólkakirkja.

5)      Ídnaðarhugverksrættur.

6)      Leiðarbræv.

7)      Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættar­ganginum.

8)      Persóns-, húsfólka- og arvarættur.

9)      Revsirættur.

10)  Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar.

11)  Sakførarastarvsemi.

12)  Útlendingaøki og marknaeftirlit.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum er at staðfesta formliga í lóg, at føroyskir myndugleikar kunnu yvirtaka øll mál og málsøki, tó undantikin ávís nevnd málsøki.

 

Uppskotið ber ikki í sær broyting í rættarstøðuni hjá Føroya fólki, og Føroya fólk varðveitir sostatt sín ómissandi og áframhaldandi sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti.

 

Stjórnarrættarliga er uppskotið løgtingsgóðkenning av sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn, samstundis sum uppskotið fremur innihaldið sum lóg í Føroyum. Heimild Løgtingsins at geva hesa lóg er í heimild tess frá Føroya fólki at geva lógir. Danska stjórnin fer at leggja fyri fólkatingið lógaruppskot við einsljóðandi teksti, ið greiðir innlendis donsku viðurskiftini, sum standast av sáttmálanum millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn. Viðmerkingarnar til danska uppskotið eru m.a. um innlendis donsk viðurskifti. Viðmerkingarnar til føroyska uppskotið eru tí ikki tær somu sum til danska uppskotið.

 

Við uppskotinum verður skipanin viðvend og víðkað í mun til heimastýrislógina, skilt á tann hátt, at meðan heimastýrislógin beinleiðis nevnir málsøki, ið kunnu verða yvirtikin, nevnir hetta uppskot nøkur fá málsøki, ið ikki kunnu verða yvirtikin eftir hesi lóg; tað merkir, at lógin beinleiðis heimilar at yvirtaka øll onnur málsøki. Hetta er tað, sum liggur í heitinum “negativlisti”; at málsøkini, ið lógin fevnir um, eru øll hugsandi málsøki, verandi og komandi, uttan tey, sum eru beinleiðis nevnd í § 1, stk. 2. Øvut dømi eru listarnir A og B í heimastýrislógini, ið eru “positivlistar”, har ið roynd er gjørd at nevna øll málsøkini, sum lógin skuldi fevna um. Hesir positivlistar hava havt við sær miklar trupulleikar, tí ivi og ósemja hava staðist av, at føroyskir myndugleikar stundum hava viljað yvirtikið málsøki, ið ikki beinleiðis eru nevnd á listunum. Onkuntíð hevur kortini borið til at yvirtaka slík málsøki, eins og tá ið navnalóggáva, umhvørvisvernd og trygd á sjónum vórðu yvirtikin. Í øðrum førum hevur ósemja verið millum danskar og føroyskar myndugleikar um møguleikarnar at yvirtaka eitt málsøki eftir heimastýrislógini, eins og tá ið landsstýrið vildi yvirtaka fjølmiðlaábyrgdarøkið í tíðarskeiðinum 2001-2004, sum tískil ikki varð yvirtikið.

 

Uppskotið er fyrireikað í samráðingum millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn, og semja er partanna millum um innihaldið í lógini. Samráðingar byrjaðu longu undir seinasta landsstýri, sum lýst í felagslýsing frá fundi í Havn 14. januar 2002, um at fáa til vegar eina nýggja skipan fyri yvirtøku av málsøkjum. Meginendamálið við eini nýggjari skipan ásettari í lóg er at sleppa undan ivamálum, ið hava verið knýtt at ásetingunum í heimastýrislógini viðvíkjandi yvirtøkumálum, heruppií at gera tað greitt, at tað er í Føroyum avgerðin skal verða tikin, um og nær eitt málsøki skal verða yvirtikið.[1] Tá var ætlanin, at lógaruppskotið skuldi áseta, at øll málsøki, uttan nøkur fá, ið liggja tætt upp at sjálvum ríkisfullveldinum, skulu kunna koma undir føroyskt ræði eftir avgerð landsstýrisins, umframt at fleiri málsøki skuldu verða yvirtikin, tá ið lógin varð sett í gildi.

 

Við nýggja landsstýrinum í 2004 varð ætlanin endurskoðað og løgmaður og danski forsætisráðharrin samdust á fundi í Keypmannahavn 16. mars 2004 um at taka upp aftur samráðingarnar um eina skipan staðfesta sum lóg, ið skal verða nýggi yvirtøkukarmurin. Semja er um at halda fast um meginregluna, sum eisini seinasta landsstýri tók undir við, at nýggja skipanin skal fevna um øll málsøki, uttan nøkur fá málsøki nærri tilskilað í § 1, stk. 2. Tey eru:

 

-          Stjórnarskipan danska ríkisins.

-          Heimarættur danska ríkisins.

-          Hægstirættur danska ríkisins.

-          Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur.

-          Gjaldoyra- og peningapolitikkur.

 

Partarnir eru eisini samdir um, at lógaruppskotið í mun til ætlaðu yvirtøkulógina hjá seinasta landsstýri nú er øðrvísi viðvíkjandi hesum høvuðstáttum:

 

-          Lógaruppskotið fevnir eisini um øll mál og málsøki nevnd á listunum A og B í heimastýrislógini.

-          Einki málsøki verður av sær sjálvum yvirtikið, tá ið henda lóg kemur í gildi.

 

Partarnir eru samdir um at seta í gildi reglur, ið tryggja viðurskifti hjá tænastumonnum og øðrum starvsfólkum, tá ið mál og málsøki verða yvirtikin.

 

Føroyskir myndugleikar taka yvir útreiðslurnar og føstu ognirnar, ið hava beinleiðis samband við málsøki, tá ið málsøkið verður yvirtikið.

 

Í mun til heimastýrislógina fevnir uppskotið um øll tey trý vøldini, lóggávuvaldið, útinnandi valdið og dómsvaldið. Harvið kann føroyska myndugleikaskipanin gerast fullkomnari.

 

Uppskotið er eitt samráðingarúrslit millum Føroya og Danmarkar við fyrivarni um tinggóðkenning í báðum londum og hevur tískil ikki verið sent til ummælis í Føroyum. 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Lógin í uppskoti skal fremjast við vanligari lóggávu givnari av Løgtinginum, um málsøki skulu verða yvirtikin. Hetta merkir, at tá ið løgmaður hevur staðfest og kunngjørt samtykta uppskotið sum lóg, standast ongar beinleiðis avleiðingar av tí, so sum:

-          fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan

-          umsitingarligar mótvegis landi ella kommunum

-          fíggjarligar ella umsitingarligar útreiðslur fyri vinnuna

-          umhvørvisligar avleiðingar

-          avleiðingar fyri serlig øki í landinum

-          sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Avleiðingar verða bara, tá ið lógir verða givnar við heimild í lógini í uppskoti, ella um danskir myndugleikar nýta einvísu heimildina at krevja, at føroyskir myndugleikar yvirtaka málsøki eftir § 5, stk. 2. Tá ið føroysk lógaruppskot um yvirtøkur verða løgd fyri løgtingið, verða avleiðingarnar tilskilaðar.


Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1, stk. 1 :

Eftir uppskotinum § 1 stk. 1 er einki undantak frá tí, lógin fevnir um, annað enn tey mál og málsøki, sum nevnd eru í § 1 stk. 2.

 

Til § 1, stk. 2:

Viðv. 1) Uppskotið fevnir ikki um viðurskifti kongshúsins, danska flaggið, danska málið, danska skjaldarmerkið og um viðurskiftini viðvíkjandi virksemi donsku ráðharranna, hvussu teir verða tilnevndir og frásettir og um rættarligu ábyrgd teirra. Heldur ikki fevnir tað um at lóggávu um fólkatingsstarvsemi og umboðan Føroya har. Somuleiðis fevnir tað ikki um lóggávu um inntøkur og útreiðslur danska ríkisins, og um, hvussu fólkatingslógir, sum settar verða í gildi í Føroyum, verða kunngjørdar.

Viðv. 2) Uppskotið fevnir ikki um at lóggeva um heimarætt danska ríkisins.

Viðv. 3) Uppskotið fevnir ikki um hægstarætt danska ríkisins.

Viðv. 4) Uppskotið fevnir ikki um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.

Viðv. 5) Uppskotið fevnir ikki um gjaldoyra og peningapolitikk.

 

Til § 2, stk. 1:

Eftir § 2, stk. 1 er tað burturav føroysk avgerð, nær yvirtikið verður. Samsvarandi stýrisskipanarlógini § 46 verður føroyska avgerðin um at yvirtaka tikin við lóg, ið løgtingið samtykkir. Danskir myndugleikar kunnu sostatt ikki forða slíkari føroyskari avgerð. Somuleiðis hava danskir myndugleikar, sambært § 5, stk. 2 í uppskotinum, javnbjóðis rætt at gera av, at føroyskir myndugleikar taka yvir málsøki, ið § 2, stk. 1 fevnir um.

 

§ 2, stk. 1 fevnir um øll hugsandi mál og málsøki. Einastu undantøk eru málsøkini nevnd í § 1 stk. 2 og § 2, stk. 2 sbr. lista I. Taka nýggj málsøki seg upp, ið higartil hava ikki verið kend, eitt nú vegna samfelagsliga, heruppií tøkniliga menning, fevnir § 2, stk. 1 um tey, uttan so, at tey mugu haldast at vera partur av málsøkjum, ið longu eru til.

 

Málsøkini, ið § 2 stk. 1 fevnir um, eru í høvuðsheitum:

 

1.      Málsøki, ið enn standa eftir á lista A í heimastýrislógini óyvirtikin eru:

 

-          Serumsorgan

-          Fólkatrygging

-          Heilsumál

-          Læknar

-          Ljósmøður

-          Sjúkrahús

 

2.  Ársroknskapur, felagsskaparrættur (heruppií partafelagalóggáva o.a.), fíggjarøki (heruppií eftirlit við bankum og sparikøssum), fjølmiðlaábyrgd, sjórættur, kort- og landmátingarmyndugleiki, loðslógarøki, mát og vekt, sjóuppmerking, tilbúgving, upphavsrættur, veðurtænasta og vitaverk.

 

Til § 2, stk. 2:

Munurin á málsøkjum, ið kunnu verða yvirtikin eftir § 2 stk. 2 og § 2 stk. 1, er ikki stórur. Í báðum førum er einvís føroysk yvirtøkuheimild. Men í teimum málum, ið nevnd eru í stk. 2, hava føroyskir myndugleikar skyldu at tingast við danskar myndugleikar fyri yvirtøku. Er ikki semja millum føroyskar og danskar myndugleikar um yvirtøku aftan á tingingar, er føroyskum myndugleikum heimilað at yvirtaka málsøkið kortini. Í mun til § 2 stk. 1 hava danskir myndugleikar ikki einvíst rætt at krevja, at føroyskir myndugleikar yvirtaka nøkur av teimum málsøkjum, ið nevnd eru í § 2 stk. 2.

 

Flest málsøki á lista I, ið knýta seg at § 2, stk. 2, eru av slíkum slag, at neyðugar fyrireikingar skulu verða gjørdar, áðrenn tey verða yvirtikin.

 

Tí er ásett, at samráðingar skulu vera millum føroyskar og danskar myndugleikar, áðrenn avgerð verður tikin um at yvirtaka. Endamálið við hesi áseting er at tryggja, at allir spurningar, ið kunnu taka seg upp aftan á yvirtøkuna, eru væl og virðiliga lýstir, og at danskir myndugleikar kunnu lata málsøki frá sær á ein væl fyrireikaðan og skipaðan hátt. Somuleiðis verður tað sama tryggjað viðvíkjandi føroyskum myndugleikum. Um t.d. løgregla og ákæruvald verða yvirtikin, er umráðandi, at føroyskir og danskir myndugleikar eru samdir um at samskipa ávís viðurskifti. Somuleiðis er tað ein fyrimunur fyri føroyskar og danskar myndugleikar, at semja er um ávíst samstarv av tøkniligum slag.

 

Um fólkakirkjuna er at siga, at har er ikki tilætlað nøkur verulig broyting í sambandi við yvirtøku av økinum, ið er nevnt á lista B í heimastýrislógini. Tó fevnir § 2 stk. 1, og ikki § 2 stk. 2, um trúarsamfeløg uttan fyri fólkakirkjuna og halgidagslóggávuna.

 

Til § 2, stk. 3:

Greinin hevur við sær, at nevndu málsøki undir sama tali ikki kunnu verða sundurskild. Tey mega verða yvirtikin í heilum eindum.

 

Til § 3, stk. 1:

Greinin er í høvuðsheitum einsljóðandi við § 4 stk. 1 í heimastýrislógini.

 

Til § 3, stk. 2:

Samsvarar við ásetingina í seinnu helvt av øðrum pkt. í § 2 í heimastýrislógini, tó so, at nú verður sagt greitt, at føroyskir myndugleikar yvirtaka fastar ognir, sum knýttar eru at málsøkjum.

 

Til § 4:

Ein serligur eginleiki við eini føroyskari dómstólaskipan verður, at føroyskir dómstólar fara at hava dómsvaldið á øllum málum og málsøkjum í Føroyum, uttan mun til, um tey eru undir føroyskum ella donskum ræði. Hvussu dómstólarnir verða skipaðir, er mál, sum verður avgjørt við lóg, ið Løgtingið samtykkir, og løgmaður staðfestir og kunnger. Ein føroysk dómstólaskipan skal lúka tey krøv, ið verða sett dómstólaskipanum sambært mannarættindaskyldum Føroya.

 

Eins og nú fara føroyskar dómstólaavgerðir at kunna verða skotnar inn fyri danska hægstarætt.

 

Til § 5, stk. 1:

Henda grein er tilvísing til ásetingarnar í heimastýrislógini, ið snúgva seg um lóggávuavmarkingar vegna millumtjóðasáttmálar, og at munur skal ikki verða gjørdur á føroyingum og dønum. Somuleiðis verður víst til § 6 í heimastýrislógini um, at danskir myndugleikar taka sær av øllum málum, sum ikki eru yvirtikin. Eisini virkar nevndin í § 6 í heimastýrislógini, um trætur taka seg upp sambært hesum uppskoti. Somuleiðis verður víst til § 13 um, at galdandi ásetingar halda fram, til tær verða broyttar.

 

Í § 4 stk. 2 í heimastýrislógini er ásett, at lógir, ið Løgtingið samtykkir og løgmaður staðfestir og kunnger, verða nevndar løgtingslógir. Í uppskotinum § 5 stk. 1 verður ikki víst til § 4, stk. 2, í heimastýrislógini. Hetta merkir, at Løgtingið hereftir sjálvt ger av, um tað nevnir tær lógir, tað samtykkir, lógir ella løgtingslógir.

 

Til § 5, stk. 2:

Eftir uppskotinum hava danskir myndugleikar einvísan rætt at krevja, at føroyskir myndugleikar yvirtaka tey málsøki, ið § 2, stk. 1 fevnir um. Øvut merkir greinin, at danskir myndugleikar kunnu ikki krevja, at tey málsøki, sum nevnd eru í § 2 stk. 2 sambært lista I skulu føroyingar yvirtaka.

 

Til § 6:

Í hesi grein er ásett, at Føroyskir myndugleikar kunnu sambært sáttmála við danskar myndugleikar taka yvir Vága Floghavn og ábyrgdina av at reka hana. Felags yvirlýsingin frá 4. apríl 2005 ásetir mannagongd fyri hesa yvirtøku.

 

Til § 7:

Gildiskomudagurin er hin sami sum í danska tvíburauppskotinum til yvirtøkulóg. 

 

Til § 8, stk. 1:

Nátúrligt er, at tá ið føroyskir myndugleikar yvirtaka málsøki, verður eisini málsviðgerðin av ítøkiligum fyrisitingarligum málum yvirtikin av føroyingum soleiðis, at allar málsavgerðir eftir yvirtøkudagin fáa somu viðgerð. Tá verður fyrisitingarliga ábyrgdin greið mótvegis Løgtinginum.

 

Til § 8, stk. 2:

Í ávísum førum kann henda seg í eini skiftistíð, at óneyðuga nógv orka skal setast av til ávísa málsviðgerð, tá málsviðgerð, sum nærum er komin til avgerðar, skal handast føroyskum myndugleikum til støðutakan. Tí verður latið upp í hendur á avvarðandi danska myndugleikanum at gera semju við javnbjóðis føroyska myndugleikan um, at danski myndugleikin tekur endaliga avgerð í málinum. 

 


 

[1] Grundarlagið undir samráðingunum millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn var eitt upprit, ið Løgmansskrivstovan greiddi úr hondum á heysti í 2002 sambært semju í sambandi við fundin í Miðvági 21. august 2002 og fundin úti í Bø morgunin eftir. Á hesum grundarlagi varð samráðst um eina nýggja skipan, ið skuldi verða ein semja partanna millum í lógarformi. Komið var væl áleiðis í hesum samráðingum, tá ið táverandi løgmaður og danski forsætisráðharrin í sonevnda Tvøroyrarskjalinum frá 26. juni 2003 alment staðfestu yvirskipaðu meginreglurnar fyri einum slíkum lógaruppskoti.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Olav Enomoto Óli Breckmann Jørgen Niclasen
Kjartan I. Joensen Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen
Kristian Magnussen Henrik Old Marjus Dam
Johan Dahl Heðin Zachariasen Jákup Mikkelsen
Poul Michelsen Mamy Dahl Sørensen Mikkjal Sørensen
Gerhard Lognberg Alfred Olsen Lisbeth L.Petersen

1. viðgerð 21. apríl 2005. Tingmálini nr. 91 og 92/2004 vórðu viðgjørd undir einum. Uppskot frá Kára P. Højgaard um at beina málini í serliga nevnd sambært § 25 í tingskipanini fall 10-1-17. Málini beind í uttanlandsnevndina, sum tann 4. mai 2005 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 15. apríl 2005, og eftir 1. viðgerð tann 21. apríl 2005 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á tveimum fundum tann 27. apríl, og á fundum tann 29. apríl og 4. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Halgir W. Poulsen, advokat, Kára á Rógvi, advokat, og løgmann.

 

Ein meiriluti í nevndini (Johan Dahl, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannesen og Kristian Magnussen) er samdur um, at lógin er eitt frambrot fyri Føroyar. Við hesi lógini hevur Løgtingið og harvið føroyska fólkið fingið amboðið til sjálvt at gera av at yvirtaka øll málsøki, undantikið tey, sum beinleiðis eru knýtt at suverenitetinum.

 

Meirilutin vísir á, at stjórnarrættarliga er uppskotið løgtingsgóðkenning av sáttmálagerð millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina.

 

Sáttmálin staðfestir, at Føroya fólk varðveitir sín sjálvsavgerðarrætt á øllum økjum. Hetta er eisini staðfest í felagslýsingini frá 4. apríl 2005 millum løgmann og forsætisráðharran.

 

Meirilutin fegnast um, at vit sambært § 6 í lógaruppskotinum kunnu taka yvir ábyrgdina og raksturin av Vága Floghavn, og at semja er fingin við donsku stjórnina um útbygging og nútímansgerð av floghavnini.

 

Við hesum viðmerkingum og við støði í viðmerkingunum til lógaruppskotið mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen og Jenis av Rana) hevur hesar viðmerkingar:

 

Sagt verður um  tað sokallaðu yvirtøkulógina og um danska ríkislógartilmælið, at  talan er um ein sáttmála millum tveir javnabjóðis partar, men einki hald er í hesum páhaldum.

 

Skilligt er, at talan er ikki um ein greiðan sáttmála landanna millum, og skilligt er, at talan als ikki er um tveir javnbjóðis partar.

 

Talan er um tvær sambandslógir, eina føroyska løgtingslóg og eitt danskt ríkislógartilmæli við útgreinaðum viðmerkingum, sum ikki finnast í føroyska uppskotinum.

 

Upplýst er, at semja er um ósemju í tulkingini av sáttmálanum millum hesar javnbjóðis partar, og lagt verður sostatt upp til, at lóggeva um tvídrátt landanna millum.

 

Hildið verður, at  samfelag okkara hevur frægari uppiborið enn at gerast kastibløka millum fleiri ivingarsamar áskoðanir um tað yvirskipaða valdið, og at tað er beinleiðis ábyrgdarleyst at lóggeva seg inn í eina framtíð, har støðugur tvídráttur gerst um heimildir okkara mótvegis útlandinum.

 

Fremsta fortreytin fyri, at Føroyar kunnu teljast millum heimsins fremstu lond, er, at greiðar ásetingar eru um yvirskipaða valdið, og at rásarúmið í uttanríkispolitiskum viðurskiftum er opið, frítt og leyst av øðrum áhugamálum enn okkara egnu.

 

Sjálvsavgerðarrætturin er parkerðarur undir donsku grundlógini, og donsk lóggáva leggur seg oman yvir ta føroysku.

 

Taka vit undir við ríkislógartilmælinum, so góðkenna vit, at danska grundlógin setir treytirnar fyri føroyskum yvirtøkum, og taka vit undir við føroyska lógaruppskotinum, taka vit eisini undir við grundarlagnum og innihaldinum í tí danska tilmælinum.

 

Verða uppskotini samtykt, fáa vit bæði tað næstu og triðju heimastýrislógina afturat verandi heimastýrislóg, sum verður verandi í gildi frameftir. Talan er um somu fløktu skipan, sum danski forsætismálaráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, legði fyri føroyingar undir samráðingunum í 2000, og sum føroyingar havnaðu tá.

 

Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins er latið í yvirtøkuham,  samstundis sum danska eindarríkið og danska grundlógin verða staðfest í ríkislógartilmælinum.

 

Samtykkir Løgtingið hetta tilmælið viðurkennir Løgtingið heilar tríggjar heimastýrislógir.

 

Samtykkir Løgtingið hetta tilmælið,

-         viðurkennir Løgtingið, at fólkakirkjan kemur at liggja undir donsku grundlógini eisini aftaná, at hon er yvirtikin.

 

-         viðurkennir Løgtingið, at hægstirættur verður liggjandi yvir føroyskum rætti eisini aftaná, at hann er yvirtikin.

 

-         viðurkennir Løgtingið, at sjálvsavgerðarrætturin einans kann brúkast innan fyri danska eindarríkið.

 

Eftir § 54 í stýrisskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við uttanlandsnevnd Løgtingsins, áðrenn avgerðir, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning, verða tiknar,

 

Eftir § 54, stk. 2 skal landsstýrið somuleiðis ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.

 

Ráðførsla var í trúnaði um ársskiftið, og mælt varð tá frá at taka tey stig, ið tikin eru.

 

Minnilutin kundi hugsað sær eina meira útgreinaða lýsing av fólkarættarligu viðurskiftunum, og vildi kallað inn Guðmund Alfredsson og Ole Espersen at lýsa hesi viðurskifti nærri, men varð hetta tíverri noktað okkum.

 

Frámæli okkara skal tí eisini síggjast í ljósinum av, at nevndin ikki hevur ognað sær neyðugan førleika m.a. á fólkarættarliga økinum fyri at inna verk sítt til lítar.

 

Órímiliga stutt skotbrá hevur verið til at viðgera málið, og einki bendir á, at neyðugt er at fremja yvirtøkulógina í bráðskundi.


Vit vita jú, at tað við virðiligum samráðingum ber til at skipa smærri samfeløg sum sjálvstøðug samfeløg.

USA, New Zealand og Holland hava givið sínum hjálondum nógv størri frælsi og altjóða rásarúm, enn Danmark hevur givið sínum hjálondum.

Hesi lond brúka ikki teirra grundlógir sum fongsul, men sum amboð, ið gagna einari frælsari menning í hjálondunum.

Antillurnar og Aruba hava soleiðis fingið teirra egnu stjórnarskipanir, meðan Holland hevur varðveitt sína, og saman at standa hava tey so í felag fingið eina yvirskipaða stjórnarskipan.

Danmark hevur tíverri staðið undir liðini á Frankaríki í teirri mest reaktioneru kategoriini og ikki verið ført fyri at halda sínum ríki saman, har hvør hevur virðing fyri øðrum.


Sum nakað heilt serligt kemur ein heil flogbreyt sendandi inn á vøllin í avtaluni um framtíðar ríkisrættarligu viðurskifti okkara, og her er snórurin – eins og í ríkisrættarligu viðurskiftunum - eisini ov stuttur til, at vit kunna brúka hann til at teljast millum vinnaralondini við.

Samstundis sum vinnan rópar eftir munandi betri logistikki, eftir møguleikum fyri at flyta loftvegis við farmaførum, so ætlar landsstýrið at tøma Íleggingargrunnin, og byggja ein ov stuttan flogvøll fyri pengarnar.

Donsk føroysk áhugamál skullu nú avgera framtíðaráhugamál okkara á loftferðsluøkinum, og harafturat verður tað gjørt yvir høvdinum á nevndini fyri Íleggingargrunnin.

 Og har standa vit so á taparabreytini við einum vánaligum flogvølli og einum tómum Íleggingargrunni, ongum undirsjóvartunlum til Sandoyar og Suðuroyar og við einum undirstøðukervi, sum hevur bráðneyðugan og alstóran tørv á kapitali.

Stuttskygdar loysnir hava altíð verið vánaligar loysnir, og hendan ber av.

Kappingarføri okkara í altjóðagerðini fær mønustingin í hesum afturstigi, sum fer at forða fyri, at vit fáa avgreitt farmaflogfør og størri ferðafólkaflogfør frameftir.

Eisini í hesum spurningi eiga vit at telva eftir einari nærri lýsing av, hvønn flogvøll vit hava tørv á, og seta upp kostnað og fígging av einum samskiftismøguleika, ið skal fáa okkum at teljast millum tey fremstu av øllum heimsins londum.

Uttanlandsnevndin varð kunnað um hesi mál undan jólum, og varð tá mælt frá at gera hesar avtalur, so sum tær vóru lýstar fyri okkum tá.

Danski ríkisfelagsskapurin er ikki nakar statiskur felagsskapur, og har fara munandi broytingar fram alla tíðína, og serliga í tíðini sum kemur.

Longu í yvirskriftini verður sagt, at talan er um at draga Føroyar upp í danskan uttanríkis- og trygdarpolitikk, soleiðis sum hann nú einaferð fer at verða rikin undir donsku grundlógini, sum jú er ávegis inn undir ES-grundlógina.

ES londini, harímillum Danmark fara at fáa teirra egna felags uttanríkispolitikk og teirra egna felags ráðharra á økinum. Danmark er tá bundið aðrar vegir enn fyrst og fremst mótvegis føroyskum áhugamálum.

Tað er jú tað, sum liggur í sjálvum tí nýggja Rómasáttmálanum, og tíðin er komin til, at vit føroyingar ásanna, at vit liggja væl og virðiliga uttan fyri hesi áhugamál, har hvør sætar sjálvum sær.

 Løgliga er tað ein vanlukka, um Løgtingið samtykkir ríkilsógartilmælið um yvirtøkulógina.

 

Alt hendir í djúpasta trúnaði, og lógin verður skundað ígjøgnum eftir fáum døgum, samstundis sum tingið frammanundan er ovbyrjað av aðrari lóggávu.

 

Lagt soleiðis til rættis, at tingið ongan møguleika hevur at veruleikaviðgera uppskotini

 

Tað er ikki neyðugt at gera annað enn at leggja føroyska lógaruppskotið fyri tingið.Samtykkir tingið danska ríkislógartilmælið, er føroyska lógin um yvirtøkulógina ikki annað enn eitt grátiliga tómt og hálvhjartað slag í tóma luft.

 

Samgongan hevur tað klára endamál, at onki skal henda á sjálvstýrisleið. Ætlanin við at samtykkja lógina er ikki at fremja yvirtøkur sum skjótast, men at steðga sjálvstýriskjakinum.

 

Tað hevur tí ongan bráðskund at samtykkja lógina, soleiðis at neyðugt er at fara uttan um vanligu mannagongdirnar og samtykkja lógina eftir nøkrum fáum døgum.

 

Serliga barokk er hendan mannagongdin við at broyta ríkisrættarligu støðu Føroya aftur eftir hæli í bráðskundi, um vit hugsa um, at meirilutin í verandi samgongu krevur, at eitthvørt stig frameftir á sjálvstýrisleið verður tálmað við, at bæði fólkaatkvøða og nýval skulu til, áðrenn nakað kann henda.

 

Ríkislógartilmælið broytir heimastýrislógina, og eingin  ivi er um, at tað, sum hendir við hesum lógunum er, at heimastýrislógin verður broytt, hóast hetta formliga verður gjørt við eini nýggjari lóg.

 

Heimastýrislógin bleiv lóg við, at Fólkatingið samtykti eina lóg, meðan Løgtingið samtykti eina aðra. Danska lógin varð kunngjørd í Danmark, og føroyska lógin í Føroyum. Hetta er ein vanligur háttur at seta millumlanda sáttmálar í verk, og er tí ein sterk formlig, løglig grundgeving fyri, at tingið hevur annað vald enn tað, sum donsku myndugleikarnir lata tí. Annars skuldi heimastýrislógin verið sett í gildi eftir teirri mannagongd, sum svarar til mannagongdina fyri ríkislógartilmæli í dag.

 

Danir royndu langt aftaná at káma hendan veruleika nakað við eisini at kunngera donsku heimstýrislógina í Føroyum.

 

Um tingið nú velur at taka undir við einum rikislógartilmæli, sum broytir heimastýrislógina, so fer ein og hvør løgfrøðingur – ikki bert teir donsku – at kunna taka hetta sum prógv fyri, at líka mikið hvør støðan var tá aftaná seinna heimsbardaga, so er støðan í dag hon, at heimastýrisskipanin er delegasjón úr Danmark, onki annað.

 

Tí er tað ein vanlukka, um tingið samtykkir ríkislógartilmæli um at broyta heimastýrislógina, lika mikið hvat innihaldið í tí er.

 

Ein annar – men í veruleikanum minni –  trupulleiki kemur av tí innihaldsliga: soleiðis sum viðmerkingarnar til ríkislógartilmælið eru háttaðar.

 

Viðmerkingarnar til føroysku lógina – tingmál nummar 91 – siga at:

Danska stjórnin fer at leggja fyri Fólkatingið lógaruppskot við einsljóðandi teksti, ið greiðir innlendis donsku viðurskiftini, sum standast av sáttmálanum millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn. Viðmerkingarnar til danska uppskotið eru m.a. um innlendis donsk viðurskifti. Viðmerkingarnar til føroyska uppskotið eru tí ikki tær somu sum til danska uppskotið.

 

Hetta er beinleiðis villleiðandi.

 

Tað kemur fyri, at innlendis donsk viðurskifti verða umrødd í viðmerkingunum til ríkislógartilmælið, men tær eru fyrst og fremst um viðurskifti Føroya, og viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og hesar viðmerkingarnar fara langt útum, hvat annars er vanligt at hava av almennum hugleiðingum og yvirskipaðum viðmerkingum, tá danir gera lógir. Serliga greitt er hetta í skjali 1.

 

Tað er ikki av tilvild, tí viðmerkingarnar til ríkislógartilmælið eru úr enda í annan donsk delegasjónsteori, so trong og so avmarkandi, sum vit valla nakrantíð hava sæð makan til.

 

Hvussu grundleggjandi delegasjónsteoretiskt grundaðar donsku viðmerkingarnar eru – og hvussu stór andsøgn er millum ríkislógartilmælið og føroyska uppskotið til lóg, sæst longu í innganginum til almennu viðmerkingarnar:

”Endamálið við lógaruppskotinum er at staðfesta formliga í lóg, at føroyskir myndugleikar kunnu yvirtaka øll mál og málsøki, tó undantikin ávís nevnd málsøki.”

 

Formålet med dette lovforslag er at skabe det retlige grundlag for, at Færøerne overtager sager og sagsområder, der ikke er omfattet af den færøske hjemmestyrelov fra 1948.” (okkara undirstrikingar)

 

Hesi fáu orð siga tað mesta av tí, sum er at siga um tað sambæriliga í at samtykkja bæði uppskotini.

 

Harafturat byggir ein stórur partur av grundgevingunum kring hesar delegasjónsteoretisku pástandir ikki á føroysk viðurskifti, men á metingar, sum danir áður hava gjørt av støðuni hjá Grønlandi. Ikki eitt einasta orð verður sagt um, hvat tað er, sum ger, at metingar viðvíkjandi Grønlandi kunnu vera viðkomandi fyri føroysk viðurskifti, hóast stjórnarrættarliga og rættarliga søgan hjá Føroyum og Grønlandi er so ymisk, sum hon vera kann.

 

Samtykkir tingið ríkislógartilmælið, er føroyska lógin um yvirtøkulógina ikki annað enn eitt grátiliga tómt og hálvhjartað slag í tóma luft.

 

Um tingið tekur undir við, at heimastýrislógin verður broytt við ríkislógartilmæli, samtykkir tað sum sagt eisini, at Føroyar –Løgting og Landsstýri, eins og Føroya fólk – ongar heimildir hevur sjálvt, men at skipanin í Føroyum onki vald og ongar heimildir hevur, uttan at heimildirnar fyrst verða delegeraðar okkum úr Danmark, og at ongin munur er á støðu Føroya og støðu Grønlands.

 

Tekur tingið undir við hesum, so er tað líka mikið um tingið harumframt eisini ger nakað, sum í mannagongd og innihaldi minnir meira um, tá tingið gav heimastýrislógina fyri 60 árum síðani. Tað minnir í besta føri um okkurt bíligt slag av villleiðing ella gykli -  ikki annað enn fjas, um tingið eisini samtykkir ríkislógartilmælið.

 

Vísast kann til uppritið frá løgtingsskrivstovuni, dagfest 14. apríl 2005, sum á eini einastu A 4-síðu fyrimyndarliga stutt og greitt sker út í papp, at tað hevur onga meining at samtykkja bæði uppskotini, og sum endar við orðunum “Harumframt er uppskotið tá uttan meining og innihald”. - Her verður sipað til føroysku lógina.

 

Hóast vit leggja til grund, at landsstýrið metir, at tað er neyðugt at eftirlíka dønum og taka undir við danska uppskotinum til “anordning”, so er tað kortini ikki neyðugt at gera annað enn at leggja føroyska lógaruppskotið fyri tingið.

 

Danskir myndugleikar hava ongantíð viðurkent, at tað ger nakran mun, um eitt ríkislógartilmæli verður lagt fyri tingið. Sum tingið til dømis sá við ríkislógartilmælinum um fjølmiðlaábyrgd, so leggja teir heldur onki í, hvat tingið samtykkir.

 

Danskir myndugleikar spyrja “hjemmestyret”, og tað er “hjemmestyret”, sum svarar. Teir tvíhalda um, at vit í veruleikanum ikki eru ting og stjórn, men okkurt undarligt slag av kommunustýri, og tí er hetta “hjemmestyret” ein og sami myndugleiki.

 

Líka mikið hvør orsøkin til tess er, so er tað altíð ein veikleiki, um onkur noktar at síggja veruleikan, sum hann er, og við einum sindri av hegni hevði borið væl til hjá landsstýrinum at nýtt hendan veikleikan hjá dønum til egnan fyrimun.

 

Tað, sum landsstýrið kundi gjørt, var einans at lagt upskotið til føroysku lógina og føroysku viðmerkingarnar fyri tingið. Tá so tingið hevur tikið undir við henni, kann landsstýrið svara tí fyrispurninginum, sum “hjemstyret” hevur fingið, jaliga, samstundis sum tað vísir til føroysku lógina, og leggur hana við til kunningar.

 

Hetta høvdu danir onki kunnað gjørt við, uttan at teir samstundis viðurkendu rættin hjá tinginum til at viðgera ríkislógartilmæli, og tað kunnu teir ikki gera, tí tað er í stríð við teirra grundleggjandi fatan av ríkisrættarligu støðuni.

 

Hetta hevði ikki verið í samsvari við fyrisettu mannagongdina fyri ríkislógartilmæli, men tað eru føroyingar sjálvir, sum hava ásett mannagongdina við ríkislógartilmælum. Vit broyttu hana við stýrisskipannarlógini, og vit kunnu broyta hana aftur – ella víkja frá henni – tá og um vit meta, at tað er avgerandi neyðugt – eins og vit í hesum serliga føri skulu víkja frá stýrisskipanarlógini, og samtykkja tingmál nummar 91 sum “lóg”, og ikki sum “løgtingslóg”, tí at heimastýrislógin er “lóg”.

 

Minnilutin mælir tí til:

·        Í fyrsta lagi, at tingið fellir bæði uppskotini, og heitir á løgmann um at sessast aftur við samráðingarborðið, og ikki koma aftur í tingið, fyrrenn hann hevur eitt samráðingarúrslit at leggja fyri tingið, ikki eitt einvíst danskt diktat.

·        Í øðrum lagi, at tingið tekur sær náðir at viðgera uppskotini við at semjast um at lata tey falla burtur nú, men seta tey fram aftur á ólavsøku – tí hóast uppskotini innihaldsliga eru tannleys, kunnu tey fáa sera víðfevndar formligar fylgjur fyri ríkisrættarligu støðu Føroya.

·        Í triðja lagi – um samgongan heldur fast við at trumfa lógina ígjøgnum í bráðskundi – at tingið heitir á løgmann um at taka uppskotið til ríkislógartilmæli aftur – og um han ikki ger tað –  at tingið so fellir uppskotið til ríkislógartilmæli, meðan tað samtykkir føroyska uppskotið til lóg. Tað verður ikki nakað stórt framstig á sjálvstýrisleið, men soleiðis ber til at fremja lógina, men kortini forða eini veruligari vanlukku fyri sjálvstýrisgongdina.

 

2. viðgerð 6. mai 2005. §§ 1 til og við 8 samtyktar 20-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Atkvøðugreiðslan varð tarnað í umleið 45 minuttir, tí umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum og Miðflokkinum ikki vildu atkvøða sambært § 76,  stk. 1 í tingskipanini. Hóast formaðurin fleiri ferðir heitti á tingmenn um at atkvøða, góvu teir seg ikki undir avgerð formansins, og tulkaði formaðurin síðani atkvøðugreiðsluna soleiðis, at hesir 10 tingmenn ikki atkvøddu.

Á tingfundi 10. mai 2005 las formaðurin upp bræv frá tingmanning Tjóðveldisfloksins og Miðfloksins við uppskoti um at burturvísa málið. Uppskotið fall 11-0-20.

3. viðgerð 10. mai 2005. Uppskot frá Hergeir Nielsen, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 9-1-20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-10. Málið avgreitt.

Ll.nr. 79 frá 12.05.2005