32 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. november, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 12, stk. 2 verður strikað.

 

2) Aftaná § 13 verður sett:  

1a. kapittul

Tilbúgving

 

§ 13 a. Tilbúgving fevnir um landstilbúgvingina, kommunalu tilbúgvingina og tað virksemi, ið almennar og vinnuligar fyritøkur reka, og sum hevur týdning fyri tilbúgvingina, sbr. § 13b, stk. 1.

Stk. 2. Endamálið við tilbúgvingini er at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, fæ, umhvørvi og ognir, tá kreppur og vanlukkur raka samfelagið, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum.

 

§ 13 b. Hvør landsstýrismaður, kommuna og fyritøka skal, hvør fyri sítt ábyrgdarøki, hava eina dygga tilbúgving, umframt tryggja, at virkisføri í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar orsakað av kreppum og vanlukkum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum tekur avgerð um, hvussu tann tilbúgving, sum ikki beinleiðis er málsøki hjá øðrum landsstýrismanni, kommunu ella fyritøku, skal skipast, sbr. § 13a, stk. 1.

 

§ 13 c. Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum stjórnar og samskipar tilrættis-leggingina av tilbúgvingini, sbr. § 13b, og veitir myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving.

Stk. 2. Allir partar í tilbúgvingini hava skyldu til at samstarva.

 

§ 13 d. Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum hevur rætt til innlit í tilbúgvingina hjá øllum pørtum.

Stk. 2. Landsstýrismenn, kommunur og fyritøkur kunnu gera avtalur sínámillum, við hvønn annan og við onnur, sjálvboðin sum vinnulig, um skipan av tilbúgvingini.

 

§ 13 e. Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum kann við kunngerð áseta reglur um

1) bygnað, skipan og innihald í tilbúgvingini,

2) stødd og vav (dimensjonering) í tilbúgvingini,

3) venjingar, t.d. stakvenjingar og felagsvenjingar,

4) amboð, útgerð og samskiftisútbúnað at brúka í tilbúgvingini,

5) útbúgvingar,

6) uppgávur og leiklut hjá sjálvbodnum felagsskapum í tilbúgvingini, og

7) stuðul til sjálvbodnar felagsskapir.

 

§ 13 f. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan viðvíkjandi avgerðum, ið eru tiknar við heimild í §§ 13b-13d, til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”

 

3) Í § 19 verður aftaná 1. pkt. sett:

“Í sambandi við fráboðan um eldsbruna og annað skal Brunaumsjón landsins hava boð samstundis sum sløkkiliðið, til tess at kunna fara á skaðastaðið beinan vegin at gera kanningar, sum kunnu lýsa og skráseta hendingar.”

 

4) § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Brunaumsjón landsins kann áseta, at í bygningum og mannverkum annars, har serligur vandi er fyri eldi, ella har stór virði eru hótt av oyðing, skulu tiltøk verða gjørd til tess at minka um brunavandan og til tryggingar av fullgóðum bjargingar- ella sløkkimøguleikum, um eldur kemur í. Slík áseting kann eisini verða gjørd fyri samkomuhús, sjónleikarhús, gistingarhús, sjúkrahús, bygningar, ið verða nýttir til undirvísingar-, framsýningar- ella skemtannarendamál og yvirhøvur mannverk ella størri høli, har fólk koma. Brunaumsjón landsins kann í hesum sambandi eisini áseta treytir um ávaringarskipan, sløkkiskipan, rakstrar-viðurskifti, at sløkkiútgerð verður útvegað, vatnveiting fingin í lag, at tryggja at út slepst, og at atkomuvegir verða gjørdir til akførini hjá sløkkiliðnum og støði til stigar og sproytur.”

 

5) § 24, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Brunaumsjón landsins skal regluliga sýna samkomuhús, sjónleikarhús, gistingar-hús, sjúkrahús, bygningar, ið verða nýttir til undirvísingar-, framsýningar- ella skemtannarendamál og yvirhøvur mannverk, har fólk koma, og sýna eldhættisligar bygningar og goymslur, virki o.a., sum koma inn undir §§ 21 og 22.”

 

6) § 25 verður orðað soleiðis:

§ 25. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri nýtslu av eldi og ljósi, fyri goymslu, flutning og nýtslu av eldfimum ella spreingikvæmum, føstum, flótandi luftborðnum evnum og fyri innrætting og rakstri av virkjum, har slík evni verða goymd ella framleidd, fyri innrætting og nýtslu av eldstøðum og øðrum útbúnað til hita, ljós og kraft og annars gera slíkar ásetingar fyri mannverk, so sum bygningar, serlig løgu- og byggiarbeiði, tangar, bingjur, kranar, tunlar, áskoðarapallar og -øki, o.a., sum verða hildnar neyðugar til at byrgja fyri eldsvanda, og til tryggingar av fullgóðum rakstri viðvíkjandi fráboðanar- og sløkki-útgerð, og rýmingar- bjargingar- og sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir gjøllari reglum heimila Brunaumsjón landsins at gera serfyriskipanir viðvíkjandi teimum viðurskiftum, sum umrødd eru í stk. 1. Landsstýrismaðurin kann áseta, at aðrar tekniskar fyriskipanir, í øllum ella fyri ein part skulu galda her á landi. Reglur, sum Brunaumsjón Landsins ásetir sambært hesum heimildum, verða kunngjørdar í Fráboðan frá Brunaumsjón landsins.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi konglig fyriskipan nr. 337 frá 2. oktober 1952 hvorved lov om civilforsvaret sættes i kraft på Færøerne.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum er at geva føroyskum myndugleikum eitt umsitingarligt heimildargrundarlag at virka eftir í sambandi við, at málsøkið tilbúgving verður yvirtikið sum føroyskt sermál 1. januar 2007. Ein arbeiðsbólkur, mannaður við føroyskum og donskum embætisfólkum, hevur gjørt eina frágreiðing um yvirtøkuna, nevnd “Redegørelse om færøsk overtagelse af sagsområdet det civile beredskab m.v.”. Frágreiðingin er løgd sum fylgiskjal til lógaruppskotið frá løgmanni um broytingar í ræðislógini, ið verður løgd fyri Løgtingið samstundis sum hetta uppskotið. Frágreiðingin er ikki endurgivin í viðmerkingunum til hetta lógaruppskotið, men kann lesast sum eitt ískoyti.

 

Lógaruppskotið ásetir í stuttum reglur um økisábyrgd, fyriskipanarliga samskipan og tilrættalegging av tilbúgvingini (organisatoriskt), umframt samstarv og innlit. Lógaruppskotið ásetir hinvegin ikki reglur um skipan, bygnað og innihaldið í tilbúgvingini á átaksstigi (operationelt). Ístaðin er tað mett skilabest at halda fram við verandi skipan, til yvirtøkan er framd. Eftir 1. januar er ætlanin at bjóða útinnandi pørtunum at vera við í stimbra framtíðar samstarv millum útinnandi partarnar og geva øllum pørtum betri innlit í arbeiðið at lýsa, greina og skipa tilbúgvingina á átaksstigi. Í lógaruppskotinum er heimild til, at landsstýrismaðurin í kunngerð ella reglugerð ásetir reglur um skipan og bygnað.

 

Lógin, talan er um at broyta, er løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. (brunalógin). Tað eru fleiri orsøkir til, at brunalógin verður brúkt at útvega landsstýrismanninum umsitingarligar heimildir í mun til tilbúgving. Sum dømi kunnu nevnast, at kongliga fyriskipanin um “civilforsvar” er ótíðarhóskandi karmur um nútímans tilbúgving, at brunalógin er løgd til landsstýrismannin í fiski- og sjóvinnumálum at umsita, at brunamál og tilbúgvingarmál fyri ein part eru sambundin mál, at stundir ikki eru til at smíða eina heildarlóg innan tilbúgvingarøkið, og at tað verður mett skilagott at royna eina fyribilsloysn, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvussu lóggávan best kann skipast fyri framtíðina.

 

Endamálið við lógaruppskotinum er eisini at gera nakrar málsligar broytingar í øðrum ásetingum fyri betur at lýsa, hvat lógin brunatøkniliga fevnir um og ikki. 

 

1.1 Hoyringspartar

 

Allir hoyringspartar vórðu bodnir á ein fyrireikandi og kunnandi hoyringsfund, har møguleiki var at seta spurningar og koma við viðmerkingum, áðrenn uppskotið varð sent til formliga hoyring.

 

Hesir myndugleikar og feløg fingu uppskotið til formliga hoyring:

Løgmansskrivstovan

Innlendismálaráðið

Fiskimálaráðið

Mentamálaráðið

Vinnumálaráðið

Fíggjarmálaráðið

Almanna- og Heilsumálaráðið

Landsverk

Strandfaraskip landsins

Heilsufrøðiliga starvsstovan

Fjarskiftiseftirlitið

Føroya Tele

Kall

Matrikulstovan

SLV Vága Floghavn

Apoteksverkið

Jarðfeingi

Føroya Kommunufelag

Kommunusamskipan Føroya

Toll- og Skattstova Føroya

P/F Vága- og Norðoyatunnilin

Fiskiveiðieftirlitið

Skipaeftirlitið

Trygdarmiðstøðin

Landsdjóralæknaembætið

Landssjúkrahúsið

Suðuroyar Sjúkrahús

Klaksvíkar Sjúkrahús

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu

Dátueftirlitið

Kringvarp Føroya

Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini

Norðoya Bjargingarfelag

Atlantic Airways

Faroe Jet

SEV

Løgreglan

Fútin

Færøernes Kommando

Ríkisumboðið

 

 

1.2 Viðmerkingar til uppskotið

 

Niðanfyri er ein samandráttur av skrivligu viðmerkingunum til lógaruppskotið.

 

Føroya Kommunufelag spurdi í sínum viðmerkingum, um kommunurnar kunnu ganga í tilbúgvingarsamstarv við aðrar kommunur uttanum møgulig tilskilað samstarvsøki, sum Innlendismálaráðið hevur ætlanir um at áseta. Til hetta er at siga, at bert tilbúgvingarlig fyrilit hava týdning, tá samstarv verða gjørd eftir § 13d, stk. 2 í lógini.

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði málsligar og innihaldsligar viðmerkingar, sum fyri mesta partin vóru tiknar til eftirtektar. Eitt nú varð skotið upp, at eisini fyritøkur eiga at verða fevndar av § 13d, stk. 2 um samstarv.

 

Jarðfeingi setti í sínum viðmerkingum spurnartekin við, um avtalur um tilbúgving, sum fyristøðufeløg gera í sambandi við leitivirksemi, skulu góðkennast av landsstýrismanninum við tilbúgvingarmálum. Til hetta er at siga, at upprunaliga ásetingin um góðkenning av samstarvsavtalum er strikað. Orsøkin er m.a., at góðkenning ikki verður mett neyðug við tilvísing til sjálvstøðugu økisábyrgdina, ið er staðfest í § 13b, stk. 1, og vísandi til innlitsrættin hjá tilbúgvingarmyndugleikanum í § 13d, stk. 1. Samanumtikið verður mett, at økisábyrgdin ikki skal máast burtur við eftirliti og góðkenningum. Ístaðin skal tilbúgvingarmyndugleikin brúka orku upp á upplýsing, vegleiðing og ráðgeving og annars við innliti í tilbúgvingarætlanir og avtalur um samstarv virka fyri, at gjørdar tilbúgvingarætlanir eru sambæriligar tvørtur um økisábyrgdarmørk.

 

Kommunusamskipan Føroya vísti í sínum viðmerkingum m.a. á, at tað er týðandi, at tað í kunngerð verður neyvari ásett, hvat er at meta sum dygg tilbúgving o.t. Til hetta er at siga, at landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri, at slíkar reglur verða gjørdar skjótast gjørligt, og at reglusmíðið verður gjørt í samstarvi við viðkomandi áhugapartar.

 

Innlendismálaráðið vísti í sínum viðmerkingum á, at tað ikki ber til at regulera ríkismyndugleikar í lógaruppskotinum. Viðmerkingarnar eru tiknar til eftirtektar, og ásetingin, sum sipað varð til, er strikað.

 

Fjarskiftiseftirlitið setti í sínum viðmerkingum m.a. fram ynski um, at meira varð gjørt burturúr at lýsa, hvat tað inniber at gera váðametingar, og at innihaldið í komandi kunngerðum, sum landsstýrismaðurin hevur heimild at gera sambært § 13e, átti at verið betur lýst í viðmerkingunum. Tað verður mett ov rúgvismikið at lýsa innihaldið í váðametingum út í æsir. Annars er innihaldið í komandi kunngerðum lýst í serligu viðmerkingunum til § 13e.

 

Almanna- og Heilsumálaráðið vísti í sínum viðmerkingum á, at prinsippið um økisábyrgd ikki var nóg væl gjøgnumført í øllum ásetingum. Víst varð á, at landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum ikki skal góðkenna avtalur, sum Almanna- og Heilsumálaráðið ger um skipan av heilsutilbúgvingini. Viðmerkingarnar eru tiknar til eftirtektar, samanber eisini viðmerkingarnar frá Jarðfeingi.

 

SLV Vága Floghavn spurdi m.a. í sínum viðmerkingum eftir tættari samstarvi, so at royndir, gjørdar á einum staði, kunnu koma øðrum til gagns. Eisini varð ynski sett fram um, at ein tilbúgvingarmyndugleiki er, ið hevur førleika at hjálpa kommunum og øðrum at seta eina venjing saman, so til ber javnan at venja og eftirmeta tilbúgvingina á staðnum. Viðmerkingarnar eru tiknar til eftirtektar.

 

Matrikulstovan vísti í sínum viðmerkingum á, at ein góð landsadressuskrá, ið Matrikulstovan umsitur, kann hava stóran týdning, tá útkall eru til øki og adressur, har lítil ella ongin staðkunnleiki er. Mett verður, at ein góð landsadressuskrá er týðandi táttur fyri at tryggja, at skjót hjálp kann koma fram rættstundis. 

 

Danska løgmálaráðið og verjumálaráðið hava í sínum hoyringssvarum innihaldsligar viðmerkingar til uppskotið, sum tó longu í stóran mun eru tiknar til eftirtektar, samanber eitt nú viðmerkingarnar frá Innlendismálaráðnum omanfyri. Nakrar viðmerkingar eru tó tiknar til eftirtektar í uppskotinum og í lógarviðmerkingunum, serliga hvat viðvíkur skylduni at samstarva og rættin til innlit. 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Ein embætismannabólkur við donskum og føroyskum umboðum hevur gjørt eina frágreiðing um “færøsk overtagelse af sagsområdet det civile beredskab m.v.”, sum varð handað ávikavist landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og verjumálaráðharranum á sumri 2006. Frágreiðingin lýsir m.a. núverandi heimildarbýti fyri tilbúgvingini í Danmark og Føroyum, altjóða sáttmálar og avtalur, tilrættalegging av tilbúgvingini í Føroyum umframt eina varisliga meting av fíggjarligu avleiðingunum av yvirtøkuni. Niðanfyri verða mettu umsitingarligu og fíggjarligu avleiðingarnar av hesum lógaruppskoti lýstar.  

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Fíggjarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum kunnu býtast upp í beinleiðis og óbeinleiðis avleiðingar. Millum beinleiðis avleiðingarnar teljast øktu arbeiðsbyrðurnar, sum standast av arbeiðinum at gera tilbúgvingarætlan innan egið málsøki og samstarv og samskipan av tilbúgvingini sum heild. Fíggjarligu avleiðingarnar av at skipa ein tilbúgvingarmyndugleika undir landsstýrismanninum við tilbúgvingarmálum vóru lítlar, av tí at stovnurin er úrslit av einari samansjóðing av eindum, sum longu eru á fíggjarlógini. Fyri fíggjarárið 2007 hevur Tilbúgvingarstovnurin mett, at beinleiðis meirútreiðslurnar í sambandi við yvirtøkuna og hetta lógaruppskotið verða umleið 1 mió. kr., sum m.a. skulu brúkast til gerð av váðametingum og tilbúgvingarætlanum, at veita ráðgeving til ráð, stovnar, kommunur og onnur, umframt til útbúgving og venjing av útinnandi pørtunum í tilbúgvingini. Eisini má roknast við keypi av serstakari vitan, sum Tilbúgvingarstovnurin ikki hevur.

 

Viðvíkjandi stovnseting og rakstri av kjarnorkutilbúgvingini er tað í frágreiðingini frá embætismannabólkinum um yvirtøku av málsøkinum mett, at árligu rakstrarútreiðslurnar fara at liggja um 0,3 mió. kr. Hetta verður ein meirútreiðsla frá 2008. Útreiðslurnar til sjálva stovnsetanina av mátitilbúgvingini eru mettar til 2,3 mió. kr. Í frágreiðingini um yvirtøku hevur arbeiðsbólkurin mælt til, at henda upphæddin verður rindað av donsku stjórnini, og eru ábendingar komnar um, at hon er sinnað til tað. Tó er í skrivandi stund ongin endalig játtan komin úr danska verjumálaráðnum.

 

Aðrar óbeinleiðis fíggjarligar avleiðingar kunnu vísa seg seinni, t.d. tá myndugleikar, stovnar og fyritøkur fara undir at gera váða- og tilbúgvingargreiningar, sum hoyra teirra ábyrgdarøki til. Niðurstøður kunnu tá føra til, at neyðugt verður at gera íløgur í neyð- og trygdargoymslur,

-útbúnað, -skipanir o.s.fr., fyri at halda uppi virkisføri innan ymiskt virksemi, sum hevur týdning fyri tilbúgvingina. Hinvegin kann tað eisini væl hugsast, at slíkar íløgur verða gjørdar yvir eitt longri áramál og tiknar við í vanligu rakstrarútreiðslurnar fyri framman. Yvir eitt longri tíðarskeið verður mett, at ein tilbúgving, sum virkar, tá á stendur, er við til at minka um skaða á menniskju, umhvørvi og onnur virði hjá tí almenna eins og privatum fyritøkum, og tí minka útreiðslurnar eisini.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Umsitingarligu og fíggjarligu avleiðingarnar verða mettar í mun til tað stig, sum tilbúgvingin í landinum verður mett at vera á undan yvirtøkuni.

 

Umsitingarliga er tað serliga lógarásetta staðfestingin av økisábyrgdini, sum kann fáa avleiðingar fyri almennar myndugleikar og almennar og vinnuligar fyritøkur. Økisábyrgdin hevur m.a. við sær, at øll aðalráð og stovnar undir teimum mugu gera eina váðalýsing og váðameting fyri at lýsa samfelagsliga viðkvom viðurskifti, ið skulu hava eina tilbúgving. Grundað á váðagreiningar og -metingar skal ein tilbúgvingarætlan gerast. Tað sama er galdandi fyri almennar og vinnuligar fyritøkur, sum eiga ella reka váðakent virksemi ella undirstøðukervi av týdningi, fyri at halda uppi einum tryggum tilbúgvingarstigi í landinum og á sjónum. Mett verður tí, at tað bara er ein lítil partur av fyritøkunum í landinum, sum verða raktar av uppskotinum. Fyritøkurnar, sum sipað verður til, eru tær, sum á ein ella annan hátt hava veitingar- og kervisskyldur. Sum dømi kunnu nevnast SEV og Landsverk.

 

Skrivligar tilbúgvingarætlanir eru týðandi fyritreytir fyri at skipa, tilrættisleggja og útinna tilbúgvingina um alt landið og eisini á sjónum. At gera slíkt arbeiði krevur arbeiðsorku og førleika. Hinvegin vil samskipandi og ráðgevandi tilbúgvingarmyndugleikin undir landsstýrismanninum við tilbúgvingarmálum vera myndugleikum og øðrum til hjálpar í tilgongdini. Tað er uppgávan hjá tilbúgvingarmyndugleikanum at tryggja, at tilbúgvingin verður samskipað tvørturum ráðs-, stovns-, fyritøku- og landamørk, og at mørk verða sett fyri, hvussu stórar vandar samfelagið kann ella vil góðtaka.

 

Ásannast kann, at nakrir myndugleikar og nakrar fyritøkur longu hava eina skipaða tilbúgving, sum byggir á økisábyrgdina. Fyri hesar myndugleikar og fyritøkur fer lógaruppskotið ikki at hava stórvegis umsitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar. Sum dømi kunnu nevnast sjúkrahúsverkið og ambulansutænasturnar.

 

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær fyri vinnuna.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki við sær umhvørvisligar avleiðingar.

 

Serligar fíggarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki við sær serligar fíggarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar við sær.

 

Avleiðingar í mun til millumtjóða ella altjóða avtalur og reglur

Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða ella altjóða avtalum ella reglum.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Ja

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Ja

 

Ja

 

Nei

 

 

Nei

 

Ja

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 Kap. 3. Serligar viðmerkingar 

Til § 1

Nr. 1

Síðani Telefonverk Føroya Løgtings varð avtikið, hevur ásetingin mist sítt rættarliga innihald. Skipanin í dag er, at Fjarskiftiseftirlitið í loyvum til fjarskiftisveitarar kann seta treytir og krøv, sum tryggja, at til ber at boða frá eldi og øðrum vanlukkum.

 

Nr. 2

Nýggjur kapittul 1a er settur í brunalógina, hóast brunalógin lutvíst er avmarkað til brunaviðurskifti og hevur sum heild bara havt ásetingar, sum knýta seg at brunamálum. Nú málsøkið tilbúgving verður yvirtikið sum føroyskt sermál 1. januar 2007, er tíðin komin at útvega landsstýrismanninum við tilbúgvingarmálum neyðugar heimildir at umsita málsøkið. Mett hevur verið um ymiskar hættir at loysa uppgávuna, og niðurstøðan er, at tann mest lagaliga loysnin er at gera eitt ískoyti til verandi brunalóg, so til ber fyriskipanarliga at fyrisita tilbúgvingarmál longu frá 1. januar 2007. Ásetingarnar í kapittul 1a eru allar nýggjar.

 

Í § 13a, stk. 1 er ásett nágreiniliga, hvørjir myndugleikar og fyritøkur eru fevnd av tilbúgvingarskylduni. Orsøkin til, at allir partar í tilbúgvingini ítøkiliga eru nevndir í stk. 1, er, at ongin ivi skal vera um, at øll aðalráð og stovnar undir ráðnum, allar kommunur og kommunalar havnir, umframt ávísar almennar og privatar fyritøkur eru fevnd av tilbúgvingini og av økisábyrgdini, sum er ásett í § 13b, stk. 1. Ein myndugleiki, stovnur, kommuna ella fyritøka kann ikki siga frá sær økisábyrgdina, sum er ásett í § 13 litra b, stk. 1. Ásetingin varpar eisini ljós á ymisku partarnar í tilbúgvingni, sum mugu samskipast fyri at ganga upp í eina hægri eind, sbr. § 13c, stk. 1, og heimildina hjá landsstýrismanninum at áseta reglur um skipan, bygnað og innihaldið í tilbúgvingini í § 13e, nr. 1.

 

Tær almennu og vinnuligu fyritøkur, sum sipað verður til í stk. 1, fevna í prinsippinum bara um fyritøkur, ið eiga, reka ella veita tænastur, sum hava grundleggjandi týdning fyri at halda uppi eina dygga tilbúgving í samfelagnum. Talan er um fyritøkur, sum t.d. lata grundleggjandi veitingar, ella sum hava kervisábyrgd. Sum dømi um slíkar grundleggjandi funksjónir kunnu nevnast el-, tele- og telduveitingar umframt tað kervi, ið er knýtt at hesum veitingum, umframt ferðslurásir á landi, sjógvi og loftvegis.

 

Ásetingin lýsir í stk. 2 endamálið við tilbúgvingini á landi sum sjógvi. Endamálið er at verja lív og virði, sum hava týdning fyri samfelagið í breiðari merking. Eins og í øðrum londum verður tað einstaka menniskjalívið raðfest hægst, meðan evnislig virði fáa lægstu raðfesting av tí einføldu orsøk, at hesi í flestu førum kunnu verða endurreist. Eitt mist menniskjalív, avlamni o.t. eru óbøtilig, og tað sama kann verða við fæ og umhvørvi, um eitt nú álvarsom dálking elvir til, at ávís djórasløg verða hótt ella kunnu ganga undir. Evnislig virði kunnu vanliga endurreisast so ella so, uttan tá talan kanska er um forngripir og mentanararv, sum eru gomul mannaverk, ið ikki lata seg endurgera, o.t.  

 

Innihaldsliga hevur raðfylgjan av uppreksaðu virðunum við sær, at ein og hvør tilbúgving skal taka fyrilit fyri menniskjalívum fram um hini virðini. Ætlanin við uppreksaðu raðfylgjuni er at binda raðfestingina fyri allar myndugleikar, stovnar og fyritøkur, tá stødd og vav av tilbúgvingini verður gjørd innan tey ymisku økini. Tann bundna raðfestingin skal m.a. tryggja eina javnt dygga tilbúgving um alt landið og gera tað møguligt at samskipa tilbúgvingina tvørtur um ráðs-,

stovns-, fyritøku- og landamørk. Í § 13e hevur landsstýrismaðurin fingið heimild at áseta reglur um skipan og vav (dimensjonering) av tilbúgvingini.

 

Tað framgongur eisini av stk. 2, at ætlanin við ásetingini er, at tilbúgvingin bæði skal leggja upp fyri ávísum ítøkiligum vandastøðum og fyri hóttandi vandum. Tær vandastøður, sum tilbúgvingin skal leggja upp fyri, eru “kreppur og vanlukkur”. Felags fyri hesar vandastøður er, at tær kunnu koma í her heima ella úti í heimi, og kortini raka tær okkara samfelag. Sum dømi kann nevnast, at verða ein ella fleiri føroyingar, sum eru staddir uttanlands, raktir av kreppu ella vanlukku, so kann tað eisini merkjast her heima. Myndugleikar og avvarðandi vilja vita, hvussu støðan er, hvussu ein kann røkka og hjálpa teimum raktu, fáa tey heim o.s.fr. Sum dømi um kreppu og stórvanlukku, sum fekk tilbúgvingarligar avleiðingar fyri onnur lond enn tey beinleiðis raktu, er flóðaldan í Asiu á jólum í 2004. Tí má orðingin “í samfelagnum” tulkast sum bæði at fevna um beinleiðis vandastøður, sum koma fyri her, og sum avleiðingar her heima av vandastøðum, sum koma fyri aðrastaðni.

 

Ásetingin í § 13b staðfestir í stk. 1 økisábyrgd (á donskum sektoransvar) fyri tilbúgvingini hjá øllum pørtum, sum sambært § 13a, stk. 1 eru fevnd av tilbúgvingini. Økisábyrgdin merkir, at hvør einstakur myndugleiki, kommuna og fyritøka hava ábyrgd av, at ein tilbúgving fyriskipanarliga er skipað á økinum. Tilbúgvingarskyldan fevnir um aðalráð og stovnar, kommunalar myndugleikar so sum bý- og bygdarráð og kommunalar havnir, umframt fyritøkur, sum lata grundleggjandi veitingar, ella sum hava kervisábyrgd, ið hevur týdning fyri at varðveita virkisføri í samfelagnum.

 

Aðalreglan viðvíkjandi økisábyrgdini er, at tann myndugleiki, sum í tí dagliga útinnir uppgávur, sum hava týdning fyri at halda uppi eitt vanligt tilbúgvingarstig í landinum, eisini skal útinna uppgávurnar, tá tilbúgvingarstigið fer útum tað vanliga orsakað av kreppu ella vanlukku. Tey fólk, útgerð, mannagongdir o.t., sum virka væl í gerandisdegnum, vísa seg oftast ikki at røkka til, tá óvanligar støður koma í. Tilbúgvingarætlanir eiga tí at verða gjørdar, sum leggja upp fyri, at tað óvanliga eisini kann henda, og tí eiga øll við økisábyrgd at gera slíkar fyrireikingar, so til ber at flyta seg frá einum vanligum tilbúgvingarstigi yvir í eitt hægri tilbúgvingarstig. Samstarvsavtalur kunnu gerast um, hvør skal gera hvat, tá ið átøk verða sett í verk, sbr. § 13d, stk. 2. Harafturat verða reglur gjørdar um skipan og bygnað av almenna tilbúgvingar-tilfeinginum, sbr. § 13e, nr. 1.

 

Innan kommunala økið eru tað bý- og bygdarráðini, ið hava ábyrgd av at leggja til rættis eina tilbúgving. Ábyrgdin fevnir eisini um kommunalar havnir. Fyritøkurnar, sum sipað verður til í stk. 1, fevna um almennar og privatar fyritøkur, sum sambært lóg, kunngerð, loyvi ella aðrari heimild útinna uppgávur ella reka virksemi, ið hevur týdning fyri at varðveita virkisføri í samfelagnum, sbr. viðmerkingarnar til § 13a, stk. 2.

 

Í stk. 2 er ásett, at landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum avger, hvussu tilbúgvingarøki, sum ikki beinleiðis hoyra undir økisábyrgdina hjá ávísum landsstýrismanni, kommunu, almennari ella privatari fyritøku, skulu skipast. Ætlanin við hesi áseting er at tryggja, at onki tilbúgvingarøki dettur burtur ímillum orsakað av økisábyrgdini, sum nevnd er í § 13b, stk. 1. Ásetingin skal tryggja, at øki, sum ikki greitt eru tengd at ábyrgdarøkinum hjá ávísum landsstýrismanni, kommunu ella fyritøku, ikki skulu detta burturímillum. Sum dømi kann nevnast kjarnorkutilbúgving, ið kanska ikki natúrliga kann tilskilast at hoyra til málsøki hjá ávísum landsstýrismanni. Í slíkum førum kann landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum t.d. taka avgerð um sjálvur at fyrisita kjarnorkutilbúgvingina, ella taka avgerð um at lata tað upp í hendurnar á øðrum landsstýrismanni at fyrisita. Í slíkum málum er tað umráðandi at staðfesta, hvør hevur besta fakkunnleikan til at fyrisita økið.  

 

Ásetingin í § 13c, stk. 1 er fyriskipanarliga hornasteinurin í tilrættaleggingini av tilbúgvingini. Ásetingin ger ikki inntriv í sjálvstøðugar heimildir og uppgávur, sum føroyskir myndugleikar og ríkismyndugleikar hava ella útinna sambært galdandi lóg ella siðvenju. Sum dømi kann nevnast, at samskipandi leikluturin hjá løgregluni á skaðastaðnum í útinnandi átøkum sambært § 108 í rættargangslógini verður varðveittur í óbroyttum líki. Tað sama ger seg galdandi fyri leiklutin, sum eitt nú brunaumsjónarmenn hava á eldstaðnum sambært § 17 í brunalógini. Heimildin hjá landsstýrismanninum við tilbúgvingarmálum snýr seg her um fyriskipanarliga at seta út í kortið og fáa í lag eina tilbúgving, umframt at tryggja eina samskipan tvørtur um myndugleika-,

stovns-, fyritøku- og landamørk. Í § 13e, nr. 1 hevur landsstýrismaðurin fingið heimild til at áseta neyvari reglur um skipan og bygnað í tilbúgvingini. Sum nevnt undir almennu viðmerkingunum er ætlanin longu um ársskiftið at seta í verk útgreinandi arbeiði hesum viðvíkjandi við breiðari luttøku frá pørtunum, sum í dag hava ella røkja útinnandi (operativar) uppgávur.

 

Heimildin at samskipa, sum nevnd í stk. 1, fevnir um myndugleikarnar, sum sambært § 13b hava økisábyrgd. Føroyskir myndugleikar kunnu, sum kunnugt, ikki í løgtingslóg áleggja ríkismyndugleikunum skyldu at samskipa tilbúgvingina. Samskipanin mótvegis ríkismyndugleikunum, ið hava ella útinna tilbúgvingaruppgávur, kann t.d. formliga skipast við samstarvsavtalum, samanber eisini viðmerkingarnar til § 13d, stk. 1. Royndir higartil vísa, at eitt tætt samstarv er til gagns fyri allar partar.

 

Samskipandi heimildin hjá sentrala tilbúgvingarmyndugleikanum hevur m.a. við sær, at markamót mugu eyðmerkjast og lýsast fyri at tryggja, at tilbúgvingin kann verða skipað og løgd til rættis, uttan at nakað øki dettur burturímillum.

 

At samskipa tilbúgvingina tvørtur um myndugleikamørk ella onnur mørk hevur sum fortreyt, at allir partar við tilbúgvingarskyldu eru fúsir at samstarva og at ganga undir felags leiðreglur um, hvussu tilbúgvingin fyriskipanarliga eigur at verða løgd til rættis og skipað. Í stk. 2 er áseting um samstarvsskyldu. Ætlanin er ikki at brúka hesa áseting sum koyril, men heldur sum eina áminning um, at neyðugt er við samstarvi og serliga í eini byrjanar- og uppbyggingartíð. Seinni kann støða takast til, um ásetingin eigur at verða tikin av. Ein væl eydnað samskipan kann viðvirka til, at heildarútreiðslurnar til tilbúgvingina kunnu haldast niðri.

 

Samanumtikið kann sigast, at uppgávan hjá sentrala tilbúgvingarmyndugleikanum í mun til samskipan m.a. verður at seta kós og ferð á tilbúgvingarsamstarvið, so samfelagið stendur tilbúgvið, um størri vanlukkur henda.

 

§ 13d, stk. 1 ásetir, at sentrali tilbúgvingarmyndugleikin hevur rætt til innlit í tilbúgvingina hjá øðrum. Talan er um innlit í tilbúgvingina hjá teimum, sum sambært § 13b hava økisábyrgd, og sum sambært § 13c og stk. 2 í hesi grein innganga í tilbúgvingarsamstarv við onnur, um størri vanlukkur henda. Innlitið skal tryggja, at sentrali tilbúgvingarmyndugleikin kann gera sær yvirlit yvir samlaðu tilbúgvingarstøðuna fyri á tann hátt betur at vera førur fyri at koma við uppskotum og tilmælum til, hvussu tilbúgvingin kann betrast. Rætturin til innlit merkir, at ein umbøn um innlit í tilbúgvingarætlanir skal gangast á møti av tí eind, sum umbønin er stílað.

 

Innlitsrætturin í stk. 1 fevnir um eitt nú tilbúgvingarætlanir, niðurstøður og tilmæli í sambandi við tilbúgvingarvenjingar, uttanhýsis og innanhýsis skoðan (audit) av tilbúgvingini o.s.fr. Tað verður ikki mett hóskandi at geva yvirskipaða tilbúgvingarmyndugleikanum heimild til at hava beinleiðis eftirlit við øðrum myndugleikum, stovnum, kommunum og fyritøkum. Orsøkin er, at ein slík eftirlitsskylda kann máa undan økisábyrgdina, sum ásett í § 13b. Ístaðin er ætlanin við innlitsrættinum, og við at gera brúk av heimildunum í § 13e, sum eitt nú at seta krøv til regluligar venjingar, at geva sentrala tilbúgvingarmyndugleikanum onnur amboð, sum kunnu brúkast til at staðfesta, um tilbúgvingarstøðið hjá øllum pørtum er nóg høgt, ella um ábøtur mugu gerast.  

 

Í stk. 2 er lagt upp til samstarv millum aðalráð, stovnar, kommunur og fyritøkur um  tilbúgvingina. Samstarv kann eisini gerast við onnur, sjálvboðin sum vinnulig. Innan tilbúgving kann samstarv vanliga tilmælast sum ein góð loysn, eitt nú fyri at fullnýta tilbúgvingarorkuna, og fyri at minka um útreiðslurnar. Umráðandi er tó, at samstarvsavtalurnar ikki eru ósambæriligar í mun til økisábyrgdina hjá einstaka myndugleikanum ella í mun til samskipan av tilbúgvingini, sbr. §§ 13b og 13c. Innlitsrætturin í stk. 1 fevnir eisini um rætt til innlit í avtalur, sum verða gjørdar sambært stk. 2 í hesi grein fyri at tryggja, at gjørdar avtalur ikki eru í andsøgn við tær fyritreytir og ábyrgdir, sum avtalupartarnir sambært hesi lóg virka eftir. Sum dømi kann nevnast, at ein veitari av tilbúgvingarútgerð, -manning, -førleika ella øðrum kann gera avtalur við fleiri partar. Umráðandi er tó, at hesar avtalur í veruleikanum ikki skerja virkisføri hjá einum ella fleiri av samstarvspørtunum í tilbúgvingini. 

 

Ásetingin í § 13e gevur landsstýrismanninum heimild til í kunngerð at áseta neyvari reglur um ávís viðurskifti, sum hava týdning fyri at fáa til vega eina vælvirkandi tilbúgving á landi og sjógvi. Eitt nú er ætlanin skjótast gjørligt at áseta reglur um, hvussu tilbúgvingin, sum ikki er økisábyrgd hjá tí einstaka, skal skipast fyriskipanarliga og í átøkum, sbr. almennu viðmerkingarnar og viðmerkingarnar til § 13c, stk. 1. Umráðandi er at lýsa, hvør skal gera hvat og at greina uppgávur, sum kunnu latast upp í hendurnar á sjálvbodnum felagsskapum ella øðrum at útinna. Eisini er tað ynskiligt at áseta felags tøknilig krøv til útbúnað og útgerð, soleiðis at útgerðin er sambærilig tvørtur um ymisku mørkini. Eitt nú verða reglur væntandi eisini gjørdar um, hvat innihaldið í tilbúgvingarætlanum verður, hvørji góðtøkumørk verða, váðametingar o.s.fr.   

 

Sum er, er leikluturin hjá sjálvbodnum felagsskapum í tilbúgvingini ikki væl lýstur ella greiddur. Aðalreglan hjá teimum sjálvbodnu felagsskapunum er at bjóða tænastur fram uttan kostnað. Ynskiligt er, at allir myndugleikar við tilbúgvingarábyrgd gera upp, hvat teir ynskja at brúka sjálvbodnar felagsskapir til, so at hesir miðvíst kunnu arbeiða seg upp til at kunna røkja lýstu uppgávurnar á forsvarligan hátt. Persónligur førleiki, útbúnaður, útgerð og venjingar eru bert nakrar fortreytir fyri, at tey sjálvbodnu á tryggan hátt skulu kunnu loysa tilbúgvingaruppgávur saman við almennu myndugleikunum. Hinvegin eigur brúk av sjálvbodnum felagsskapum ikki at føra til, at almennir myndugleikar spara ella slaka í brúki av egnari tilbúgvingarorku, sum sambært útinnandi økisábyrgdini eigur at verða sett í verk, tá átøk eru.

 

Tá farið verður undir at gera uppskot til kunngerðir, og møguliga algongdar leiðreglur, verða umboð fyri viðkomandi áhugapartar og –bólkar tikin við í fyrireikandi arbeiðið.

 

Sambært ásetingini í § 13f hevur landsstýrismaðurin fingið heimild at áseta reglur um, at kærumyndugleikin kann leggjast til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar.

 

Nr. 3

Í nøkur ár fekk brunaumsjónin boð um eldsbruna og gjørdi hópin av skrásetingum, sum komu til nyttu í eitt nú frálærutilfari, vegleiðingum og í fyribyrgjandi reglum. Seinni datt skipanin burtur, tí hon ikki var staðfest nakrastaðni. Ætlanin er at staðfesta gomlu skipanina við hesi broyting í verandi § 19. Umráðandi er, at vitan verður savnað um orsøkir og skaðagongd, so lærast kann, hvussu betrandi átøk og fyribyrgingar kunnu gerast á brunatøkniliga økinum. Ætlanin er, at sløkkilið og brunaumsjónin verða fráboðað samstundis. Hetta fyri at brunaumsjónin skal kunna lýsa og kanna orsøkir til eldsbrunar, tá mett verður, at tað hevur almennan áhuga, og annars at skráseta hendingar. Sum nú er, verða hvørki kanningar ella skrásetingar gjørdar í sambandi við eldsbruna. Tekniskt darvar hetta ikki tilkallingarskipanina. Ásetingin skúgvar ikki til viks tær heimildir, sum løgreglan hevur at kanna, um lógarbrot hevur verið atvoldin til eldsbrunan.

 

Nr. 4

Talan er um málsligar broytingar og neyvlýsingar í § 22, stk. 1 fyri at beina burtur iva um, hvat ásetingin fevnir um. Orðið mannverk er av Føroyamálsdeildini tilmælt sum felagsheiti fyri hesi undirheiti: fastar konstruksjónir, flytiligar konstruksjónir, bingjur, tjøld, bátavognar, tangar, kranar, flutningsbrýr, tunlar, pallar, áskoðarapallar og aðrar konstruksjónir. Samanumtikið verður orðið mannverk brúkt sum felagsheiti fyri byggingar í breiðari merking, tí royndir eisini vísa, at tørvur er á at eyðmerkja samkomuhús, ávaringarskipan og sløkkiskipan í ásetingini. Samkomuhús fevnir t.d. um kirkjur. Broytingarnar verða gjørdar fyri at verja trygdina hjá brúkarum og sløkkiliðsfólki, umframt at verja tey virði, sum slík mannverk annars hava. Broytingin broytir ikki endamálið í greinini, men staðfestir galdandi rættarstøðu í mun til siðvenjuna innan økið.

 

Nr. 5

Brunaumsjónin skal sambært § 24, stk. 2 m.a. sýna oljutangar og olju- og gassgoymslur, sum hava við sær eina serliga vandahóttan. Gamla orðingin “bygningar” er óheppin og kann fatast sum avmarkandi. Undir serliga vandahóttan koma eisini byggiverk sum tangar, tunlar, áskoðarapallar, bingjur, o.a., sum kann hava týðandi ávirkan á trygdarviðurskiftini, um illa vil til. Tað umráðandi er “funksjónin” ella nýtslan. Av hesi orsøk verður lagt afturat greinini orðið mannverk, sbr. viðmerkingarnar til broyting nr. 4 (§ 22, stk. 1). Broytingin broytir ikki endamálið í greinini.

 

Nr. 6

Í § 25, stk. 1 verður ein dagføring skotin upp. Tað er til fyrimuns fyri brúkaran eins og myndugleikan, at brunalógin beinleiðis nevnir, hvat hon fevnir um viðvíkjandi bygningum, størri ítróttaanleggum, tangum, tunlum, og í heila tikið byggiverk og mannverk við vandafullum potensiali, so sum spreingievni, fýrverki og øðrum eldfimum vandaevnum, tó uttan at vera ov útgreinandi. Hetta stendst av, at alt meir av tekniskari útgerð verður innbygt í tað, vit rópa mannverk (dagstovnar, sjúkrahús, stórir bygningar, tunlar, oljutangar, flutningstól, atkomuviðurskifti o.a.m.). Málsligu neyvlýsingarnar skulu tryggja, at tann innbygdi fyribyrgjandi-, sundurskilandi-, ávarandi- og sløkkjandi teknikkurin verður hildin við líka, royndur og kannaður undir skipaðum viðurskiftum. Júst hetta hevur til endamáls at tryggja, at mannverk framhaldandi hava haldgott trygdarstig í allari brúkstíðini.

 

Málsliga dagføringin av ásetingini ger tað fyribyrgjandi arbeiðið lættari og ikki minst samskiftið greiðari við tað, at evnini eru nevnd beinleiðis, so tað ikki upp í saman skulu gerast løgfrøðiligar metingar um, hvørt lógin fevnir um eitt øki heilt ella lutvíst.

Sambært lógini er tað landsstýrismaðurin í brunamálum, sum er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki viðvíkjandi brunamálum.

Í § 25, stk. 2 er ætlanin, at tær reglur, ið Brunaumsjón landsins ásetir sambært teimum heimildum, sum landsstýrismaðurin eftir gjøllari reglum letur, verða kunngjørdar á serstakan hátt, av tí at nøgdin av hesum reglum er so stór, og reglurnar mangan so tekniskar og venda sær til ein so avmarkaðan skara, at kunngerðasavnið hevði verið ovbyrjað. Ætlanin er tí, at júst hesar reglur verða kunngjørdar í serligum kunngerðasavni, sum Brunaumsjón landsins hevur ábyrgdina av.

 

Til § 2

Gildiskomudagurin er settur til 1. januar 2007, tí tá verður málsøkið tilbúgving yvirtikið sum føroyskt sermál. Samstundis fer konglig fyriskipan nr. 337 frá 2. oktober 1952, hvorved lov om civilforsvaret sættes i kraft på Færøerne, úr gildi.

1. viðgerð 10. november 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 22. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2006, og eftir 1. viðgerð tann 10. november 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 16., 21. og 22. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin.

 

Nevndin hevur fingið skriv, frá Fiskimálaráðnum, dagfest 17. november 2006, viðvíkjandi avmarkingunum fyri komunalum samstarvi í uppskotinum til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv, sum eisini er í Løgtinginum í løtuni. Nevndin hevur givið Rættarnevndini avrit av skrivinum frá Fiskimálaráðnum, tá nevndin metir, at spurningurin best verður loystur í sambandi við viðgerðina av lógaruppskotinum um sjálvbodnar kommunusamanleggingar, sum er beint Rættarnevndini.

 

Harumframt hevur nevndin fingið avrit av samskiftinum millum Fiskimálaráðið og løgtingsumsitingina, áðrenn málið varð lagt fram.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at stundir ikki hava verið at smíða eina heildarlóg innan tilbúgvingarøkið, og at tað verður mett skilagott at royna eina fyribilsloysn, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvussu lóggávan best kann skipast fyri framtiðina.

 

Nevndin heldur tað vera umráðandi, at henda fyribilsloysn ikki verður endalig, og hevur tí gjørt av at mæla tinginum til at broyta uppskotið soleiðis, at lógin um eldsbruna o.a. verður sett úr gildi 31. desember 2008. Nevndin metir, at hetta eigur at geva landsstýrismanninum stundir at smíða eina heildarlóg innan tilbúgvingarøkið, ið setir nøkur grundleggjandi krøv til dygdina í tilbúgvingini.

 

Í § 25, stk. 2 er uppskot um at varðveita heimildina hjá landsstýrismanninum at loyva Brunaumsjón Landsins at kunngera t.d. tekniskar fyriskipanir í fráboðanum. Nevndin tekur ikki undir við, at landsstýrismaðurin leggur sínar heimildir at áseta reglur til annan myndugleika. Harumframt hevur nevndin umrøtt, hvønn slíkar fráboðanir kunnu venda sær til, hvussu bindandi tær eru, krøvini til kunngerðarhátt, umframt aðrar spurningar, ið eru svaraðir í lógini og kunngerðini um alment kunngerðarblað. Tá nógv av hesum viðurskiftum framvegis eru ógreið, mælir nevndin til at strika heimildina at kunngera fyriskipanir við fráboðanum. Hetta merkir, at reglurnar í lógini og kunngerðini um alment kunngerðarblað eru gladandi.

 

Nevndin er tó samd í, at tað í nógvum førum ikki er nøkur orsøk at prenta rúgvusmiklar tekniskar fyriskipanir í kunngerðarblaðnum í fullum líki, um hesar frammanundan eru kunngjørdar av skikkaðum útlendskum myndugleikum og eru lætt atkomuligar t.d. á alnótini. Nevndin mælir tí til at geva landsstýrismanninum heimild til at kunngera slíkar reglur og fráboðanir uttan at endurgeva hesar í fullum líki, men soleiðis at kunngerðin verður avmarkað til heiti, nummar og dagfesting fyri, nær hesar reglur eru undirritaðar. Verður mett, at ávísar ásetingar í slíkum regluverkum eiga at verða kunngjørdar beinleiðis, t.d. revsireglur, so ber eisini til at endurgeva partar av reglunum í sambandi við, at alt regluverkið annars verður sett í gildi við tilvísing.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 2 verður sett inn nýtt stk. 2, sum verður soljóðandi: "Stk. 2. Løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. fer úr gildi 31. desember 2008."

2) Í § 1, nr. 6 verður § 25, stk. 2 orðað soleiðis: "Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann kunngera reglur og fyriskipanir viðvíkjandi teimum viðurskiftum, sum eru umrødd í stk. 1, við tilvísing til heiti, nummar og dagfesting fyri, nær tær eru undirritaðar av skikkaðum myndugleikum."


 

2. viðgerð 30. november 2006. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð 

3. viðgerð 6. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 106 frá 12.12.2006