1-4 Uppskot til  eykafíggjarlóg fyri 2006

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 28. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

eykafíggjarlóg fyri 2006 

 

Høvuðsyvirlit



 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

§ 5  Fiskivinna

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

3.076

3.076

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

  

B. Játtanir

 

 

 

Útreiðslur

Inntøkur

5.11.1. Fyrisiting

 

 

 

5.11.1.05. Fiskimálaráðið

J

13.264

-

 

EYJ

3.076

-


§ 15  Innlendismál 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

600

600

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

  

B. Játtanir

 

 

 

Útreiðslur

Inntøkur

15.38.2. Samferðsla

 

 

 

15.38.2.01. Strandfaraskip landsins

J

76.177

-

 

EYJ

600

-


Almennar viðmerkingar 

Í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya § 44, stk. 3, frá 26. juli 1994 verður ásett, at tær eykajáttanir, sum fíggjarnevnd Løgtingsins hevur veitt ígjøgnum árið, verða at góðkenna við eykafíggjarlóg í seinasta lagi 31. desember sama ár. Landsstýrið hevur skyldu at leggja fram uppskot hesum viðvíkjandi innan 1. desember.

 

Henda eykafiggjarlóg inniheldur tí einans tær eykajáttanir, sum Løgtingsins fíggjarnevnd hevur veitt við fíggjarnevndarskjølum í ár.

 

Fyrsta fíggjarnevndarskjalið var eykajáttan á 600 tús. kr. til høvuðskontu 15.38.2.01. Strandfaraskip landsins (Landsfyritøka) at nýta til ókeypis ferðing við strandfaraskipunum í sambandi við, at ókeypis koyring var fyrstu vikuna gjøgnum Norðoyatunnilin við sama tilboði gjøgnum Vágatunnilin.

 

Annað fíggjarnevndarskjalið var eykajáttan á 3.076 tús. kr. til høvuðskontu 5.11.1.05. Fiskimálaráðið (Rakstrarjáttan) at nýta til endurgjald til Sp/f Nakk. 

 

Skjalayvirlit:

Fíggjarnevndarskjal 1. Strandfaraskip landsins (26. apríl 2006)

Fíggjarnevndarskjal 2. Fiskimálaráðið (4. august 2006)

1. viðgerð 6. desember 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 13. desember 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 28. november 2006, og eftir 1. viðgerð tann 6. desember 2006 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. og 11. desember 2006.

 

Eykafíggjarlóg er øll tey fíggjarnevndarskjøl, ið fíggjarnevndin hevur samtykt gjøgnum fíggjarárið, so allar eykajáttanir eru viðgjørdar og avgreiddar í fíggjarnevndini áður.

 

Eitt av fíggjarnevndarskjølunum var ein umbøn um eykajáttan til eitt endurgjald, sum Fiskimálaráðið varð dømt at rinda innan 18. juli 2006. Umbønin varð send fíggjarnevndini við skrivi, dagfest 4. august 2006, og fíggjarnevndin tók undir við umbønini á fundi tann 11. august 2006.

 

Tann 21. august 2006 varð endurgjaldið goldið.

 

Málsgongdin kundi týtt uppá, at ráðið bíðar við at avgreiða gjaldið, til fíggjarnevndin hevur játtað. Fíggjarnevndin skal tí leggja dent á, at spurningurin um gjald av endurgjaldi, ið er álagd einum ráði av dómsvaldinum, ikki verður viðgjørdur hvørki í fíggjarnevnd ella Løgtingi. Tað er bara landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av hesum. Hann kann tí ikki at bíða við at gjalda við at vísa til eina viðgerð í fíggjarnevndini.

 

Fíggjarnevndin viðger bara, um hann skal fáa eina eykajáttan, ella um hann noyðist at gjalda innan verandi karmar.

 

Ein minnuluti (Kári P. Højgaard) hevur harumframt hesar viðmerkingar:

Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum tók loyvi aftur, hóast hann fullvæl visti, at kom eitt sakarkrav, fór tað at kosta landskassanum pening. Fiskimálastýrið bleiv eisini av Føroya Rætti dømt at gjalda smápartafelagnum Nakki omanfyri 3 milliónir í endurgjaldi, tí fiskiloyvi ólógliga bleiv afturtikið frá reiðarínum.

 

Ein annar trupuleiki sum politiska skipanin situr eftir við er at:

 

 

Um Fiskimálastýrið enn einaferð tapir sakarmálið í hægri rætti, kann afturtøkan av fiskiloyvinum kosta føroysku skattaborgarunum eina munandi størri upphædd.

 

Hvussu kann slíkt henda og hevur ongin ábyrgdina ? 

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 15. desember 2006.Uppskotið samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 18. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-1. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 117 frá 20.12.2006