100-20 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi tí at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús áðrenn 2012  

Ár 2006, mikudagin 6. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Orðaskifti

Fyrispurningur   

  1. Er nøkur politisk viðgerð grundarlag fyri, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tikið  avgerð um, at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús í Føroyum áðrenn 2012?
  2. Hvussu hevur landsstýrismaðurin hugsað at fíggja 300 mió. kr. til útbygging av fipurneti í Føroyum næstu 6 árini, og liggur fíggingin inni í íløgukarminum hjá samgonguni?
  3. Er samgongan samd um, at  besta loysn er at biðja Føroya Tele gera arbeiðið at leggja fipur út til hvørt hús, áðrenn nøkur politisk viðgerð er farin fram um, á hvønn hátt, hvussu stórur partur og í hvørjum formi Føroya Tele verður einskilt?
  4. Hvussu hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum hugsað sær, at møguleiki verður fyri javnbjóðis kapping millum fleiri kunningar- og samskiftisveitarar, um ein kappingarneyti, Føroya Tele, skal eiga og reka føroyska fipurnetið?
  5. Hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum fulla undirtøku í samgonguni fyri at fara undir útbygging av fipurneti í Føroyum í slíkum formi, sum verður lagt upp til her, har ein stovnur fær allar kappingarfyrimunirnar, og uttan at Løgtingið hevur havt møguleika at siga sína hugsan?
  6. Metir landsstýrismaðurin tað vera fíggjarliga skilagott, at íløgur verða gjørda í tvey fipurnet í Føroyum, sum kann gerast úrslitið av at lata Føroya Tele fáa hesa uppgávu?
  7. Hvønn yvirskipaðan politikk ætlar landsstýrismaðurin at stinga út í kortið fyri samskiftisøkið í Føroyum, og nær fær Løgtingið høvi at viðgera spurningin?

 

Viðmerkingar:

 

Landsstýrismaðurin kunngerð í bløðunum

 

“- Eg havi tikið avgerð um at biðja Føroya Tele bera so í bandi, at hvørt hús í Føroyum hevur fipur í seinasta lagi í 2012, staðfesti hann.
Hann segði, at talan er um eina íløgu upp á einar 300 milliónir. Hetta ber í sær, at tá ið fipur er lagt í hvørt hús, fer alt samskiftið, útvarp, sjónvarp og alt annað, fram ígjøgnum hendan fipurkaðalin.
Tað ber eisini í sær, at tað ber til at brúka allar nýggjasta HD- tøknina innan sjónvarp, sum ger myndirnar einar 100 ferðir betri, enn tær eru nú, segði Bjarni Djurholm
.”

 

Hetta eru gleðilig tíðindi fyri Føroya fólk. Farast eigur undir slíka útbygging av føroyska samfelagnum sum skjótast, skulu einstaklingar, stovnar, skúlar, granskingarstovnar, vinnufyritøkur og onnur hava javnbjóðis møguleikar við kappingarneytarnar úti í heimi.

 

Spurningurin er onga løtu, um vit skulu útbyggja samskiftisøkið, tað ræður um at koma so skjótt í gongd sum til ber. Møguleiki fyri kunningar- og samskiftitøkni  gerst alt størri og størri partur av aktivinum hjá bæði privatfólki og vinnulívinum, fyri ikki at tala um útbúgvingarstovnum og fjølmiðlunum í einum landið, og er tí bráðneyðugt at fara undir slíka útbygging.

 

Fipur verður framtíðarinnar motorvegur millum miðlar, stovnar, vinnufyritøkur, skúlar og borgararnar í landinum, men eisini týdningarmesti motorvegurin út í tann heim, vit støðugt arbeiða fram ímóti at gerast partur av.

 

Eitt annað er spurningurin um atkomiligheit hjá øðrum feløgum til fipurnetið, altso kappingarneytum hjá Føroya Tele, breiðbandstænastu veitarum, Kringvarpi Føroya, Kall, Rás2, fyri at nevna nøkur.

 

Tá Føroya Tele er einskilt, hava vit onga trygd fyri, at tey samfelagsligu áhugamálini hjá Føroyum verða best røkt. Eitt privat vinnuvirki hevur altíð, og skal hava, tey peningaligu áhugamálini í fremstu røð, og tá er ikki vist, at atlit kunnu takast fyri samfelagnum sum heild.

 

Eingi atlit verða tikin til kappingarneytarnar, og úrslitið kann gerast, at onnur feløg verða noydd at gera síni egnu fipurnet, og tað er øllum greitt, at á tann hátt  gerst tað ikki bíligari og betri, hvørki fyri samfelagið ella fyri brúkaran.

 

Men alt hetta krevur, at tað verður gjørt við umhugsni, fyriliti og skili. Sjálvt um spurningurin fleiri ferðir hevur verið og vent í tinginum, so hevur Løgtingið ongantíð havt høvi at siga sína hugsan um, hvussu farast skal fram á hesum øki.

 

Hvat er skilabest at gera, hvussu tryggja vit, at landsins áhugamál vera best røkt, hvussu tryggja vit javnbjóðis atgongd til eitt slíkt fipurnet, hvussu tryggja vit borgarunum bestu og bíligastu tænastuna, hvussu tryggja vit, at ein slík høvuðsæðr í undirstøðukervinum altíð fyrst og fremst røkir okkara áhugamál, og nógvir aðrir spurningar eru, sum Løgtingið eigur at finna semju um.

Á tingfundi hósdagin 7. desember 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 25. januar 2007 svaraði Bjarni Djurholm, landssstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar
 

Svar til 1)

Undirritaði landsstýrismaður, sum varir av Føroya Tele sum alment partafelag, hevur heitt á felagið um at fáa eina kunning um fipurkervi til endabrúkaran. Fyrispurningurin til Føroya Tele, dagfestur 28. august 2006 var soljóðandi:

 

 “Spurt verður, hvat meirkostnaðurin er av at framskunda verandi fipurætlan hjá Føroya Tele soleiðis, at bæði flutningskervið og atgongukervið verður fipur, og kann takast í nýtslu av endabrúkaranum, umframt at uttanlandssambandið er nøktandi í hesum sambandi, og at hetta verður gjørt skjótast til ber. Í hesum sambandi verður spurt um serlig tiltøk kunna gerast at framskunda arbeiðið, eitt nú samstarv við kommunur, nýggj gravitøkni v.m.

 

Biðið verður um eina meting av, hvørji perspektiv eru í at framskunda íløguna í fipurkervi, eisini til endabrúkaran.”

 

Í uppriti frá Føroya Tele, nevnt “Fipur til heimið”, dagfest 26. oktober 2006, svarar Føroya Tele fyrispurninginum, og mælir Føroya Tele til, at øll húsarhald verða knýtt í undirstøðukervið við fipuri longu í 2012. Sostatt er talan um tilmæli og avgerð hjá felagnum. Hesum tekur undirritaði undir við.

 

Svar til 2)

Sambært omanfyrinevnda uppriti frá Føroya Tele verður mett, at íløgan hjá felagnum í fipurkervi verður 50-60 mió kr. um árið og samanlagt stívliga 300 mió kr. Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at fíggja íløguni úr Landskassanum.

 

Svar til 3) og 5)

Talan er ikki um eina politiska viðgerð og avgerð, felagið hevur kunnað landsstýrismannin um ætlanirnar og møguleikarnar at leggja fipur til endabrúkaran. Landsstýrið arbeiðir við einskiljingini av FT, har ein høvuðssetningur er, at kappingin á fjarðskiftirmarknaðinum verður varðveitt aftaná einskiljing, samstundis sum einskilda FT framvegis verður eitt felag í støðugari menning. Í hesum sambandi hevur tað alstóran týdning fyri landsstýrið, at spurningurin um fipur í hvørt hús eisini er greiddur, so menningin á KT–økinum í minsta lagi er javnbjóðis grannalondunum, eisini aftaná einskiljingina av FT.

 

Svar til 4)

Í samband við ítøkiligu ætlanirnar hjá Føroya Tele at leggja fipur til endabrúkaran, er ikki talan um eina broyting í mun til verandi skipan viðvíkjandi kervinum. Atgongd til kervi hjá øðrum fjarskiftisveitarum er skipað sambært Fjarskiftislóg, Fjarskiftiseftirlitinum og  sáttmálum um sambinding og samskipan av fjarskiftiskervum.

 

Svar til 6)

Ilt er at spáa um framtíðina, tá tað ræður um fjarskifti, av tí at økið er eyðkent við stórum tøkniligum framburði, og alsamt øktum og broyttum eftirspurningi, tí ber ikki til at siga, um talan verða um fleiri fipurkervi ella onnur kervi. Sæð í øllum førum yvir eitt styttri áramál, er tað neyvan lønsamt, at tvey fipurkervi verða løgd, serliga av tí at arbeiði at leggja kervi er sera kostnaðarmikið og orkukrevjandi.

 

Kervistøknin mennist alsamt og eitt nú verður tøkni ment, sum hevur við sær økta bandbreidd á koparkervinum, og eisini verður tráðleysa tøknin alsamt ment.

 

Sum ein stutt kunning til Løgtingið er støðan í Føroyum í dag, at – umframt fipur og kopar kervi hjá Føroya Tele – eru tráðleyst breiðbandskervi. P/F Eitt hevur lagt eitt tráðleyst kervi, sum dekkar Havnina, Klaksvík og meginpartin av Skálafjørðinum (65-70% av búplássunum í Føroyum). Sambært P/F Eitt er ætlanin, at kervið skal breiðast út til 80% av bústaðaøkjunum í landinum. Teletech bjóðar í dag breiðband í u.l. ⅔ av landinum við tráðleysum kervi. Harumframt hevur Føroya Tele lagt tráðleyst breiðbandskervi kring landið. Eigarafeløg dekka við teirra kervi u.l. 15%, og verða kervini hjá eigarafeløgum brúkt til sjónvarp, tó í einstøkum økjum eisini til breiðband. Tvey Fartelefonkervi eru; Fartelefonkervi hjá Kall dekkar u.l. 80% og fartelefonkervi hjá Føroya Tele dekkar nærum 100 % av landinum.

 

Samanumtikið eru í 72% av landinum eitt ella fleiri tráðleys breiðbandskervi, og hava fleiri av fjarskiftisfyritøkunum fráboðað víðari útbyggingar av kervunum. Mett verður, at framtíðarkervini fara at bjóða fram alsamt økta bandbreidd og flytføri, og at ymsu kervini fara at supplera hvønn annan.

 

Svar til 7)

Viðvíkjandi yvirskipaða politikkinum á samskiftisøkinum verður víst til Vinnupolitikkin har almenna uppgávan er orðað soleiðis:

 

 

Í hesum sambandi verður dentur lagdur á meginregluna í KT-vinnupolitikkinum um, at føroysk KT-

virki skulu hava møguleika at bjóða seg fram, tá landið spyr eftir KT-tænastum.

 

Av øllum teimum viðurskiftum, sum kann ávirka KST–útbreiðslu og –nýtslu, er kervisbygnaðurin helst týdningarmesti einstaki faktorurin. Fyri  at tryggja virkna kapping  á fjarskiftisøkinum er ætlanin at taka neyðug stig til at tryggja, at kappingin ikki verður avmarkað, tá Føroya Tele verður einskilt.

 

 Málið avgreitt