Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

19. fundur

Ár 2006, fríggjadagin 3. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Marjus Dam, Jógvan við Keldu og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm og Jacob Vestergaard, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
§§ 1 og 2 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

2.    Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-3/2006 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðurskiftunum hjá tænastumonnunum á Sjóbjargingarstøðini
Málið avgreitt.
 

3.    Val av § 25 nevnd at endurskoða tingskipanina
Vald vórðu: Edmund Joensen, Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannesen, Óli Breckmann,
Jørgen Niclasen, Kaj Leo Johannesen, Kristian Magnussen, Kári P. Højgaard, Heidi Petersen og Jenis av Rana
 

4.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at  Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini nr. 23/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog og nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um Menningarstovu, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðautreiðslur, nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), nr. 35/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn og nr. 37/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í ymsum skattalógum (skattalætti), at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum, nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevd í lendismálum og nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini nr. 32/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a. og nr. 33/2006: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, at løgmaður hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmál nr. 31/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving) og at tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana hava vegna Miðflokkin lagt fram tingmál nr. 34/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Barnafrádráttur)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 7. november 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.    1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)
Málið verður beint í rættarnevndina.

2.    Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 11.18

 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

                                                                                                 /Marius Rein

                                                                                                                                    skrivari