33 Uppskot til  løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifi við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. november, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

 

 

§ 1. Endamálið við hesi lóg er at tryggja inntøkur útróðrarmanna.

Stk. 2. Mánaðarligur minstiforvinningur verður veittur til útróðrarmenn búsitandi í Føroyum, sum eru á útróðri á føroysku landleiðunum við føroyskt skrásettum fiskiførum, sum eru 110 tons ella minni, sambært reglunum í hesi lóg.

 

§ 2. Skipanin við minstaforvinningi verður umsitin av Lønjavningarstovuni.

 

§ 3. Fiskifar sbrt. § 1, stk. 2 skal hava avreitt í minsta lagi fyri í meðal kr. 70.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón seinastu 6 mánaðirnar frammanundan, og í minsta lagi fyri í meðal kr. 10.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón seinastu 3 mánaðirnar frammanundan.

Stk. 2. Eru treytirnar í stk. 1 ikki loknar vegna serligar umstøður, kann frávik gerast 2 ferðir í einum álmanakkaári. Umsókn um frávik verður viðgjørt við serligum atliti at meginregluni um, at sannlíkindi eru fyri, at fiskifarið hevði komið undir skipanina, um tað hevði verið í vinnu.

Stk. 3. Frávik sbrt. stk. 2 verður bert loyvt, um skrivlig umsókn saman við neyðugum próvtilfari fyriliggur, sbr. § 6, stk. 3, 2. pkt.

§ 4. Fyri at koma undir skipanina, skal bátsformaðurin, ella tann, ið virkar sum bátsformaður, fyri hvønn mánað lata Lønjavningarstovuni skrivliga tilmelding við navni á fiskifari og lista yvir manningina, undirskrivað av manning og av bátsformanni. Tilmeldingin skal vera Lønjavningarstovuni í hendi í seinasta lagi fyrsta arbeiðsdag í mánaðinum, sum ætlanin er at koma undir skipanina.

Stk 2. Eftir at freistin í stk. 1 er farin, kann tilmeldaða manningartalið ikki økjast. Kemur nýggjur persónur við á fiskifar fyri annan, ella fer ein av fiskifari, skal bátsformaðurin skrivliga boða frá hesum. Tilskilast skal, hvat tíðarskeið viðkomandi persónur skal vera tilmeldaður. Fráboðan um broytingar skulu vera Lønjavningarstovuni í hendi í seinasta lagi saman við mánaðaravrokningini.

Stk. 3. Verður tilmeldað fiskifar selt ella endaliga tikið úr vinnu, steðgar veitingin av minstaforvinningi frá hesum degi. Skylda er at boða frá hesum í seinasta lagi saman við mánaðarligu avrokningini.

Stk. 4. Manning á fiskifari, sum kemur undir skipanina við minstaforvinningi sambært hesi lóg, kann ikki í sama mánaði koma undir hesa skipan við fleiri fiskiførum, ella skipanina við minstuløn og dagstudningi í sama tíðarskeiði.

 

§ 5. Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn er 100 vanligar tímalønir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevara-felag.

Stk. 2. Minstiforvinningurin verður skerdur við 50 oyrum fyri hvørja krónu, sum útróðrarmaðurin hevur forvunnið í aðrari inntøku, fiskipartur íroknaður.

Stk. 3. Fiskipartur sambært hesi lóg verður roknaður sum 40% av bruttoavreiðingar-virðinum, býtt við í mesta lagi tilmeldaða manningartalinum.

Stk. 4. Fyri A-inntøku verður minkingin sbrt. stk. 2 roknað í mun til ta upphædd, sum útróðrarmaðurin sambært samtíðarskatta-skipanini hevur fingið útgoldið í mánaðinum, sum minstiforvinningur verður veittur fyri, uttan mun til nær henda inntøka er forvunnin, undantikið er útgoldin minstiforvinningur.

Stk. 5. Minstiforvinningur verður roknaður í mun til, nær manningin hevur verið tilmeldað, sbr. við § 4.

Stk. 6. Av minstaforvinningi verður ikki veitt frítíðarløn.

 

§ 6.  Minstiforvinningur verður avroknaður so skjótt, sum av eigara váttað mánaðaravrokning fyriliggur, tó í fyrsta lagi aftaná 15. í mánaðinum eftir, at hann er vunnin.

Stk. 2. Á mánaðaravrokningini skal greitt framganga fiskipartur hjá hvørjum persóni sær.

Stk. 3. Mánaðaravrokningin skal latast Lønjavningarstovuni, áðrenn hon er 3 mánaðar gomul. Sama tíðarfreist er galdandi fyri umsókn um frávik, sbr. § 3, stk. 3.

Stk. 4. Hevur nakar av órøttum fingið minstaforvinning, og átti hann at verið vitandi um hetta, skal henda upphædd gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Lønjavningarstovuni.

Stk. 5. Afturgjaldingin kann fremjast við at afturhalda í minstaforvinningi.

 

§ 7. Lønjavningarstovuni verður heimilað at útvega neyðugar upplýsingar frá viðkomandi persónum, myndugleikum og feløgum til fyrisiting av hesi løgtingslóg, og avvarðandi myndugleikar, vinnufeløg ella einstaklingar hava skyldu at lata neyðugt próvtilfar í sambandi við útinningina av hesum stuðulsreglum.

 

§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi løgtinglóg nr. 166 frá 29. desember 1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrar-menn.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamál og orsøk

Endamálið við lógarbroytingini er at dagføra skipanina við mánaðarligum minstaforvinningi til útróðrarmenn og gera lógina greiðari at umsita við størri gjøgnumskygni. Somuleiðis skuldi lógin nøktað afturvendandi viðmerkingum landsgrannskoðarans.

 

Havandi í huga, at uppskotið ger tillagingar og dagføringar í mest sum øllum greinum í mun til verandi lóg, verður mett skilabest við einari nýggjari lóg heldur enn einari broytingarlóg.

 

Innihaldsliga eru ongar stórvegis broytingar gjørdar.  

 

Galdandi lóggáva og samandráttur

Galdandi lóggáva er løgtingslóg nr. 166 frá 29. desember 1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, ið hevur sín uppruna í eini skipan, ið kom í 1975.

 

Við lógaruppskotinum verður mánaðarligur minstiforvinningur dagførdur í mun til lønarlagið á landi, so neyðugt verður ikki við lógarbroyting frameftir, til tess at broyta upphæddina til mánaðarligan minstaforvinning.

 

Harumframt er býtisprosentið lækkað fyri at taka hædd fyri hækkandi prísum á olju og agni.

 

Hildið verður fast við, at av tí at minstiforvinningur kann veitast allar 12 mánaðirnar í árinum, verður ikki mett rætt harafturat at veita frítíðarløn.

 

Hugtøkini eru gjørd meira kynsleys eftir áheitan frá Fiskivinnuráðnum, og áseting er gjørd um, at minstiforvinningur, ið er útgoldin av órøttum, kann krevjast afturgoldin.

 

Hoyring

Uppskotið hevur verið til hoyringar í Fíggjarmálaráðnum og í Fiskivinnuráðnum.

 

Fíggjarmálaráðið hevur ikki havt viðmerkingar til uppskotið.

 

Fiskivinnuráðið tekur í høvuðsheitum undir við uppskotinum og fegnast um, at upphæddin fyri minstaforvinning verður tikin úr sjálvari lógini, og regulerar seg sjálva eftir tímatakstunum á landi. Ráðið er fyri, at útróðrarmenn fáa sama rætt til frítíðarløn sum onnur.

 

Fiskivinnuráðið hevur annars hesar viðmerkingar til uppskotið:

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Útreiðslurnar til minstaforvinning hava síðani seinastu lógarbroyting í 1997 verið hesar: 

 

- 1997                                 29,5 mió.

- 1998                                 18,3 mió.

- 1999                                 18,6 mió.

- 2000                                 11,2 mió.

- 2001                                 10,3 mió. 

- 2002                                   8,2 mió.

- 2003                                 11,0 mió.

- 2004                                 11,3 mió. og

- 2005                                   8,8 mió. kr.

 

Eftir at galdandi lóg kom í gildi við ársbyrjan 1998 hevur lækkingin verið munandi.

 

Undir skipanini við minstaforvinningi vóru í 2005 út við 300 útróðrarmenn tilmeldaðir.

 

Í meðal fyri hvønn tilmeldaðan persón í 2005 er mánaðarligi minstiforvinningurin sostatt kr. 2.400 um mánaðin.

 

Í lógaruppskotinum er upphæddin sett til 100 vanligar tímalønir, sum við galdandi tímaløn gevur kr. 10.080 um mánaðin. Vanliga tímalønin á landi var í 1997 kr. 75,86 og er síðani hækkað til kr. 100,80, ella ein hækking uppá góð 32%. Tí verður mett, at tíðin er komin at dagføra upphæddina til minstaforvining til útróðrarmenn.

 

Minkingin av minstaforvinninginum er sambært uppskotinum sett til 50% eins og í gomlu lógini, soleiðis at stuðulin fellur burtur, tá samlaða inntøkan er komin upp á kr. 20.160 í mun til áður kr. 16.400.

 

Samstundis sum kravda avreiðingarvirðið seinasta 6 mánaðaskeiðið er økt frá kr. 54.000 til kr. 70.000, er áseting gjørd um, at ávíst avreiðingarvirði eisini skal vera fyri tríggjar teir seinastu mánaðirnar.

 

Mett verður, at hækkingin í avreiðingarvirðinum seinasta hálva árið upp á kr. 16.000 fer at hava við sær eina árliga minking í útreiðslunum. Nakrir útróðrarmenn, sum ikki dríva útróður burturav, fara kanska ikki at fáa nakað útgjald úr skipanini. Hinvegin kann hugsast, at við tað, at kravda avreiðingarvirðið verður hækkað, tess størri verður hýran og tí minni minstiforvinningur.

 

Tað er torført at meta um meirútreiðslurnar av uppskotinum, men útrokningar hjá fíggjardeildini vísa, at verða hesar broytingar samtyktar, fer tað at hava við sær eina árliga meirútreiðslu upp á 24% ella umleið 1.900.000 kr.

 

Lógaruppskotið verður mett at hava tær fíggjarligu avleiðingar við sær, at útreiðslurnar hjá landskassanum hækka samsvarandi hækkanini í útgjaldinum av minstaforvinningi til útróðrarmenn. 

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunu

Mett verður, at tað fær minni umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tó við tí undantaki, at fyrisitingin fær eina allýsta lógarásetta heimild at útvega upplýsingar, um neyðugt, frá viðkomandi pørtum.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið fær ikki fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna sum heild, men hevur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri útróðrarmannin, tí inntøka hansara økist við hesum uppskoti.

 

Avleiðingar fyri umhvørvi

Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri umhvørvið.

 

Serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið hevur sosialar avleiðingar fyri útróðrarmannin, tí inntøka hansara í størri mun verður tryggjað við hesum uppskoti. Hetta verður mett at bøta um korini hjá útróðrarmanninum.

 

Millumtjóða sáttmálar

Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða ella altjóða avtalum ella reglum.

 

Upplýsingarskylda

Uppskotið áleggur fólki, feløgum og myndugleikum upplýsingarskyldu. Hetta er fyri at tryggja, at treytirnar, sum ásettar eru, eru loknar, og at møguleiki er fyri at hava eftirlit við skipanini.

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Ja

 

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Ja

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Stk. 1 ásetir endamálið við lógini, ið er at tryggja inntøku útróðrarmanna.

Stk. 2 ásetir høvuðskrøvini til at verða fevndur av skipanini um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn. Rætturin er tengdur at bústaðarkravi í Føroyum, men ongi krøv eru sett til longdina á bústaðarkravinum. Somuleiðis er tað eitt krav, at talan er um útróðarmann. Tað merkir, at um mynstrað verður, er viðkomandi ikki fevndur av hesi skipan. Vanlig siðvenja hevur verið við størri útróðrarførunum á línuveiðu, at teir føstu egnararnir á landi hava verið roknaðir sum manning og fingið bátspart. Hóast lógarásetingina ”á útróðri”, er ætlanin, at lógin eisini fevnir um hesar, um teir uppfylla treytirnar annars.

At enda er kravið, at fiskifarið ikki er størri enn 110 BT. Kravið hongur saman við høvuðsbólkabýtinum í lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

Til § 2

Ásetingin hevur til endamáls at staðfesta, at Lønjavningarstovan fyrisitur skipanina við minstaforvinningi.

 

Til § 3

Stk. 1 ásetir, at avreiðingarvirðið seinastu 6 mánaðirnar skal vera í minsta lagi kr. 70.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón. Somuleiðis verður nýtt krav sett um, at fyri teir seinastu 3 mánaðirnar skal fiskifarið hava avreitt fyri í meðal minst kr. 10.000 ella meira fyri hvønn persón.

 

Stk. 2 ásetir, at frávik kunnu gerast frá høvuðsregluni í stk. 1 í mesta lagi tvær ferðir um árið. Undantaksreglan er serliga ætlað í førum, har talan er um mista fiskitíð vegna sjúku, maskinbrek, útvegan av nýggjum fiskifari o.s.v. Somuleiðis er ásett sum meginregla, at frávik kann bert gevast, um sannlíkindi eru fyri, at fiskifarið hevði komið undir skipanina, um tað ótarnað hevði verið í vinnu. Eitt nú um fiskifarið liggur í ein mánað skal ikki vanta meira í kravda avreiðingarvirðinum enn 1/6 av kr. 70.000.

 

Um frávik skal verða veitt, verður í stk. 3 ásett sum treyt, at skrivlig umsókn má fyriliggja saman við skjalprógvum, so sum rokningum og váttan um umvælingartíðarskeið.

 

Til § 4

Í stk. 1 er ásett sum treyt, at bátsformaðurin skal lata Lønjavningarstovuni tilmelding fyri hvønn mánað í seinasta lagi fyrsta arbeiðsdag í mánaðinum, sum ætlanin er at koma undir skipanina.

 

Stk. 2. Verður broyting í tilmeldaðu manningini, hevur bátsformaðurin skyldu til í seinasta lagi saman við mánaðaravrokningini at boða frá, hvat tíðarskeið hvør persónur hevur verið við. Hetta er fyri at lætta um umsitingarligu avleiðingarnar av broytingum í manningarviðurskiftunum við serligum atliti at stk.1, sum ásetir, at teir persónar, sum hava rætt til at fáa mánaðarligan minstaforvinning, skulu tilmeldast.

 

Í stk. 3 er ásett, at tá fiskifar endaliga verður tikið úr vinnu, eitt nú selt, ræðisavmarkað, søkkur ella gerst vrak, steðgar veitingin av minstaforvinningi frá hesum degi. Samstundis er tað skylda reiðarans at boða frá hesum í seinasta lagi saman við mánaðaravrokningini henda mánaðin.

 

Skipanin við minstaforvinningi til útróðrarmenn varð sett í gildi til tess at tryggja inntøkuviðurskifti útróðrarmanna. Ásetingin í stk. 4 forðar fyri, at veittur verður stuðul frá hesi skipan við fleiri fiskiførum samstundis ella veiting frá skipanini við minstuløn og dagstudningi fyri sama tíðarskeið.

Avmarkingin fevnir ikki um aðrar skipanir enn hesa og skipanina við minstuløn og dagstudningi.

 

Til § 5

Ásetingin í stk. 1 broytir háttin, mánaðarligur minstiforvinningur verður útroknaður, sum áður var ein føst upphædd í lógini.

 

Mánaðarligur minstiforvinningur er ásettur at vera 100 vanligar tímalønir, tað er sambært galdandi sáttmála kr. 10.080 um mánaðin.

 

Við hesari broyting fer minstiforvinningurin at fylgja lønargongdini í samfelagnum annars, og verður frameftir ásettur eftir sama leisti sum minstaløn og dagstudningur.

 

Í fyrstu atløgu hækkar ásetingin minstaforvinningin frá kr. 8.200 til kr. 10.080, sum eru kr. 1.880 um mánaðin. Hetta verður mett at vera ein forsvarlig dagføring. Síðani lógin kom í gildi í 1997, er tímalønin hækkað úr kr. 75,86 til kr. 100,80 ella góð 32%.

 

Samstundis sum minstiforvinningurin hækkar, verður skerjingin sbrt. stk. 2 óbroytt 50%. Hetta merkir, at minstiforvinningurin fellur heilt burtur, tá inntøkan er komin upp á kr. 20.160 í mun til áður kr. 16.400.

 

Stk. 3 ásetir fiskipartin at vera 40% av avreiðingarvirðinum býtt við í mesta lagi tilmeldaða manningartalinum í mun til 42% í gomlu lógini. Hetta við tí atliti, at bæði útreiðslurnar til olju og agn eru hækkaðar seinastu tíðina. Í teimum førum, tá avrokningin vísir størri fiskipart, verður hesin nýttur sum útrokningargrundarlag. Í mesta lagi tilmeldaða manningartalið kann verða nýtt í mánaðaravrokningini til at finna fiskipartin. Onnur manning, sum ikki er tilmeldað, er óviðkomandi í hesum sambandi.

 

Í stk. 4 er ásett, at mótroknað verður øll A-inntøka, undantikið útgoldin minstiforvinningur, sum útróðarmaðurin sambært samtíðarskattaskipanini hevur fingið útgoldið í mánaðinum, sum minstaforvinngurin verður veittur fyri, uttan mun til nær henda inntøka er forvunnin. Eftir hesi skipan verður peningurin mótroknaður, tá hann er tøkur hjá móttakaranum, og skipanin er eisini munandi greiðari at umsita.   

 

Í stk. 5 verður ásett, at minstiforvinningurin verður útroknaður í mun til, nær manningin hevur verið tilmeldað skipanini. Manning, sum ikki er tilmeldað, kann ikki luttaka í býtinum. Skipanin er ein mánaðarlig inntøkutrygd, og um ongin skrivlig broyting er í tilmeldingini frá bátsformanninum, eigur tilmeldaða manningin lut í hýru og minstaforvinningi, uttan mun til, um ikki allir hava verið við hvønn útróðrardag. Hinvegin, fyriliggur skrivlig broyting í tilmeldingini, eigur viðkomandi einans rætt til lutfalsligan minstaforvinning í mun til tilmeldað tíðarskeið.

 

Stk. 6. Staðfest verður, at frítíðarløn verður ikki veitt av minstaforvinningi. Hetta við atliti at, at tá minstiforvinningur kann veitast allar 12 mánaðirnar í árinum, verður ikki mett rímiligt at veita frítíðarløn umframt minstaforvinningin.

 

Til § 6

Um mánaðaravrokning fyriliggur fyrst í mánaðinum, og viðurskiftini annars eru í lagi, so verður ásett, at minstiforvinningur verður avroknaður aftaná 15. í mánaðinum eftir, at hann er vunnin.

Somuleiðis er staðfest, at tað er eigari av bátinum, sum váttar mánaðaravrokningina.

 

Sum nýggj áseting í stk. 3 er ásett ein 3 mánaða freist at lata inn avrokningina og umsókn um frávik.  

Harafturat er í stk. 4 greið lógarheimild fingin til at krevja minstaforvinning afturgoldnan, um móttakarin av órøttum hevur fingið ov nógv útgoldið. Somuleiðis er heimild at afturhalda í minstaforvinningi ella øðrum, um nakar av órøttum ella móti betri vitan hevur fingið ov nógv útgoldið. 

Til § 7

Við hesi broyting fær fyrisitingin greiða heimild at eftirkanna, um viðurskiftini viðvíkjandi treytunum um útgjald eru í lagi.

 

Til § 8
Áseting um gildiskomu. Av umsitingarligum fyrimunum fær uppskotið gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi galdandi løgtinglóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.

1. viðgerð 14. november 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 30. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2006, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 16., 21., 22. og 30. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Meginfelag Útróðarmanna.

 

Frá Fiskimálaráðnum hevur nevndin fingið telduskriv, dagfest 22. november 2006, við svari upp á spurningar frá nevndini víkjandi manningartali og mótrokningum.

 

Fiskimálaráðið upplýsir, at tað varð mett óneyðugt at hava eitt avmarkandi manningartal, tí lógaruppskotið leggur upp til, at manningartalið verður avmarkað, tá kravt verður eitt avreiðingarvirði fyri hvønn persón upp á 70.000,- kr. Afturat hesum kemur, at verandi lóg bert ásetir manningartal fyri bátar undir 20 bt, og at tað var mett, at eingin saklig orsøk er til at skilja millum bátar yvir og undir 20 tons, tá ræður um at áseta manningartal.

 

Viðvíkjandi mótrokning upplýsir Fiskimálaráðið, at bert A-inntøka verður mótroknað, og vísir í hesum sambandi á, at B-inntøka verður ikki staðfest fyrr enn einaferð árið eftir, og skipanin við mánaðarligum minstaforvinningi verður útgoldin regluliga aftan á 15. í hvørjum mánaði.

 

Skipanin er rímiliga løtt at umsita, og Lønjavningarstovan metir, at tað krevur økta arbeiðsorku og fleiri starvsfólk, um m.a. ársroknskapir skulu gjøgnumgangast, og mótrokningar og innkrevjingar av ov nógv útgoldum stuðli skal umsitast í størri mun enn í dag. Fiskimálaráðið heldur tó, at § 5, stk. 2 eigur at verða orðað soleiðis, at tað greitt framgongur, at mótroknað verður í aðrari A-inntøku og ikki inntøku yvirhøvur.

 

Nevndin heldur, at allar skattskyldugar inntøkur sum útgangsstøði eiga at verða mótroknaðar í minstaforvinninginum í tann mun, talan ikki er um almannaveitingar, ið eru goldnar út frá eini tørvsmeting, ella tað eru veitingar til persónligar hjálpilutir og heilivág.

 

Hinvegin ynskir nevndin ikki at áleggja landskassanum umsitingarútreiðslur, ið eru størri enn tær sparingar, ið kunnu fáast við hesum mótrokningunum.

 

Lønjavningarstovan metir ikki, at útróðarmenn, ið fáa minstaforvinning, hava inntøkur av týdningi, ið ikki verða mótroknaðar. Lønjavningarstovan heldur tí ikki, at tað loysir seg at mótrokna annað enn fiskipart og A-inntøkur.

 

Nevndin heldur, at tað er skeivt at broyta verandi skipan, fyrrenn tað er staðfest, at hetta ikki hevur við sær eina størri nettoútreiðslu fyri landskassan. Hetta krevur tó, at Lønjavningarstovuni verður álagt at halda eyga við inntøkunum hjá útróðarmonnum, ið fáa minstaforvinning, fyri at fáa innlit í, hvussu stórar upphæddir talan eru um, sum ikki verða mótroknaðar.

 

Nevndin heldur, at Lønjavningarstovan eigur at halda eyga við hesum í dagligu umsitingini soleiðis, at landsstýrismaðurin kann taka stig til lógarbroytingar, um hetta gerst neyðugt. Harumframt eigur Løgtingið at verða kunnað, um týðandi hækkingar henda, hetta hóast landsstýrismaðurin ikki metir hækkingarnar vera so týðandi, at tað gevur honum høvi at taka stig til lógarbroytingar. Hendan kunning kann verða givin, tá Løgtingið skal taka støðu til støddina av játtanini til inntøkutrygd fyri komandi ár.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 5, stk. 2 verða orðini "aðrari inntøku, fiskipartur íroknaður" broytt til "fiskiparti og A-inntøku, fyriuttan minstaforvinningin".

2) Í § 7 verður sett inn nýtt stk. 2, sum verður soljóðandi: "Stk. 2. Lønjavningarstovan hevur eftirlit við inntøkum hjá útróðrarmonnum, ið hava fingið minstaforvinning og sum ikki eru mótroknaðar í útgoldnum minstaforvinningi. Henda týðandi hækkingar í hesum inntøkum, verður Løgtingið kunnað um hetta í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið."

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur harumframt undir við tilmælinum frá Fiskivinnuráðnum um, at útróðrarmenn fáa sama rætt til frítíðarløn sum onnur.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 5, stk. 6 verður strikað.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við broytingaruppskotinum frá samdari nevnd, tó so at minnilutin harumframt mælir Løgtinginum til at samtykka uppskotið við broytingaruppskotinum frá minnilutanum.

 

2. viðgerð 6. desember 2006. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, til § 5 fall 9-1-17. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 5 og 7 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 8. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 112 frá 13.12.2006